Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Le Ketubrøv ella ketupartabrøv — hvør er munurin og hvat er loyvt? Den Danske Bank - stjórnin og vit FØROYSKI bladteknarin Óli Petersen mundi vera væl framman fyri sína tíð, tå hann í oktober mánað í fjør gjørði tekningina um handklæðið. Longu tá gitti teknarin, hvat mundi búgva undir tí vinsama og góða samstarvsandanum millum donsku stjórnina og Den Danske Bank. Hesin stóri danski bankin slapp í fjør sum øllum kunnugt burtur úr øllum sínum skyldum í Føroyum, tá tað eydnaðist honum at sannføra donsku stjórnina um, at best mundi vera at sleppa bankanum undan skyldum sínum í Føroyum. NÓGV hevur verið gitt um, hvat veruliga hendi og hví tað hendi, tá Den Danske Bank slapp undan skyldum sín- um í Føroyum, tvs. tå tað eydnaðist bankanum at sannføra bædi føroyskar myndugleikar og danskar vid, at tað besta fyri Føroyar var, at tað almenna yvirtók partabrøvini í Føroya Banka, táverandi dótturbanka hjá Den Danske Bank. Føroyska sjónvarpið hevur roynt at bora í málinum og er eisini okkurt komið burtur úr, men tíanverri eru enn ov nógvir leysir endar. Eisini Sosialurin hevur roynt at grava í hesum stóra máli, men sera torført er at fáa nakað at vita. Nú hevur so danska blaðið Jyllands- posten drúgva umrødu av Den Danske Bank, sum i dag er vordin ein sera stórur maktfaktorur í danska ríkinum. Bert eitt annað land í Europa hevur ein banka, sum hevur so stórt peningaligt yald (og harvið eisini politiskt?) og tað er ein banki í Hálandi. Danski bankin hevði sítt besta ár higartil í fjør við meira enn 2 mia. kr. í yvirskoti. TAÐ kemur fram í umrøddu greinum, at ein av orsøkunum til, at bankin kom so væl burtur úr 1992, var tann, at hann slapp nærum snikkaleysur burtur úr virksemi sínum í Føroyum. Hann misti nakrar hundrað milliónir men tað er peanuts móti tí sum bankin kundi havt mist, um hann hevði verð tvungin til at rikið Føroya Banka víðari. Sjónvarp Føroya vísti í sending í fjør á, at Den Danske Bank bluffaði, tá hann í samráðingum við landsstýrið gjørdi greitt, at tók landsstýrið ikki yvir partabrøvini í Føroya Banka, so var ikki vist, at Den Danske Bank fór at halda fram við sínum bankavirksemi í Før- oyum. Hetta var tað sama sum at seta revolvaran í ryggin á føroyingum, tí bankin tá fíggjaði so nógv av virk- seminum í Føroyum, eitt nú Føroya Fiskasølu. Víst varð annars á, at tað stóð væl til í føroyska bankanum. Seinni skuldi tað vísa seg at vera beint øvugt. Og tá var fuglurin Den Danske Bank flogin. Og føroyingar sótu eftir við svartaperi. NÚ skrivar Jyllandsposten, at danska stjórnin sum tékk fyri at Den Danske Bank hjálpti henni burtur úr stóru trupulleikunum við tryggingarfelagnum Baltica, vísti bankanum goodwill, tá hann vildi sleppa burtur úr sínum skyldum í Føroyum. Blaðið skrivar, at “Den Danske Bank fik uvurderlig goodwill i det politiske system, som kom banken til gode, da den trak sig ud af finanssektoren på Færøerne.” Og aðrastaðni skrivar blaðið: "Goodwillen fra de to sager, Hafnia og Baltica - gav Den Danske Bank et sá godt image blandt politikerne, at storbanken kunne redde sig ud af krisen pá Færgerne bedre end det kunne forventes”. NÚ vita vit ikki, hvat blaðið hevur hetta frá, men tað er so í tráð við gitingarnar og ikki váttaðu tíðindini í Sjónvarp- inum, greinum í Information og ikki at gloyma tekningina hjá Óla P. Er hald í hesum gitingum ella tíðindum, so hevur fyrst Den Danske Bank bjargað stjórnini úr eini kreppu og síðani hevur stjórnin bjargað Den Danske Bank burtur úr eini kreppu - og í hesum Nú hava ketubrev verið ógvu- liga væl umtókt síðan tær øko- nomisku tongstødurnar eru vorðnar so ringar. Ketubrøvini hava verið frammi í bleðunum og »Løg- fréðinginum< í útvarpinum. Her hevur verið drigið fram at tað er ólógligt at vera við í ketubrøvum, tí ein er við at byrja eina privata innsavning. Henda privata innsavning kemst av at eins navn kemur at standa ovast á einum lista, sum teir eftirkomandi luttakararnir skulu flyta eina upphædd til. Hetta er rættuliga týðuligt, at her er talan um eina innsavn- ing, ein er við til at byrja og so- leiðis gerst hetta ólógligt. Tá tað snýr seg um parta- brøv, sum hava sama bygnað hvar hver partabrævskeypari skal út at fáa onnur try at keypa partabrøv o.s.fr., so er ikki tal- an um eina privala innsavning. Her er tad fyritøkan, sum tekn- ar partabrøv eftir hesari fram- gongd og hon umsitur allan peningin og tå »ketan« er kom- in út á eitt stødi (»navnid ovast á listanum«), so byrjar parta- brævið at kasta av sær og ein kann selja sítt partabræv aftur til fyritskuna. Hevur fyritøkan eitt endamál sum sær skilagott UL eigur eingin ivi at vera um at ein kann styðja einum slíkum og so fáa nakað væl afturfyri. Hetta er ikki ólógligt, tí hetta fylgir partafelags lógini og tað nýggja er bert hátturin, parta- brøvini verða teknað. Um vit nú siga at okkara marknaður var mettaður, tá eini 20.000 luttakarar vóru við og hver luttakari fær 500.000 krónur burturúr, ja, so hava vit 10 milliardir og kunnu slætta borðið við tað atnógvur skattur kemur inn, so bæði almennar og privatar skuldir kundu verðið goldnar og hetta kann møguliga realiserast innan seinasta førinum upp å bekostning av Føroyum. Nú er ilt at meta um, hvat hevdi hent, um ikki føroyingar gingu vid til at góðtaka loysnina hjá Den Danske Bank. Men sambært stjóranunum Knud Sørensen, hevði bankin helst gjørt sær ómak at rikið Føroya Banka víðari, hóast hetta ikki lá í luftini, tå bankin fekk føroyingar at keypa partabrøvini. Knud Sørensen sigur vid Jyllandsposten "Jeg har ikke regnet på, om vi har sparet en milliard kr. Der kan opstilles mange scenarier. Men det er rigtigt, at havde vi været deroppe, havde vi nok gjort os betydelige anstengelser for at undgå en kollaps”. HETTA úttalilsið eigur at fáa onkra klokku at ringja í Føroyum. Áhugavert verður at frætta, hvat føroyskir mynd- ugleikar hava at síga til eitt slíkt út- talilsi. Vit kunnu so bert siga, at er tað so sum blaðið skrivar, so má sigast, at danir hava “offrað" føroyingar í einum handli við Den Danske Bank. Og tað kann so blíva eitt álvarsligt mál. Ein onnur útlegging kann sjálvandi vera, at her var eingin annar møguleiki og at danska stjórnin tvørturim6ti hevur latið seg sjálva binda á hond og fót við at góðtaka loysnina hjá Den Danske Bank, sum jú í veruleikanum gjørdi donsku stjórnina til veðhavara fyri framtíðar missi, um so er, at føroyingar ikki sjálvir megna at gjalda aftur lánini. Vit minnast orðini hjá Flemming Duus nevndarlimi í Føroya Banka og ein av stjórunum í Den Danske Bank í Sosialinum herfyri, har hann segði, at Føroya Banki var verðsins tryggasti banki, tí staturin veðhelt. HETTA málið er alt ov stórt til her og nú at taka eina avgjørda meining, tí enn vænta upplýsingar. Er tað so at stjórnin hevur kent seg noydda at gera Den Danske Bank eina tænastu, tá landsstýrið varð “tvingað" at keypa partabrøvini í Føroya Banka, og danski bankin á tann hátt hevur spart eina mia. kr. ella meira, so mugu okkara myndugleikar brúka hesar nýggju upp- lýsingar sum jarnbrot í nýggjum sam- ráðingum við danir. Tá er tað ein spurningur um ikki stjórnin hevur skyldu til at yvirtaka hesa mia. og møguliga meira. Og tað er so aftur í tráð við m.a. úttalilsini hjá Lise Lyck, um at føroyingar megna ikki at gjalda skuldina aftur til danska statin. Hetta vil kanska onkur halda er órímuligt, tí danir hava jú hjálpt okkum so og so. Men er spurningurin tann, at stjórnin í veruleikanum hevur hjálpt Den Danske Bank enn meira og lagt tær skyldur, sum Den Danske Banki átti í Føroyum yvir á føroyingar, so er ikki rætt farið fram. Tá er tað almenna Føroyar tvingað til at yvirtaka eina skuld og eina framtíðar ábyrgd, sum ein privatur danski banki átti. VIT meta eins og sjónvarpið hetta málið sera álvarsligt, og eiga eftir okkara tykki greinarnar í danska blaðnum at fáa landsstýrið til at taka spurningin upp við danskar mynguleikar alt fyri eitt. Vit vóru tvingað til at bjarga Sjóvinnubankanum eftir kravi frá dønum. Vit vóru aftur “tvingað" til at yvirtaka Føroya Banka eftir kravi frá dønum. Var hetta bara fyri okkara egna besta ella var hetta ein liður í einum størri "komplotti”, sum alla tíðina hevur miðjað móti at ganga áhugamálunum hjá einum privatum donskum banka á meti? Og eru leysarsøgurnar um at eigararnir av sama banka, A. P. Møller longu hava tryggjað sær rættin til oljurikidømid her eisini brikkar í sama talvi hjá donskum politikarum og vinnulívinum? SOSIALURIN tvey ár ella so. Tað, sum um- ræður er atkvika sær at vera við og so kostar tað einki, so und- arligt tað ljóðar. Tá okkara marknaður er mettaður, skulu vit til at »eksportera« parta- brøvini og vilja vit å henda hått fåa valuta i kassan. Fyritøkan, sum selir partabrøvini, hevur skyldina at halda fram vid »ketuni« og soleidis kundu Føroyar sum ein lítil natién fingið nakað burtur år hinum londunum á henda hátt. H.H. * 1 eger ge > arr 00 = + + NOR TESTAMENTER. — — 4 -TESTAMENTER < fås GRATIS hos … LANDSFORENINGEN FOR Novi í Valle ex 5 7 ao % - ml på apr, ker í blodnunkerne mv FI DANMARK