leygardagur 26. februar 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sosialurin ] Nr. 40 — 26.FEBRUAR 1994 Sida3
Cliff Richard og hansara
fólk eru í hesum døgum í
ferð við at fyrireika eitt
stórri tiltak, ið kostar 50
milliónir krónur og ætlandi
fer at savna 300.000 áhoyr-
arar.
Føroyingar fáa enn eina-
ferðkjansin at hoyra heims-
stjórnuna, ið ikki er ókend í
Føroyum - og heldur ikki er
óvitandi um Føroyar. Síðst
Cliff Richard var á palli í
Aberdeen, var ein hópur av
føroyingum í Skotlandi við
Smyrli, og fingu tey tå ser-
liga heilsan frá 55 ára
gamla sangaranum, ið
framvegis hevur rødd sum
ein 20 ára gamal, og fram-
vegis er eins vælumtóktur
og hann altíð hevur verið
tað.
Stórfingin rød
av 27 konsertum
Talan er um eina stór-
fingna konsertrød við einari
samanseting av sjónleiki og
tónleiki. Konsertirnar eru
27 í tali, og er beinagrindin
grundað á klassikarin hjá
Emily Bronte, ið kallast
»Wurthering Heights<. Í
hesum leikinum fer Cliff
Richard — sjálvandi — at
hava høvudsleiklutin sum
>Heathcliff<.
Hesin stórfingni sang-
leikurin fer at verða fram-
førdur í Birmingham, Lon-
don, Glasgow, Aberdeen og
Sheffield.
Stór nøvn eru vid í hesum
tiltakinum.
Tónleikinum syrgir Sha-
dows-veteranurin John
Farrar fyri. Hann hevur eitt
núskrivað fleiri av frægastu
løgunum Olivia Newton-
John hevur sungið — eisini
„You're The One That I
Want« og »Hopelessly De-
voted To You« úr sangleik-
inum >Grease<.
Oscar-vinnari
skrivað tekstirnar
Ikki minni kendur er
tekstskrivarin, Tim Rice.
Hann verður vanliga rokn-
adur sum kongurin yvir gll-
um, tá talan er um sangleik-
ir. Eitt nú átti hann tekstirn-
ar í >Jesus Christ Super-
star«, »Evita« og »Chess«,
umframt at hann hevur
skrivað »A Whole New
World« í Disney-filminum
»Aladdin«, sum hann eisini
vann Oscar-heidursløn fyri.
Maðurin, id fer at stjórna
øllum hesum stórfingna til-
takinum, verður Frank
Dunlop, ið eisini er millum
teir kendaru. Hann hevur
verið við í yvir hálvthundr-
að stórum tiltøkum í bæði
London og New York, og
frá 1983 til 1991 var hann
stjórnari av Edinburgh In-
ternational Festival.
Fyrsta framførslan av
»Heathcliff« verður í Bir-
mingham NEC týsdagin 8.
Heimskenda stjórnan, ið eisini megnar at bergtaka fóroyingar, fer
nú aftur á pall í Aberdeen. Síðst hann var á palli har, vóru fleiri før-
oyingar og lurtaðu. Teir fáa kjansin at uppliva hann aftur í heyst
november, har sjey fram-
førslur verða. Hildið verður
fram á Wembley Stadion í
London við tíggju fram-
førslum, áðrenn »Heath-
cliff« vitjar í Skotlandi. Har
verða triggjar framførslur í
Glasgow SECC og tríggjar í
Aberdeen Exhibition Hall,
áðrenn endað verður við
fýra framførslum á Sheffi-
eld Arena í Onglandi.
So her hava Cliff-elsk-
andi føroyingar nakað at
gleða seg til komandi vet-
bj.
A LL AAA AA AA AAA [AA [A[
SMUGLARASKULDSETTI
FØROYINGURIN FRAM-
VEGIS FONGSLADUR
Føroyski flogskiparin, 30
Kastrup tysdagin 21. desember i fjør,
fjald aftan fyri eina låku
fongsladur í Keymannaha
rættiliga stórt smugla
Danska løgreglan hevur
tætt samstarv við norsku
løgregluna í stóra smuglara-
málinum, ið millum annað
umfatar 30 ára gamla før-
oyska flogskiparan, K. E.,
ið varð handtikin stutt fyri
jól, týsdagin 21. desember.
K. E., ið býr í Roskilde í
Danmark, hevði annarsætla
sær heim til Føroya í jólafrí,
men hesar ætlanir hansara
vórðu forpurraðar av hand-
tøkuni, og hann situr enn.
Hann varð handtikin í
floghavnini í Kastrup, tá tað
visti seg, at 40 kilo av hasji
vórðu funnin aftan fyri ein
lúku í flogfari hansara.
Saman við tí 30 ára gamla
føroyinginum var eisini ein
23 ára gamal danir, ið
somuleiðis varð handtikin.
Fáa fongslingina
longda so hvert
Báðir hava teir sitið varð-
haldsfongslaðir síðani 21.
desember í fjør, og sambært
kriminalinspektórinum og
leiðaranum fyri Deild N hjá
kriminalpolitinum í Keyp-
mannahavn, Erik Bjørn,
verdur fongslingin hjå båd-
um longd, so leingi sum
kanningar fara fram i målin
í flogfari hansara,
um.
— Kanningar okkara halda
fram, og í løtuni arbeiða vit
tætt saman við norska kri-
minalpolitinum, og nú
royna vit at samanbera upp-
lýsingarnar, vit hava fingið,
so vit kunnu koma til sama
úrslit í kanningunum, sigur
Erik Bjørn.
— Tá vit eru lidnir við
kanningarnar, verður farið
undir at skriva ákærurit, so
menninir kunnu fáa dóm.
Men enn eru vit ikki komnir
so langt í arbeiðinum.
Danski kriminalinspekt-
ørurin sigur við Tíðinda-
ára gamli K. E., ið varð handtikin í floghavnini í
av tí at 40 kilo av hasj vórðu funnin
situr framvegis varðhalds-
vn. Danska løgreglan heldur, at talan er um eitt
ramál, ið umfatar meira enn tey 40 funnu kiloini
blaðið Sosialin, at teir halda
málið snúgva seg um meira
enn tey 40 kiloini av hasji,
ið vórðu funnin, tá teir báðir
menninir vórðu handtiknir í
Kastrup.
Sambært teimum kann-
ingum, ið norska kriminal-
politiið hevur gjørt, er talan
allarhelst um tilsamans so
mikið sum í minsta lagi 120
kilo av hasji úr Marokko, ið
eru smuglað til Noregs um
Danmark í flogfarinum,
tann 30 ára gamli føroying-
urin leigaði frá einum felag,
sum heldur til í Kastrup.
Talan er um eitt sokallad
luksusflogfar av slagnum
Cessna Citation 501, ið
hann millum annað brúkti
til leigutúrar av ymsum
slagi. Millum annað hevði
tann 30 ára gamli K. E. —
meðan tað norska kriminal-
politiið hevði eyguni við
honum gjøgnum fleiri mán-
aðir — eina leiguferð við
fyrrverandi norska uttan-
ríkisráðharranum Johan
Jørgen Holst frá Gardamo-
en i Noregi til franska høv-
udsstadin Paris. Hetta var
ein av ferðunum í sambandi
við friðartingingarnar mill-
um palestinarar og israels-
menn.
Norska kriminalpolitiið,
sum hevur við meginpartin
av tí kanningararbeiðinum
at gera, sum fer fram í løt-
uni, handtók fyri jól eisini
firðm norðmenn í málinum,
ið eru skuldsettir fyri at vera
bakmenninir, ið hava fíggj-
að keypið av hasjinum.
— Av tí at vit halda okkum
hava góðar grundir fyri at
halda, at málið er stórri enn
tey 40 kiloini av hasji, sita
teir báðir menninir í Dan-
mark varðhaldsfongslaðir,
men kortini fáa teir ta vitjan,
humanu viðurskiftini loyva
í hesum føri, sigur Erik
Bjørn.
Sita vardhalds-
fongsladir
Tíðindablaðið Sosialurin
skilir, at 30 ára gamli K. E.
og tann 23 ára gamli danin
kunnu fáa vitjan av avvarð-
andi í upp til ein tíma um
Fleiri fólk í Deild N hjá
kriminalpolitinum í Keyp-
mannahavn arbeiða við
málinum, sum har verður
tikið í størsta álvara.
Sum skilst noktar 30 ára
gamli føroyski flogskiparin
seg sekan í smuglingini, og
hann skal hava sagt, at hann
als ikki visti av hasjinum í
flogfarinum, tá hann varð
handtikin í Kastrup stutt fyri
jól í fjør.
hj.
HAVNAR
FAAT
Tel. 88100
SKANDINAVISK TALE
ÍSLENDSKT MÁL
ENGLISH SPOKEN
DEUTSHE SPRACHE