Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Dan heldur fram sum formaður Eysturoyar Javnaðarfelag - eitt virkið felag Á aðalfundi felagsins í síðstu viku varð formaður felagsins, Dan Petersen, afturvaldur og somuleiðis varð Elsa Birgitta P. Eg- holm afturvald sum næst- formaður. Hinir nevndarlimirnir eru Sylverius Jacobsen av Skála, Eli Joensen úr Leir- vík, Henry Jamskorð av Strondum, Jákup Eides- gaard av Eiði, Petur Páll Mikkelsen úr Gøtu, Eyðun Johannesen av Oyrabakka og Helena Eliassen av Toft- um. Eykalimir eru Jén Ingi Eidesgaard úr Oyndarfirdi og Michael Pattingson úr Funningsfirði. Frits Thom- sen og Ellintur Abrahamsen vóru afturvaldir til grann- skoðarar. Virkið felag Á aðalfundinum greiddi formaðurin frá virksemi felagsins. Millum annað um teir mongu fundir, felagið hevur havt hetta seinasta árið. Flelagið hevur skipað fyri fleiri fundum, har landsstýris- og tingfólk floksins hava verið við á. Formaðurin segði, at tað hevur ongantíð staðið á at fáa politikarar floksins at koma á fundir hjá Eyst- uroyar Javnaðarfelag, og tað er komið felagnum væl við, tí fólk er ógvuliga áhugaði í at frætta hvat fyriferst á politiska vigvøll- inum. Ikki minst nú hart Eysturoyar Javnaðarfelag: Byrja at stilla upp Tað einasta, sum er heilt vist hjá Eysturoyar Jav- naðarfelag í samband viðkomandi løgtingsval er, at sami tingmaður, sum umboðað hevur fel- agið seinastu árini, verð- ur ikki tingmaður eftir valið. Jórgen Thomsen Á aðalfundinum, sum samstundis var fyrsti uppstillingarfundur hjá leikar á. Gott arbeiðslag Hesin fundurin var heldur einki undantak í so máta. Tí har møtti eisini Marita Petersen, løgmaður. Løg- maður greiddi frá politisku støduni. Hon segði, at arbeiðslagið í landsstýrin- um hevur verið gott, hóast mangar truplar avgerðir skulu takast. Marita Peter- sen nam serliga við fiski- kvotumar, tey lån, sum fella til gjaldingar nú í mars, arbeiðsloysisskipanina og fíggjarognargjaldið, og ikki minst tosaði løgmaður um meguleikarnar at fáa nakað av virksemi í gongd. Í hes- um sambandi nevndi hon avtaluna við russar, har føroyingar við egnum skip- um og fólki kunnu fiska í russiskum sjógvi. Hetta verður sostatt føroyskur fiskur og ikki tridjalands fiskur. Um bankarnar segði løg- maður, at teir føra seg fram sum barnið, sum einaferð hevur brent seg, og sum tí ræðist eld. Livligt orðaskifti Tey umleið 50 fundarfólk- ini nýttu eisini sín møgu- leika at spyrja løgmann um mangt og hvat. Onkur fanst at Hagstov- uni og annar spurdi løg- mann hvussu verður við sethúsaspurninginum. Til hetta segði Marita felagnum, komu nøkur nøvn á listan. Eystur- oyar Javnaðarfelag still- ar upp á tann hátt, at hvort øki kemur við sínum uppskotum. Og higartil eru hesi ngvnini komin á listan: Jákup Egholm, Karl Robert Johansen, Sylverius Jacobsen og Jón Ingi Eidesgaard. tór.- Petersen, at tað hevur verið torført at finna eina gene- rella loysn, men bankarnir eru í hvussu er bidnir um at geva sethúsaeigarunum ng- kur tilboð. Haraftrat arbeiða kommunur og peninga- stovnar saman um at finna eina loysn at lækka fíggjar- ligu byrðuna hjá fólki. Fleiri av fundarfólkunum funnust eisini at landsum- sitingini, sum tey hildu ar- beiddi ov seint, og at Ov long tíð gongur til avgerðir verða tiknar. Arbeiðsloysið Sum vera man var arbeiðs- loysisspurningurin nógv umrøddur á fundinum. Tey vóru tey ið hildu, at Ar- beiðsloysisskipanin sjálv eigur at seta arbeiðir í gongd. Og fólk undraðust eisini á, hvar teir pengarnir, sum í nøkur ár hava verið latnir til arbeidarafeløgini sum arbeiðsloysisstuðul, eru blivnir av. Tey hildu, at skilagott hevði verið at nýtt Dan Petersen heldur fram sum formaður og Elsa Birgitta P. Egholm sum næstformaður hesar pengar til arbeiðs- skapandi tiltøk. Bygdir illa fyri Tosað varð eisni um hvussu kommunur kundu hjálpa hverja aðrari. Leirvíkingar eru sera misnggdir við, at bygdin liggur at kalla stein- deyð. Og sama er skilið í ødrum bygdum við. Valár Fundurin var eisini merktur av, at valár er. Løgmaður segði, at tað er ikki so løgid, at javnaðarflokkurin fær mangt høggið. Tað hevur ábyrgdin í landsstýrinum við sær, men onkur skal taka tær ópopuleru og tungu av- gerðimar. Tad slepst ikki undan. Men hóast tað er ikki at fella í fátt, helt løgmaður, og hesum tók fundarfólki eisini undir við henni í. tór.- - TTK KKKH{AA———————— TØindaskriv Sjónleikarabólkurin »Leikapettid« venur nú nýggjan føroyskan bamaleik, evnadur til år gamla føroyska ævin- tyrinum um Snata. Leikurin snýr seg í stuttum um tær báðar gentumar Siggu og Lailu, sum ein dag fara upp á ovasta loft. Har uppi finna tær mangt og hvat, m.a. eina gamla ævintýrbók. Men hvat hendir tá tær fara at lesa í henni??? Leikurin varar í uml. Í tíma, og tveir leikarar eru við, Kristina Hansen og Ria Tórgarð. Leik- stjóri er Súsanna Tór- garð. nýggjan fer. barnaleik Ætlanin er at hava fyrstu framførslu 2. páskadag, 4. apríl, í høl- unum hjá Leikarafelag Føroya á gomlu marga- rine fabrikkini. Hetta er fyrsta roynd at hava framførslur í hesum høl- unum, og vit vóna at fáa vitjan av nógvum børn- um á margarinefabrikk- ini. Leikurin er ætlaður børnum frå 3 árum og eldri. Aftan á framførslurnar í Havn verður farið út á bygd við leikinum. Hes- in leikurin setir ikki stór krøv til pall og ljósviður- skifti, og tíer møguligt at spæla nærum allastaðni. Jørgen stillar ikki uppaftur Eftir at hava umboðað Javnaðarflokkin í Eyst- uroynni síðani 1978, hevur Jórgen Thomsen gjórt av, ikki at lata seg stilla upp aftur í heyst Jórgen Thomsen, ting- maður javnaðarfloksins í Eysturoynni seinastu 16 árini verður ikki millum teirra, sum fara at mynda komandi løg- ting. Hann hevur boðað valfelag sínum, Eystur- oyar Javnaðarfelag frá, at hann letur seg ikki stilla upp aftur. Jórgen verður 67 í dag, og sjálvur heldur hann, at tá er rættast at lata yngri kreftur koma framat. Á fundinum í javnaðarfel- agnum heitti hann á limimar um at standa eins væl saman um flokkin sum teir hava gjørt, og at vísa teimum, sum nú verða uppstillað sama álit, sum honum hevur verið sýnt. Jørgen Thomsen kom á ting í 1978. Hann var fíggjarnevndarformað- ur frá 1984 til 89, og aftur frá 1990 il í fjør. Hesa somu tíðina var hann eisini formaður í tingbólki javnaðarflok- sins. Tvær ferðir hevur Jørgen sett tingið sum ellisformaður. Tað var eftir valini í 1988 og 90. tór.- Jørgen Thomsnen hevur havt sæti á tingi í 16 ár. Mynd: Kalmar