Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 114 - 20. juni 2003 Nr. 114 - 20. juni 2003 3 Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara høgt elskaða mamma, vermamma, omma, langomma og olduromma Rosa Winther Skopun andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin 18. juni, 87 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Børnini v/ fam. Kunngjørt verður at mín góða kona og okkara kæra mamma, omma, langomma og vermóðir Petrina Olsen Leirvík andaðist í heiminum týsdagin 17. juni, 87 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Missiónshúsinum leygardagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Óli, Bina, Oddvør, Rannvá og Óli Tey, sum vilja minnast Petrinu kunnu lata Missiónshúsinum eina gávu. Løgreglan kannar djórapínslu Í gjár skrivaðu um hund- in her á myndini, sum seinasta fríggjadag var funnin uppi í gomlu Hoyvíkini. Hundurin var bundin soleiðis, at hann ikki hevði møguleika at svimja og er síðani tveitt- ur á sjógv, og hevur hann tá ongan møguleika havt at lívbjargað sær. Av løgreglustøðini verður sagt, at tey eftir áheitan eru farin undir at kanna málið. Hundurin sjálvur bar tó eingi frá- merki, og tí verður sagt av politistøðini, at tey fegin vilja frætta frá fólki, sum kanska vita okkurt um hundin. -jm LISTASAVN FØROYA Tíðindaskriv Leygardagin 21. juni 2003 kl. 16.00 letur Listasavn Føroya upp framsýning av verkum hjá Janusi Kamb- an, sum fyllir 90 ár í heyst. Framsýningin fevnir um høggmyndir, tekningar, skitsur og prent, og fleiri av skitsunum hava ikki verið sýndr fram áður. Savnið fegnast stórliga um, at tað nú ber til at víðka støðugu framsýningina við fleiri verkum eftir henda lista- mann, sum hevur havt so ómetaligan týdning ikki bara fyri høggmyndalistina, men eisini fyri sítt grafiska arbeiði, sum hevur verið nýskapandi á okkara leið- um og ikki minst hevur Janus Kamban havt stóran týdning fyri listaumhvørvið sum heild í Føroyum. Framsýningin er opin til 13. juli 2003. Í juni eru 10 ár liðin, síðan nýggi tilbygningurin til Listaskálan varð tikin í nýtslu og umframt at halda dagin við einari framsýning við verkum hjá Janusi Kamban, sum var fyrsti stjóri á savninum, hevur Ingálvur av Reyni til sama høvi gjørt eitt litografi á Grafiska Verkstaði Føroya. Prentið verður fyri fyrstu ferð sýnt fram alment, tá framsýningin letur upp. Upplagið telur 110 ein- tøk, og tað er til keyps fyri 2.400,- krónur. Savnið vónar, at nógv fólk koma at síggja fram- sýningina og halda 10 ára dagin saman við okkum. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út fýra lítlar, fittar og litríkar myndabøkur til tey smæstu. BÓKAÚTGÁVA Bókadeild Føroya Lærarafelags Gutti og Rumpubókin eftir Guido Van Genechten. Frida Sofía Johannesen týddi. Kennir tú Dunnubillu? og Kennir tú kettlingin Frísa? eftir Beatrix Potter. Anna Maria R. Jensen týddi. Rumpubókin Søgan snýr seg um Jákup, sum júst er givin at brúka blæu, og sum nú situr á pottinum og hugsar um rumpur og pottar. Í bókini sært tú nógvar rumpur: tjúkkar, klænar, bleytar, stríputar, flekkutar og nógvar afturat. Rumpubókin er 28 s., innbundin og kostar kr. 30 Gutti Til eru tjúkkar kaninir og klænar kaninir, klókar kaninir og býttar kaninir, skikkiligar kaninir og óskikkiligar kaninir, dreingja-kaninir og gentu- kaninir. Og allar hava tvey long oyru. Eisini Gutti, men hann hevur ein trupul- leika at dragast við. Hetta ger, at hann er øðrvísi enn hinar kaninirnar. Gutti er 28 s., innbundin og kostar kr. 30 Kennir tú Dunnu- billu? og Kennir tú kettlingin Frísa? Tvær fittar og stuttligar smáar pappbøkur um vin- irnar hjá Peturi Kanin, Frísa og Dunnubillu. Teksturin í bókunum ber upp á rím. Bøkurnar eru 18 s., gjørdar úr haldgóðum pappi. Tær kosta kr. 30 fyri hvørja. TÍÐINDASKRIV Vertshúsið hjá Restorff í Niels Finsensgøtu er nú latið upp. Yrkadagar frá 16.00 til 22.00, Fríggjadag 16.00 til 04.00, Leygardag 14.00 til 04.00 og Sunnu- dag 15.00 til 24.00. Fólk hava tikið væl ímóti listini hjá Trónda Paturs- syni sum hevur gjørt Verts- húsið til eitt tað mesta spennandi húsið í Føroy- um, har teir sterku litirnir og glasarbeiði hava stóran ávirkan á gestirnar. Tað fara at verða nógv tiltøk á Vertshúsinum av ymsum slagi, tónleikur, stand up comedians osfr. Fyri at menna áhugan fyri góðum føroyskum øli verð- ur hvønn fríggjadag millum 16.00 og 18.30 gott tilboð uppá nýtappað fatøl og eisini ber til at fáa dygdar- kaffi í stempulkannum og sjálvandi Restorff sodavatn til teirra sum ikki nýta alkohol. Ovara hæddin ber til at leiga til polterabend, minni veitslur, føðingardagar, móttøkur osfr., á tlf 31 48 48. Janus Kamban Fýra bøkur til tey smæstu Vertshúsið hjá Restorff Á Búnaðardeplinum í Kollfjarðardali verður lívligt á Sundalags- stevnu. Har verður djóragarður við føroyskum hús-djór- um, hundakapping, matgerð og sølu- framsýning. Umframt at ein gongukapping eisini verður fyriskipað haðani STEVNUTILTØK Edvard Joensen Kollafirði: Tað verður nógv spennandi og áhuga- vert at síggja á Búnaðar- deplinumí Kollfjarðardali, nú Sundalagsstevna verður hildin í Kollafirði um viku- skifti. Eitt tað mest forvitnis- liga, sum er á skránni á Búnaðardeplinum hesar dagarnar, er ein djóragarð- ur. Talan er um framsýning av føroyskum húsdjórum, eins og eisini ymisk keli- djór, sum fólk hava heima við hús, verða at síggja á støðini. Kári Árting, formðaur í Kollafjaðrar Ítróttarfelag, KÍF, ið er ein av stevnu- fyrireikarunum sigur, at tey hava lagt dent á at fáa so nógv føroysk húsdjór, sum gjørligt, við á framsýning- ina. Og av tí, at hetta er tíð- in, tá nógv teirra hava ung- ar, verður eisini væl av teimum at síggja. Kálvar, lomb, fyl, dunnu- og gásarungar verða iva- leyst at síggja í djóragarð- inum hesar dagarnar. Og høsnarungar verða klaktir alla tíðina, greiðir Kári Árting frá. Tað er soleiðis, sigur hann, at Rólvur Djurhuus, bóndi í Kollafirði, sum hevur ábyrgdina av djóra- garðinum, hevur sett eina klekimaskinu við høsnar- eggum at klekja soleiðis, at ungarnir verða klaktir, meðan stevnan er. Soleiðis verða alla tíðina nýklaktir høsnarungar at síggja á djóragaðrinum í Kollfjarð- ardali. Og hvør veit? Kanska verður tað so hepp- ið, at júst tú sleppur at standa og hyggja at, meðan hesin lítli ungin kemur úr egginum. Eisini onnur djór, enn tey, sum inni á garðinum verða, fara at verða at síggja á økinum í Kollfjarðardali. Tað er nevniliga so, at menn, sum eiga seyða- hundar, plaga at hava venj- ingar við teimum á økinum. Og á Sundalagsstevnuni fara nakrir teirra at vísa síni kynstur fyri fólki, sum hev- ur áhuga í at síggja tað. Eis- ini sleppa børnini at royna at sita á rossabaki. Tí pony- ríðing verður sum vera man eisini á Sundalagsstevnuni. Sunnudagin verður skip- að fyri gongukapping. Har sleppa tey, sum halda seg orka eitt sindur, at kappast um at koma fyrst niðan á Sátuna og oman aftur. Nú er tað ikki nøkur hoy- sáta, sum kanska stendur í bønum við Bunaðardepilin í Kollfjarðardali, fólk fáa høvið at sleppa uppá, uttan fjallið norðanvert Skæl- ingsfjall móti Leynum, sum talan er um. Lagt er upp til, sigur Kári Árting, at eggja ítróttar- fólki, røktingarmonnum, gongufelagsfólki og hvørj- um, sum nú heldur seg til, at ganga teinin úr Koll- fjarðardali niðan á Sátuna og oman aftur upp á so stutta tíð sum gjørligt. Hann leggur afturat, at øll kunnu vera við á túrinum, um tey ikki leggja í at kapp- ast um at vera fyrst. Tí túr- urin er góður og lættur at ganga. Og seta fólk sær ikki fyri at ganga allan vegin niðan á Sátuna, ber til at gera ein styttri túr, sum fyriskipaður er. Tað er niðan á Skælings- tjørn. Har var fyrr ein nyk- ur í, men ikki er sannlíkt, at tey, sum nú vitja tjørnina, síggja hann, siga fólk í dag. Tí sagt og skrivað er, at menn hava veitt hann við nót og selt hann í Havn. Talan var um eitt rættiliga stórt síl. Av teimum størstu, menn vita um at vera veitt á føroyskum vøtnum yvir- høvur. Øll, sum luttaka í gongu- túrunum, bæði niðan á Sátuna og niðan til Skæl- ingstjørn, fáa eitt skreyt- blað til minnis um luttøk- una. Rættiligur summar- stevnudámur verður á økin- um, siga fyrireikararnir. Leygardagin millum klokk- an 18 og 20, og sunnudagin millum klokkan 17 og 19 fer kokkurin, Kirstin Ferjá Hansen úr Kollafirði, at matgera á opnari grill á økinum við Búnaðardepilin í Kollfjarðardali. Umframt øll hesi tiltøk- ini, sum stevnufyrireikar- arnir skipa fyri, verður eis- ini ein søluframsýning, sum MBM hevur, á økin- um, sigur Kári Árting. Tað eigur ikki at vera nakað, sum forðar fólki í at vitja tiltøkini við Búnaðar- depilin í Kollfjarðardali á Sundalagsstevnuni. Parker- ingsviðurskiftini eru góð, og øll tiltøkini eru ókeypis. Djóragarður í Kollafirði Á djóragarðinum í Kollfjarðardali verða føroysk húsdjór sum eitt nú dunnur og høsn at síggja Sundadalagsstevnan verður í Kollafirði um vikuskiftið. Byrjað verður í kvøld, og hildið verður á til út á sunnukvøldið STEVNA Edvard Joensen Kollafirði: Kappróður, djórðagarður, dansur og undirhald av ymsum sløg- um verður á Sundalags- stevnuni í Kollafirði um vikuskiftið. Høvuðsfyriskipari á stevnuni er Kollafjaðrar ítróttarfelag, KÍF, sum sam- an við skótunum, Bátafel- agnum í Kollafirði og Bjargingarfelagnum sten- dur fyri stevnuni. Í grundini eru ikki færri tvær stevnur í Kollafirði. Bátastevna verður, sum Øssur av Steinum fer at seta fríggjakvøldið klokkan 22.00. Sjálv Sundalagsstevnan verður sett av Nikláa Peter- sen, løgtingsmanni, á havn- arlagnum leygardagin klokkan 14.00. Tá fara ítróttarfólk og skótar saman við harmoniorkestrinum GHM at ganga skrúðgongu inn gjøgnum bygdina. Undir setanini fer GHM eisini at spæla. Kappróðurin, sum telur við í FM kapingini, er sum vanligt klokkan 15.00. Klokkan 23.00 verður midnáttarsamkoma við báli niðan fyri missiónshúsið. Thomas Arabo fer at halda røðu, og aftan á verður farið upp á gólv saman við Norðstreymoyar Dansifel- ag. Dansað verður annars dúgliga í Kollafirði um vikuskiftið. Bæði fríggja- kvøld og leygarkvøld verð- ur skipað fyri dansi. Skemtiligir hava kollfirð- ingar altíð borið orð fyri at vera, og onkur roynir at liva upp til tað enn. So stevnu- teitið verður eisini á Sunda- lagsstevnuni. Og onkur vil vera við, at ávísar hending- ar, sum farnar eru fram undir verkfallinum, sum var, ivaleyst fara at verða lýstar eina slíka løtu. Hondbóltur, møtir, mat- søla og annað mangt, sum vanliga er á stevnu, verður sjálvandi eisini í Kollafirði hetta vikuskiftið. Kollfirðingar bjóða til stevnu Kollafjørður fer at hýsa Sundalagsstevnuni um vikuskfitið C M Y K 3 2