Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 114 - 20. juni 2003 Nr. 114 - 20. juni 2003 5 Fýra tilboð komu inn upp á arbeiðið at gera samferðsluhavnina í Trongisvági. Miðað verður eftir, at hon skal verða liðug seinast í komandi ári HAVNARGERÐ Áki Bertholdsen Tað verður heilt skjótt, at Landsverkfrøðingurin fer at gera av, hvør skal gera nýggju samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði. Tilboðini vórðu latin upp í gjár og Landsverkfrøðing- urin fer nú at kanna tilboð- ini nærri og í næstu viku væntar hann, at samráðing- ar verða tiknar upp við tað byggifelagið, sum hevur tað besta tilboðið saman- lagt. Fýra tilboð komu inn upp á arbeiðið og tey vórðu latin upp klokkan 14 miku- dagin. Tað var rættiliga lítil munur á tí lægsta og tí hægsta tilboðnum, bara slakar 3,9 milliónir. Tað vísti seg, at byggi- felagið, Articon, hevði lægsta tilboðið, sum var upp á góðar 51,2 milliónir. Næstlægsta tilboðið hevði E. Pihl & Søn, tað var upp á 52,4 milliónir. Byggitek, J&K Petersen og NCC hava tikið seg saman í Byggisamtakið Suðuroy og tað byggisam- takið kann gera arbeiðið fyri slakar 52,7 milliónir. Hægsta tilboðið hevði MT Højgaard, sum bjóðaði sær til at gera havnina fyri slakar 55,1 milliónir. Nú skal roknast Men Oyvindur Brimnes, Landsverkfrøðingur, ger vart við, at tilboðini kunnu ikki samanberast uttan víð- ari. – Í øllum tilboðunum eru ymisk fyrivarni, sum vit skulu leggja upp fyri, áðr- enn vit taka støðu til tilboð- ini, sigur hann. Oyvindur Brimnes sigur, at nú skal gerast upp, hvat øll tey ymsu fyrivarnini hjá teimum ymsu byggifeløg- unum, kostað í pengum. – Tá alt tað er talt saman, verður funnið fram til, hvør ið veruliga hevur tað lægsta tilboðið og so verða sam- ráðingar tiknar upp við tað byggifelagið. Landsverkfrøðingurin væntar, at tær samráðing- arnar kunnu byrja í kom- andi viku. Hann sigur eisini, at til- boðini, sum eru komin inn, eru ikki endaligi prísurin fyri ferjuleguna. – Talan verða um fleiri kendar og ókendar útreiðsl- ur, sum koma afturat, um- framt byggieftirlit og byggileiðsla og annað. So tá ið ferjulegan er liðug, verður hon dýrari enn til- boðini ljóða upp á, sigur Oyvindur Brimnes. Tá ið arbeiðið varð bjóð- að út, varð mett, at tað fór at kosta einar 55 milliónir. Landsverkfrøðingurin sigur, at tað verður fram- vegis miðað eftir, at sam- ferðsluhavnin skal verða liðug seinast í komandi ári. Men eisini tað er ein spurn- ingur, sum verður tikin upp við tað byggifelagið, sum skal gera arbeiðið, sigur hann. Grót úr grótbroti Landsverkfrøðingurin sig- ur, at í fyrstu syftu verður grótið til samferðsluhavn- ina helst tikið úr einum grótbroti inni í heilt inni í dalinum, beint uttanfyri munnan til Hvalbiarberg- holið. – Men verður farið undir Hovstunnilin eftir tí nýggja uppskotinum, verður grótið tikið haðani, leggur hann afturat. Sostatt tykist tað at vera greitt, at ætlanin hjá Tvør- oyrar Kommunu um at gera goymslutunlar á Drelnesi og at taka grótið hiðani, verður av ongum. – Tað hevði dýrkað sam- ferðsluhavnina at tikið grótið úr goymslutunlum á Drelnesi, men vil kommun- an betala, er støðan ein onnur og tá vita vit ikki, um tað verður til tað, sigur Oyvindur Brimnes. Samferðsluhavn í Trongisvági: Avgerðin verður tikin heilt skjótt Tvøroyrar Býráð kundi hugsa sær, at grótið til samferðsluhavnina varð tikið úr goymslutunlum omanfyri havnina á Drelnesi og soleiðis hava teir tonkt, at tað skuldi at síggja út. Men tað verður helst av ongum, uttan kommunan sjálv betalir Eftirgjørd mynd: Leivur Nygaard Fýra tilboð komu inn uppá at gera samferðsluhavnina á Drelnesi og tað var ikki sørt av spenningi tá ið tey vórðu latin upp seinnapartin mikudagin PARKERINGS- FORBOÐ Áki Bertholdsen Porkeri: Nú verður ikki so lætt at sleppa av við bilin í Porkeri, tí nú ætlar bygdaráðið at seta parkeringsforbo í gildi . Men tað kann heldur ikki sigast, at tað fer at vera trupult at sleppa av við bilin, tí parkerings- forboðið verður bara í aðrari síðuni. Tað er eftir øllum høv- uðsvegnum í bygdini, frá húsunum hjá Andrew Thomsen, til húsini hjá Sigurd Djurhuus, at tað verður parkeringsforboð í vinstru síðu, tá ið bilar koyra niðaneftir, tvs í niðaru síðu. Vegurin er ikki so breiður, men tað kemur meiri enn so fyri, at bilar standa parkeraðir í báð- um síðum og tað darvar ferðsluni. Tí verður hereftir bara loyvt at seta bilin í høgru síðu, tvs í ovaru síðu. Hetta er ein gomul samtykt í bygdaráðnum, men hon er ongantíð sett í verk, fyrrenn nú og á bygdaráðsfundi í vikuni, varð kunnað um ætlan- ina. Perkeringsforboð í Porkeri Í morgin er al- mennur ruddingar- dagur í Porkeri RUDDINGAR- DAGUR Áki Bertholdsen Porkeri: Í morgin fara allir porkenningar at rudda. Bygdaráðið og Forn- minnafelagið hava gjørt av, at í morgin skal al- mennur ruddingardagur verða í Porkeri og tá fara øll, høg og lág, at rudda. Men tað er eisini hugni á skránni hendan dagin. Dagurin byrjar klokk- an 9.30, tá ið øll hittast í skúlanum at fáa kaffi og rundstykki. Tá verður bygdin eis- ini býtt sundur í býling- ar, so at fólkini í hvørj- um býlingi rudda hjá sær sjálvum. Ætlanin er at taka tað upp, sum liggur og rek- ist, men tað er eisini eitt gylt høvi at sleppa av við alt, sum liggur og hópar seg upp í kjall- arum, ovastaloftum og úthúsum. Dagurin verður fyri- skipaður í samráð við IRF, sum kemur eftir ruskinum seinni um kvøldið. Um kvøldið verður so hugnaløta, sum Forn- minnafelagið skipar fyri við pylsum, búffum og øðrum góðum afturvið og tá fer eisini onkur at siga nøkur orð um okk- urt forvitnisligt. Ruddingardagur var eisini í fjør og tað hepnaðist ógvuliga væl og tí verður farið undir tað einaferð afturat. Á øllum hesum høvuðsvegunum ígjøgnum Porekeri verður nú bannað at seta bilarnar í vinstru síðu, so hesir bilarnir, sum nú standa her, mugu flyta Porkenningar rudda Heilsu- og Umhvørv- isnevndin í Tórshavn- ar Býráð harmast sjálvsagt um støðuna í Vágsbotni, og sigur, at farið verður undir at gera nýggja kloakk- skipan eftir summar- frítíðina. DÁLKING Páll Holm Johannesen Fólk, sum vóru til gongu hósmorgunin í Vágsbotni varnaðust eina ótespiliga sjón. Eftir gongubreytini við allar teir stásiligu bátarnar, sum liggja í Vágsbotni, lá ein and- styggilig rúgva av lorti og vesipappíri. Talan er um menninskja- lort, sum helst stavar frá húsum, sum liggja frá úti í Bakka og inn í Vágsbotn. Sum vit skilja á lagnum, so er hetta ikki óvanlig sjón hjá fólki, sum ganga í Vágsbotni. Tað hevur fleiri ferðir áður verið víst á, at lortur flýtur við bryggju- kantin, til ampa bæði hjá fólki og bátum, sum liggja har á leiðini. Mikukvøldið hevði eftir øllum at døma verið flóð, og tí var lorturin endaður á gongubreytini. Hava gjørt vart við seg Bæði Ferðaráð Føroya og Bátafelagið hava fleiri ferðir gjørt vart við kloakk- trupulleikarnar í Vágsbotni, og tey ótolnast, nær býar- myndugleikarnir ætla at taka sær um reiggj og gera nakað við støðuna. Vágsbotnur er eitt av mest vitjaðu støðunum í Havn, og javnan leita barnagarðar sær oman í Vágsbotn, umframt, at plássið er væl umtókt hjá útlendskum ferðafólki. Vágsbotnur verður eisini nýttur sum sølustað, har fiskur, grind og fuglur eru at fáa til keyps. Í sjónvarpssending fyri góðum ári síðan vísti Báta- felagið sína ónøgd við ringa luktin í Vágsbotni. Felagið segði, at útlend- ingar hættaðu sær ikki at koma í land, tá teir vitja við stuttleikabátum, fyri skitna umhvørvinum í Vágsbotni. Formaðurin í Heilsu- og Umhvørvisnevndini í Tórs- havnar Býrað, Torfinn Smith, lovaði tá at gera nakað við málið, men fram- vegis er trupulleikin ikki loystur. – Vit hava fleiri ferðir gjørt Býráðið vart við trupulleikan, men har hendir einki. Nú summar er, og nógvir útlendskir gestir vitja landið, er hetta stór skomm at bjóða teim- um, sigur stjórin á Ferða- ráði Føroya, Heri Niclasen. Heri sigur við Sosialin, at fólk á gøtuni javnan spyrja hann, um ferðavinnan í Føroyum bara kann góð- taka ringu støðuna í Vágs- botni. – So seint sum í morgun (hósmorgunin blðm. ) var eg aftur gjørdur varðugur við ringu støðuna, og eg má bara fortelja fólki, tað er býráðið, sum eigur fulla ábyrgd, sigur Heri Nicla- sen. Heri Niclasen metir trup- ulleikan verða so mikið álvarsaman, at kloakk- trupulleikin í Vágsbotni má verða fremsta raðfesting hjá Býráðnum, og alt annað eigur at verða lagt til síðis, tí vit kunnu ikki framhald- andi verða vitni til, at Vágs- botnur flýtur í lorti. Býráðið arbeiðir við málinum Tórfinn Smith, formaður í Heilsu- og Umhvørvis- nevndini í Tórshavnar Bý- ráð, sigur seg harmast um støðuna í Vágsbotni, og at Býráðið arbeiðir í løtuni við trupulleikanum. – Vit arbeiða við einari nýggjari kloakkskipan niðri í Vágsbotni. Hon verður í fleiri stigum, og fyrsta ar- beiðið er boðið út, og ætl- andi verður farið undir ar- beiðið beint eftir summar- frítíðina, sigur Torfinn Smith. Formaðurin í Heilsu- og Umhvørvisnevndini sigur, at nøkur av gomlu húsun- um, ið liggja oman fyri bryggjuna frá Bakka og inn ímóti Vágsbotni antin ikki hava kloakkskipan ella riggar skipanin ikki. Hetta hevur so við sær, at lortur fer beinleiðis út í havið við Vágsbotn. Torfinn Smitn er fullgreiður yvir, at støðan ikki er nøktandi. – Ein kann altíð spyrja, hví hetta ikki er gjørt fyrr, og vit eru greið yvir, at trupulleikin er átrokandi, og eigur at verða loystur skjótast gjørligt, sigur bý- ráðslimurin Torfinn Smith. Torfinn sigur, at tað eru kloakktrupulleikar um alla Havnina, men júst í Vágs- botni er trupulleikin mest sjónligur. Hann sigur seg vita fullvæl, at eingin kann liva við núverandi støðu, og serliga harmiligt er, at hetta júst er tíðin, har nógvir útlendingar vitja Føroyar, men sum sagt, so verður trupulleikin loystur, sigur Torfinn Smith at enda. Til august mánað mugu tey vitjandi í Vágsbotni, ung sum gomul, bara sláa seg til tols við, at møguleiki er fyri, at tey komu í somu støðu, sum tey vitjandi í Vágsbotni vóru í hós- morgunin. Vágsbotnur flýtur í fólkalorti Ikki var tespiligt at ganga eftir gongubreytini í Vágs- botni hósmorgunin. Gongu- breytin fleyt í lorti og vesipapíri. Mynd: Jens Kristian Vang Eftir bryggjuni – eisini har menn vanliga selja fisk, fugl og grind, fleyt fólkalortur Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 5 4