Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 114 - 20. juni 2003 Nr. 114 - 20. juni 2003 7 Formaðurin í Rættarnevndini hjá Løgtinginum er ov- farin av, at Høgni Hoydal, landsstýris- maðurin, av sínum eintingum hevur lýst eina kunngerð, sum helst ger av við Gjald- skipanina hjá pen- ingastovnunum. Hann heldur, at landsstýrismaðurin heldur átti at bíðað eftir tí svari, sum hann hevur biðið um. Málið verður nú tikið upp í samgonguni PERSÓNSUPPLÝSING Ingi Rasmussen – Hetta er ein undarligur máti at arbeiða uppá, og eg ætli mær at taka málið upp í Fólkaflokkinum, sigur Jógvan á Lakjuni. Tað kom púrasta óvart á formannin í Rættarnevnd- ini hjá Løgtinginum, at Høgni Hoydal, landsstýris- maður við lógarmálum, skar ígjøgnum í fløkta mál- inum um persónsupplýs- ingar. 16. juni lýsti lands- stýrismaðurin nevniliga eina kunngerð, sum eftir øllum at døma stegðar nýggju Gjaldskipanini hjá peningastovnunum. – Eg hevði ikki ánilsi av, at Høgni Hoydal fór at fremja hesa kunngerðina. Eg veit rætt og slætt ikki, hvat er hent, og hví hann ikki vildi bíða eftir einum svari frá Løgtinginum. Tað er ógvuliga undarligt, at hann ikki í minsta lagi kunnar Rættarnevndina, sum hevur málið til við- gerðar, sigur Jógvan á Lakjuni. Fall fyri freistini Málið er langt og fløkt. Stríð tók seg upp, tá Ele- ktron og peningastovnarnir valdu at fara yvir til eina nýggja Gjaldskipan, ið skuldu avloysa V&T-skip- anina. Skipanin tekur sær av at gera sjálvvirkandi flytingar fyri fólk. Gjald- Skipanin er ein føroysk útgáva av BetalingService hjá PBS og hevur við sær, at allar sjálvvirkandi flyt- ingar fara til Danmarkar at venda. Tað helt Høgni Hoydal ikki vera í samsvari við lógina um vernd av per- sónsupplýsingum og ætlaði at steðga henni við kunngerð. Men av tí, at peningastovnarnir høvdu fingið loyvið frá Dátueftirlitinum til Gjald- skipanina, og at mest sum øll vinnan var ímóti at steðga henni aftur, helt Høgni Hoydal seg vera noyddan at spyrja Løgting- ið eftir tess vilja. Málið endaði í Rættar- nevndini, har Jógvan á Lakj- uni er formaður. Rættar- nevndin himpraðist so nógv, at málið dróg út og fall fyri tíðarfreistini. Ætlanin var taka tað uppaftur eftir ólav- søku, og tískil hevur nevnd- in ongantíð svarað lands- stýrismanninum. – Hetta er eitt ógvuliga prinsipielt mál, sum vit ivaðust nógv í. Øðrumegin er tað helst rætt at varðveita bæði skipanir og upplýsin- gar í Føroyum, men tá mest sum øll vinnan sigur tað vera lættari og mest prakt- iskt at lata onnur gera tað fyri okkum, so vistu vit ikki rættiliga og ynsktu meira tíð at viðgera tað. Tá nú landsstýrismaðurin bað um okkara hugsan tykist tað ógvuliga løgið, at hann bara tekur eina avgerð av sínum eintingum, sigur Jógvan á Lakjuni. Trygt ella ótrygt Málið er fløkt, men spurningurin er í grundini einfaldur. Loyvir lógin um vernd av persónsupplýsing- um frá 2001,at viðkvæmir persónsupplýsingar fara av landinum. Tað heldur Høgni Hoydal ikki og vísir til viðgerðina, tá lógin varð samtykt. Tá álegði Rættarnevndin hon- um »at áseta greiðar reglur í kunngerð um flutning av persónsupplýsingum til útlond, herundir at steðga ella avmarka útlutning«. Rættarnevndin legði somu- leiðis áherðslu á, at »meg- inreglan er, at persónsupp- lýsingar, sum koma undir hesa løgtingslóg, skulu varðveitast í viðgerðast í Føroyum«. Kortini gav Dátueftirlitið loyvi til nýggju skipanina, tí talan er ikki um so við- kvæmir upplýsingar, sum fara til eitt trygt land, Dan- mark. Og nú gjørdist málið eisini flokspolitiskt. – Eftir mínum tykki loyv- ir lógin, at upplýsingar kunnu flytast av landinum, um tað er sannlíkt, at lóg- gávan verjir einstaklingin eins væl, sum føroysk lóg- gáva. Eg eri sannførdur um, at tað neyvan finst ein saklig grundgeving fyri at halda, at donsk lóggáva ikki tryggjar borgaran eins væl ella betur enn okkara egna, tá persónsupplýsing- ar verða viðgjørdar, sigur Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum, sum eisini er limur í Rættar- nevndini. Hann metir málið so mikið álvarsligt, at hann vil hava løgmann og landsstýr- ismálanevndina taka støðu til, um Høgni Hoydal hevur umsitið á fullgóðan hátt. Tað eydnaðist okkum held- ur ikki í dag at fáa eina við- merking frá Høgna Hoydal í dag, tí hann sat á fundi. Rættarnevndin tikin á bóli Jógvan á Lakjuni ivast framvegis í, hvat er rætt í málinum um at flyta persónsupplýsingar av landinum Mynd: Jens K. Vang Kjarnin í stríðnum um upplýsingarnar er eitt gam- alt mál. Spurningurin er, um vit skulu loyva, at persónligir upplýsingar um einstaklingar fara av landinum. Í ítøkiliga málinum snýr tað seg um eina nýggja skipan, ið peningastovnarnir settu í verk tíðliga í fjør. Hon nevnist Gjaldskipan. Skipanin er ment í samstarvi millum Elektron og PBS í Danmark og er ein føroysk útgáva av BetalingService. Skipanin avloysir ta føroysku V&T-skipanina, ið Elektron hevur ment. Talan er sostatt um sjálvvirkandi peningaflytingar, sum fara til Danmarkar at venda og avgreiðast. Og har liggur stríðið. Fakta And- støðan kunnað um yvir- tøkur Embætisliga eru fleiri yvirtøkur komnar undir land, men tann trupli politiski parturin er eftir. Herfyri varð and- støðan kunnað, og næsta stigið verður at fáa eina politiska avgerð um víðari gongdina YVIRTØKUR Ingi Rasmussen Yvirtøkuætlanin hjá samgonguni gongur spakuliga framá. Týsdagin eftir døgurða varð andstøðan í Løg- tinginum kunnað um yvirtøkulógina og tær ætlanir um yvirtøkur, sum løgmálaráðið ar- beiðir við. Rúni Joensen, aðal- stjóri í løgmálaráðnum, greiddi saman við øðr- um frá, hvussu arbeiðið á embætismannastigi hevur gingið. Hann segði frá sonevndu yvir- tøkulógini, sum hevur verið frammi. Málið við henni er at skipa allar yvirtøkur í eini og somu lóg, so tað ikki skal vera neyðugt at fara ígjøgn- um Fólkatingið, hvørja ferð ein yvirtøka skal fremjast, sum ikki er nevnd í Heimastýrislóg- ini. Embætisbólkar hjá stjórnini og landsstýrin- um hava fyrireikað yvir- tøkurnar, og nú er tann politiski parturin eftir. Sambært embætisfólk- um hava samráðingar- nar gingið væl og fyrsti parturin í ætlanini at yvirtaka løgreglu, rætt- arskipan, útlendinga- mál, persóns-, arva- og familjurætt eru mest sum komnar undir land á embætismannastigi. Eftir er so tann polit- iski parturin. Í næstu viku kemur Anders Fogh Rasmussen for- sætisráðharrin til Før- oya, og tá kann ein av- tala væntast um, hvussu víðari verður farið fram. C M Y K 7 6