fríggjadagur 20. juni 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 114 - 20. juni 2003
Nr. 114 - 20. juni 2003
9
Á norðoyastevnu
sýndi Hjalmar Waag
Høgnesen úr Klaksvík
fram myndir frá Kals-
oynni. Nógv fólk vitj-
aðu framsýningina,
og stuttligt var hjá
nógvum at síggja
gamlar myndir, har
tey av sonnum kendu
seg aftur – bæði hvat
persónum og hend-
ingum viðvíkur. Heini
O. Heinesen var ein av
teimum mongu, sum
nýtti høvi til at vitja
framsýningina
FRAMSÝNING
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Hjalmar var skipari á Bars-
skor í nógv, nógv ár, og hesa
tíðina nýtti hann ofta høvi til
at taka myndir. Og upp
gjøgnum árini hevur eitt ikki
so lítið myndasavn rúgvað
seg upp hjá honum. Og á
norðoyastevnu sá ein partur
av hesum myndasavninum
dagsins ljós í auluni í skúl-
anum við Ósánna, har
Hjalmar hevði framsýning
saman við Norðoya Lista-
felag. Sagt varð, at yvir 700
fólk vitjaðu framsýningina
hjá Listafelagnum, og sum
skilst so var framsýningin
hjá Hjalmari so bergtakandi,
at tað er ilt at ímynda sær, at
tey eru farin útaftur uttan at
hava vitjað framsýningina
hjá Hjalmari.
Millum tey, sum vóru og
vitjaðu hesa framsýning, var
Heini O. Heinesen, løgtings-
maður. Hann minnist sjálvur
nógv til hetta tíðarskeiðið og
longur aftur enn tað. Hann
sigur, at hatta var eitt tað
besta myndasavnið, sum
hann nakrantíð hevði sæð.
– Myndirnar vóru so liv-
andi, at tað var fyri meg sum
at síggja ein film, sigur
hann.
Nógvar gamlar myndir
frá tí tíðini, tá Barsskor
sigldi á Syðradal, Húsar,
Kunoy, Mikladal og Trølla-
nes. Lítli bátur var eisini
við á nógvum myndum,
sum varð nýttur, tá tað ikki
var gjørligt at leggja at.
Á nógvum myndum sást,
hvussu var borið at, tá Bars-
skor var komin at. Um ikki
líkindini vóru góð, og tað
súvaði nógv, so sást týðuliga
aftur á myndunum, hvussu
alt gekk fyri seg, tá vøra og
fólk skuldu í land. Ein kundi
síggja fólk, sum passaðu sær
løði til at leypa av bátinum á
land. Fólk, sum kanska ikki
vóru so von við hetta, og
tískil ikki vóru heilt trygg
við støðuna somuleiðis.
– Hatta var sum at upp-
liva eina farna tíð aftur. Tað
var stuttligt at síggja mynd-
irnar, og á tann hátt verða
mintur á, hvussu tað var
fyrr, greiðir Heini frá. Hann
er ikki í iva um, at eitt tílíkt
myndasavn, sum Hjalmar
eigur, hevur stóran týdning
fyri lokalsamfelagið.
Heini minnist aftur á tíð-
ina, tá Barsskor eisini sigldi
til Kunoyar, og hann greiðir
frá, at tað var tann heilt
stóra hendingin, at postbát-
urin kom til bygdina.
Bygdafólkið
plagdi
at
ganga og hyggja fyri at
vita, nær báturin kom.
– Tað var so, at tá plagdi
Barsskor at leggja at í
Kunoy á veg norður til
Mikladals og Trøllanes, og
um onkur so skuldi avstað
við Barsskor brádliga, so
mátti man siga frá, tí so
kom hann aftur á vegnum
aftur til Klaksvíkar, greiðir
hann frá. Og hann heldur
fram, at tað kom ofta fyri,
at fólk ringdu til Trøllanes-
ar og bóðu tey boða skipar-
anum frá at leggja leiðina
framvið Kunoy aftur.
– Onkuntíð kundi tað
elva til eitt sindur av øsing,
tí tað kundi vera ógvuliga
ilsligt at sigla tvørtur um
fjørðin, men væl bar kortini
til, sigur Heini og flennir.
Serliga leggur Heini dent
á, at myndasavnið hjá
Hjalmari goymir nógvar
persónar, sum ei longur eru
í millum okkum.
– Har eru nógv søgulig
virði um eina tíð, sum er
farin. Og tá nýggja ferju-
legan á Syðradali eisini er
komin, tá kann tað væntast,
at hetta púrasta fer í
gloymibókina, og tá er tað
av alstórum týdningi, at
slík minni kunnu verða
varðveitt sum longst, sigur
Heini Heinesen at enda.
Fornminnissavnið
Hjalmar Waag Høgnesen
eigur eitt sera stórt mynda-
savn. Og tað eru so sanni-
liga ikki bert myndir av
Kalsoynni.
– Eg ætlaði at hava
myndir aðrastaðni frá eis-
ini, men ein má avmarka
seg, sigur hann.
Meginparturin av mynd-
unum eru frá 30 árum síð-
ani og longur aftur enn tað.
Hjalmar sjálvur hevur
ætlanir um at lata Norðoya
Fornminnissavni myndir-
nar, tí hann heldur, at tær á
henda hátt kunnu verða
best varðveittar.
– Tað er við hesum sum
við so nógvum øðrum. Tað
ferst so skjótt. Fyrsta ættar-
liði goymir væl, men so
koma fólk, sum ikki hava
nakað serligt tilknýti til
hesa farnu tíð, og so
forfarast tær, sigur hann.
Hóast
framsýningin
hevði stóran áhuga millum
tey vitjandi, so hevur
Hjalmar ongar ætlanir um
at hava fleiri framsýningar.
Men hann fer tó væntandi
at hava hesa framsýningina
í tilhaldinum í Havn á
Ólavssøku. å
Myndaframsýning hjá Hjalmari W. Høgnesen:
Ein endurtøka av eini farnari tíð
– Sum at endurliva eina farna tíð, lýsir Heini O. Heinesen myndaframsýningina hjá Hjalmari Waag Høgnesen á norðoyastevnu
Mynd: Jan Müller
Myndirnar vóru tær flestu í
litum, og tær sóuserstakliga
livandi út
Mynd: Jan Müller
Myndasavnið hjá Hjalmari hevur eitt sera týdningarmikið
søguligt virði, tí tað lýsir eina farna tíð
Mynd: Jan Müller
Leygardagin 21. juni er
blómuhandilin Sp/f Trónd
Hansen á Áarvegnum í
Havn opin fyri seinastu
ferð. Handilin hevur røtur
heilt aftur til 1920, tá Trónd
Hansen í Havn, sum bleiv
útbúgvin gartnari í 1904,
tann 17. desember í 1920
lat upp handil, har hann
seldi frukt og grønt. Hann
hevði tá m.a. arbeitt sum
gartnari í fleiri ár. Handilin
var á Áarvegnum, har sum
Liffa Arge Gregoriusen
handlaði eina tíð. Tá Trónd
Hansen doyði í 1939, rak
dóttirin, Malan, handilin til
1943, tá hon giftist við Jó-
annes Patursson í Kirkjubø
og flutti til Kirkjubøar at
búgva. Tá helt einkjan eftir
Trónd Hansen, Stephania,
fram við at gera kransar og
seldi rabarbur o.a. frá heimi
sínum í Gundadali. Í 1962
fekk Stefania loyvi at
byggja ein blómuhandil á
Áarvegnum, yvir av Hotel
Hafnia. Tá kom dóttur
hennara, Augusta, at ar-
beiða har og rak hon hand-
ilin til 1975, tá Kolbrún
Wardum, dóttir Maluna og
Jóannes Patursson í Kirkju-
bø og ommudóttir Stephan-
iu, yvirtók handilin. Í 1989
bleiv gamli handilin tikin
niður
og
ein
nýggjur
blómuhandil bleiv bygdur á
sama staði. Handilin er í
tveimum hæddum, ið eru
80 fermetrar hvør. Niðara
hæddin er undir jørð.
Kolbrún
Wardum
er
annars útbúgvin tekniskur
teknari. Eftir at hava rikið
handilin í 28 ár gevst hon
nú
leygardagin.
Hølini
verða leigað út til matstovu.
Kolbrún sigur, at hetta
hevur verið ein spennandi
tíð, og hon hevur trivist væl
í handlinum saman við sín-
um starvsfólkum og við-
skiftafólkum. Hon nýtur
samstundis høvið at takka
øllum sínum viðskiftafólk-
um fyri álit og trúfesti hesa
tíðina, tey hava verið á
Áarvegnum.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
20. juni. Sylverius, deyður í 537. Hann var sonur pávans Hormisades og gjørdist seinni
sjálvur pávi, men av politiskum grundum varð hann skjótt frákoyrdur. Navnið merkir
skógarbúgvi.
Góða Mia!
Tað er svárt at skula skriva hesar
reglur, nú tá tú ikki er her hjá
okkum meira, saknurin er
stórur, og enn hava vit ikki heilt
skilt, at tú ert farin, hóast sakn-
urin man vera størstur hjá manni
og børnum. Tú var so leingi í
Danmark til viðgerðar fyri
sjúkuna, og ongantíð ivaðist tú í
at tú kom heim aftur frísk og til
reiðar at taka uppá teg allar tær
skyldur, sum tú trúliga røktaði
hvønn einasta dag, heima so væl
sum til arbeiðis, men soleiðis
skuldi ikki ganga.
Váharra hevði aðrar ætlanir
við tær, hann legði tær lívið til
rættis, og nú var títt lívsverk
fullgjørt. Vit hava ofta ilt við at
góðtaka, at okkara kærastu
verða tikin frá okkum; í mong-
um førum á ein so meinings-
leysan hátt, men ein meining er
við øllum, og ongin hevur livað
her á jørðini til fánýtis.
Eg minnist aftur á eina stóra-
systur, sum altíð var í gongd við
okkurt, tíðin var ómetaliga
virðismikil fyri teg, tað ráddi
um um at nýta tíðina rætt, ikki
var neyðugt at sita hendur í
favn, heldur fáa okkurt á skaftið
so leingi sum man sat niðri.
Hetta eyðkendi eisini heimið
hjá tær, tá tú búði í Klaksvík,
meðan børnini vóru smá og tøtt,
har tú arbeiddi í Sparikassanum
um dagin og umframt alt vanligt
húsarhald eisini hevði matvøru-
handil og har afturat hevði bók-
hald fyri ymisk feløg, har
umframt settist tú ikki aftur, tá
kvøldskúlarnir byrjaðu. Eisini
gongutúrarnir vóru nógvir, og
alt gekk sum smurt, júst tí tú
dugdi at leggja tær alt til rættis.
Síðan tú flutti til Havnar,
hevur tú heldur ikki ligið á tí
latu síðuni, tvørturímóti var
hvør dagur fult upptikin.
Eg var júst afturkomin úr
Danmark, har eg hevði verið hjá
tær eina tíð, tá eg fekk boðini,
um at nú var tú farin. Hetta var
ikki tað, sum vit báðar høvdu
ætlað, við høvdu heilt aðrar
ætlanir um njóta hetta summarið
sum var á veg, men okkara leiðir
eru ikki Hansara leiðir, og eg
kann bara takka fyri, at eg fekk
loyvi til at vera saman við tær
hesar seinastu dagarnar, sum tú
hevði heima á hotellinum, har
sum vit høvdu tað so gott. Vit
fara at fullføra okkara ætlanir
um eitt gott summar, tá vit
møtast aftur.
Vegna systrar, beiggja, svágr-
ar, svigarinnu og mammu, vil eg
við hesum orðum lýsa frið yvir
minnið um okkara kæru Mariu.
Heilsan
Eyðbjørg
Minningarorð um systur okkara
Mariu Nystrøm Egholm
Blómuhandilin Trónd
Hansen letur aftur
leygardagin
Kolbrún Wardum gevst nú
við blómuhandlinum á
Áarvegnum
C
M
Y
K
9
8