Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 114 - 20. juni 2003 Nr. 114 - 20. juni 2003 11 Beate L. Samuelsen Formaður í Sosialu Nevnd Tórshavnar Býráðs Síggi í blaðnum, at borgar- stjórin í Tórshavnar komm- unu, Jan Christiansen, gjørdist rættiliga skakkur, tá hann sá Dag og Viku í farnu viku, har undirritða úttalaði seg um eldraøkið í kommunu okkara. Tað var nú ongantíð meiningin soleiðis við »bleytum virðum« at kløkka mannin og harvið nærum taka lívið av borg- arstjóranum, um illa vildi til. Men tá undirritaða nevndi, at tað ikki var sum at siga tað at koma ígjøg- num við teimum sokallaðu »bleytu virðunum« í bý- ráðspolitikki, so er tað sannleikin. Tað veit borgar- stjórin væl. Hetta kemst eina og aleina av tí orsøk, at hetta er eitt landsmál, sum hann eisini sjálvur nevnir í síni grein. Har eru vit púra samd bæði. Í samrøðuni við sjónvarpið, nevndi eg hetta, men tað er ikki tikið við. At sjónvarpssaksurin verður brúktur, kann av og á ganga útyvir tann boð- skap, sum man sjálvur heldur vera relevantan. Men tað er ikki altíð, at onnur halda tað sama, ser- liga um vit hugsa, at senda brotið var ein partur í eini størri heild, einum tema um eldrapolitikk, har lands- stýrismaðurin í almanna- málum nýliga hevur lutað út studningslán. Og tað er júst orsøkin til, at eldraøkið, sum er eitt hundrað prosent landsmál, kann vera strævið og tungt at fáa ígjøgnum í bygda- og býráðspolitikki. Sama grundgeving hjá ávísum býráðslimum er sostatt somuleiðis hon, at eingin orsøk er at hjálpa landsstýrinum á glið við hesum, eftirsum teir úti í Tinganesi eiga alt eldra- økið, sum tað er. Fyri at hjálpa okkara borgarum, og ikki sleppa teimum uppá fjall, gera vit, hvat vit eru ment, og hevur landsstýrið sæð seg noytt til at gera eina løgtingslóg. Hana komu teir við í mei mánaði fyri tveimum árum síðani sum studningslán til ellis- og røktarheim. Ikki fyri at hjálpa Tórshavnar kommuni við hennara eldrapolitikki, nei, slettis ikki. Studningslógin kom fyri at hjálpa øðrum komm- unum í gongd við byggjan av røktarheimum, serliga tí einu, og kunnu vit bara vera takksom fyri, at ein slík lóg í heila tikið kom ígjøgnum í løgtinginum. Hon var síð- ani sama dag, sum tingið fór heim í hesi setuni 2003, broytt, tó uttan at tað fram- tíðarhugskot, sum Tórs- havnar kommuna hevði ynskt í sambandi við upp- venjing av eldri sum eitt fyribyrgjandi tiltak, var tikið við í málsetningin. Viðvíkjandi niðurstøð- unum, sum borgarstjórin í grein síni um meg kemur til, tá hann fer at hugleiða um førleikan hjá undirrit- aða, so kann eg fortelja honum, 1. at eg útmerka væl veit, hvat eg tosi um, kanska betur enn onkur annar, sum vanliga úttalar seg býráðsins vegna, og 2. at eitt valstríð ikki bara snýr seg um fólkafloks- ella tjóðveldispolitikk, men at aðrir flokkar, m.a. Sambandsflokkur- in, framvegis er til, bæði í Tórshavnar bý- ráð og í løgtinginum. Í teimum íløgunum, sum býráðið hevur gjørt fyri 2003, er eitt málsøkið, sum eitur Eldrarøkt. Tað hevur fingið 6,8 mió. kr. av samlaðu íløgunum uppá 86,7 mió. kr. Tær 6,8 mió. kr. blíva so ongantíð í verðini til 58,4 mió. kr., hvussu man so roknar, faldar og deilir tølini, sum borgarstjórin nevnir sum »bleyt virði«. Í hansara bleytu verð leggur hann barnaansing, skúla og eldrarøkt saman, og fær tað samlað til at geva góðar 58 mió. kr., og restina í »hørð- um virðum«. Tá eg tosi um »bleyt virði« í sosialnevndarhøpi, er tað einans Eldrarøkt, eg hugsi um. Einki annað. Hvørki skúlar ella barna- ansing av tí tað ikki kemur undir sosialmál longur. Tað man nokk vera onk- ur annar enn undirritaða, sum ikki veit, hvat man tosar um, tí eitt tað fyrsta, hetta býráðið gjørdi, tá tað kom til, var at flyta barna- ansingina úr Sosialu Nevnd og yvir í eina aðra nevnd, nevniliga Mentunarnevnd- ina, har skúlamálini eru. Fyri at venda aftur til tað, sum Jan heldur vera eitt valstríð, ið longu er byrjað, er tað soleiðis í Sambandsflokkinum, at tað er Føroya Væl, valfelag Sambandsfloksins í Suður- steymoy, ið ger av, hvussu ein valevnislisti floksins til eitt býráðsval sær út. Hartil kann leggjast aftrat, at tað er tíðin frá einum valúrsliti og til næsta val, at valstríð er, og ikki tríggjar dagar undan sjálvum valinum! So kann borgarstjórin tyggja uppá tað, um hann vil, ella lata vera, tí bert í felag ber til at koma víðari í býráðspolitikki. Og um onkur heldur nakað annað, ella fær nak- að heilt annað burturúr hesi skriving, hevur eitt meir- ilutasamstarv sum hetta í Tórshavnar býráð ongantíð verið betur enn tað sama. Tað er nærum søgulig. Misskiljingum sleppa vit ongantíð undan. Tað vil so vera. So man eisini hava verið í hesum førinum, tá borgarstjórin fríggjakvøld- ið í sofuni hvakk við. Ráðstevnan um vikuskiftið, sum Norðurlanda- húsið, Tórshavnar býrað og Listasavnið skipaðu fyri var eitt sera áhugavert tiltak. Vit hava her í blaðnum dekkað hesa stevnu og sum okkara lesarar hava kunnað lisið, hevur ráðstevnan viðgjørt sera viðkomandi og týdningarmiklar mentanarspurningar. Á ráðstevnuni vóru nøkur høvuðsevni t.d. myndlist, mentanarferðavinna og mentan og vinnulív. Tað má sigast at vera sera viðkomandi at seta myndlistina á breddan fyri eini mentanar- ráðstevnu. Føroysk myndlist er á altjóða støði. Tað eru tí góðar grundir til at taka hesa lista- grein til viðgerar á eini mentanarráðstevnu. Føroysk myndlist hevur uppiborið dyggan stuðul frá tí almenna, tí henda listagrein ger okkum kend um allan heim. Somuleiðis er hendan grein í sterkari menning, ein menning, har serstakliga kvinnurnar eru við at gera seg galdandi. Á ráðstevnuni kom tað fram, at myndlistafólk helst ynskja, at myndugleikarnir stuðla við at keypa føroyska myndlist. Eisini varð mælt til, at tað almenna eigur at prýða almennar nýbygningar við føroyskari myndlist. Vit halda, at hetta eru góð hugskot, og vit vilja mæla myndugleikunum til at fylgja hesum áheitanum. Vit hava áður her umrøtt ítróttafólk sum góð føroysk umboð úti í heimi. Hetta er eisini galdandi fyri myndlistafólkini. Á ráðstevnuni varð dúgliga tjakast um mentan og búskap. Kann mentanin fremja t.d. føroysk- an útflutning? Kunnu mentan og vinna sam- starva? Hvørjir vandar liggja í øllum hesum? Stevnan gav einki eintýtt var, men hon av- dúkaði, at hugskotini eru mong og at møgu- leikar eru í at samantvinna mentan og vinnu. Men her eru eisini stórir vandar fyri føroyska mentan at hon gerst alt ov kommersiell. Víst var til Skotlands, har ferðavinnuídnaðurin hevur at kalla misbrúkt gomlu skotsku mentanina. Vit eiga at ansa væl eftir, so tað sama ikki hendir hjá okkum. Fara vit væl um, so er einki at ivast í, at føroysk mentan kann fremja ferðavinnuna. Í hesum sambandi var áhugavert at lurta eftir umboðnum frá Ferðaráðnum og ungum fólkum, ið hava stovnað egna ferðavinnufyri- tøku, ið serstakliga leggja dent á at marknaðar- føra føroyska mentan og list. Her er í báðum førum talan um ung tilvitandi og vælútbúgvin fólk, ið ivaleyst duga at finna ta javnvág, ið skal tryggja, at føroysk mentan ikki tekur skaða av ferðavinnuni. DAGSINS MEINING Sosialurin Áhugaverd ráðstevna VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jan – og tey hørðu virðini Ástarfljóð Ei gloymi teg tú smíltist til mín sum ung tey føgru minni goymi. Bláu eygu tíni sum havið djúpa hárið fleyt yvir akslar sum búnaður akur. Við angandi blómum í fangi tú teskaði til mín við ástardragandi hita. Føgur sum fjallabrúður kærleiki tín sum kínandi sól á døggdryppandi rósu. Lat meg fáa ein koss góða so eg kann verða glaður stroy sólgull á lívsins veg tøkk eg aldri gloymi teg. Viggo Olsen VIÐMERKINGAR Jógvan við Keldu løgtingsmaður At Føroyar eru 17-18 oyggjar, tí er stríðið so nógv, grundgevur ikki fyri "einum valdømi". Landssjúkrahúsið er ein eind, hevur kortini verið stríðsvøllur seinastu 25 árini og er tað framvegis. – Her hongur ikki saman Í Dimmalætting 18. juni hevur Pól á Kletti eina við- merking til mín, viðvíkj- andi aftursvari eg hevði til grein hansara undir teig- inum "Hinvegin" í Dimma- lætting. Lat meg gera vart við, at eg sjálvandi onga ætlan hevði og ongan rætt havi at krevja hann "at standa skúlarætt fyri mær" og tað var avgjørt "eingin av- hoyring". Eg setti bert nakrar við- komandi spurningar, fyri at kenna grundarlagið hann byggir á, tá hann sigur, at vit eiga bert at hava eitt valdømi í Føroyum. At endurgeva brot úr yrking hjá Janusi Djurhuus sála, um at "Føroyar vóru ikki eitt land, men seytjan oyggjar, hvør móti aðrari", hevur sum so ongan týdn- ing. Landssjúkrahúsið er ein eind, og hevur verið opin stríðsvøllur seinastu 25 árini og virkar framvegis ikki sum ein eind. Tosað hevur verið um yvirorðnað- an politikk bæði við eini- og nú fýrastreingjaðari leiðslu. Hvussu hava Føroyar ikki bløtt í eyka- kostnaði fyri henda stovn, uttan talan hevur verið um "lokalt ørvitisprojekt". Hetta bert fyri at geva eitt aktuelt dømi.. Skilagóður klaksvíkingur – minni skilagóður havnar- maður At Føroyar bert hava 48.000 sálir, grundgevur á ongan hátt fyri rættleik- anum við at hava bert eitt vældømi, og at hann heldur "hevði valt ein skilagóðan klaksvíking enn ein minni skilagóðan havnarmann", er heldur eingin grund fyri hesi skipan. Síðani verður málið latið til tal- valkøn og búskapar- køn fólk fyri eini skila- góðari grundgeving, at Før- oyar gerast eitt valdømi. Ein orsøk til at eg setti hesar seks grundleggjandi spurningar í grein míni var, at ofta vísir seg , at tá verk- ætlanir skulu fremjast uttan fyri høvuðssstaðin, kemur talan altíð um "kostnyttu- kanningar", sum hann eis- ini eftirlýsir, og sum eg sum so eri samdur við honum í, meðan dømini nevniliga sjáldan eru um, at somu kritisku kanningar verða gjørdar, tá stovnar verða framdir í høvuðs- staðnum. – Her er ofta talan um sjálvfylgjur. Politiskur, vinnuligur og mentanarligur dynamikkur Sum fleiri ferðir fyrr, fari eg at lýsa eftir dynamikki vinnuliga, mentanarliga, politiskum, ítróttarliga og annars samfelagsliga hjá fólki okkara, eftir at vit hava fingið eitt valdømi og annars skilagóðar loysnir á øllum økjum. Sjálvandi skulu okkara Føroyar hava ein yvirorðn- aðan politikk, og hava tað eisini í flestu førum, men skal okkara politiska skip- an broytast til at gerast eitt valdømi, skulu veruligar sterkar orsøkir leggjast á borðið fyri hesum, og ikki bert, sum vanligt, nøkur spontan álop, sum eisini av og á koma frá politikarum úr høvuðsstaðnum, sum vilja gera seg "interessant- ar". Hvørki fyrra greinin hjá hesum nógv umhildna og vitandi blaðmanni ella seinna greinin í Dimma- lætting 18. juni, geva nakra sum helst ábending um, at skilagott er at broyta okkara politisku skipan og at hon broytt, gevur okkum nakrar sum helst fyrimunir. Her er í mongum førum talan um reint droymarí. Tí hugsi eg um "hetta var eitt svar kortini – ella?" Eitt aftursvar kortini – ella? Leygardagin 21. juni kl. 16 verður áhuga- verdur marknaðar- dagur í skúlanum á Skála. Endamálið við tiltakinum er at stuðla Íslandsferð hjá komandi 6. og 7. flokki næsta skúlaár TÍÐINDASKRIV Samstarvsætlanin FITUR (Færøsk-Islandske turist aspekter) hevur m.a. til endamáls at fremja sam- skiftið millum føroyskan og íslendskan ungdóm. Í hesum sambandi er eitt átak farið í gongd, sum frá 2001 - 2005 stuðlar skúla- flokkum úr Føroyum at vitja skúlaflokkar í Íslandi. 3 flokkar fáa hvørt ár fría ferð til søguríka og spenn- andi grannalandið fyri vest- an. Íslendsku flokkarnir vitja sjálvandi eisini í Før- oyum. Skála og Ísafjørður eru vinarbýir, og tí vera tað flokkar úr hesum báðum plássum, sum fara at vitja hvønn annan. Hvør skal fáa stuðulin, verður avgjørt við eini kapping millum flokkar á sama skúla. Á Skála er bert ein flokkur í hvørjum ár- gangi, og tí tóku lærarar saman við foreldrum ta støðu, at kapping millum flokkar í ymsum aldri ikki var rættvís, og ein for- eldrabólkur bjóðaði sær til at savna írestandi peningin inn, so at báðir flokkarnir, sum taka lut í kappingini, sleppa avstað. Tí verður hesin marknaðardagurin hildin. Verkætlanarkapping Kappingin snýr seg um at gera bestu uppgávu/frá- greiðing um Ísland á før- oyskum. (Í Íslandi skulu uppgávurnar vera um Føroyar). Hans Jákup Andreasen, fyrstilærari, greiðir frá, at í ein mánaða í vár hava næmingarnir ar- beitt við og latið inn 6 verkætlanir til kappingina. Enn er ikki greitt, hvør vinnarin er, men orsakað av tiltakinum hjá foreldra- bólkinum vera eingir tapar- ar í hesi kapping, tí øll sleppa jú til Íslands. Har- afturat verða næmingaav- rikini løgd fram fyri øllum og harvið læra næming- arnir ein hóp um Ísland. Uppgávurnar, sum bæði verða vístar fram á plakat- um, sum tekstuppgávur og sum Power-Point fram- løgur, snúgva seg um ser- íslendsk viðurskifti sum eldgos, jøklar, heitar keldur umframt landið og fólkið sum heild. Hans Jákup Andreasen leggur afturat, at næmingarnir hava verið sera áhugaðir og at arbeiðið hevur gingið væl. Ætlanin er at leggja næmingaupp- gávurnar út á heimasíðu skúlans. Tiltøk á marknaðar- degnum Til at savna inn pening verður loppumarknaður, og fyrireikararnir vita um nógvar forvitnisligar lutir, sum verða seldir bíliga. Vørutombola við nógvum góðum vinningum verður eisini. Til tey yngstu verður biografur við teknifilmum, og uttanfyri vera bæði brandbilur og politibilur at síggja. Tey vaksnu hava møguleika at keypa sær ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið. Eisini verður skipað fyri sokallaðari Íslandstipping. Hetta er eitt slag av luta- seðlum (10 kr/seðilin), men fyri at lutaseðilin skal vera við lutakastinum krevst, at ávísur partur av spurning- unum um Ísland á seðlinum eru rætt tippaðir. Til Ís- landtippingina eru vinn- ingarnir m.a. sodavatns- kassar og digitalt myndatól. Næmingakonsert Ein partur av tiltakinum verður árliga summarkon- sertin hjá musikkskúlanum. Fleiri av næmingunum, sum skulu til Íslands, taka lut á konsertini. Nøkur spæla klaver. Tey hava havt Heðin Kamsdal sum lær- ara. Onnur spæla horn, bæði solo og bólkaspæl. Hesi hava havt Atla Peter- sen sum lærara. Næm- ingakonsertin varir uml. 1/2 tíma. Spennandi vitjan Næmingakonsertin endar við, at vit fáa vitjan av 12 ára gomlu Jórun Hansen av Skipanesi. Hon hevur lært at spæla klaver hjá Jóannesi Andreasen, og hóast sín unga aldur hevur hon longu verið 2 ferðir uttanlands (í Danmark) og tikið lut í Steinway-kapping fyri ungar, evnaríkar pianistar. Hon er báðu ferðirnar kom- in heim aftur við góðum úrsliti. - Á konsertini spælir Jórun 6 variatiónir yvir opera’ina La Molinara eftir Beethoven. Vóna góða undirtøku Foreldrabólkurin, sum skipar fyri hesum fjøl- broytta marknaðardegi, vónar, at nógv nýta høvi at koma til okkurt av hesum tiltøkum og harvið stuðla Íslandferðini hjá næming- unum. Marknaðardagurin byrjar í Skála skúla leyg- ardagin kl. 16 og varir væntandi 2 - 3 tímar. Marknaðardagur á Skála C M Y K 11 10