fríggjadagur 20. juni 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 114 - 20. juni 2003
Nr. 114 - 20. juni 2003
13
postboð í Kalsoynni.
At hon er landspostboð,
merkir, at viðskiftafólk hjá
Postverkinum kunnu fáa øll
síni postviðurskifti av-
greidd á køksborðinum, tá
ið Signhild kemur inni á
gólvið.
- Eg taki mær av øllum tí,
sum eitt landspostboð ger -
øllum frá vanligum posti,
til avgreiðslu av ALS-kort-
um, pakkum og út- og inn-
gjøldum, sigur hon.
Ikki arvur
Pápin, Vilhelm, sum situr
hinumegin borðið, bedýrar,
at poststarvið hjá dóttrini
hevur einki við pápan at
gera.
Hann sigur, at heimið hjá
Jógvani Joensen og barna-
heimið hjá Mikkjali á
Trøllanesi hevur havt um
hendi postin í oynni heilt
síðan 1929.
Vilhelm fer eftir snotu-
ligu bókini, hann hevur
skrivað um Postverkið og
vísir okkum brotið um
postsøguna á Trøllanesi.
Og so er tað komið uppá
pláss; starvið hjá Signhild
er ikki "arvur" eftir pápan,
sum sjálvur starvaðist hjá
Postverkinum frá 1. juni
1962 til 1. oktober 2002.
Tað ljóðar møtumikið at
skula forsýna tey umleið 40
húskini í Kalsoynni við
posti fleiri dagar um vikuna
- fyri bert 20 arbeiðstímar,
sum tað eitur á pappírinum.
Men á Signhild skilst, at
hetta letur seg gera, hóast
oyggin er rímiliga long úr
enda í annan.
Nú so nógv hevur verið
tosað um at lata posthús á
bygd aftur, halda vit, at
kunnu 20 tímar tryggja
tørvin á postútbering og
postavgreiðslu í allari Kals-
oynni, er oyggin neyvan
tann tyngsti endin hjá Post-
verki Føroya.
Dóttirin í Klaksvík
Signhild sigur, at tey fáu
fólkini, sum búgva á Trølla-
nesi, tjena onga krónu uttan
fyri bygdina. Øll liva av
inntøkum, tey forvinna í
dalinum, sum hon tekur til.
- Tað er bara eg, sum
bæði arbeiði í bygdini og av
bygdini. Hini húskini, sum
eru trý í tali, tjena øll til
lívsins uppihald her á stað-
num.
Vilhelm og Johild vitja
dóttir og verson á Trølla-
nesi av og á, men Johild
"gremur" seg um, at hon
sleppur ikki so væl norður,
tí dóttir Signhild og Mikkj-
al, sum er 15 ára gomul og
gongur í framhaldsskúla í
Klaksvík, tímir ikki so væl
til Trøllanesar. Henni dám-
ar betur í Klaksvík, tí har
eru fleiri javnaldrar og
skúlavinir.
15 ára gamla gentan býr
hjá ommuni og abbanum í
skúlatíðini.
Tankin um at byggja á
Trøllanesi búnaðist undir
samfelagskreppuni í fyrru
helvt av nítiárunum, tá ið
arbeiðsloysi var rættiliga
stórt, og fáur sá sær møgu-
leikan at seta føtur undir
egið borð.
- Vit vóru í iva um, hvat
skilabest var at gera. At vit
avgjørdu at byggja á Trølla-
nesi, haldi eg hevði nakað
við kreppuna at gera.
Signhild ivast, um hon
hevði bygt á Trøllanesi í
dag, um hon kundi valt um-
aftur.
- Ikki tí; her er gott at
vera, um enn tað er eitt
sindur einsligt.
Børnini trívast
Trøllanes góður uppvakst-
rarstaður hjá børnum so
leingi, tey ganga í barna-
skúla. Tey fáa tað í beinið,
sum nú einaferð tilkemur
børnum, ið veksa upp úti á
bygd. Foreldrini eru nær, og
tað eru abbin og omman,
Jógvan og Gertrud, eisini.
Á Trøllanesi er land-
búnaður og soleiðis eisini
kríatúr. Fuglalívið er ríkt,
bæði í haganum og fram
við bakkanum. Har er eing-
in fjøra, bara bakki, og tað
er kanska eitt sindur keði-
ligt, tá ið børnunum vanliga
dáma væl at spæla fram við
sjóvarmálunum í fjøruhylj-
unum.
- Hinvegin spæla børnini
nógv í ánni, og tað dámar
teimum væl, sigur Signhild
Joensen at enda.
Hon er landspostboð
í Kalsoynni, og hann
hevur smiðju og fæst
við bóndaskap á
Trøllanesi.
- Her er heldur eins-
ligt, og tú hevur ikki
somu møguleikar,
sum tá ið tú býrt inni
á fastlandinum. Nú
stevna er, er eisini lív í
oynni, og slíkar dagar
er deiligt at vera her,
sigur Signhild Joen-
sen
TRØLLANES
Vilmund Jacobsen
Tey eru hjún í bestu árum.
Signhild er 35; Mikkjal 37.
Hon er úr Klaksvík, dóttir
Vilhelm og Johild Johanne-
sen. Hann er av Trøllanesi,
sonur Jógvan og Gertrud
Joensen. Vilhelm kenna øll
frá mongu árunum í poli-
tikki, og Jógvan er kendur
sum bóndi á Trøllanesi í
nógv ár.
Signhild og Mikkjal eru
gift og eiga 4 børn, sum eru
2, 9, 11 og 15 ára gomul.
Heldur einsligt
Hjá Mikkjali er einki stað á
jørð betur enn Trøllanes.
Her er hann uppvaksin, og
her vil hann helst virka og
liva.
Signhild sigur, at hon
hevði heldur viljað, at
húsini, tey bygdu í 1995,
stóðu í Klaksvík, har meg-
inparturin av familjuni býr.
- Á Trøllanesi er heldur
einsligt, og tú hevur ikki
somu møguleikar, sum tá ið
tú býrt inni á fastlandinum.
Nú stevna er, er eisini lív í
oynni, og slíkar dagar er
deiligt at vera her.
Signhild sigur, at ferða-
sambandið við Klaksvíkina
er eitt, men eitt betri sam-
band hevði kortini ikki
loyst upp fyri øllum.
- Býrt tú á útoyggj, so-
leiðis sum vit gera, tjenar tú
gjarna nógv minni enn fólk
flest, men tá ið tú kemur
inn á fastlandið, kostar alt
tað sama, sum hjá øllum
hinum, og krøvini eru tey
somu.
Hon heldur, at hon er í
Klaksvík
einaferð
um
mánaðin ella so. Eins og
onnur, hava fólk á útoyggj
eisini brúk fyri lækna og
tannlækna. Okkurt skal
keypast av og á, og hárið
skal eisini røkjast hjá eini
so snøggari kvinnu, sum
Signhild er.
Stórur blíðskapur
Líkamikið. Hjúnini av-
gjørdu at byggja eini stór
og snotulig hús á Trølla-
nesi, sum kosta umleið 1
milj. krónur.
Bæði eru tey fegin um
húsini, og tey fegnast um at
kunna bjóða fólki inn á
gólvið til ein bita, nú stevna
er í oynni.
Tey eru bæði ómetaliga
blíð, og tú kennir teg væl
inni hjá teimum.
Mikkjal, sum eisini er ein
snøggur
og
vælbygdur
maður, hevur smiðju niðan
fyri húsini, men hetta er
ikki einasta smiðjan í
oynni. Landsverkfrøðing-
urin hevur eisini smiðju í
Kalsoynni.
Vit sita inni í stovuni hjá
teimum á Trøllanesi. Tað er
útoyggjafundur
og
út-
oyggjastevna hendan leyg-
ardagin í Kalsoynni.
Hjúnini hava borðreitt
við góðum smyrjibreyði
við føroyskum viðskera,
kakum, kaffi og te.
Prátið fellir á neytatung-
una, sum er skorin uppá
nakrar av breyðflísunum.
Jú, hon smakkar óføra væl,
er moyr og sær leskilig út.
Hon er kókað í 2-3 tímar og
hevur síðan ligið í salti
einar tveir dagar, sigur
húsmóðirin.
Øll eru vælkomin inn á
gólvið, og eingin fer svang-
ur ella tystur útaftur. Nógv
fólk hevur vitjað, og tá ið
vit koma til dyrnar, eru
framvegis nógv fólk inni á
gólvinum.
Bóndi og postboð
Mikkjal fæst við smiðju-
arbeiði og starvast annars
sum bóndi á festinum hjá
pápanum, Jógvani. Áseyða-
talið er 160.
Í smiðjuni fæst hann við
ymiskt umvælingararbeiði,
og Mikkjal fær tað um-
dømi, at hann dugir ógvu-
liga væl til hendurnar, hóast
hann ikki er útbúgvin
maskinsmiðjur. Í smiðjuni
ger hann eina vælumtókta
roytingarmaskinu,
sum
hann hevur selt um landið.
Konan veit at siga, at
húsbóndin higartil hevur
bygt einar 30-40 roytingar-
maskinur.
Umframt at vera mamma
at 4 børnum, starvast Sign-
hild sjálv sum postboð -
tað, tey rópa landspostboð.
Hon arbeiðir 20 tímar um
vikuna og ber post út í
allari oynni. Hon er einasta
Tey bygdu fyri eina millión á Trøllanesi
Tankin um at byggja
á Trøllanesi búnaðist
undir
samfelagskreppuni í
fyrru helvt av
nítiárunum, tá ið
arbeiðsloysi var
rættiliga stórt, og fáur
sá sær møguleikan at
seta føtur undir egið
borð. - Vit vóru í iva
um, hvat skilabest var
at gera. At vit
avgjørdu at byggja á
Trøllanesi, haldi eg
hevði nakað við
kreppuna at gera,
sigur Signhild, sum
her stendur undir
liðini á manninum,
Mikkjali.
Mynd: Guttormur Sørensen
Signhild er postboð, eins og pápin, Vilhelm Johannesen, var tað í mong ár. Vilhelm bedýrar, at
poststarvið hjá dóttrini hevur einki við pápan at gera. - Heimið hjá Jógvani Joensen á
Trøllanesi og barnaheimið hjá Mikkjali hevur havt um hendi postin í oynni heilt síðan 1929,
veit hann at siga.
Mynd: Rúna Sivertsen
Formaðurin í Útoyggjafelagnum er Óla Jákup úr Dímun, sum her stendur undir liðini á
konuni, Sunnevu. Leygardagin fara vit at siga eitt sindur um, hvør hansara boðskapur var í
formansfrágreiðingini til ársfundin í Mikladali.
Mynd: Rúna Sivertsen
- Tað er deiligt at vera her úti, tá ið nógv fólk er í oynni sum nú, tá ið stevna er, sigur Signhild Joensen.
Mynd: Guttormur Sørensen
Dragin er sera snøggur, nú hann er vorðin umbygdur og ber segl. Her liggur hann útfyri
Trøllanesi og er frægd fyri stevnugestirnar.
Mynd: Guttormur Sørensen
Her er Brandur Enni á Trøllanesi, har hann og bólkurin, Frændur, høvdu konsert á
útoyggjastevnuni seinasta leygardag.
Signhild og Mikkjal høvdu opið hús, og hópur av fólki var inni á gólvinum hendan stevnudagin.
Mynd: Guttormur Sørensen
C
M
Y
K
13
12