Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 20. juni 2003 15 Prix Føroyar fær góð skoðsmál frá donsk- um ummælara á blaðnum Musikeren. Ummælarin, Morten Steen Nielsen, væntar millum annað, at Brandur Enni uttan iva fer at vera meira at hoyra til, og har- afturat kallar hann Petur Pólsson fyri eitt fjallatrøll PRIX FØROYAR Ingrid Bjarnastein Danska blaðið »Musiker- en« gevur Prix Føroyum góð ummæli. Ummælarin, Morten Steen Nielsen, heldur, at ungu føroysku tónleikararnir verða tiknir álvarsamt, bæði av foreldr- um, politikkarum, tónleika- lærarum og eldri tónleik- arum. Og er ummælarin eisini bilsin av tí góða stuðlinum, sum føroyskir tónleikarar fáa. Fríggjakvøldið áðrenn sjálva Prix Føroyar final- una varð hildin ein pall- borðsfundur í Mentanar- húsinum í Fuglafirði. Við á fundinum vóru umboð fyri plátufeløg, og harafturat vóru føroyskar framførslur eisini á skránni. Har ímill- um var 14 ára gamli Brand- ur Enni, sum ummælarin hjá Musikeren eisini hevur bitið merki í. »Serliga tann 14 ára gamli Brandur vakti ans við sínum íoyrafallandi og ógvuliga popputa tónleiki við eini góðari pall- framførslu. Hann koma vit uttan iva, at hoyra meira til.«, skrivar Morten Steen Nielsen. Fjallatrøllið Petur Danski ummælarin dylir ikki fyri, at hann heldur, at Clickhaze uttan kapping eru nógv tann mest fram- komni bólkurin innan før- oyska tónleikaheimin. »Clickhaze vísti, at tey framvegis eru avgjørdu meistararnir við tí karis- matisku og berføttu Eivør Pálsdóttir og tí lítla rapp- andi fjallatrøllinum Petur Jensen, sum frontfigur- ar...«, skrivar danski um- mælarin, sum leggur aftur- at, at Clickhaze hevði eitt nógv breiðari úrval enn nakar av teimum bólkun- um, sum var til staðar í Norðurlandahúsinum til Prix Føroyar finaluna. Ummælarin sigur millum annað, at hugflogið hjá teimum ymsu bólkunum spenti seg vítt. Og við stjørnukastarum og egnum fjepparaklubba hjá Gestum megnaðu teir at vinna kappingina. Morten Steen Nielsen setur spurningin, hví tón- leikur trívist so væl í Før- oyum. Og hann heldur, at Prix Føroyar er eitt upplagt høvi fyri Danmark og út- landið at fáa eyguni upp fyri teimum føroysku tón- leika dygdunum. »Prixið gevur teimum ungu føroysku tónleikarun- um eitt mál at arbeiða ímóti, tá teir sláa á streing- irnar í venjingarhølunum; eitt mál, sum gevur teimum ein veruligan møguleika, at koma út í tónleikaheimin, sjálvt um oyggjarnar liggja so avsíðis«, skrivar danski ummælarin at enda. Rósur frá donskum ummælara Fuglafjørður og Klaksvík eru vertir fyri Nordvesten stevnuni, sum verður 02.-06. juli. Feløg og einstaklingar úr Noregi og Íslandi verða boðin við á mentunarstevnuna, har hópin av fólki úr føroyska mentunar- heiminum eisini eru við NORDVESTEN 2003 Solby A. Eliasen Hópin av spennandi tiltøk- um verða á skránni á Nord- vesten í ár. Ætlanin við tiltakinum er við breiðum mentanartilboðum at varpa norðurlendskt ljós á møgu- liga felags eyðkenni og uppruna. Fólkadansur, kon- sertir, listaframsýningar, framsýningar um post og økissøvn, fyrilestrar, út- ferðir, virkisvitjanir og málting er brot úr rúgvuni av tilboðum, sum verða í Klaksvík og Fuglafirði í summar. Eisini verður skipað fyri gongu- og út- róðrartúrum. Úr Nordøsterdalen í Noregi koma fólkadansara, fólkatónleikarabólkur, hornorkestur, ungdóms- sjónleikarabólkur og lista- málari. Somuleiðis verður tann so kendi jazz-bólk- urin, Dixi, við á Nordvest- en. Dixi var her í Føroyum í sambandi við Musikk- stevuna í Runavík, har teir bergtóku allan áhoyrara- skaran og allar luttakarar við teirra framúrskarandi framførslu. Úr Íslandi kemur eitt manskór, sum eitur Fóst- bræður. Tað eru umleið 60 sangarar í kórinum, men onnur 40 verða við í teirra ferðalagi. Tvær listakvinn- ur koma eisini, Rósa Sigrún Jónsdóttir og Margrét Birgisdóttir fara at hava framsýning í Klaksvík. Nakrir víkingar frá Fjøru- kránni verða við og fara millum annað at sýna fram glíming. Málting Høvuðsyvirskriftin fyri Nordvesten hesuferð er: Hvussu varðveita vit norð- urlendsku málini? Hetta evnið verður viðgjørt á einum sokallaðum mál- tingi, har fleiri fyrilestrar verða á skránni. Úr Noregi koma Albert Einarsson og Endre Brunstad at halda fyrilestur um "Det nordiske sprog". Umboðið fyri Ísland til máltingið verður Kristján Árnason, profess- ari og úr Føroyum verða millum onnur Jóhan Hendrik Winther Poulsen, Jógvan í Lon Jacobsen og Rúni Hansen. Hetta máltingið verður ein almennur fundur, sum verður í auluni á studenta- skúlanum á Kambsdali hósdagin 3.juli. Fyrireikar- arnir vóna somuleiðis, at eitt gott og lívligt kjak kann koma burturúr, har spurn- artekin verður sett við, hvussu tillaga vit málið, og hvussu varðveita vit málið. Av tí at stevnan er í Før- oyum, so eru tað sum vera man føroyingar, sum seta sín størsta dám á. Føroyski dansurin og norski fólka- dansurin eru ein týðandi partur av tiltakinum. Eini 120 dansarar úr Klaksvík og Eysturoynni verða part- ur av stevnuni. Somuleiðis verður før- oysk list á skránni. Ein væl- umboðandi skari av listar- fólkum sýna tí fram í Klaksvík og Fuglafirði saman við sínum norsku og íslendsku starvsfeløgum. Millum onnur kunnu nevnast: Frits Johannesen, Øssur Mohr, Heðin Kambs- dal, Archibald Black, Ed- ward Fuglø, Høgni Thom- sen og fleiri. Postverkið luttekur við eini frímerkjaframsýning, har tað eisini eru uppsettar myndir frá gomlum døgum, sum lýsa tær torføru far- leiðirnar um fjøll og firðir - og av somu grund drúgvu postgongd – við smáum bátum millum oyggjarnar og strævna gongd um høg fjøll. Vágsheygafrensarnir eru ein tónleikabólkur, sum er sprottin úr Klaksvíkar Hornorkestri. Teir spæla kendan og góðan dansitón- leik og verða við til fleiri konsertir, dans og onnur útitiltøk. Somuleiðis fara hornorkestrini bæði í býun- um eisini at luttaka til fleiri tiltøk. Eisini verður nógvur kórsangur á stevnuni. Alt í alt kann bara stað- festast, at Nordvesten 2003 í Klaksvík og Fuglafirði ljóðar til at fara at verða ein serstakliga áhugaverd og fjølbroytt mentunarstevna, har norðurlendska málið verður sett í hásæti. Stevnan verður løgd tilrættis í Klaksvík og Fuglafirði av einum 5 manna bólki, har Dávur Winther og Petur Martin Petersen eru samskiparar fyri hvønn býin sær. Størri avgerðir verða tiknar í sam- ráð við avvarandi býráð, sum hevur sett pening av til tiltakið. Eisini hevur Norð- urlandaráðið stuðlað tiltak- inum. Nordvesten er vanliga annahvørt ár, og stevnan var á fyrsta sinni hildin í Nordøsterdalen í mið- Noregi í 1991. Nordvesten í Klaksvík og Fuglafirði Mentunarstevnan Nordvesten verður í Klaksvík og Fuglafirði 2. og 6. juli, har hon enn einaferð bjóðar upp á eina sera fjølbroytta mentunarliga skrá. Seinast Nordvesten var í Føroyum var í 1997 Danski ummælarin, Morten Steen Nielsen heldur, at Prix Føroyar er eitt upplagt høvi hjá føroyskum tónleikarum at koma út í altjóða tónleikaheimin Mynd: Jens Kr. Vang 15 14 Nr. 114 - 20. juni 2003 Eitt av høvuðsnøvn- unum á Ólavsøku- konsertini í ár verður Terji og Føstufressar. Hetta er fyrstu ferð síðan 1991, at bólk- urin, sum stendur aftanfyri eina av mest seldu føroysku fløg- unum, aftur stendur saman á palli TÓNLEIKUR Stefan í Skorini Nú ólavsøkukonsertin, sum verður sunnudagin tann 27. juli, so spakuliga nærkast fæst greiða á, hvørjir bólkar fara standa á palli hetta kvøldið. Eitt av høvuðs- nøvnunum á konsertini verður Terji og Føstufress- ar. Føstufressarnir, ein av okkara allarbestu tónleika- bólkum, verður nú aftur at hoyra á palli. Eftir at hava ligið í dvala í tólv ár, eru Terji og føstufressarnir vaknaðir aftur. Hetta er einki minni enn ein stór- hending innan føroyskan tónleik, tí bólkurin stendur fyri eini av tí best umtóktu føroysku útgávunum nakra- ntíð. Kaj Johannesen, ið er formaður í FUT, sum skipar fyri konsertini, váttar, Terja og Føstufressar skulu spæla, men hann leggur afturat, at enn eru allir smá- lutirnir ikki komnir uppá pláss. Hann væntar tó, at viðurskiftini skjótt eru fingin í rættlag. Fyrstu ferð síðan 1991 Terji og Føstufressar, sum var ein samanrenning mill- um nakrar av limunum í bólkinum Plúmm og øðrum tónleikarum, hava ikki ver- ið á palli síðan 1991, tá bólkurin spældi eina kon- sert. – Vit gleða okkum sjálv- sagt sera nógv til at spæla saman aftur. Tað hevur í veruleikanum ongantíð lig- ið fyri hjá okkum at spæla saman, tí at bassspælarin hjá okkum Arnold Ludvig hevur búð uttanlands síðani 1991, og aðrir hava eisini verið nógv uttanlands, sigur Terji Rasmussen. Sum skilst hevur Arnold ætlanir um at flyta heim- aftur til Føroyar í næstum. Hann flutti í 1991 til Ís- lands, har hann var í tvey ár, og síðani hevur hann bú- leikast í Kanada. Leivur Thomsen og Eyðun Nolsøe búgva báðir í Danmark, men teir vera báðir í Før- oyum í summar. Bólkurin hevur givið eina fløgu út, sum hevur navn eftir bólkinum. Fløgan varð givin út í mars 1990. Hon er seld í umleið 5000 ein- tøkum, og er millum mest seldu fløgur í Føroyum. Terji og Føstufressar fara á konsertini at spæla sangir frá hesi legendarisku fløg- uni. – Vit skulu bara upp- fríska tónleikin, og fleiri av okkum hava eisini spælt sangirnar frá fløguni við øðrum bólkum gjøgnum árini. Tað verður eingin trupulleiki, tí at tónleikar- arnir í hesum bólkinum eru teir bestu í Føroyum, sigur Terji uttan at blunka. Fiasko at byrja við – Tá fløgan kom út, var hon ein fiasko. Tað var ikki fyrr enn tvey ár seinni, at hon veruliga fór at selja, og nú er hon útseld, sigur Terji Rasmussen. Hann upplýsir, at hann enn rindar rentur uppá lánið, sum hann tók til at gera fløguna. Av tí at fløgan seldi so seint, hevur tað tikið langa tíð at gjalda lánið aftur. Hevði hon selt 5000 eintøk beinanvegin, hevði tað verið lættari fíggjarliga. – Hetta er tann fløgan, sum hevur havt størst týdn- ing fyri meg, og sum eg havi verið mest nøgdur við, sigur Terji um fløguna, sum hann kallar sítt høvuðsverk. Gamla manningin Hetta er fyrstu ferð í fleiri ár, at manningin aftur er savnað, men onkur, sum var við á fløguni, verður tó ikki við á konsertini. Terji Rasmussen sigur, at Holger Laumann, sum spældi saxofon á fløguni, helst ikki verður við. Í hansara stað kemur onkur føroyskur saxofonspælari. Rúna á Heygum, ið sang ein sang á fløguni og sum harumframt sang kór til fleiri sangir, verður eftir øllum at døma heldur ikki við. Annars verður manning- in á konsertini eftir ætlan henda: Rógvi á Rógvu, trummur, Arnold Ludvig, bass, Magnus Johannesen, keyboard, Leivur Thomsen, el-gittar, Eyðun Nolsøe, akkustiskan gittar og Terji Rasmussen, sang. Terji og Føstufressar aftur undan kavi Hósdagin var freistin at søkja størvini sum maskinmeistari um- borð Tjaldrinum og Brimli var úti. Stjórin á Fiskiveiðieftirlitin- um metir, at umleið tjúgu umsóknir eru komnar inn STARVSETING Stefan í Skorini Seinastu dagarnar hevur Maskinmeisarafelagið havt lýsingar í Útvarpi Føroya, har felagið heitir á maskin- meistarar, sum søkja starv umborð á vaktarskipunum, um at venda sær til felagið. Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sigur, at hetta er fyri at greiða umsøkjarunum frá støðuni hjá felagnum. Áður hevur felagið noktað limum sínum at søkja størvini, men nú verða umsøkjarar ella teir, sum ætla sær at søkja, ístaðin biðin um at venda sær til felagið. Maskinmeistarafelagið stendur framvegis við sítt krav um, at allir teir maskinmeistararnir, sum søgdur seg úr starvi fyrr í ár, skulu hava størvini aftur. Hesum kravinum vil Fiski- veiðieftirlitið tó ikki ganga á møti. – Hetta er talan setan av starvsfólki, og tað er ikki eitt fakfelagsmál, sigur Elmar Højgaard, stjóri á Fiskiveiðieftirlitinum. Hann kundi ikki siga nágreiniliga, hvussu nógvar umsóknir eru komnar inn, men hann metir, at talan er um eini tjúgu umsóknir. Søkja umaftur Sum Sosialurin skilir, hava allir teir maskinmeistarar- nir, sum fóru úr starvi tann 1. juni, søkt umaftur, men hetta hava vit ikki fingið váttað nakrastaðni. Umsøkjararnir kunnu vænta at fáa svar einaferð í næstu viku, tá Fiskiveiði- eftirlitið hevur viðgjørt umsóknirnar. Elmar Højgaard torir ikki at siga, um Brimil leggur frá bryggju í næstu viku. – Vit hava mannað vakt- arskipini fyrr, men so hava menn setst aftur av ymsum orsøkum, sigur Elmar Høj- gaard. Atvoldin er sjálvsagt støðan hjá Maskinmeistara- felagnum til málið. Terji Rasmussen hevur staðið nógv á palli millum ár og dag, men á ólavsøkukonsertini í ár verður tað saman við føstufressunum, og tað er ikki hent síðan 1991. Hetta er óivað góð tíðindi hjá tónleikaáhugaðum í Føroyum Savnsmynd Fiskiveiðieftirlitið sóknast eftir maskinmeistarum: Freistin úti í gjár Brimil hevur ligið við bryggju síðan 1. juni, og Tjaldrið fer á beding í næstu viku. Freistin at søkja størvini sum maskinmeistari umborða á vaktarskipunum var úti hósdagin Savnsmynd C M Y K 14