fríggjadagur 20. juni 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 114 - 20. juni 2003
Nr. 114 - 20. juni 2003
17
– Ítrótturin í Suðuroy
eru verri fyri enn
aðrastaðni í
landinum og tí kann
tað ikki yvirmetast at
vit hava eina fyritøku
í oynni, sum stuðlar
okkum, sigur John
Henrik Holm,
formaður í VB
STUÐULSAVTALA
Áki Bertholdsen
– Tað er ongin ivi um, at tað
er Suðuroyar Sparikassi
sum ger, at tað ber til hjá
Vágs Bóltfelag at halda tað
støðið, sum vit hava.
John Henrik Holm, for-
maður í VB, ivast onga løtu
í hvønn týdning peninga-
stovnurin í Suðuoynni hev-
ur fýri bóltfelagið í Vági.
Og tá ið Suðuroyar Spari-
kassi og Vágs Bóltfelag
týskvøldið skrivaðu undir
nýggja stuðulsavtalu, duldi
bóltfelagsformaðurin hel-
dur ikki fyri, hvussu fegin
hann er fyri sáttmálan.
– Tað skerst ikki burtur at
á fíggjarliga økinum eru
ítróttarfeløgini í Suðuroy
nógv verri fyri enn feløgini
norðanfyri, har fyritøkurn-
ar eru bæði nógv fleiri og
nógv pengasterkari enn tær
eru í Suðuroynni. Tað
skerst heldur ikki burtur, at
feløgini í Suðuroy hava
nógv størri ferðaútreiðslur
enn feløgini norðanfjørðs.
– Tì eru vit ómetaliga fe-
gin fyri at hava ein sam-
starvsfelaga á staðnum,
sum er so áhugaður í fel-
agnum, at hann er sinnaður
at stuðla okkum so dyggi-
liga, at vit eru før fyri at
kappast við onnur feløg í
fremstu røð.
Her hugsaði hann ikki
bara um 1. deild hjá monn-
um, men vísti á, at ung-
dómsliðini hjá VB vinna
rættiliga nógv, eins og
kvinnurnar vunnu greipina
í hondbólti fyrr í ár, eftir at
havba ligið heilt frammi
undir í nógv ár.
Hóast VB eisini hevur
nógvar aðrar, dyggar stuðl-
ar, er tað Suðuroyar Spari-
kassi, sum er høvuðsstuðul
hjá Vágs Bóltfelag og John
Henrik Holm sigur, at tað
er ikki yvir at dylja, at tað
er stuðulin frá Sparikassan-
um, sum ger, at tað yvir-
høvur ber til hjá VB at
kappast
ímillum
tey
fremstu.
– Stuðulin frá Suðuroyar
Sparikassa er ein stórur
partur av høvuðsgrundar-
lagnum undir felagnum,
leggur hann afturat.
Langt samstarv
Per Jacobsen, sum er
marknaðarleiðari í Suður-
oyar Sparikassa, sigur, at
Sparikassin og Vágs Bólt-
felag munnu vera ímillum
elstu samstarvsfelagar yvir-
høvur í Føroyum, tí síðani
fyrst í sjeytiárunum hevur
Suðuroyar Sparikassi verið
stuðul hjá VB hvørt einasta
ár -uttan tað eina árið.
–
Stuðulssáttmálarnir
hava allir verið ímillum
Sparikassan og 1. deild
menn, men seinni er eisini
sáttmáli gjørdur við 1. deild
kvinnur í hondbólti.
Men sáttmálin, sum part-
arnir skrivaðu undir týs-
kvøldið er ein felagssátt-
máli, sum umfatar bæði 1.
deild kvinnur í hondbólti
og 1. deild menn í fótbólti
undir einum og tað er fyrstu
ferð, at tað verður gjørt.
Upplýst
verður
ikki,
hvussu stórur stuðulin er,
men Per Jacobsen sigur, at
sjálvsagt skulu báðir partar
fáa gagn av sáttmálanum.
– Fyri VB merkir sátt-
málin
ein
fíggjarligur
styrkur til at reka felagið
sum nútíðin krevur og har
peningur fær størri og størri
týdning.
Fyri Suðuroyar Spari-
kassa merkir sáttmálin, at
hann staðfestir sítt pláss í
lokalsamfelagnum og verð-
ur ein natúrligur partur í tí
ungdómsarbeiði, ið eitt
felag sum VB, stendur fyri.
Hann sýtti heldur ikki fyri,
at avtalan sjálvandi gevur
Suðuroyar Sparikassa stórt
lýsingavirði við teimum
lýsingum, sum ítróttarfólk-
ið hevur, bæði heima og tá
ið tey ferðast kring landið.
Hann legði tó afturat, at
góð úrslit skapa størri
áhuga hjá áskoðarum og
tað ger eisini áhuga at lýsa
enn størri.
So hóast landskappingin
er byrjað illa hjá VB, vón-
aði hann, at tað fer at ganga
framá.
Og tað hevði hann vónir
um, tí sum hann segði:
Ofta koma tey bestu úrslit-
ini, tá ið ein minst væntar
tað.
Suðuroyar Sparikassi gull verdur
fyri Vágs Bóltfelag
Per Jacobsen, marknaðarleiðari í Suðuroyar sparikassa, vinstrumegin, og John Henrik Holm, formaður í VB, skrivaðu undir nýggja
stuðulsavtalu týskvøldið. Aftanfyri fylgja áhugaðir leikarar við, frá vinstru eru teir Palli Augustinussen, Milan Kulic, Eyðun
Jacobsen og Bjarni Johansen, liðskipari
Henrik Old,
løgtingsmaður
Nú ið tilboðini liggja á
borðinum um prís fyri gerð
av samferðsluhavn á Tron-
gisvágsfirði er tað av stór-
um áhuga at fáa at vita, um
landsstýrið hevur tikið við
stóru sparingarnar at knýta
samferðsluhavnina
og
tunnilsgerðina Øravík -
Hov saman.
Sostatt fyriliggur ein
fastur prísur uppá sam-
ferðsluhavnina, og harvið
liggur eisini púra fast hvar
útbjóðararnir hava rokna
við at tilfarið til sam-
ferðsluhavnina skal takast
frá. Tað er óhugsandi at
nøkur byggifyritøka kann
geva ein fastan bindandi
prís uttan heilt greitt at vita
hvar ið alt tilfarið til havn-
ina kann útvegast.
Tað kom greitt fram
undir drúgvu viðgerðini í
vinnunevndini at bara við
at taka tilfarið úr tunnlinum
Hov - Øravík kundi sparast
15 mió. umframt tað at
munandi prísmunur var á
tunnlinum, sum landsverk-
frøðingurin ætlaði at gera,
og tann sum fyritøkan sum
gjørdi tunnilin um vest-
mannasund hevði í upp-
skoti. Har var munurin
helst aðrar 15-20 mió. Og tí
er av alstórum týdningi
beinanvegin at fáa at vita,
hvar tilfarið til samferðslu-
havnina verður tikið frá.
Sum øllum kunnugt so
samtykti løgtingið við 2.
viðgerð við stórum meiri-
luta - bert ein atkvøða var
ímóti - uppskotið hjá
vinnunevndini um at alt til-
farið til samferðsluhavnina
skuldi takast úr tunnlinum
Øravík - Hov, við tí stóru
sparing tað innibar. Men
eftir ynski frá Tjóðveldis-
flokkinum, so bleiv upp-
skotið við 3. viðgerð broytt
soleiðis at ikki alt tilfarið,
men í mest møguligan mun
skuldi tilfarið takast úr
tunnlinum Øravík - Hov.
Tað kann væl ikki hugs-
ast at tann eina stemman,
sum var ímóti við aðru við-
gerð kann hava havt so
stóra ávirkan á endaligu
samtyktina við 3. viðgerð,
at risikoin er at lítið og
einki tilfar verður tikið úr
tunnlinum, sum so eisini
ber í sær stóran meirkostn-
að fyri hesar báðar verkætl-
anirnar.
Eisini eigur at verða mint
á, at kanningarúrslit fyri-
liggur um borðing millum
Øravík og Fámjin, sum er
ein sera stuttur, men nyttig-
ur tunnil. Við at bora hetta
strekki, sum helst kann
gerast efir nøkrum vikum,
kundi tilfar beinanvegin
fingist til samferðsluhavn-
ina, meðan bíða var til klárt
var at bora millum Øravík
og Hov.
Tí er tað av stórum áhuga
fyri almenningin at fáa svar
uppá henda spurning frá
landsstýrismanninum
í
samferðslumálum Bjarna
Djurholm:
Hvar hava tær byggifyri-
tøkur, sum hava bjóða uppá
samferðsluhavnina á Tron-
gisvágsfirði rokna við at
taka tilfarið frá?
Spurningur til Bjarna Djurholm í samband við
samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði
UTTAN ÚR HEIMI
Leita eftir stolnum
flogfari
USA og fleiri lond í Afrika leita eftir einum Boeing
727 ferðamannaflogfari, sum varð stolið í Angola í
síðsta mánað. Amerikanarar og aðrir stúra fyri, at yvir-
gangsmenn kunnu hava ætlanir um at nýta flogfarið í
einari atsókn.
Tær fyrstu gitingarnar søgdu, at eitt stríð um pengar
var orsøkin til, at flogfarið varð stolið, men sambært
blaðnum Washington Post stúrir fregnartænastan CIA
fyri, at yvirgangsmenn ætla at nýta flogfarið í einum
álopi á onkran afrikanskan bý eins og í álopinum á
World Trade Center í New York.
Tað 28 ára gamla flogfarið hevði staðið á einum flog-
vølli í Angola í eitt ár, tá tað brádliga hvarv. Amerik-
anska flogfelagið American Airlines hevur átt flogfar-
ið, men seinastu árini hevur tað flogið leiguferðir fyri
eitt felag í Miami. Amerikanskir fylgisveinar hava tikið
myndir av flogvallum um allan heim í royndini at finna
flogfarið, men higartil uttan úrslit.
Vinstravongurin skal
framat
Al Gore, sum var varaforseti hjá Bill Clinton, og sum
royndi at gerast amerikanskur forseti fyri trimum árum
síðani, roynir nú at stovna eina nýggja útvarps- og sjón-
varpsrás, har vinstrasinnaðar kreftir í USA skulu
sleppa til orðanna.
Sambært tíðarritinum Time heldur Al Gore, at tær
republikansku kreftirnar í USA hava alt ov stórt vald á
landsins loftmiðlum. Hugtakið "frælslyndi" skal fáa
rúmar ræsur á teirri nýggju rásini. Í USA verður hetta
orðið vanliga nýtt um tað, sum hesumegin Atlantshavið
verður nevnt radikalt ella vinstrasinnað.
Sambært Time kannar Al Gore í løtuni møguleikar-
nar fyri at fáa fígging til ta nýggju útvarps- og sjón-
varpsrásina. Al Gore er sjálvur fyrrverandi tíðinda-
maður.
Finst at stjórnini
Fyrrverandi CIA-stjórin Stansfield Turner telist nú eis-
ini millum teir amerikanarar, sum halda, at stjórnin hjá
George W. Bush, forseta gjørdi alt ov nógv av, tá hon
umrøddi hópoyðingarvápnini hjá Irak.
- Eg eri sannførdur um, at teir gjørdu alt ov nógv av,
annaðhvørt tí teir høvdu fingið skeivar upplýsingar,
ella tí upplýsingarnar vórðu tulkaðar skeivt. Í øllum
førum varð alt ov nógv gjørt burtur úr hópoyðingar-
vápnunum, um tey yvirhøvur eru til, sigur Stansfield
Turner.
Hann var stjóri í CIA frá 1977 til 1981, og tað hevur
ikki verið siðvenja í USA, at fyrrverandi stjórar í fregn-
artænastuni finnast at myndugleikunum.
Máttmikil skrivari tikin
Amerikansku hermenninir hava tikið ein av næstu
medarbeiðarunum hjá Saddam Hussein.
Talan er um generalin Abid Hamid Mahmud, sum
sambært amerikanska verjumálaráðnum var høgra
hond hjá Saddam Hussein, og hann er tann hægsti av
teimum iraksku leiðarunum, sum er tikin síðani
kríggið. Alment var generalurin skrivari hjá fyrrver-
andi forsetanum, men amerikanarar vilja vera við, at
hann hevði eisini ábyrgdina av trygd forsetans.
Bretskar fregnartænastukeldur siga, at Abid Hamid
Mahmud var eisini leiðari fyri iraksku fregnartænast-
uni, og at hann hevði stóra ávirkan á herleiðsluna og
trygdartænastuna. Bretar vilja eisini vera við, at gener-
alurin hevði heimild til at ógilda samtyktir hjá stjórnini
í Bagdad.
Ein fyritøka í Bret-
landi er í ferð við at
gera eitt serlig slag av
stólum til ferða-
mannaflogfør. Stólar-
nir skulu eftir ætlan-
ini avdúka møguligar
yvirgangsmenn.
-Vagar tower. Hetta er
Speedbird
770.
Stólur
nummar 26B vísir eitt óró-
ligt ferðafólk, sum sveittar.
Vit halda, at vit hava ein
yvirgangsmann umborð og
biðja um loyvi at neyð-
lenda.
Hetta ljóðar kanska sum
eitt brot úr einum óhugna-
ligum framtíðarfilmi, men
sambært bretsku fyritøkuni
QinetiQ er tað als ikki
ómøguligt at gera flogfara-
stólar, sum kunnu avdúka
møguligar yvirgangsmenn
millum ferðafólkini.
Granskarar hjá fyritøkuni
hava gjørt ein flogfarastól,
sum við trýstmátarum og
aðrari útgerð kann siga ein
heilan hóp um ferðafólkini.
Eitt nú kunnu starvsfólkini
í flogfarinum síggja, um
ferðafólk sveitta, hvussu
heit tey eru, og um tey eru
rólig ella ikki.
Bretska fyritøkan roknar
við, at teir fyrstu stólarnir
av hesum slagnum kunnu
setast í flogfør um eitt ár.
Stólarnir í flogførum kunnu
avdúka yvirgangsmenn
Fráfarni finski for-
sætisráðharrin, An-
neli Jæætenmæki,
heldur seg ikki hava
gjørt nakað skeivt.
Tey, sum standa henni
nær, halda, at hon
varð feld, tí hon er
kvinna.
FINNLAND
Árni Joensen
Mikukvøldið
góðkendi
Tarja
Halonen,
forseti,
umsóknina frá Anneli Jæ-
ætenmæki um at verða
loyst úr forsætisráðharra-
starvinum.
Kreppan, sum sambært
finskum eygleiðarum er
tann álvarssamasta í Finn-
landi í mong ár, byrjaði, tá
Anneli Jæætenmæki varð
skuldsett fyri at hava sagt
ósatt í Ríkisdegnum um
nøkur loynilig skjøl, sum
komu fram undir valstríðn-
um fyri trimum mánaðum
síðani. Anneli Jæætenmæki
avsannaði, at hon hevði
fingið tey loyniligu skjølini
úr uttanríkisráðnum, men
mikudagin kom fram, at
hetta var ikki allur sann-
leikin.
Sjálv
heldur
Anneli
Jæætenmæki ikki, at hon
gjørdi nakað skeivt, men
hon hevði ongan annan
møguleika enn at fara frá, tí
sjálvt ikki hennara egnu
floksfelagar í Miðflokkin-
um vildu styðja aftan á
avdúkingina.
Maud Olofsson, sum er
formaður í svenska Mið-
flokkinum, heldur, at á tí
politiska pallinum í Finn-
landi eru tað mong, sum
fegin vildu sleppa at leggja
fót fyri forsætisráðharran.
Tað er óvanligt, at ein
kvinna kemur so langt í
finskum
politikki,
har
menninir hava at kalla alt at
siga. Tað er einki at ivast í,
at mong hava verið ímóti
henni, og tað fekk hon nú at
kenna, sigur Maud Olofs-
son.
Tann 48 ára gamla Anneli
Jæætenmæki er tann fyrsta
kvinnan, sum hevur verið
finskur forsætisráðharri.
Men hon fekk bara 63
dagar í starvinum.
Feld tí hon er kvinna?
Anneli Jæætenmæki fekk bar 63 dagar í finska forsætisráðharrastarvinum
C
M
Y
K
17
16