fríggjadagur 20. juni 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 114 - 20. juni 2003
19
eitt av fjúrtan fólkum til ar-
beiðis á stovninum.
Stovnurnar hava fingið
nøvnini Aldan, Glaðan,
Bylgjan og Báran. Torført
var at finna hóskandi stað-
arnøvn úr nærumhvørvin-
um, so tey leita sær oman í
fjøruna eftir íblástri.
Eftir røðurnar sang Mal-
an Thomsen fyri børnunum
og teimum vaksnu, meðan
Finnur Hansen spældi aft-
urvið.
Og so var ikki neyðugt
hjá børnunum at sita still
longur. Foreldur og børn
kundu í felag flyta seg runt
á stovninum, sum kortini
ikki er heilt ókendur fyri
flest teirra. Men týsdagin
varð hann so alment tikin í
nýtslu, og barnaríka um-
hvørvið hevur nú fingið eitt
nýtt frámerki.
Hendan serliga dagin var sjálvandi okkurt gott at fáa. Har var
sjálvandi onkur, men børnini skulu eisini eta sunt
Sofía Nattestad skal standa á odda fyri tveimum fjúrtan
starvsfólkunum á Dagstovninum við Løgmannabreyt
Ein rúgva av fólki var komið saman, nú Dagstovnurin við Løgmannabreyt alment lat upp
19
18
Nr. 114 - 20. juni 2003
Eitt hitt barnaríkasta
umhvørvið í landin-
um hevur nú fingið
ein nýggjan barna-
garð. Seksti børn
skulu hava sína dag-
ligu gongd á Dag-
stovninum við Løg-
mannabreyt
STOVNUR
Orð:Heri á Rógvi
Myndir: Jens Kristian Vang
Tað er valla langt frá sann-
leikanum, at Løgmanna-
breyt í skrivandi stund er
ein hin barnaríkasti býling-
urin í Føroyum.
Nýggju útstykkingarnar
seinnu árini hjá Tórshavnar
kommunu hava fyrst og
fremst savnað barnafam-
iljur í Hoyvíkshaganum.
Gøturnar við løgmanna-
nøvnum gerast støðugt
fleiri. Og har í grannalagn-
um – eins og aðrastaðni í
høvuðsstaðarkommununi –
er stórur tørvur á barnaans-
ing. Størsti parturin av
børnunum í nýggja stovn-
inum búgva ikki so langt
frá dagstovninum, men
onkri eru koma eisini frá
útjaðaranum í kommununi.
Týsdagin lat so tann
nýggjasti dagstovnurin í
kommununi alment upp.
Fleiri standa í gerð, og upp-
aftur fleiri eru komnir
seinnu árini. Fyri smáar
níggju millónir við øllum
stendur hesin nýggi dag-
stovnurin klárur at taka í
nýtslu.
Og henda týsdagin, tá
børnini og foreldur kunnu
fegnast um eitt nýtt fast til-
haldsstað, er hýrurin góður.
Tey nógvu børnini síggjast,
merkjast og mest av øllum
hoyrast. Tað er ymiskt,
hvussu lætt ella torført tað
er hjá børninum at vera
foreldrini fyriuttan. Hendan
dagin eru tey møtt upp í
stórum tali, men vanligar
dagar verða børnini einsa-
møll við starvsfólki og
hvørjum øðrum.
Í tí stóra og heila tykjast
fólk eisini at vera nøgd við
nýggja stovnin. Tað er
byggifelagið hjá býráðslim-
inum Høgna Mikkelsen,
sum hevur smíðað. Stovn-
urin er til seksti børn – 36 í
barnagarð og 24 í vøggu-
stovu.
Men
áðrenn
børnini
sleppa at royna køkurnar og
annað gott, sum er fingið til
vega í sambandi við dagin,
so skulu tveir menn í slipsi
líka siga sítt. Borgarstjórin,
Jan Christiansen, leggur
fyri, og hann handar eisini
stovninum eina gávu, sum
er ein fotomynd. Eisini for-
maðurin
í
menta-mála-
nevndin
hjá
býráðnum,
Heðin Mortensen. Røðurnir
líktist hvørjari aðrari, og
báðir løgdu teir dent á, at tað
er eitt av aðalendamálunum
hjá sitandi samgongu, at
ansingartørvurin í komm-
ununi skal verða nøktaður,
áðrenn hetta valskeiðið er
runnið komandi ár.
Eisini leiðarin á stovnin-
um, Sofía Nattestad, segði
nøkur orð. Hon er útbúgvin
pedagog og hevur drúgvar
royndir ymsastaðni frá.
Sjálv heldur hon, at nýggi
stovnurin er góður.
– Karmarnir eru góðir, og
nú skulu vit geva stovnin-
um eitt innihald, segði So-
fía Nattestad, sum verður
Barnadagur við Løgmannabreyt
Tað er strævið at lurta eftir
teimum vaksnu, sum tosa so
leingi. Men fyri hesar tríggjar
tóktist tað ikki at bila
Vár, t.v., og Lív skulu ikki halda til í nýggja dagsstovninum. Tær vóru komnir niðan við pápanum
Bent Jacobssen og systrini Malan, sum er ein av teimum seksti børnunum á nýggja dagstovninum
Súsanna Kruse dugir enn ikki at lesa so nógv, men hon kennir onkran aftur á myndunum
C
M
Y
K
18