Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 - 3. juni 2003 21 Nr. 114 • fríggjadagur • 4. juni 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo FCK og Todi eru á meistarakós Tepri sigurin í Brønd- by verður mettur at bera 50 milliónir krónur við sær, um tað sunnudagin eydnast FCK at vinna meistaraskapin BRØNDBY-FCK Jóannes Hansen S O S I A L U R I N - KEYPMANNAHAVN: Eitt eru pengarnir. Miku- kvøldið varð her í Keyp- mannahavn roknað við, at tá ið FCK ella Brøndby sunnudagin verður meist- ari, so ber hetta hálvt hundrað milliónir við sær í eyka inntøkum. Hóast bæði feløgini eru væl fyri, so eru 50 milliónir eisini pengar. Men fyri viðhaldsfólkini er spurningurin um at vera nummar eitt meiri enn milliónir. Tað snýr seg um heiðurin og umdømið hjá felagnum, og tað snýr seg um, hvør næsta árið skal hyggja niður á hvønn. »Vi ligger nummer et!« Soleiðis gelti tað fram ímóti dystarenda av Faxe tribununi, har tey mest víð- gongdu Brøndby viðhalds- fólkini høvdu gjørt um seg, síðani tveir tímar undan dystarbyrjan. Kanska var tað sangur — sera falskur sangur — ella heldur var tað róp. Síðstu løtuna var tað í ovfarakæti. Kendu fyrrverandu Brøndby við- haldsfólkini aftanfyri okk- um á pressuplássunum tóktust eisini hava tað fínt, nú dysturin tóktist skula enda málleysur. Evnaríki unglingamálverjin Casper og pápi hansara Peter Schmeichel hugnaðu sær saman við Søren Colding og smíltust um alt fimm oyra. Fríðrikur krúnprinsur sat eitt sindur aftari og var óalmennur, um tað ber til hjá einum ungum manni í hansara støðu ikki at vera ein almennur persónur. Iva- leyst helt hann við felagn- um úr kjarnuni í kongens København. Men hann dugdi væl at halda sær í teymunum. Og so var tað, at alt vend- ist á høvdið. Hjalte Nørre- gaard var á rætta plássinum og setti fótin undir flata innleggið frá Ole Tobiasen. Báðir vóru teir komnir á vøllin, tá ið eyka guva skuldi setast undir FCK ketulin fyri at fáa málið, sum var munurin millum dag og nátt. Netmeskarnir aftanfyri Brøndby málverj- an spílaðust út. Á Faxe trib- ununi aftanfyri rann fjøldin í stein, Schmeichel hevði hug at leita eftir hand- klæðnum, sum hann plagar at taka upp fyri andlitið, tá ið tað ikki hevur gingið so- leiðis, sum hann hevði ætl- að tað, og í hinum endanum Todi Jónsson var á vøllinum fyrsta tíma av brakinum móti Brøndby, áðrenn hann varð skiftur út við Peter Møller Føroyski spælarin kennist ikki við tíðindini, sum TV3 bar mikukvøldið ÚTISETI Jóannes Hansen S O S I A L U R I N - KEYPMANNAHAVN: Todi Jónsson er leikbann- aður í stóru finaluni í Park- ini sunnudagin. Hetta var staðfestingin hjá TV3 frá- søgumanninum, Carsten Werge, tá ið dómarin í 22. minutti hevði stungið osta- flísina fyri næsarnar á Toda Jónsson. Í Klaksvík var nógv tosað og ringt mikukvøldið og hósmorgunin. Fleiri av teimum næstu og vin- monnum hjá Toda hava ætlað sær í Parkina sunnudagin, men hugurin til hetta er ikki tann sami, um Todi ikki verður á vøllinum. Ert tú leikbannaður ímóti AGF? - Eg havi kannað málið í morgun, og eg havi fingið at vita, at eg eri ikki leik- bannaður í síðsta umfar- inum, sigur Todi Jónsson. Á heimasíðuni hjá fck.dk sæst, at eingin er leikbannaður ímóti AGF. Tá ið vit spyrja á FCK skrivstovuni, um Todi Jónsson er leikbannaður ímóti AGF og siga teimum, at TV3 bar hesi tíðindini mikukvøldið, eru teir kløkkir. Teir skulu beinanvegin kanna málið, og um tað er nakað í hes- um, skulu teir innan hálvan tíma leggja søguna á heimasíðuna. Stutt undan evstamarki okkara varð staðfest á heimasíðuni hjá FCK, at Todi er ikki leikbannaður til dystin móti AGF. Tað hevði verið mest sum ov nógv av tí góða. Tá ið FCK í fyrraárið vann DM, var Todi Jónsson ikki á liðnum í síðsta umfarinum, tí hann var skaddur. Roknar tú við at vera á liðnum ímóti AGF? - Tað vóni eg so sanni- liga, men eg veit tað sjálv- andi ikki. Eg eri í hvussu so er tøkur, og eg havi seinastu tíðina kent meg rættuliga í hitanum, so tað vóni eg, sigur Todi Jónsson. Í Keypmannahavn verður tað roknað sum rættuliga sannlíkt, at liðið hjá FCK ímóti AGF fer at síggja soleiðis út, sum tað gjørdi mikukvøldið. Møguliga verður ein broyting. Hon er tann, at Morten Bisgaard ikki verður millum teir fyrstu ellivu. Um Jørgen Pettersson verður tøkur, verður hann kanska í høgru, og so kann tað eisini hugsast, at málskjúttin mikukvøldið, Hjalte Bo Nørregaard, fer at fáa møguleikan ímillum teir fyrstu ellivu. Todi er ikki leikbannaður rungaðu rópini frá hvít- klæddu FCK áskoðarunum Vi ligger nummer et!!, og tá ið tað var vorðið keðiligt, yrktu teir Hvad nummar ligger I?? FCK áskoðararnir vóru ikki so heilt nógvir. FCK stóð í boði at selja 4.500 at- gongumerkir, men teir sendu trý túsund út aftur í Brøndby. Áskoðararnir hjá teimum hvítu halda so lítið um teir gulu og bláu, at bara fimtan hundrað hirdu at fara út í Brøndby. Heldur valdu 6.000 FCK áskoðarar at møta upp í Parkini, har teir mikukvøldið vístu stór- dystin í Brøndby á stórskíggja. Kráka líkst best á unga sín Á pressuplássunum var lag- ið eisini upp og niður. Svensku tíðindamenninir frá Expressen og øðrum bløðum og útvarpsstøðum tótkust halda við Brøndby og Mattias Jonsson, sum lítla løtu undan einasta mál- inum hevði havt risa møgu- leika at skora og harvið tryggja Brøndby meistara- heitið. Men tá ið teir nú mistu søguna um, at teirra landsmaður hevði gjørt Brøndby til meistarar, so fingu teir eina aðra. Hon var, at Mattias var orsøkin til, at Brøndby ikki vann DM! Norsku tíðindamenninir fylgdu serliga Mykland. Bæði umboð fyri skrivaðu pressuna og fyri TV2 Norge. Mykland stríddist væl í verjupartinum, meðan hann hevði tað eitt sindur torførari í framrættaða spælinum. Søgan hjá teim- um mundi venda tann vegin, at tað var avloysarin hjá Mykland, Ole Tobiasen, sum hevði lagt innfyri, tá ið FCK fekk sigursmálið. Undir liðini á umboðun- um fyri Sosialin og Dimmalætting sat ein ungverji. Hann býr í Keyp- mannahavn og arbeiðir hjá Københavns Boldspil Uni- on. Mikukvøldið vóru ør- indini hjá honum fyri ung- verskt blað at fylgja við í, hvussu tað gekst Raboczki í FCK málinum. FCK mál- verjin hevði lítið og einki at gera. Sama støða sum hjá Toda Ein minutt og fjøruti sek- und eftir dystarenda flokk- aðist pressan um Hjalte Bo Nørregaard. Fyri Toda Jónsson, Peter Møller, Zuma og nógvum av hinum hvítklæddu monnunum var áhugin hesa ferð ikki so stórur. Gloypibitin var maðurin, sum hevði verið ígjøgnum so ógvuliga nógv, áðrenn hann í góðveðrinum gjørdist tann stóri prins- urin. Í vár hevur støðan hjá Hjalte Bo Nørregaard verið tann sama, sum hon hevur verið hjá Toda Jónsson. Nørregaard, sum er sonur fyrrverandi KB miðvallar- an Klaus Nørregaard, vildi ikki skriva undir sáttmála- uppskotið, sum Niels- Christian Holmstrøm legði fyri hann í vetur. So varð hann settur út í kuldan, men hann hevur strítt seg aftur í hitan, og tá ið Todi Jónsson og FCK síðsta fríggjadag skrivaðu undir nýggjan sáttmála, gjørdu Hjalte Nørregaard og FCK tað eisini. Hjalte byrjaði á beinkin- um mikukvøldið. Hann ætl- aðist ikki at hava serligan leiklut. Man tá ið tað ikki gekk, sum FCK hevði ætl- að, varð 21 ára gamli mað- urin settur á miðvøllin í høgru. Morten Bisgaard, sum í 1. hálvleiki hevði fluktað omanfyri Brøndby málið, hevði ikki fingið so nógv burturúr. Veikleikin í Brøndby verjuni tóktist vera í vinstru, har Kim Daugaard ikki var á plássi, sum hann áður hevur roynt seg so nógv í áður. Uppspælið kom júst úr høgru. Men tá var Hjalte Bo Nørregaar inni undir málinum. Vongverjin Ole Tobiasen, sum áður hevur spælt í Ajax Amsterdam, men sum hevur verið illa plágaður av krossband- skaðum, var í høgru, legði innfyri, og so var Hjalte har. - Eg eri so glaður, var tað, sum hann - á sama hátt sum gamli Bør Børson segði í taluni, tá ið junior var gift- ur! — fekk burturúr sær, og tað smurdu bløðini við breiðum pensli á ítróttar- síðurnar! Tilvildin Hans Backe, FCK venjarin, tóktist næstan at missa tamarhaldið á sær sjálvum í ovfarakæti, tá ið Hjalte Bo Nørregaard hevði skorað. Men tað var skjótt, at hann aftur var fattur, sum hann plagar, tá ið pressan flokk- aðist um hann: - Tilvildin avgjørdi, stað- festi hann, og útvarp, sjón- varp og bløð bóru boðini víðari. Michael Laudrup hevði kent deymin av gull- inum, og tí sigur tað seg sjálvt, at hann og allir hinir í Brøndby leguni vóru vón- brotnir. Men hann var eisini fattur: - Nú mugu tit geva okk- um loyvi at vera vónbrotn- ar. Eg rokni við, at tit allir skilja okkum, var viðmerk- ingin hjá besta danska fót- bóltsspælaranum nakrantíð. FCK-venjarin fegnaðist sjálvandi um sigurin, men hann mátti tó viðganga, at tilvildin hesa ferð hevði0 verið í parti við FCK Nr. 114 - 20. juni 2003 21 21 C M Y K 20