Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 114 - 20. juni 2003 Føroyski álopsspælar- in góðtekur, at hann varð skiftur út, tí spælið varð ikki skip- að soleiðis, at hann og Zuma kundu fáa nógv burturúr ÚTISETI Jóannes Hansen SOSIALURIN-KEYP- MANNAHAVN: Tað skal stríðast og drívast á, inntil dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð. Tað vita øll, sum fáast við fótbólt, og veruleikin í hes- um varð rudduliga undir- strikaður mikukvøldið á Brøndby stadion. Dómarin legði fýra minuttir afturat vanligu leiktíðini (TV3 fekk tað til at vera tríggjar minuttir), og vísarin var farin meiri enn tvær ferðir eyka runt, tá ið FCK fekk málið, sum bar við sær, at nú eru tað fyrst og fremst teir, sum sunnudagin skulu gera av, um teir skulu vinna DM ella ikki. - Á stutta taktikkfundin- um, sum vit høvdu, áðrenn vit fóru út í Brøndby, segði Hans Backe við okkum, at tað skuldi stríðast og spæl- ast alla tíðina. Eisini eftir at vanliga leiktíðin var farin, og so legði hann afturat, at tað bar væl til at fáa avger- andi málið, tá ið 93 min- uttir vóru farnir, visti Todi Jónsson at siga, tá ið stríðið var av, og sigurssælir FCK spælarar og leiðarar hittu pressuna. Trúði tú uppá tað? - So leingi, sum tað bara snýr seg um eitt mál, og tað framvegis verður spælt, so er møguleikin har. Men sjálvandi sá tað svart út, tá ið tað var so lítil tíð eftir. Eg haldi, at Brøndby gjørdi eitt stórt mistak, tá ið teir sum 2. hálvleikur leið, høvdu alt meiri hug at traðka á bremsuna. Soleiðis er tað bara. Uttan at vita av tí, so leggur tú alt størri dent á verjuspælið, tá ið tað líður ímóti dystarenda, og tú situr við langa endanum. Men nú eydnaðist tað hjá okkum, og harvið er tað upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu vinna DM ella ikki. Men tað er týdningarmikið at hava bæði beinini á jørðini og minnast til, at vit hava ikki vunnið DM enn. Men tað verður neyvan nakar trupulleiki? Treytin er, at vit sunnu- dagin skulu vinna ímóti AGF í Parkini. Brøndby fer heilt víst at vinna í Silke- borg. Um teir gera tað, so verður neyðugt hjá okkum at fáa øll stigini ímóti AGF, tí Brøndby hevur betri mál- mun, enn vit hava. Tí er ikki nóg mikið við javnleiki hjá okkum. Men tá ið vit eru komnir so mikið langt, at tað er upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu vinna DM ella ikki, so eiga vit at megna upp- gávuna. Um vit ikki fara at gera tað og missa meistara- heitið, so hava vit ikki uppiborið at vinna tað. Men tað verður í hvussu so er eingin trupulleiki at seta okkum upp til avbjóðing- ina. Torførar umstøður Todi Jónsson var á vøllin- um fyrsta tíman. So varð hann skiftur út við Peter Møller. Fekst tú at vita í steðgin- um, at tú ikki fórt at vera so leingi á vøllinum eftir steðgin? - Nei, tað søgdu teir einki um. Men tað kom ikki heilt óvæntað á meg, at eg varð tikin út. Tað var ikki fyrrenn í síðstu viku, at eg aftur var førur fyri at venja við fullari ferð, eftir at eg havi verið skaddur í næstan tríggjar vikur. Eg havi runnið, men eg havi ikki fingið vant saman við hinum fyrrenn fyri einari viku síðani. Eg havi heldur ikki spælt so nógv. Tí sigur tað seg sjálvt, at dystarvenjingin ikki er, sum hon eigur at vera. Ert tú nøgdur við avrikið hjá tær hesa ferð? - Eg haldi ikki, at vit í álopinum høvdu so nógvar møguleikar. Spælið hjá okkum myndaðist upp á tann mátan, at tað fyri tað mesta vórðu langar sending- ar, sum vóru lagdar fram ímóti Zuma og mær. Per Nielsen og Dan Anton Jo- hansen í miðverjuni hjá Brøndby eru sera góðir í luftspælinum. Tað er lættari hjá verjuspælarunum, sum so at siga venda rætt, og tor- førari hjá álopsspælarunum, sum venda skeivt, tá ið høgu sendingarnar koma. Tí var tað torført hjá okkum. Kundi tú havt gjørt okkurt øðrvísi í kvøld? - Aftaná eitt sovorðið drama hugsar man støður- nar fleiri ferðir umaftur. Sum sagt so fingu vit ikki so nógv at arbeiða við har frammi. Onkra ferðina fingu vit bóltin uttanfyri brotsteigin hjá teimum. Tá royndu vit at spæla okkum ígjøgnum, men tað var torført, tí teir vóru so nógv- ir rundanum okkum. Kanska áttu vit at verið meiri avgjørdir og heldur roynt við skotum. Tá ið so nógvir eru fyri, so er møgu- leikin størri fyri, at mál- verjin sær bóltin og seint, ella at bólturin tekur í onkr- an verjuspælara og harvið kanska snýtir málverjan. Todi: Vit skuldu havt skotið meiri - So leingi, sum tað bara snýr seg um eitt mál, og tað fram- vegis verður spælt, so er møguleikin har. Men sjálv- andi sá tað svart út, tá ið tað var so lítil tíð eftir, helt Todi eftir brakið mikukvøldið Silkeborg flutti mikukvøldið niður í næstbestu deildina saman við Køge SUPERLIGAN Jóannes Hansen SOSIALURIN-KEYP- MANNAHAVN: Mikukvøldið gjørdist tað ein veruleiki, sum sunnu- dagin ikki kundi gerast til annað. Silkeborg, sum í fimtan og eitt hálvt ár hevur verið partur av bestu donsku fótbólts- deildini, flutti niður í næstbestu deildina. Tað gjørdu teir, tá ið teir á útivølli í Odense taptu 4-3 ímóti OB. Fyri hálvum sekstanda ári síðani var tað á sama vølli og við sama venjara,Viggo Jen- sen, at Silkeborg flutti upp í bestu deildina. Ta ferðina var tað eftir at hava vunnið á B1909. Langt síðani niðurflutta Køge legði rygg til eyð- mýkjandi 6-1 tap í Vi- borg. Søren Frederiksen skoraði trý mál, og harvið gjørdist hann spælarin, sum í stívliga tíggju ára gomlu søguni hjá super- liguni hevur skorað flest mál. Frammanundan átti Heine Fernandez metið við 132 málum. Farum á veg Fyrr í vikuni nevndu vit møguleikan fyri, at Jákup Mikkelsen nú skal flyta úr Molde og til Farum. Tíð- indini eru framvegis ikki váttaði. Men tað er í hvussu so er ein veruleiki, at Farum framvegis held- ur tørn um bronsuplássið og harvið møguleikan at spæla í Europa Cup. Mikukvøldið var Farum á útivølli í Gladsaxe, har teir vunnu 2-1 á AB. AGF fekk 1-1 á heimavølli ímóti Esbjerg. Harvið misti Es- bjerg triðja plássið. Talan var um níggjunda dystin hjá AGF upp í slag, uttan at teir hava tapt. Fyri føroysk- ar fótbóltsfjepparar, sum taka á við Toda Jónsson og FCK, er ikki at vóna, at AGF eisini fer at megna 10. dystin uttan at tapa. Nú kunnu teir í Århus í hvussu so er gleðast um, at teir hava tryggjað sær eitt ár afturat í bestu deildini. AaB vann 1-0 á FCM. Harvið datt FCM langt burtur frá bronsuplássin- um, og AaB eigur rættin til superligupláss. Í síðsta umfarinum, sum verður sunnudagin, er skráin henda: Esbjerg- AaB, FCK-AGF, FCM- øAB, Farum-Viborg, Køge-OB og Silkeborg- Brøndby. Farum á Eur- opa Cup kós Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 FCK 32 16 - 10 - 6 47 31 16 58 2 Brøndby (M) 32 15 - 11 - 6 58 31 27 56 3 Farum 32 15 - 3 - 14 48 58 -10 48 4 Esbjerg 32 12 - 11 - 9 65 56 9 47 5 OB (S) 32 11 - 12 - 9 53 49 4 45 6 Viborg 32 11 - 10 - 11 58 54 4 43 7 FCM 32 11 - 10 - 11 46 42 4 43 8 AaB 32 13 - 4 - 15 41 45 -4 43 9 AB 32 10 - 11 - 11 41 45 -4 41 10 AGF 32 10 - 10 - 12 47 55 -8 40 11 Silkeborg 32 8 - 9 - 15 48 51 -3 33 12 Køge 32 8 - 3 - 21 44 80 -36 27 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Jón Rói Jacobsen (Brøndby) C M Y K 22 Nr. 114 - 20. juni 2003 23 Á miðdegi fríggjadagin verður lutur kastaður um, hvørji mótstøðulið HB, NSÍ og KÍ fáa í Europa seinni í ár FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað verður við ikki sørt av spenningini, at umboðini hjá HB, NSÍ og KÍ fara til Nyon, har lutakastið til komandi europeisku fót- bóltskappingarnar verður avgreitt. Serliga hjá meistaraliðn- um er talan um munandi peningaupphæddir, sum kunnu vinnast, bara við at vera við í kappingini. Men henda upphædd kann ger- ast nógv størri, um tað eis- ini eydnast føroysku um- boðunum at vinna seg víð- ari í kappingini. Enn er hetta bert hent ta einu ferð- ina, tá ein lettiskur flúgvari ikki fekk sett seg í Vágum, soleiðis at HB kom víðari uttan at spæla heimadystin. Og hóast tey í havnarfel- agnum vóru sannførd um, at tað tá hevði verið gjørligt at vunnið 1-0 tapið á úti- vølli aftur, so er enn einki føroyskt lið, sum hevur leikt seg víðari. Nærmast við hava tey bæði havnar- feløgini verið, men B36 gjørdist akkurát ov stutt í 1992 við samlaðum 1-2 tapi fyri Avenir Beggen úr Luxemburg, og eftir at HB í 1998 hevði vunnið 2-0 á heimavølli móti finska Vaasa, taptu teir útidystin við fýra málum móti ong- um, so heldur ikki ta ferð- ina spurdist nakað burturúr. Veldst um lutakastið Hvussu verður hesaferð, er ilt at meta um, men tað skerst ikki burtur, at nógv veldst um lutakastið. Her er tað soleiðis, at liðini verða styrkismett undan lutakast- inum. Føroysku liðini eru í niðasta bólkinum, og tí er ofta trupult at finna nakað yvirkomuligt mótstøðulið. Ikki minst tí fleiri av lut- falsliga nýggju eystur- europeisku londunum enn ikki hava vunnið sær nóg nógv stig til at koma úr undankappingarbólkunum, hóast tað ikki er nakað at ivast í, at styrkin hjá hesum er øgilig. Lutakastið til kapping- arnar verður sum sagt fríggjadagin á miðdegi, og eru føroysku umboðini Steinfinn Mittelstein og Birgir Enghamar fyri meistararnar úr HB. Jákup Mortensen fyri steypavinn- ararnar úr NSÍ og Karl Birgir Isaksen fyri KÍ, ið sum triðja liðið er við í europeiskum høpi. Gøtu- menn eru í Inter-Toto kapp- ingini, og spæla teir sín fyrsta dyst um vikuskifti á útivølli í Moldava. Annars kann viðmerkj- ast, at heimadysturin hjá HB verður leiktur á Tórs- vølli, meðan KÍ og NSÍ hava gjørt av, at teirra dystir verða leiktir á Svanga- skarði. Fyrsta umfarið í kappsiglingini hjá Seglinum var á eystanstevnu KAPPSIGLING Tíðindaskriv Sunnudagin var kappsigl- ing á Skálafjørðinum, har 25 bátar luttóku. Tað var áhugafelagið Seglið sum saman við bátafelagnum á Bakka skipaði fyri tiltakin- um. Sum heild eydnaðist tað væl, sjálvt um einstakir trupulleikar vóru á leiðini. Um morgunin var stilli, fyrrapartin var hann sunnan har úti í fjørðinum, men um middagsleiti var eitt lot av landnyrðingi út eftir fjørð- inum. Siglt varð tí úteftir, soleiðis at starturin var í Søldarfirði og málið á Bakka. Manningarnar møttu kl. 13 í bátahylinum á Bakka, har teir fingu veg- leiðing um nýggju kapp- ingarreglurnar, útflýggjað nummur og luttakaralista. Í mun til undanfarin ár er kappingin hesaferð broytt nakað, soleiðis at bátarnir verða flokkaðir í tveir bólk- ar. Smærri bátar, sum eru smá 4-mannafør, og so størri bátar, sum eru stór 4- mannafør og størri. Stig verða givin fimm teimum fremstu bátunum í hvørjum bólki. Tá kappingin í summar er av verður »árs- ins sjógangari« funnin. Tað verður tann bátur, sum hev- ur fingið tað bestu plaser- ingina millum allar bátarn- ar í summar. Steyp ella virðislønir verða eisitni latnar fremsta bátinum í hvørjum bólki á hvørjari stevnu sær. Aftaná kappsiglingina hittust manningarnar í og uttan fyri felagshúsið hjá Bátafelagnum á Bakka til eina hugnaløtu, har steyp vórðu handað, segl vórðu mátað og ein kaffimunnur varð drukkin í góðveðr- inum. Úrslitið av fyrstu kapp- sigling í ár framgongur av yvirlitinum aðra staðni á síðuni. Mótstøðan verður funnin Jon Hestoy verður eygleiðarin, sum skal tryggja sær, at alt gongur rætt fyri seg, tá kappsvimj- ing verður í dokkini í Themse ánni um vikuskiftið SVIMJING Jákup Mørk Tann føroyingurin, sum man hava rokkið longst innan svimjing, er uttan iva Jon Hestoy, sum á sinni enntá var upptikin í Guinness-metbókini fyri 24-tíma metsvimjing. Tað metið er tó sligið fyri nøkrum árum síðani, og aktivu svimji-dagarnir hjá Jon eru eisini taldir, men hetta merkir tó ikki, at hann heilt hevur slept ítróttini. Eitt nú skal hann um vikuskiftið vera eygleið- ari í London, tá árliga svimjikappingin í Them- sen ánni er á skránni. Hetta er ein sokallað open-water kapping, har luttakararnir kappast á einum 5 kilometra lang- um teini. Sjálvur sigur Jon, at hansara leiklutur her bert verður at tryggja sær, at alt gongur fyri seg sam- bært fyriskrivaðu kapp- ingarreglunum, og at hann einki skal hava við sjálva dømingina at gera. Her er Jon annars ein av bert tveimum føroyskum altjóða dómarum. - Hetta hevur tó einki sum helst við dómara- gerningin hjá mær at gera. Eg skal bara vera á staðnum, undan og með- an kappast verður, og har skal so ansast eftir, at alt gongur fyri seg sambært reglunum. Um so okkurt mótmæli kemur, so skal eg taka støðu til tað, sig- ur Jon Hestoy. Umframt leiklutin sum eygleiðari, eru boð eisini eftir føroyska svimji- dómarum, tá EM-kapp- ingarnar eru á skránni. Henda uppgávu er ein partur av limaskapinum í einari nevnd undir Evro- peiska svimjisambandin- um, ið hevur ábyrgd av kappingum á sjónum, vøtnum og áum. Jon hev- ur sitið í hesari nevndini síðani 1998 og er skeiðið liðugt komandi heyst. Føroyskur eyg- leiðari í London Úrslit av kappsigling á eystanstevnu Størri bátar nr. navn heimst. manning stig 1 Svanur Skála John Mikkelsen 5 Sóleyð Mikkelsen 2 Malle Kollafjørður Oddmar Joensen 4 Marner Joensen 3 Niels í Nesinum Tórshavn Alfred Gullbein 3 4 Falkurin Strendur Kári Hansen 2 Remy Hansen 5 Nón Hósvík Agnar Olsen 1 Kristian Hansen Smærri bátar 1 Hoyvíksbáturin Hoyvík Egil Simonsen 5 Johan Simonsen 2 Leivur Kollafjørður Jón Nolsøe Olsen 4 Kristian Sivertsen 3 Vinur Tórshavn Óli Mikkelsen 3 Kári Mikkelsen 4 Dúgvan Glyvrar Rodmund Nielsen 2 5 Mia Glyvrar Kári í Garði 1 Bárður Nielsen Ársins sjógangari støðan eftir 1. umfar nr. navn bólkur 1 Hoyvíksbáturin smærri 2 Svanur størri 3 Leivur smærri 4 Malle størri 5 Niels í Nesinum størri Hoyvíkingur fremstur 25 tóku lut í fyrstu kappsiglingini í ár 23