Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosíalurin ) Nr. 40 — 26.FEBRUAR 1994 Síða 15 — Hví eru listafólk vandamikil Men hví eru hesi listafólk so vandamikil fyri tað ráa valdið allastaðni í heiminum? = Jú,títey duga at festa á blad, onkursvegna, NC tað sama, sum Oli Petersen dugir, ta vreiði farin hiðani. Sjålvi fáa tey skyldina, tí tey hava verið so býtt at valt politikar- arnar. Hver skal siga: Palleba og Mar- sanna skuldu frammanundan havt vitað tað, sum kom sum eitt skot fyri politikararnar og teyggjur av bú- skaparfrødingum og lógfréðingum (og bankastjórum, men teir vistu tað kanska?), ikki eiti á! Veruleikin er groteskur. Tann triðja síðan í hesi tekning er tann innantómi tjóðskapurin. Hetta verður lýst í tí håbærsliga navninum á snekkj- uni: Móðurlandið, men tað er brúgv- in, ið ber hetta navn. Tann tjóðskapur- in, ið bert er til oman fyri hålsvølin. Tann vanligi føroyski báturin liggur her á havsins botni og ber einki navn, meðan tann skrólandi tjóðskapurin stingur uppundan. Men hesin táttur tykist mær best lýstur í einari aðrari tekning á framsýningini. Hon er heilt nýggj, frá 4. februar í ár, og ber heitið: Bót á borð, og í viðmerkingunum stendur: Eftir sløk 50 ár á sjálvstýrisleið eru vit nú komin á mál. Sjálv myndin er av tveimum føroyingum sitandi á nøkrum inum, ið er heldur trevsut. Sjålvir eru teir flætpir og berføttir; teir sita og eta, á fatinum liggja tveir húðarskógvar. Annar av beina- grindsføroyingunum mælir: — Tá vit hava etið húðarskógvarnar, fáa vit okkum eitt ørindi av tjóðsanginum. Henda tekning er so sigandi, at har er ikki meir at siga. Óli P. bæði handahagur og eygnahagur Og tað er tað, sum er eyðkent fyri tær flestu tekningarnar hjá Óla Petersen, tær eru so vælumhugsaðar, so gjøgnumførdar, at ongin orsøk er at fara at keglast um boð- skapin ella skemtið, tað er eyðsýnt. Sjálvt hjá teimum, sum ikki dáma tær ella kenna seg raktan, er skemtið so beinrakið og broddurin so snøggur, at tey ikki kunnu ra annað enn tiga, tí tey vita, at annars gera tey sær fyri skommum. Óli Petersen er í tekn- ingum sínum bæði handahagur og eygna- og sosialu indignasjón, sum býr í okkum i) øllum. Tey fáa sett orð áella mynd á okkara kenslu av einki at fáa gjørt, tey duga, oftani á skemtiligan hátt, at lýsa lív og vilkor hjá fólki flest, men eisini tað, sum er egið, sum ikki sleppur at vera til í okkara streymlinj- aða heimi, økja um okkara toleransu og gleði um tað margfalda. Aftanfyri býr tann sanna samkenslan við fólki, ein flóni, ið vísir á útvegir, ið ikki eru bundnir at eini jáuan til almannastovuna ella eini lítið virðiligari roynd at sleppa sær undan åbyrgdini av teimum arbeiðsleysu, sum stødan er her á landi, men gevur okkum unnileika at koma víðari. At hava eitt etiskt grundarlag Tað kenst eitt sindur »altmodisch« at taka slík orð upp á tungu í eini tíð, har alt bendir hinvegin, ve sterkasti ræður og yvirliv- ir. Men er Óli Petersen so púra burturvið? Um tað, at tvíhalda um nøkur lívsvirði, ið 5 samhuga við fólki, er burturvið, so er li Petersen tað. Annarstykist mær, at hann mest heldur fast við eitt etiskt grundarlag í eini ráari tíð. Legg til merkis, hvussu hann í mynd frá 15. januar 1993 myndhagur fær lýst órættvísið her og í heiminum annars. Myndin er av Justitu, ið reiggjar lógarinnar svørd yvir teir triggjar fyrrverandi løg- menninar: Atla Dam, Jógvan Sundstein og Paula Ellefsen. Haldandi fyri oyruni fyri allari talu um lóg og landaskil hava teir seg undan, hoykja seg niður, og sverðið rakar tann óseka, ið stendur og hyggur at, og avhøvdar hann, og hvør er hesin annar enn tann vanligi føroyingurin. Grant síggja vit, at tað er tann óseki, ið kemur at kenna sviðan, meðan teir veruliga seku sleppa undan Tað bláoygda liðið Legg til merkis strikurnar hjá Óla, tá ið hann teknar vanligt fólk, sjálvt um myndirnar ofta tykjast burleskar og út um mark keipu- kendar, so kenst ein kærleiki og eymleiki, tí onkursvegna verða tey ongantíð persónliga havd til láturs, tað eru nakrar føroyskar týpur, ið vit øll kenna, ið Óli skemtar við. Qðrvísi tá ið tað eru makthavararnir, politikarar og embætisverk, tá eru strikur- nar oftast ikki merktar av sama samhuga — uttan tá ið onkur her hevur verið fyri órætti — tað veri seg embætisfólk ella politikarar. Óli Petersen sýnist ikki, í myndum sínum at halda nógv um okkara fólkaræðisligu stovnar, soleiðis sum teir verða umsitnir og mannaðir nú. Men tykist at hoyra til tað blá- oygda liðið, sum enn trýr, at tað ber til at byggja og liva í einum sømiligum samfelag, har pláss er fyri øllum á sannari fólkaræðis- ligari grund. Sum tað er bláoygt og vakurt. Listin sum burðarhjálp fyri hjálp til sjálvhjálp Tað er vandamikið fyri makthavararnar í øllum londum, tá eitt fólk fær orð á sína vreiði — tað veri seg ein teknari ella eitt set- húsaskuldarafelag, ið hjålpir til við burdin- um — og henda orðingin samstundis lættir um sinnið, ið hevur verið køvt av vón- loysinum. Eitt hugsandi fólk, borið av tey valdu umboðini tykjast at ræðast aliar- mest, einstaklingar og samtøkur, ið politik- aar og embætisverk ikki hava ræði á. a valdið so gjørt láturvert, er heilt ið. Í teimum totaliteru londunum hava tey bert eini ráð, at kyrra — og um tað ikki eydnast — at kippa sangfuglin. Hjá, okkum? Eingin veit. Tí sera meistarliga hevur Óli eisini dugað at lýst tann núverandi sorgar- leikin. Óli P. og Marita P. Umframt at tann ræðuliga stødan verður lýst í næstan øllum myndunum á framsýn- ingini, so er eitt serstakt tema um, hvussu ið Marita Petersen løgmaður hevur verið teknað frá einaferð í 1989 fram til dagin í dag. Vit síggja, hvussu myndirnar broytast fram til hon verður løgmaður, og hvussu tær so aftur broytast. Tær fyrstu myndirnar eru rættiliga veikar, tú veitst, tað er hon, men har eru eingi sereyðkenni. Í eini mynd frá 21. desember 1989 er hon lýst sum fitt, meinaleys kona, ið liggur og svevur so SØL- liga saman við restini av tingmanningini hjá javnaðarflokkinum, á tekningini bregður hon ikki frá hinum. Soleiðis verður hon lýst fram til seinast í 1991, tá hon er vorðin eitt sindur hyldligari, men í mestan mun súm- patisk; tað eru ikki tær nógvu myndirnar av henni, men tað skúlalæraraliga hevur hug at taka seg upp. Hyggja vit í årbøkumar hjá Óla Petersen, sæst, at fleiri myndir eru fram til januar 1993 um, hvør skal verða løgmad- ureftir Atla Dam, men heldur ikki har hevur Marita Petersen nakran leiklut. Aftan á at Teir báðir, Rógvi Thomsen og Óli madrassubankan. Mynd kalmar hon er vald til løgmann, í januar 1993, verður hon í mynd tann 19. januar 1993 lýst sum heldur stúrin skrukkhøna, ið hyggur at, meðan hanarnir Jóannes Eidesgaard og Thomas Arabo liggja eftir á vali í høsna- garðinum fjaðursárir, tiltøssadir og illa komnir. Marita Petersen tykist á myndini at vera heldur kløkk av at vera blivin løg- maður. Men eftir hetta er áhugavert at síggja, hvussu Marita missir politiska sak- loysi sítt og spakuliga, um ta heldur fingrinum á lofti, gerst meira og meira lík øllum hinum politikarunum. Andlit og hold gerst hvassari, tað verður lært upp á lands- stýrismanningina, tað rundleidda mestsum hvørvur, hon verður skronglut. Tann myndin, ið nú dagar fram, er hin snúðigi politikarin, ið er komin burturúr. Yvirbrá og skap vekja ikki somu kenslur í okkum, sum tá ið hann byrjaði at tekna hana. Á eini av teimum seinastu tekningunum er verkið fullgjørt. Hetta er viðmerking til, at stýris- av valdinum, sum um tað ikki var ein sjálv- fylgja í einum demokratii. Óli Petersen stóli. Í fanginum hevur hon triggjar køku- rullur. Á teimum stendur ávikavist: Út- innandi — Lóggevandi — Dømandi. Restin um hana, mest åtøkir ribbaldum, Fi i líkur hinum grábeinta, soleiðis sum Oli Fyrst sláa vit vid tí lóggevandi, síðani við tí útinnandi, og hjálpir tað ikki, so langa vit til við tí dømandi. Tað er ein týðilig mammu- ella ommumynd, óargaungarnir Petersen hyggja eftir tekningi um Palleba og rundanum — landsstyrismanningin — fær ikki tað góða orðið við frá henni. Okkurt kundi bert á. at inspirasjónin lutvíst er Ma Dalton, mamma brotsmannaliðið Dalton bróðurnar, í tí kendu teknirødini Lucky Luke. Hesir brødur og mamma teirra eru søguligir persónar. Tekningin, so einføld sum hon er, sigur alt um hugsanina hjá Óla um rættarsamfelagið her á landi og vísir, at skiftið nú er fullfíggjað: Marita Petersen er rættur politikari í hugaheiminum hjá Óla. Um at flenna seg til fólkaræði Aftaná, at havahugt at tekningunum hjá Óla Petersen, ber til at seta seg afturá, nikka játtandi, flenna — mest eftir hinum — og vóna, at øll hini fremja verkið fyri okkum. Síðani bara halda áfram við gerandissjagg- inum. Men partur av skyldini av støduni er kkara, tá ið vit bert tiga og lata alt um okkum ganga. Oli Petersen ber boðini um at taka virknan lut í fólkaræðinum, sjálvur gerhann tað næstan hvønn dag, hvussu við okkum? Tøgnin er mesta serkennið fyri okkum sjálvi og vald okkara og stingur djúpt. Vónin um at kunna tiga atfinningarnar í hel. Tað, sum Oli Petersen við sínum virkna luti vil hava okkum til, er sjálvi at taka fólka- ræðið í álvara, tí tað eru vit, sum eru fólka- ræðið. Sorrig og Glæde de vandre tilhobe Men latið okkum ikki gloyma, í syndarliga veruleika okkara, at Óli Petersen er stór- skemtari burturav. Tað er tað, sum ger hann so væl umtóktan her á landi, at hann mitt í vónloysinum fær okkum at flenna at okkum sjálvum og at gera gjøldur burtur úr støduni. At gera grát til látur, tað skulu stór evni til, at fáa tað at revla, at fáa okkum at flenna mitt í ólukkuni, tað er meira kveikj- andi enn hundrað løgmansrødur. Av sonn- um kunnu vit siga við Kingo: Sorrig og Glæde de vandre tilhobe... Hendan síða hansara verður so væl lýst á eini tekning frá 30. oktober 1993. Ikki skal eg fara at meta um, hver ið henda stórbarmaða, heldur hyldliga konan er eyðkend føroysk, men hygg at manninum, ið bendir seg framyvir, hava vit ikki øll sæð handan føroyingin, buksurnar niður á hálvan rassin, so at helmingurin av reyvabøllunum síggjast, hatta er ein røtt føroysk mansmynd, farið sjálvi og hyggið at henni og øllum hinum eftir bíligum látri, men eftir látri, ið kemur frá hjartanum.“