leygardagur 26. februar 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14 Nr. 40 — 26.FEBRUAR 1994 Tíðindablaðið ED
Róevi Thomsen um teknaran Ola Petersen:
Skemtiligur
alvarsmadur
I Drotasjogvi
Seinasta friggjadag lat upp framsýning í Norðurlandahús-
inum við teknaranum Óla Petersen, ið serliga er kendur frá
sínum tekningum á baksíðuni á Tíðindablaðnum Sosialinum.
Ætlanin var, at danskir blaðteknarar skuldu vera við á hesi
framsýningini, men teir góvu avboð í síðstu løtu.
Tí varð avgjørt at lata Ola Petersen stilla út nakað
fleiri tekningar enn ætlað. Framsýningin fevnir um tríggjar
partar, ein um mannarættindi, ein um Palleba og ein um
Maritu Petersen, løgmann sum politikara. Flestu av tekning-
unum hava staðið í Sosialinum, men tær um mannarættindini
eru allar nýggjar. Framsýningin er opin til 6. mars.
A lítlari samkomu í Norðurlandahúsinum fríggjadagin
segði Rógvi Thomsen nøkur orð um tekningarnar og um
listarmannin Óla P.
Bestan hugin havi eg at byrja hesa hug-
leiðing um hugaheimin hjá Óla Petersen
við at endurgeva nakað, hann sjálvur segði '
herfyri. Hann segði, at veruleikin var blivin
so absurdur og groteskur, at hann fyri langt
síðani hevði yvirhálað mest víðfatandi
fantasiin hjá einum satirikara ella skemti-
teknara.
Sjálvur ummælti eg ársbók hjá Óla
Petersen fyri beint tveimum árum síðani.
Eg fari at siga tað sama sum Oli Petersen, eg
síggi at eg í tí ummælinum havi brúkt fín
orð sum fólkaræði, virðing fyri gørum fólki
0.s.fr. Orð, sum nú tvey ár aftaná, tykjast
hoyra eini aðrari tíð til og eru púra deyð og
uttan innihald her á landi. Men hinvegin, so
er í allari armóðini týdningarmikið at minn-
ast til, at hetta eigur at vera aðalmið hjá tí
einstaka: solidaritetur og næstakærleika
bæði við títt fólk her á landi og í umheim-
inum. Tað, sum er so trupult, er, at næsta-
kærleikin verður so ringur at útinna í verki,
nærri hann er, at hava hann í munninum er
so lætt. Hetta munnu vit í ólukkumát hava
rakt við seinastu tvey árini. Men tann sam-
hugin, sum kennist í tekningunum hjá Ola
Petersen við vanliga fólkið — ella við
Palleba og Marsonnu, sum keipumyndin
hjá honum eitur — fer út um vanligan alsk til
egið fólk ella tjóðskaparligt gabb, um
hvussu fræg og góð vit eru fram um onnur
fólk, sjálvt um lítið hoyrist til hetta beint nú.
Óli P. og umheimurin
Fyri fyrstu ferð síggja vit á hesi framsýning,
alment, eina nýggja síðu við menniskjanum
og teknaranum Óla Petersen, ið er flogin úr
tí heimliga høsnagardinum út um klettarnar
í onnur lond. Á hesum myndum sæst, at
samhugi hansara er grundleggjandi við
tann minni menta, við tey sum eru við
skerdan lut, hvar hesi so eru stødd. Í hesum
hansara altjóða myndum, ber ikki til at
kasta okkara heimligu politikarum mistgk-
ini fyri, har eru vit oftastøll brotsfólkini, ið
hvussu so er í okkara parti av heiminum.
Temað hjá Óla er, hvussu illa vit eru farin
um felags klótu okkara, ið er áleiðis í øko-
logiskt 6føri, bert orsakað av peningagirnd,
samstundis við at fólkavgksturin og få-
tækradómið bara veksur orsakað av
marglæti okkara. Rasisman í heiminum er
annað evni hansara. Ikki tykist Óli Petersen
at bera serstakan tokka til prestar og
prædikumenn av einum ávísum slagi, og
> líka so satt sum tað er, at kristindómurin fyri
hein stóran part er grundarlagið undir lívs-
'áskoðan okkara og ikki minst boðið um at
elska næsta tín, so er tað eins satt, at sama
trúgv man vera ein hin mest misnýtta til al-
skyns illgerðir í trúarinnar navni og tað er
an partin — dualismuna, ið Oli Petersen
Á hartar í tekningum sínum. Ikki ber til at lata
kSvera við at hugsa um, at vit sum partur av
Á
Norðurlondum, eisini hoyra við til hesar
lótirnar, at vit eru nógv betri enn onnur, tá ið
ST:
Óli Petersen, teknari. Aftan fyri hann nýggjar tekningar, sum viðgera evnið
mannarættindi og sum ikki hava verið frammi fyrr. Mynd kalmar
23. Grein
1. stk. Øll eiga rætt til arbeiði, til frítt at
velja starv, til rættvís og hóskandi ar-
beiðslíkindi og til vernd fyri arbeiðs-
loysi.
25. Grein
1. stk. Ein og hver hevur rætt til lívs-
umstødur, ið tryggja honum og hansara
heilsu og vælveru, har uppi í mat,
klæði, bústað og heilsurøkt og almenn-
ar tænastur og rætt til trygd við møgu-
ligum arbeiðsloysi, sjúku, óarbeiðs-
føri, missi av maka, aldri ella aðrari
skerjing av vinnumøguleikum orsakað
av umstødum, sum hann ikki hevur
ræði á.
Tá ið hugsað verður um, at hesi rættindi
eisini eru galdandi í Føroyum, og hvussu
illa vit duga at fylgja teimum, so er ikki sért
ósmæðið, at kasta gørum fyri, at tey ikki
halda rættindini, soleiðis sum stann partur-
in av heiminum ger, ið vit hoyra til. Men
fagurlátnum orðum er nokk av bæði her og í
grannalondum okkara.
Palliba og Óli P.
Hesar yvirlýsingar leiða okkum beint yvir í
hin partin av tekningunumhjá Óla Petersen,
tær av Palliba, har hann svikin, altíð við
sviðið soð, í armóð, endar á almannastov-
uni ella doyr fyri valdinum. Hygg at
„myndini frá 2. apríl 1992. Hetta er klassisk
mynd hjá Óla Petersen. Eitt motiv hann ofta
brúkar. Tekningin er av vanligum før-
oyskum báti við yvirvaksnari brúgv. Á hesi
myndini er báturin sokkin og í sori. Vanligi
føroyingurin er leinkjaður í bátin og flotnar
upp, men hann er fjøtradur, so har er eingin
vón fyri at koma omaná, sjålvt í deyðanum.
„Men tann stóra brúgvin stingur uppundan, á
henni standa teir sorgleysu politikaramir,
bríkslandi. Á brúgvarkantinum, beint undir
politikarunum, stendur navnið á farinum:
Móðurlandið. Viðmerkingin frá politikar-
unum er: — Vit kláraðu tað, nú standa vit
tryggir.
Jú, teir standa tryggir, báturin er í sori og
manningin, fólkið er druknað. Tekningin er
gjørd hålvt ár undan vanlukku 6. oktober
1992. Síggi í Sosialinum 18. februar, at Jan
Kløvstad leggur Ola Petersen spádóms-
kynstrið til. Ja, ikki ber til at siga annað enn,
at Óli Petersen er framsíggin, sjálvt um vit
mangan kundu hugsað okkum; at sjónir
hansara ikki vóru sannar; men sum sagt,
veruleikin er farin fram um hugflogið hjá
teknaranum. Tekningin lýsir tríggjar síður
av nøkrum, sum ofta gongur aftur í mynd-
unum hjá Óla:
Tann fyrsta er teir ábyrgdarleysu
politikararnir; her á landi er luftin
grómut og politikararnir hamsalopnir,
men teir standa sorgleysir og hyggja at,
meðan alt fer í sor og fólkið flýggjar av
landinum, teir hava tryggjað seg sjálv-
ar. Hinvegin er hetta risi á leirfótum, tí
at somu politikarar ikki skilja, at teir
tað er løtuvinningin, alt snýr seg um,
sum í heiminum annars.
Vanligu føroyingarnir sleppa ikki und-
an, tey eru fjøtrad við bæði ta búskap-
arligu vanlukkuna og til politikararnar.
Byrðarnar, ið vera lagdar á tey, fáa tey
at hokna, á hesi myndini eru tey longu