leygardagur 26. februar 1994síða 26
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
MÁL
Síða26 Nr. 40 —26.FEBRUAR 1994
Kunstig list
Í einari betur ósendari sjónvarpssending um William
Heinesen bleiv sagt, at hann brúkt orðið 'glataður". Hetta er
ikki rætt. William skrivaði bókina 'De fortabte spille-
mænd, og seinni hava onnur umsett bókina og givið henni
tað mishátta navnið 'Glataðu spælimenninir'.
William var orðakunstnari sum fáur. Tað er ikki trúligt,
at hann hevði tikið eitt orðatrgll sum 'glataður' í sín munn.
Hann brúkti eisini fegin tað gamla orðið »kunstur« heldur
enn taðnýggjaog vatndeyva 'list'. Orðið 'kunstur' kemur av
'at kunna". Tað hevur verið føroyskt leingi. Í Artala kongi
av Atlandi hoyra vi (ørindi 9-11):
>Hoyr tú, kelling, vís og klók,
vilt tú meg nakað læra
av tí stóra rúnarlisti,
eg skal tær gott betala.
Lær meg til at rúna,
lær meg til at fljúgva,
mikið skalt tú fáa í verð,
meir enn mannamúgva!<
Kellingin fer eftir rúnarbók
til Artal kong at læra,
lærdi hann bæði ilt og gott
av sínum kunstri harða.
Her hava vit bæði 'list' og 'kunst', og tey tykjast her at
hava sama tydning: atduga gand, men so er ikki altíð. Tann
germanski grundtýdningurin hjá 'kunst' er kunnskapur og
vitan. Seinni hevur orðið fingið sín nútíðartýdning pluss
ymsar síðutýdningur sum td. kunsttgð, kunststoff og
hundakunstir.
Orðið list er nakað fløktari. Umframt at hava teir nýggj-
aru týdningarnar "kunstur, dugnaskapur, kuteisi og snild"
kann orðið eisini førast aftur til tydningin 'slóð, leggstað-
ur; tað vil siga, at tá vit ganga á leistum, so eru vit listarlig.
Á donskum hevur 'list í dag týdningin 'snild', smb.
Tá ið nationalistiskir málreinsarar høvdu sæð ljósið,
fóru teir at mála út yvir tað mál, sum hevði verið fólksins
mál í túsund ár. Teir vóru ágrýtnir og nærlagdir, men ikki
altíð var tað kunstnarans kustur, teir høvdu á lofti. Til
dømis hildu teir, at"kunstur' var danskt og ljótt, og tí mátti
alt kynstur eita okkurt vid list'. Ein kynstrigur persónur er
'ein lista-madur'. Eitt valaverk er 'eitt listaverk', húsið við
øllum kunstverkunum er 'eitt listasavn', og tey, sum er glað
fyri kunst, eru limir í Føroya Listafelag. Samgongan av
kunsmarafelggum eitur Lista-sambandið, stytt LISA. Tað
kundi eisini itið Kunstnara-sambandið. Politiskir flokkar
kunnu gera listasamband. Vit hava lofislistar og
linoleumslistar. Og so hava vit eisini hitt orðið: lystur,
lystigur, lystbátur, lysthus osfr. Orðasmíð er ofta fløkju-
smíð.
Artal kongur biður kellingina læra seg »kunstin harða<.
At duga orðagand er ein harður kunstur: steinur brestur
fyri mannatungu. William var gandakallur í orðum. Hann
hevur latið okkum sítt verk, sum hann hevur telgt og
snøggad og fílað og pussa av einslistum, og bæði William
og hansara verk eiga at fåa frið. Hvorki Kingo ella Grinda-
vísan ella William skulu umsetast til føroyskt. William á
donskum er orðakunstur; William á føroyskum er kunstig
orð.
ORÐAFAR
í sambandi vid at føroyska mål-
neyndin javnan gevur út lítið
blað, sum umrødur ymsar mál-
spurningar, fer Tíðindablaðið
Sosialurin hvønn leygardag at
prenta burtur úr hesum blaði.
Her er fyri stóran part talan um
viðmerkingar til ymisk orð,
vendingar og máliskur, sum eru
brúktar í fjølmidlunum. Vit
leggja fyri í dag við einum
stubba úr >Orðafar< nr. 37, sum
kom út í februar. Hann snýr seg
um skipasmíð.
SMÍÐA SKIP OG BÁTAR
Eitt blað skal hava rós fyri at skriva um at smíða skip
ogskipasmíð. Tað er hugaligt, at soleiðis verður sagt og
skrivað viðhvert, tínú hevur lemgi verið vanligt at hoyra og
lesa um at »byggja« skip og >skipabygging<. Orðið at
byggja hevur breitt seg í meira lagi seinastu tíðina, t.d. at
»byggja« vegir, flogvøllir, berghol o.a.m. So galið er, at
menn eru eisini farnir at tala um at »byggja« bátar, og báta-
smiðir verða tíðum nevndir »båtabyggjarar«. Í bátasmíði
hevur orðið at byggja sermerking. Sagt verður t.d. um bát,
at, at hann er nógv bygdur, tá ið hann er háfloyttur. Hví ikki
lata tað vakra orðið at smíða fáa betri sømdir og siga sum
sópingarkona: >...smíða skip og bátar<! Vegir og flog-
vellir kunnu vit eitt nú leggja ella bara gera. At enda eitt
dømi, ið sýnir mun á orðunum at byggja og at smíða: Nú er
Jákup farin at byggja (t.e. hús). Hann hevur fingið Óla at
smíða fyri seg.
Tíðindablaðið
Enda-
loysnin!
Í hósdagsblaðnum, á síðu |
8, høvdu vit .. grein |
eftir John Smith. Í ðrum
leigi eru nakrar reglur
sdottnar< burturimillum.
Har skuldi standa:
Ketil og kúgvin —
Alt gott um hetta at halda |
gjørdar avtalur, tað skal ein
gera, og alt annað er mo-
ralskt forkastiligt.
Men avtalur valdast — ein
fortreyt fyri at halda gjørdar
avtalur er so avgjørt eisini,
at gjørdar avtalur byggja á
eitt moralskt og heiðurligt
stødi, og ikki — tilætlað ella
óvart — bera brá av tílíkum
ósketni, sum tað her kann
blíva talan um — hetta at av-
talurnar gerast ein vanlagna
fyri annan, í hesum føri
helst báðar avtalupartar, og
tað í somu létu avtalurnar
binda.
Ketil gjørdi eisini eina av-
talu — hann seldi kúnna ...
Nokur orð um stoðuna
í landinum i dag 0.a.
Føroyingar mugu vera eitt løg-
ið fólkaslag; tå niðurgongdin
kom yvir landið og alt
skramblaði saman, segði ein
føroyskur búskaparfréðingur
at danir áttu eina stóra skuld í
armóðini, og áttu at gjalda utt-
anlandsskuld okkara og hjálpa
okkum úr hesi kreppu, sum vit
eru komin í, undir donskum
yvirvaldi; men hvat gjørðu før-
oyingar?
Teir komu fleiri og skrivaðu
í blgðini móti manninum og
vildu skræða skinnið av hon-
um fyri tað, sum hann hevði
sagt í sjónvarpinum; ein spurdi
um maðurin var rættsiktaður, tí
danir høvdu onga skuld í
kreppuni. Men nú munnu teir
flestu føroyingar sanna, at rætt
hevði maðurin, í hvussu so er,
so hava danir fingið eyguni
upp fyri hesum.
Nú í seinastuni hava fleiri
danir av tí betra slagnum út-
talað seg um málið, og allir eru
teir komnir til somu niður-
stóðu, sum okkara búskapar-
frødingur, at danir og heima-
stýrislógin hava stóra skuld av
kreppuni í landinum.
Nú seinast hevur ein donsk
kvinna (búskaparfréðingur)
verið her og hildið fyrilestrar
um hetta evnið, og hon er ikki
mjúk í orðavali sínum um
heimastýrið, og um hvussu
bankarnir hava borið seg at
móti landi og fólki. Men tað
sýnist ikki sum føroyingar
vilja ella tora at trúgva hes-
um. T.d. skrivaði ein í Dimma-
lætting undir > Viðmerking< og
sigur m.a. stað er ein spurn-
ingur hvussu hátíðarliga henda
danska kvinna eigur at verða
Ein annar skrivaði eisini nú
ein dagin um alt tað góða okk-
um hevur verið fyri undir
heimastýrislógini, men hann
talaði einki um skilið nú er,
undir hesi somu heimastýris-
lóg.
Soleiðis er tað bara allan
vegin igjøgnum. Heimastýrip
hevur æruna av tí góða, meðan
vit sjálvi hava skuldina av øll-
um tí illa, sum okkum er hent.
Tað sýnist at vera so sárt hjá
nógvum føroyingum at hoyra
nakað niðursetandi um heima-
stýrislógina, meðan danir duga
væl at síggja at hon hevur síni
brek. Tað sæst best í hesum
døgum.
Nógvir føroyingar halda seg
vita, hver hevur skuldina av
neyðarstandinum sum er. Teir
geva mest tveimum monnum
skuldina fyri allari neyðini.
Tað er reint tvætl. Skal nakað
landsstýri ella løting hava
nakra skuld, so má tað verða
meira enn eitt og tvey, men gll
ið hava rátt í eini 10-20 ár, og
eingin politiskur flokkur und-
Eygleiðari
Tíðindi, lýsingar, myndir og alt møguligt annað
- alt finnur tú í Tíðindablaðnum Sosialinum!
| Leygardagur 26. febr.
0.15 World Service News
0.25 Newsnight
1.00-8.00 World Service News
every full Hour
1.25 Business Matters: >Manag-
ing to be Green«
23
33 Kliroy: > Violence against
Bables«
4.25 Network East Fashion 2 2
5.25 The Clothes Show
6.25 Business Matters: »Manag-
ing to be Greene
7.25 The late Show
8.25 First Sight: »Church at the
9.00 Chucklevislon: »Men in
White Costs«
9.20 Maid Marion and her Merry
Men: »Voyage to the Bottom
of the Forest« 7:7
9.45 Blue Peter
10.10 Grange Hill
10.35 The 0-Zone
11.00 Top of the Pops
11.30 Tomorrows World
1200 On the Line 65
1255 A Question of Sport
13.25 Grandstand
17.15 News from London
17.30 World News Week
18.00 Football Results
18.10 Healthile
18.15 Noel's House Party
19.15 Olympic Grandstand
20.35 Birds of a Feather: »Nine
and a Half Days«
21.05 Love Hurts: »Time to go
Home« 7:10
2155 Sport'$4
2230 Later... with Jools Holland
510
23.30 The late Show
Sunnudagur 27. febr.
0.00-7.00 World Service News
every full Hour
0.25 World News Week
1.25 India Business Matters
2.25 The Clothes Show
3.25 Kliroy: Pretty Women«
4.25 Film'94
5.25 India Business Report
6.25 Network East Fashion 2:2
7.25 The late Show
8.00 Newsround Extra
8.15 Breakfast with Frost
9.15 Sick as a Parrot
9.30 Blue Peter
9.55 Songs of Praise: »Pligrim
through this Barren Land«
10.30 Olympic Grandstand - from
Lillehammer
1230 World News Week
13.00 News from London
13.05 Onthe Record
14.00 Eastenders Omnibus
15.00 Olympic Grandstand and
ley
17.50 Reportage: »Stardom«
18.30 Living Soap
19.00 News from London
1910 Wildlife: »White Birds of
Winte: «