Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Føroyska fólkatings- umboðanin og valár DANSKA stjórnin er brådliga vorðin minnilutastjórn. Hetta hendir eftir at eitt av umboðunum hjá centrumsdemo- kratunum og fyrrverandi sosialmálaráð- harrin Bente Junker er koyrd úr flokk- inum og síðani sjálv hevur sagt frá, at hon er uttanflokka og harvið ikki partur av stjórnargrundarlagnum longur. NÚ kann verða spurt, hvat ein tílík hending í Danmark hevur at siga fyri okkum í Føroyum. Her er jú talan um danskan innanríkispolitikk og skuldi tað tí ikki komið okkum við kann verða sagt. Men er tað nú so! Spurningurin er kanska tvgrturímóti tann, at hetta í veruleikanum kann fáa álvarsligar av- leiðingar fyri Føroyar. Her hugsa vit fyrst og fremst um møguligar komandi samrådingar vid danir um eitt nå at endurskoða gjørdar avtalur og at seta út í kortið av nýggjum. Vit hugsa m.a. um ynskið hjá føroyingum um at fáa danir at strika part av skuldini osfr. Tað er greitt, at tað verður torførari hjá før- oyingum at fáa ynski igjøgnum i Dan- mark, tá stjórnin ikki hevur meirilutan aftan fyri seg. Tvs. at hon í hvgrjum einstøkum máli må til at samráðast við andstøduflokkar fyri at tryggja sær meiriluta. VIT mugu heldur ikki gloyma, at tað er valár í Danmark, og hetta ger eisini, at ein donsk stjórn fer at vera sera varin, tá hon skal taka avgerðir, sum hava til- knýti til Føroyar. Tad er neyvan heldur ov nógv sagt, at danskir politikarar - júst tí at tað er valár - kenna støðuna í Føroyum sum at hava eina bumbu í hondunum. Hetta - halda vit - ger á- byrgdina hjá eitt nú okkara fólka- tingsmonnum so mikið stórri. Sera stór ábyrgd liggur á teirra herðum. Teir mugu ikki leypa fram av og brúka kreppuna i Føroyum politiskt. Og her sipa vit serstakliga til umboðið hjá fólkaflokkinum á Christiansborg, sum allir føroyingar vita, brúkar eitthvørt høvi hann kann at reka fólkafloks- politikk á danatingi heldur enn at reka ein politikk, sum tænir Føroya søk. Tað kann tí lætt hugsast, at hesin eini - føroyski fólkatingsmaðurin nú av álvara fer at gera sær dælt av torføru parla- mentarisku støduni í Danmark og royna at seta flokkarnar har upp ímóti hvørjum ødrum. Og ger hann tað kann hetta koma Føroyum aftur um brekku. VIT hava so sanniliga ikki brúk fyri nakrari konfrontatión nú, hvørki við eina danska stjórn ella aðrar partar av tí politiska lívinum. Vit hava tvørturim6ti brúk fyri, at danir skilja stóðu okkara. Harvið er ikki sagt, at tað eru nøkur ting, sum vit mugu siga dønum á ein slíkan hátt, sum teir bæði hoyra og skilja tað. Sjálvandi skulu vit ikki vera undirbrotlig mótvegis dønum ella ødrum, men vit mugu eisini duga okk- um hógv og duga fólkaskikk. TIL okkara fólkatingsmenn hava vit tí hesi ráð: arbeiðið miðvíst og latið danir vita, hvussu stødan er í Føroyum. Men farið ikki og rekið føroyskan partapolit- ikk á danatingi. Leggið tykkum heldur ikki út í innanhýsis politiskar spurningar í Danmark. Latið spurningar, sum viðvíkja framtíðini hjá føroyingum og framtíðar samtarvinum við Danmark, til landsstýrið at arbeiða við. Tað er landsstýrið, sum úteftir skal umboda føroysku áhugamálini. Brúkið so tykkara tíð til at gera tað neyðuga og so týðandi lobbyarbeiðið, sum skal gagna øllum Føroyum og vera samstarvinum millum londini bæði til sóma. VALÅR er eisini í Føroyum. Vit vilja við hesum ávara umboðið hjá fólka- flokkinum á danatingi um ikki at mis- brúka sess sín til at reka føroyskan politikk. Tað kann bert koma at skaða okkara alra áhugamál, um hesi eini politikarin nú fer at útnytta parla- mentarisku støduna í Danmark til at skapa sær sjálvum umtalu. Vit hava alt ov mong dómi um, at hesin føroyski politikarin hevur brúkt sess sín á danatingi til sítt egna og persónliga valstríð. Nú so nógv stendur og fellur við nettup einum komandi samtarvi og ikki minst sínámillum áliti millum Føroyar og Danmark må hesin føroyski fólkatingsmaðurin til at virka sum um- bod fyri okkum øll og ikki bert fyri sini egnu trongskygnu sjónarmið. Komandi tíð fer at vísa, um tað er framtíðin hjá Føroyum ella eins egnu persónligu politisku ambitiónir, sum telja mest, tá tað ræður um føroysku fólkatingsum- boðanina. HINVEGIN er greitt, at stødan í Før- oyum er ikki sørt "spreingievniskend” har tað leikar hart á á so mongum stór- um gkjum. Her huga vit bæði um skuldina hjá kommununum, skuldina hjá teimum einstøku sethúsaeigarunum, umsetiligu kvoturnar men fyrst og fremst um ALS-skipanina. Tað er greitt, at við teimum gjørdu avtalunum við danir, hava vit í ávísum fórum bundið okkum so mikið nógv, at danir í veru- leikanum bestemma í nógvum týðandi málum, eitt nú um tað almenna skal sleppa at læna pengar til ALS. SPURNINGURIN er tann, at danir mugu til at skilja, hvussu álvarslig stødan er vorðin í Føroyum, og at tað nyttar ikki bara at stýra landinum eftir miðaldarligu reseptini hjá Heimsbank- anum og líkum, sum í mong ár hava lagt fullkomiliga órímulig krøv á menn- ingarlond, sum hava eina ov stóra uttanlandsskuld. Tað má ikki vera nakað ivamål um, at vit føroyingar vilja gjalda tað vit orka av skuldini, men er útslitið av at vit skulu tvingast til at gjalda aftur hvørt eitt oyra, at vit ikki mugu læna pengar til ALS osfr., at landið verður avtoftað og niðurbundið, tá er einki vunnið. Hverki fyri føroyingar ella danir. Tað må vera út frá hesum sjónarvinklinum, at føroyingar og danir nú sessast saman av nýggjum og umrøda støduna í landinum. Og tað má vera í hesum anda, at føroysku fólkatingsumboðini virka men í tøttum samtarvi við landsins myndugleikar. SOSTALURIN 28.02.94 sidsta mån. Pedagogmálið Viðmerking til tað, ið Elin Lindenskov skrivar um peda- gogmálið og býráðið í Havn, í Sosialinum 16. februar 1994. Tað er at gleðast um, at Elin Lindenskov stuðlar pedagogu- num í trætuni millum Føroya Pedagogfelag og Tórshavnar Býráð um sáttmálan millum Føroya Pedagogfelag og Før- oya Landsstýri. At hon eisini heldur, at Bý- ráðið hevur rætt til at vera við til samráðingar, tá sáttmáli skal gerast millum Føroya Pe- dagogfelag og Føroya Lands- stýri, eri eg tó ikki samd við henni í. Tórshavnar Býráð hevur hug at gloyma, at Føroyar eru ikki bara Tórshavn. Skla Bý- ráðið við til samráðingar, so hava gll bý- og bygdaráð runt í øllum kommunum í Føroyum eisini krav upp á at sleppa við til samráðingar. Og hvussu við foreldrunum? Tey gjalda 30% av rakstrinum eins og komm- unan. Hava tey so ikki eisini krav upp á at vera við í samráð- ingunum um løn til starvsfólk- ið. Hetta hevði kunnað blivið ein stór fjøld av fólki og torført hevði verið at gjørt ein sátt- mála. Tórshavnar Býráð hevur ikki størri vald enn øll onnur bý- og bygdaráð hava, bara tí at flest íbúgvar búgva í Havnini. Peda- gogar skulu vera eins lentir, líka mikið hvar í Føroyum teir arbeiða og tí kunnu komm- unurnar ikki verða við at av- gera slík ting. Tí rokni eg ikki við og vóni heldur ikki at landsstýrið lovar Tórshavnar Býráð at verða við í komandi samráðingum mill- um Feroya Pedagogfelag og Føroya Landsstýri. Marjun Nielsen Tórshavnar Býráð og Tórshavnar Havn Stýring skal til — eisini aftan á eitt grindadráp. Ár eftir ár roknar ein vil, at eitt ávíst sy- tem kemur í, fyri at fáa avgreitt tilmeldingarnar frá teim lut- takandi bátunum, men enn er einki skil í, tað sást týðuliga í dag, 24. febr. 1994. Tíðindi, lýsingar, myndir og alt møguligt annað = alt finnur tú í Tíðindablaðnum Sosialinum! UPPSKOT: Opnir bátar upp til 6-mannafør sigla inn fram við skipasmiðjumolanum at verða skrásettir. Allir aðrir sterri bátar sigla framvið ísvirkismolan- um, har ein boya verður sett út, tá grindadráp er í Havn. Bát- arnir sigla framvið molanum, millum boyuna og molan, har teir verða skrásettir. Á henda hátt slepst undan tí hurlivasa og møguleikum fyri skøvum og skaðum, sum tí- verri koma fyri tí tí skaos<, sum var í dag. Í dag bleiv ikki nógv í part, men onkur fekk eitt kók, og tað kom væl við. bátaeigari í Havn Dollari Pund Markur Króna Króna Frankur Frankur Frankur Gyllin Liri Markur Króna Bretland Týskland Sveríki Noreg Frakland Belgia Sveits Holland Italia Finnland island Eysturriki Spania Pesetas Escudos Dollari Yen Pund Grikkaland Drakmur Kelda: Feroya Sparikassi 671,70 997,94 391,89 83, 78 90,37 115,30 19, 045 469,88 349,01 0,3971 120,86 9,26 Skillingur 55,729 4,812 3,851 498, 11 6,4327 959,12 2,705 675, 75 1012, 14 388, 14 85, 09 90, 29 114, 28 18, 804 460, 95 346, 547- 0, 3975 121,07 9,25 55, 213 4, 801 3, 856 511, 08 6, 1905 971, 12 2, 701 BERGMENN dansitónleikur id dugir