týsdagur 1. mars 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ES),
Síða 7
Á - 4
Nøk
Eg
ur av ES-umboðunum koma her á fund í Tinganesi. Vinstrumegin Daniel Pierru, formaður í ES-
#g
embætisneundini. Í miðjuni Mogens Holm Petersen , serkønur í foroyskum málum í uttanríkismálaráð-
num, og uttast høgrumegin gongur Schalaster, sum umboðaði limalondini. Mynd: Kalmar
Landsstýrismaðurin letur væl at samráðingunum
Útlit fyri størri
útflutningi til ES
ES-nevndin hevur vidurkent sína skylda at bóta um
okkara útflutning til ES. -Nú rokni eg við at glið kemur á
at taka forðingar burtur, sigur Tummas Arabo
Landsstýrismaðurin í hand-
ilsmálum, Tummas Arabo,
roknar nú við, eftir fundin
við ES-umboðini, at veru-
ligt glið kemur á spurningin
um forðingarnar í okkara
handilsavtalu við europe-
isku samgonguna.
Trupulleikarnir hava ser-
liga verið í samband við
útflutningin av rækjum og
raspaðum fiskavørum, tí
kvota liggur í útflutningin-
um. Koma vit upp um
kvotuna, skal serligur tollur
latast í samband við út-
flutningin til ES.
Tummas Arabo sigur, at
ES-umboðini hava greitt
sagt frá, at tað er teirra
skylda at virka fyri, at kvot-
an verður hækkað munandi
ella heilt tíkin burtur, og so
greið boð hava vit ikki
fingið áður frá ES-umboð-
um, sigur landsstýrismað-
urin.
Formaðurin í føroyska
samráðingarbólkinum,
Tommy Petersen, gongur
her millum tveir
umboðsmenn hjá ES.
Mynd: Kalmar
Nr. 41 — 1. MARS 1994
Spurningurin um fiska-
vørur úr triðjalandsfiski
varð eisini umrøddur, og
har hava embætismenninir
funnið fram til eina lidilig-
ari skipan, tí nú kann so-
kallað roknskaparprinsipp
nýtast tá talan er um
råvørunytslu.
ET
og gransking
Men tað var ikki bert tosað
um fisk, kvotur og loft.
Spurningurin um hvussu
føroyingar kunnu fáa lut í
útbúgvingarmøguleikum,
tekniskum samstarvi og
gransking varð eisini havd-
ur á lofti.
Tummas Arabo heldur, at
tað hevur leingi verið eitt
ynski frá føroysku útbúgv-
ingarstovnunum, at gott
hevði verið við tilikum
møguleikum, og nú tykist
sum tað fer at bera til.
Landsstýrismaðurin sigur,
at á hendan hátt fáa vit
atgongd til granskingarúr-
slit, sum vit sjálvi ongan
møguleika hava til einsa-
mallir at ogna okkum. Í
samband við útbúgvingar-
- møguleikar í ES-londum
tykist eisini ein losn at
hómast.
Samanumtíkið heldur
landsstýrismaðurin, at væl
kom burturúr á embæsti-
mannafundinum fríggja-
dagin, og gongst nú sum
Tummas Arabo,
landsstýrismaður í
handilsmálum er væl
nøgdur við samráðing-
arnar Mynd: Kalmar
roknast kann við, verður ein
munandi bati innan okkara
útflutningsmeguleikar til
ES-lond, sigur Tummas
Arabo.
tór.-
Flakavirkið í Árnafirði
Fær nú sótt-
reinsa vatn
Flakavirkið Norðfisk í
Árnafirði fær nú Sótt-
reinsa vatn, sum Heilsu-
frødilga Starvsstovan
hevur kravt.
Klaksvíkar Komm-
una hevur satykt, at
kommunan figgjar tann
partin, sum skal gerast i
haganmum oman fyri
virkid, og at virkid sjålvt
í frystu syftu útvegar
figging til sjålvt reinsi-
verkið. Arbeidid, sum
kommunan skal gera,
liggur um einar 18.000
krónur.
Sami prisur
Ein annar vatnspurning-
—.e
ur var eisini til viðgerðar
á býráðsfundinum í
Klaksvík í síðstu viku.
Tað var í samband við
vatngjaldið hjá Partafel-
agnum Kósini. Komm-
unan samtykti at halda
fast við verandi prísin.
Sama við leiguprísinum
av økinum, virkið stend-
ur á.
Annars er ætlanin at
taka spurningin upp
aftur tá kommunubólk-
urin, sum arbeiðir við
spurninginum, kemur til
eina felags niðurstøðu.
tór.-
Deyvafelag Feroya
Skrivstovan í Deyvahúsinum -Bífata<, Íslands-
vegur 10 B, Tórshavn, er opin hvenn dag kl. 9--11.
Telefon/teletax 17597 og telefax 41992, skrivitele-
fon tif. 0123 og bid um 16929 ella 41792.
Limafundur hvønn mánadag kl. 20—23.