Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 41 — 1. MARS 1994 Broytingar í lógini fyri Samhaldsfasta og ALS Fríggjadagin fór uppskotið um løgtingslég um veðhald fyri láni til Arbeiðsloysis- tryggingina og Arbeiðsá- vísingina niðan í tingið. Í viðmerkingini verður m.a. sagt, at fíggjarkreppan í skipanini vísir við seinastu sum eru deildini, ein likvitetstørv, sum seinast f 1994 kemur upp á umleið 40 mió. krón- ur, og sum síðani vendist. Landsstýrið hevur kann- að møguleikan fyri, at skipanin í Føroya Banka, Sjóvinnubankanum og Før- oya Sparikassa fær rætt til at trekkja uppá eitt lán, sum í mesta lagi er 15 mió. krónur í hvørjum peningastovni, tilsamans 45 mi6. krénur. Peningastovnarnir eru sinnaðir at jåtta låntøkuni, treytað av, at landskassin veðheldur. Umframt hetta seta pen- ingastovnarnir sum treyt, at afturgjaldið av stovnsfæ- num hjá Samhaldsfasta verður flutt eitt ár. Hitt málið, sum var lagt fram á tingi fríggjadagin, var um broyting í løgtings- lóg um arbeiðsmarknaðar- eftirlønargrunnin. - Í viðmerkingini sigur Jóannes Eidesgaard, lands- stýrismaður, at Samhalds- fasti lænti Arbeiðsloysis- skipanini stovnsfæið í 1993. Í hesum sambandi varð gjørd ein avtala, hvussu hetta skuldi aftur- gjaldast. Helvtin skuldi gjaldast 1. apríl 1995 og hin helvtin í 1996. Rentan varð sett til 5% p.a. Sum ein treyt fyri at pen- inagstovnarnir vilja læna ALS upp til 45 mió. krónur, vilja teir m.a. krevja, at afturgjaldið verður broytt soleiðis, at helvtin skal gjaldast aftur í 1996 og hin helvtin í 1997. Rentan verð- ur óbroytt. Inngjaldið í Samhalds- fasta verður í tíðarskeiði- Tíðindablaðið Jóannes Eidesgaard, landsstýrismøur num 31. mars 1994 til 30. juni 1994 latið Arbeiðsloys- istryggingini sum eitt lån, ið við 5% p.a. í rentu skal vera afturgoldið í seinasta lagi 1. apríl 1997. Orsakað av hesum broyt- ingum, kann grunnurin ikki fara undir at gjalda út fyrr enn 1. apríl 1997 í staðin fyri 1. januar sama ár. Dagny -talið seinasta freist í dag Verður P-talið ikki latið pen- ingastovnunum i dag, verður kontoin sperrað fyri inn- og útgjaldi. Kontoin verður tó latin upp aftur tá P-talið verður latið inn Tað hevur ikki verið tann stóra umrødan av, at P-talið í dag skal latast peninga- stovnunum. Okkurt uppslag hevur verið í bankum og spari- kassa, men sum so hevur Skattavaldið, ið umsitur P- talið, einki hóvasták gjørt burturúr hesum. Tá Sosialurin vendi sær til Toll og Skattastovuna í gjár, var eingin tøkur at lýsa um P-talið. Sjóvinnubankanum verður sagt, at har hevur tað ikki elvt til tað stóra høvud- brýggið at fáa P-talið frá fólki. Petur Thomsen, leiðari á EDV-deildini, sigur við Sosialin, at teir hava gjørt viðskiftafólkunum vart við at lata P-talið. - Vit hava gjørt vart við hetta í brgvum, sum vit hava sent út, har vit hava greitt frá, hvat stendur í lógini, og hvat hendir, um fólk ikki lata okkum P-talið: - Verður P-talið ikki latið inn, verða allar kontoir sperraðar fyri inn- og út- gjaldi. Kontoin verður kortini latin upp aftur, tá fólk letur P-talið inn. - Vit hava fingið so nógv P-tøl inn, at tað er 6gjørligt at siga, hvussu nógv hava gjørt vart við seg. Hevur okkurt viðskifta- fólk mótmælt hesum, hava vit biðið tey vent sær til skattavaldið, tí hetta er mál millum skattavaldið og borgaran. + - Peningatsovnarnir gera bert eftir boðum frá skatta- valdinum, sigur Petur Thomsen. Dagny Olaf Johannesen, sjónleikari, fekk rós fyri sín leiklu í sjón- leikinum "Stormen", eftir Shakespeare. Hann myndar Caliban sum nærgangandi og karráan Olaf í Shakespeare framferslu í Árhus Shakespeare sjónleikurin "Stormen" verður í hesum døgum framførdur á Århus Teater. Í blødunum eru ummæl- ini góð, hóast at leikurin hevur fingið nútíðar dám, eitt nú verður framførslan nevnd sápu-opera, við tað at innihaldið er meira um- hvørvid í framførsluni, enn júst tey gomlu, mergjandi orðini hjá William Shake- speare. Tað er Johan Bergen- strále, sum hevur sett leikin upp og Claus Rostrup hevur staðið fyri senografiini. Í Extra Bladet verður sagt, at Shakespeare í hes- um leiki er loftlættur, og at framførslan i us er minni ordarik og uppsett við stæði í nútíðini, og í innihaldi er meira í science fiktion, kabarett og gykl. Olaf Johannesen hevur leiklutin sum Caliban. Hann er trælur í hesum leikinum, eitt óndsinnað og vanlukkuligt menniskja, sum kortini roynir at berjast fyri at varðveita sín sam- leika. Í ummælinum í Politiken, fær Olaf Johannesen rós fyri leiklut sín sum Caliban, sum hann myndar sum nær- gangandi og karráan. Tað er í leikinum "Storm- en", at tey víðagitnu orðini verða søgd: "Menniskja er gjørt av slíkum evni, sum dreymar verða gjørðir úr". Ein Shakespeare mynd við nútíðar dámi, skrivar Politiken, og Ekstra Bladet skrivar:Leikurin "Storm- en" á Árhus teater er oyðsl- ut sápuopura, sum meira lýsir tað ytra, heldur enn tað inniliga í alheimi Shake- speares. Dagny Sølubudir á KLEN ráðstevnuni Á Norðurlendsku kvinnu- rådstevnuni í Åbo í áugust, verður høvi hjá føroyskum kvinnum at lata lutir til sýlubúð, sum verður meðan ráðstevnan er. Ætlanin er at hava ein stóran sal ella hús í Ábo við sélubúðum, har alt sum kvinnur tilveirka av lutum fær innivist. Umframt hetta nevnir Forumbélkurin í tíðinda- skrivi, at skeið í binding eis- ini verður tiltak á kvinnu- ráðstevnuni. Eru kvinnur áhugaðar at selja lutir í Ábo, kunu tær ringja ella senda bræv til forumbólkin, við navni og upplýsing um vørurnar, og so gevur forumbólkurin nærri boð. Tað ber eisini til at ringja mikukvøld kl. 20 - 22 á telf. 12880. Faxnummarið er 12545, verður sagt í tíðind- askrivi frá forumbólkinum. Dagny Frá Tveroyrar Sosialdemokratiska Felag Adalfundur verdur månadagin 21. mars 1994 Tid og stad verdur lyst seinni Nevndin FORUM 94 (Åbo 1.6. mikukveld i. 20-22. Telefon: 169900 8 faks: 12545.