Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Lesarabrøv Sær 14. ikki egnan bjålka? Er hann blindur? Steinar hann? Ur egnum glashusi? Ofta verður funnist, forhánis- liga, at dulnevndum lesara- brøvum. Ikki so få svara ikki til slíkt. (Tað eru eisini fleiri, bæði pamparar, politikarar, 0.0., i heldur ikki svara sign- eraðum greinum, og, tá mátti tað gjørt tað sama, fyri hesi, um grein er signerað ella ikk). Nakað veldst um innihaldið. Ofta er tað rætt at signera eina grein, og skeivt bert at hava dulnevni. Men tað er eisii ofta, geamdi, hver, ið skrivar, men hvat, ið skrivað verður!!! Tú skalt sparka bóltin, ikki mann- in!!! Tak t.d. innlitið í almenn viðurskifti!!! Tað er alt samalt dult, sum mannsmorð!!! (Hví??? Ikki reint mjøl í pos- anum??? ELLA???) Høvdu hesir krossfararamir (sum sjálvir finnast at Gnevndum lesarabrøvum, undir dul- nevni!!!) kravt fult alment inn- lit í øll almenn viðurskifti, fyri ein og hvønn ærligan borgara, ja, so kundi tað verið ein mein- ing í tí. Men tað gera teir ikki!!! Tað er frekt bert at krevja av øðrum, at tey skulu signera sínar greinar, men, ikki signera sínar egnu grein- ar!!! 14. September hevur havt í hvørjari einastu útgávu í longri tíð minst tvær huldu- greinar, um teir so kalla tær oddagreinar, ellaleiðarar. Men tað eru ofta niðrandi orðingar har um onnur. Men, 14. Sep- tember birtir als ikki altíð greinar, hóast fult navn stend- ur undir!!! Sannlíkt er, at teir enn tá vidhvørt stjala, ella plagiera úr innsendum grein- um, meðan greinarnar annars, uttan orð ella boð, fara í pappirskurvina. Eg sendi eina grein til 14., tá var Finnbogi blaðstjóri. Ein vika gekk, ong- in grein kom í. Eg ringdi, í fyrstu ella aðru útgávu kemur + hon, søgdu teir. Nei, har kom ongin grein. Ég ringdi aftur, hon kemur skjótt, søgdu teir aftur. Men nei, ongin grein kom. Ég ringdi 3. ferð. Tá »kom« hon, endiliga. Men, tå so konsekvent gjøgnum falsað, tað var verri enn onki, greinin púra ólesandi. (Meðan restin av tí útgávuni var sjáldsama villuleys). Tí skil mátti eg senda greinina í annað blað. Tað er ov vánaligt, tá blað- stjórnin ikki strax, reelt, boðar viðkomandi frá, at blaðið birtir ikki greinina. Uml. 20. des. í fjør sendi eg eina aðra grein til 14., (og onnur blað). Fult navn stóð undir báðum nevndu greinum. Tó kom henda seinna ikki í nakað av teim uml. 10 bløðum, eg sendi hana til. Tað er ræðuliga ússaligt, serliga av partapolitisku bløðunum, ið jú sum kunnugt snúlta veldugar upphæddir frá meiniga fólkin- um, sum so aftur fyri fær læstan kjaft. TVÍ for ólukkan!!! Onkur sigur, at tá ein hóast alt fær nakrar greinar prentaðar onkuntíð, so skal ein vera glað- ur um tað, og so tola, at restin verður vrakað. Nei, tað er ikki rætt. Lesara teigarnir eru yvir- hevur sera áhugaverdir. Men um partapolitisku/blødini ein- ans prenta nakrar greinar, slik- ar, ið tað er opportunt, fyri blaðið/flokk tess, at birta, men ikki allar hinar óopportunu, so eigur tað ikki at finna stað. Tað er sera skeivtillviljað/ússaligt, altíð at sabotera/boykotta er- ligar, beinraknar greinar, ið veruliga siga nakað, men tað hendir tí verri alt ov ofta. Annars livir 14. upp á lænta tíð, av læntum tilfari. Langt er Tjóðveldisflokkurin farin burt- ur av beinu, djørvu tjóð- veldiskós Erlends, og tó má 14. enn endurprentað Erlend, í hvørji einastu útgávu. (Og, eisini aðrar greinar, úr øðrum bløðum!!!) Men, tað er óreelt at nýta greinar Erlends, sum skjøldur, tá teir kortini ikki megna at fylgja kós hansara!!! Viðvíkjandi øllum tí nógva, ósigneraða tilfarinum, í 14. sum ødrum bløðum, so kundu 14. og hini, ið krevjanøvn undir greinar, tey kundu eins væl kravt nøvn undir alt hitt rúgvismikla tilfarið. Tíðinda stovurnar/fjølmiðlarnir royna at látast sum um tað er alt »ob- jektiv fakta«, men yvirhøvur er tað yvirhøvur ikki objektivt, men sera einsíðugt, sum hin gamalkunna, kálkaða grevin, klætt í ein »hampuligan, ein stovubæran búna<, men innan fult av rotinskapi, og ormum og pøddum. Her fyri var ein frálík grein í danska Informatión, um hvussu »objektivir« fjølmiðlar eru. Ole Siig Andersen tekur har eina vanliga, »objektiva« grein, júst tað tilfar, ið fyllir fjølmiðlar vesturheimsins, og, so umskrivar OSA alla grein- ina, sera sakligýobjektivt, onki faktum broytt. Men, í hesi umskrivaðu grein er hugburð- urin, sum ómedvitið seyrar inn í heila lesarans, totalt um- broyttur, snaraður 100Oáttati stig. Nei, tað líkist ongum, tá meinigi borgarin einans fær orðið til okkurt tannleyst, blóð- leyst, vandeyvt, lítiðsigandi, men altíð læstan kjaft, tá hann veruliga sigur nakað sub- stantielt. Soleiðis er tað í Før- oyum, í alt, alt ov stóran mun, harnakrir dugnaleysir og evna- leysir pamparar royna at in- doktrinera fólkið, og hava bert dult/vart hitt miklalógloysið!!! Til endan: Øll skrivandi eiga altíð at vanda sær serliga væl um málið, og ongantíð trælskt, undirbrotligt endurgeva nakað fremmant, tað veri danskt ella annað fremmant. Yrkjarar eiga sítt Lisentia Poetica, (sum J í Lon nevnir,) men tað má tó aldrin misnýtast, men bert nýtast, í »Dyrastu Havsneyd«, sum ein fyribils neyðloysn. Li- sentia P má aldrin gerast van- ligt, tað má bert vera tað sera sjáldsama undantakið, ið ikki slepst undan. Men tey, ið aka á búkinum fyri málspillum, ella >snobba niður eftir«, eru sjálv til ta turru rukku!!! Sjúrður Jógvansson, Tórshavn Upsarokið í holinum — ein skandala Ja, nú hoyra vit so aftur um tað »årliga« upsarokið eysturi í holinum í febr. mánað. Alt gott um gott fiskari, tí fólk á landi hungrar jú eftir fiskaarbeidi. Menhvater tað vit gera eyst- uri í holinum? Vit fylla »holi8« við trolarum at tóma tað fyri gýtingar upsa í februar. Aftan ágrenja vitum at ov lítið kemur undan næstu árini. Eg spyrji: sKann nakað koma undan av upsayngli? Upsin verður tikin áðrenn hann gýtur?< Hetta svarar til at vit drupu tær flestu ærnar í Føroyum í mars/apríl, og álíkavæl vænt- aðu okkum nógv lomb til heystar. Tað kann tykjast býttisligt við hesi samanbering, men hetta er sannleikin. Vit taka tann mesta upsan áðrenn hann gýtur, og sama skilið hevur verið við toskinum. Aftan á gremja vit okkum um vána fiskiár og skylda upp á náttúr- una. Fiskivinnufeløgini samdust um hesa loysn, sum gevur løtu- vinning, og hetta vísir at stórir partar av teimum eru ikki petti frægari enn politikararnir. Men ta endaligu avgerðina í hesum máli hava sum so ofta teir ódugnaligu politikararnir í hes-um landi. At taka ein fisk, sum kundi blivið til fleiri túsund um hann slapp at gýta má kallast molboaraverk. Ein skuldi ikki trúð at tað vóru analfabetar ella molboar, sum stýrdu í hesum landi, men nú er ein farin at ivast. Trolararnir mangla fisk gamani. Teir skuldu helst slett ikki sloppið inn á gýtingargkið, men skulu teir endiliga hava ein mánað har, so skuldu teir sloppið inn í mus, tå upsin hevur gýtt, og ikki í februar. Tá høvdu teir fingið nakað, um ikki líka nógv sum í februar, men tá hevði ynglið so eisini havt ein kjans, um enn tað eisini hevði verið órógvað av gróp- andi trolarum. Menn, sum hugsa so stutt sum í hesum máli, har tað bert er løtuvinningurin, ið telur, eru snøgt sagt ikki verdir ella førir fyri at stýra í einum landi. Eitt er vist, at kemur ikki vend í í hesum fiskivinnupoli- tikkinum, so verður ikki nógv - ur fiskur eftir vid Føroyar. Og so kunnu vit skylda upp á náttúruna sum vit vilja, og grenja um ringar tíðir, sum ikki batna. Ringur skrivari skyldar upp á pennin. Ein, ið fylgir við Klaksvíkar Klubbi Longri opið fríggjakveld - Styttri leygarkvøld Fær Klaksvíkar Býráð sín vegin lata aftur fyrrleygar- klokkan fýra. Klaksvíkar vilja, sleppur Klaksvíkar Klubbi at hava longri opið friggjakvøld, men má hin- kveld. Klubbin hevur søkt um at hava opið friggjakvøld til Býráð, sum hevur rætt til at mæla til ella frá tílíkum um- sóknum, samtykti at mæla til, at umsóknin verður játtað. Hinvegin varð eisini sam- tykt at heita á loyvisnevnd- ina um at stytta upplatingar- tíðina leygarkvøld, og grundgav við heiligdags- lógini. Sum er hevur klubbin opið leygarkvøld til klokk- an fýra, men verður til- mælið hjá býráðnum góð- tíkið av loyvisnevndini verður latið aftur á miðnátt leygarkvøld. tór.- Nr. 41 — 1. MARS 1994 Síða 11 ER AR Sal Gott, Johan Tað var fyri neyðini, atonnur tordu at loysa frá posaband- inum um tað ørvitistos, ið Fråhaldsrørslan hevur borð- reitt við um rúsdrekkamálið í blaðgreinum hesa seinastu tíðina. Óneyðugt er at leggja nak- að aftrat beinrakna lesara- brævinum hjá Johan, men bert, enn einaferð, staðfesta, at um fråhaldsrørslan og landsins myndugleikar ann- ars halda tað vera skilagóðan politikki at seta prísin í veðr- ið fyri at minka um nýtsluna, so eru teir fullkomiliga >ude i det blá<. Tá mátti verið frægari at hildið prísinum niðri á einum keypandi stødi, og so sloppið undan einum, ivaleyst, stórum parti av heimabryggingini/brenning- ini. Heimabryggjarin UV NN SILDAFLØK kr. 200,- AM SILD - SILD - SILD Vit hava nú aftur tey væl dámdu SALT- & KRYDDSILDAFLOKINI Á | (Beinfrí 8 skrædlad) Spannir á 5 kg KRYDDSILDAFLOK r. 220,- Tlf. 12355 ÍLMIBM á | I få SILDAGOYMSLAN Vit koma vid sildini til KLAKSVÍKAR á VÁGARNAR hvønn fríggjadag. Sent verður eisini við Strandferðsluni. Vinarligast gjaldið tá í peningastovni til konto 200.10.57 — tá bílagt er. kl. 9-13 BILLUTIR útvegast til FLEST ALLAR BILAR Fa. BILLUTIR Tlf. Fax. 21605 21666 FeroyaD kúli ASK