mikudagur 2. mars 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| Nýggj kreppustøda
Álvarslig kreppan hevur tikið seg upp
millum føroyska heimastýrið og donsku
ríkismyndugleikarnar. Hetta kemur í
kjalarvørrinum á seinasta uppskotinum
um vinnuliga fiskiveidi, sum fiski-
vinnunevndin legdi fyri tingid nå um
dagarnar. Danski forsætisráðharrin Poul
Nyrup Rasmussen hevur latið lands-
stýrið vita, at danska stjórnin kann ikki
góðtaka uppskotið, tí tað er ikki í tráð
við ta avtalu, sum longu er gjørd
millum Føroyar og Danmark.
MEIRILUTI er fyri nyggja uppskot-
inum f tinginum, og tad fæst neyvan
nakar meiriluti fyri nøkrum ødrum
uppskoti. Sostatt er komin tvistøda í
millum donsku stjórnina og løgtingid.
Henda tvistødan er ålvarslig, ti
løgtingid hevur fult lóggávuvald á
fiskivinnuøkinum, og tí kunnu danir
ikki tvinga nakað igjøgnum her. Tað,
sum danir siga, er, at hetta er ikki eitt
krav frá teirra síðu men ein partur í eini
avtalu, sum teir hava gjørt við
FRÆLSI-- JAVNAÐUR - BRØDRALAG
føroyingar, og sum føroyingar tí mugu
halda. Løgmaður og eisini Atli Dam,
fólkatingsmaður siga bæði við Sosialin
í dag, at danski forsætisráðharrin hevur
ikki tulkað avtaluna rætt, tí uppskotið
frå fiskivinnunevndini stríðir ikki móti
avtaluni.
HETTA er so ikki einasta stríðsmálið.
” Danir vilja eisini hava okkum at
samtykkja uppskotið um broytingar í
lógini um inntøkutrygd fiskimanna.
Hetta uppskotið er eisini niðurfelt í eini
av avtalunum, men liggur í løtuni í
Fiskivinnunevndini og kemur sambært
formanninum í nevndini ikki úr aftur
nevndini, tí sum hann målber seg,
eingin skal sleppa at nema við minstu-
lønina. Og soleiðis kundi verið hildið
fram. Arbeiðsloysistryggingin, sum er í
akuttari peninganeyð, fær heldur ikki
pening, fyrr enn danir hava givið grønt
ljós....
TAÐ sær svárt út, ikki kann sigast
annað. Spurningurin er um nøkur loysn
er í eygsjón. Tá hvørgin parturin vil
boyggja seg, sum tað sær út til í løtuni,
Spennandi fotokapping í 18 umfórum:
Lýsa Føroyar sum
ferðamannaland
Ferðaráð Føroya og SMS-Foto eru í felag farin undir
eina nýggja fotokapping, ið strekkir seg yvir heili 18 um-
før. Hvørja viku verður farið í rúgvuna av innkomnum
myndum, og har verður so higartil besta myndin funnin
4 Blabjólk- Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Térfinn Smith -
Útgevari: PA Søslaturin
Prent: P/t Pressan 1981
so er ikki annað at gera enn at síggja
tíðina ann. Avleiðingin verður tann, at
ALS ongar pengar fær og vit fáa ikki
endurfíggjað lán okkara, soleiðis at
landskassin megnar at rinda lønir og
aðrar skyldur. Samanumtikið má sigast,
at kemur ikki broyting í onkursvegna,
so fer føroyska samfelagið fullkomiliga
at steðga upp innan heilt stutta tíð. Ráð
okkara til føroyskar myndugleikar eru,
at vit mugu beinanvegin taka upp
samráðingar við donsku stjórnina á
hægsta stigi fyri at kláraleggja alla
støðuna. Ein avtala er gjørd, men er
grundarlagið undir avtaluni munandi
broytt, tá mugu menn og kvinnur seta
seg aftur við samráðingarborðið. Her
stendur alt ov nógv upp á spæl til at
nakar hevur ráð til at spæla við
vøddunum. Tað snýr seg um tilveru
føroyinga sum tjóð og tað snýr seg um
framtíðar samstarvið millum tvær
brødratj6dir, Danmark og Føroyar.
ÍKOMNA stødan ber boð um at
sjónarmiðini hjá báðum londunum hava
ikki verið nóg væl lýst. Vit eru rendir
fastir. Burtur úr hesum kann íkki
Telefon: 11820
spyrjast annad enn eina dialogur millum
partarnar. Tað er greitt, at tað ber ikki
til at plasera svartaper hjá bara einum
av pørtunum. Allir partar, tvs. tingið,
landssstýrið og donsku mynguleikarnir
eru samsekir í støduni. Hevði
dialogurin havt verið tikin í stórri álvara
alla tíðina og verið framhaldandi, tá
hevði úrslitið í dag kanska sæð ødrvisi
út. Brævið frá forsætisráðharranum
tænir ikki dialoginum. Tað lýsir eisini
av eini sera grunnari vitan um veruliga
hóttaninar móti okkara fiskastovnum.
Um vit fiska nøkur fá tons av toski ella
hýsu meira ella minni - er tað tann
veruliga hóttanin? Neyvan. Okkara ráð
til bæði tingmenn, landsstýrið og
ríkismyndugleikar er at taka upp
dialogin og stinga út í kortið heilt av
nýggjum. Men fortreytin fyri at kunna
tosa saman og skilja hvør annan er
virðing og álit..
SOSIALURIN
Teymunnuóivaveramong, bæðiígóðumogminnigóð- taka eina mynd hverja viku
ið eiga fleiri góðar myndir um veðri, myndir, ið lýsa hesar 18 vikurnar, og tå tid
úr Føroyum, ið kortini ong- skiftandi ljósið í Føroyum, in erúti, verða hésar mynd-
antíð fáa annað pláss enn í
privata fotoalbumminum
ella á vegginum í fínustovu.
Har er sjálvandi avmark-
að, hvussu mong onnur
kunnu fáa lut í nyndunum.
Hesi viðurskifti royna
Ferðaráð Føroya og SMS-
Foto nú í felag at fáa gjørt
nakað við, so fleiri kunnu
fåa lut í kanska fleiri av hes-
um vøkru og góðu — men 6-
kendu — myndunum.
Utskrivað er ein foto-
kapping, hvørs endamål er
at fáa góðar myndir úr Før-
oyum fram. Tað veri seg
myndir, ið lýsa náttúruna
um várið og summarið,
myndir av bygdum og bý-
um og myndir av fólkum og
fólkalívið, eitt nú frá stevn-
um, rakstri, fletting og ødr-
um arbeidi.
Gongur i 18 vikur
Kappingin gongur yvir 18
vikur, og hvørja viku verður.
besta myndin í rúgvuni av
myndum, ið tá tilsamans
eru komnar inn, tíkin burt-
urúr og fær ein vikuvinning.
Vinnarin hesaferð var
Absalon Hansen úr Havn,
ið eisini herfyri vann eina
skandinaviska — virdisløn
fyri myndir sinar.
Endamálið er soleiðis at
irnar sýndar fram saman í
Dvøljuni í SMS frå 29. juni
og úteftir. Millum tær 18
bestu myndirnar verður
besta, næstbesta og trið-
besta myndin vald burturúr,
og verða tað so hesar, ið fáa
høvudsvinningarnar, ið eru
longdar = vikuskiftisferdir
fyri alla familjuna onkun-
staðni í Føroyum, umframt
Olympus myndatól.
— Endamálið við kapping-
inier fyrst og fremstat fáa til
vega myndatilfar úr Føroy-
um, ið kann brúkast í arb-
eiðinum hjá Ferðaráð Før-
oya at upplýsa útlendingar
um Føroyar og tað rætta i, at
teir nýta frítíð sína her,
heldur enn aðrastaðni, sigur
Gissur Patursson frá SMS-
Foto.
Myndir inn úr
øllum landinum
— Vit vóna, at fólk úti um
alt landið fara at finna tær
bestu myndirnar fram, tey
eiga, og senda okkum tær til
kappingina. Ofta hevur tað
lyndi til bert at verða mynd-
ir, ið havnarfólk hava tikið,
ið koma til eina sovorðna
kapping, men vit vóna at
røkka longur út enn tað, so
vit kunnu fáa myndir úr øll-
um heðrashornum.
Myndir til fotokapping-
ina skulu sendast til: SMS-
Foto, Postboks 1058, FR-
110 Térshavn. Innsendar
myndir skulu f minsta lagi
vera 13 x 18 cm. Negativið
ella diapositivid skal fylgja
við myndini.
Í démsnevndini, sum vel-
ur ta bestu myndina burtur
úr rúgvuni hvørja av hesum
18 vikunum, sita Jan Mort-
ensen úr Ferðaráð Føroya,
Tíðindi, lýsingar, myndir og alt møguligt annað
= alt finnur tú í Tíðindablaðnum Sosialinum!
Gissur Patursson frá SMS-
Foto og Ingi Joensen frá Pf.
Grafik Studio.
hj.