Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin | Nr. 42 — 2. MARS 1994 Síða 3 Javnaðarmaðurin Jógvan Adolf Johannesen langaði hart út eftir Føroya Fiskavirking, sum hann skuldsetti fyri at føra politikk ímóti sitandi samgongu. Her pråtar hann við sambandsmannin Terja Davidsen Bráðfeingis hjálp til fátæka skipan Samgongan er øll fyri, at landsstýrið veðheldur fyri láni til Arbeiðsloysisskipanina Sjálvt um tað mánadagin framvegis var ógreitt, um danska stjórnin loyvir landskassanum at veðhalda fyri láni til Arbeiðsloys- isskipanina, hevði løgting- ið sína fyrstu viðgerð av uppskotinum á vanligan hátt. Uppskot landsstýrisins eru at Arbeiðsloysisskipan- in skal kunna læna upp til 15 mið. í hvørjum av teim- um trimum størstu peninga- stovnunum, og at skipanin skal halda fram við at fáa pening frá Samhaldsfasta fram til 30. juni. Nakrir tingmenn vóru inni á spurningum, at danska stjórnin møguliga fer at nokta landskassanum at veðhaldi fyri lánunum, men teir flestu tóku íkki tann møguleikan upp á tungu og lótu í hvussu er sum um, at løgtingid er okk- aralóggávuting. Tað er greitt, at øll í sam- gonguni atkvøda fyri hesum báðum uppskotunum, um enn øll ikki eru líka fegin um loysnina. Andstøduflokkarnir fara ikki at atkvøda fyri. Segð! ikki hvussu Framsøgumadur hjá sam- bandsflokkinum var Flem- ming Mikkelsen. Honum dámdi lítið at læna pengar til skipanina. Hann helt, at nú eigur ein onnur skipan at verða gjørd, men hevði ikki gjørt sær nærri tankar um, hvussu ein slík skipan eigur at verða. Flemming Mikk- elsen mælti til at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um at koma upp í part í Arbeiðsloyisskipanini. Tað helt hann ikki vera niður- setandi, tí tað ber ikki til sum er. Fjøldin orkar ikki longur ikki at eiga til dag- liga breydid, segdi Flem- ming Mikkelsen. . Jógvan Sundstein ávaraði ímóti at venda sær til donsku stjórnina um eitt so- vorðið einstakt mál. Hann ásannaði, at avtalurnar, sum gjørdar eru við donsku stjórnina, ikki hava snúð seg um heildina, og at summar tiknar avgerðir hava verið beinleiðis skeiv- ar. Nú verður neyðugt at taka alla samfelagsskipan- ina, arbeiðsloysisskipanina upptil nýggja viðgerð, bæði skjótt og brátt, segði Jógvan Sundstein. Fleiri tingmenn nevndu tað órímiliga í, at heilt nógv arbeiðsleys nú fara at detta úr skipanini, sum fer at geva stórt yvirskot, tá so fá verða eftir at fáa pening. Sverre Midjord helt tað ikki vera nakra skomm at læna pengar til skipanina, so arbeiðsleys fáa nøkul- unda sømilig kor. Danska stjórnin veit, hvat tað vil siga at vanta pengar, tí hon noyddist í sínari tíð at selja Vestindusku oyggjarnar og pantseta Orknoyggjarnar júst av somu orsøk, segði Sverre Midjord. Hjálpir skipanini Hildur Patursson segði tað upp á tann mátan, at upp- eru ein loysn, ið hjálpir Ar- beiðsloysisskipanini, men ikki í longdini teimum ar- beiðsleysu. Arbeiðsloysis- skipanin er ikki nøkur loysn fyri tey langtíðararbeiðs- leysu. Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, var í tingsalinum allar tímarnar, sum orðaskiftið vardi, og gjørdi viðmerkingar, so hvert sum okkurt var vert at viðmerkja. Hann helt tað vera vanda- mikið at pilka við Sam- haldsfasta, tí tað hevur ong- antíð verið meira aktuelt enn nú við eftirlønini, Einki rgkist jú fyri, at fíggjarlógin tey komandi árini fær lyft fólkapensiónina longur upp, tað verða fleiri og fleiri pensionistar, og færri verða at gjalda, segði Jóannes Eidesgaard. Yvirornaðar samráðingar Hann helt tað eisini vera skeivt at samráðast við donsku stjórnina um hetta málið. Tað er eitt slag av uppgávulyndi. Vit mugu royna at halda høvdid høgt og samráðast við donsku stjórnina um meira yvirorn- að mál, segði landsstýris- maðurin. Hann gjørdi eisini sínar viðmerkingar til uppskotið hjá arbeiðarafeløgunum um at biðja danir yvirtaka arbeiðaramálini. Neyvan hevur nakar gjørt sær tankar um avleiðingarnar av ti. T.d. noyðist danski arbeiðs- marknaðurin at laga seg eftir nógvum ES-direktiv- um, og Danmark hevur eis- ini arbeiðsrættin, ið fak- feløgini ikki eru so fegin um, segði Jóannes Eides- gaard. Sum kunnugt var dystur í samgonguni, áðrenn semja fekst um hesa loysnina at veita Arbeiðsloysisskipan- ini bráðfeingishjálp. T.d. hótti Helena Dam á Neysta- bø við at slíta samgonguna, kom ikki eitt ftøkiligt upp- skot úr landsstýrinum. Andstødan tók ikki Hel- enu til sin av tí orsøk. T.d. segdi Finnbogi Arge, at hon hevur átikið sær leiklutin sum verndareingil hjá teim- um arbeiðsleysu og hartaði hana samstundis fyri at hava ætlað at lagt fleiri byrðar á fólk. Nakað varð tosað um vantandi = arbeiðsskapandi tiltøk, og sum Birgir Daniel- sen målbar seg, var orða- skiftið merkt av, at tað varð útvarpað, og vit kanska fáa val fyrsta dagin. Onnur mál vórðu umrødd í hesum orðaskiftinum, og serliga fekk Føroya Fiska- virking toyggið. Sverre Midjord fanst at nevndini í Fiskavirking fyri ikki at fordeila fiskin, ið kemur upp å land betur. Summastaðni er nógv ar- beidi, og onnur øki liggja steindeyð. Fleiri aðrir funnust at Før- oya Fiskavirking, og tann mest harðmælti var Jógvan Adolf Johannesen, sum legði nevndina í Fiskavirk- ing undir at føra andstødu- politikk ímóti sitandi sam- gongu vid at hava triskiftis- vakt å virkjunum og å tann hátt kunstiga at fáa fleiri fólk inn undir Arbeiðsloys- isskipanina - fólk, sum ikki frammanundan vóru á ar- beiðsmarknaðinum. Jóannes Eidesgaard heitti á nevndina, sum nú skal arbeiða við uppskotunum, um at skunda sær, so málini kunnu koma fyri tingið aftur í hesi vikuni. randi ØM vordu afturvald Limatalid i SÆK er ikki minkað stórvegis enn Leygardagin hevði fel- agið hjá skrivstovu- og krambafólki, SÆK, sín árliga aðalfund. Tað var um reppið, at fundurin varð útsettur, tí að møttu 20 fólk, og so nógv skuldu júst til fyri at kunna halda fundin. Aðalfundurin hevði ikki tær stóru broyting- arnar við sær. Formað- urin, Jóhanna D. Vang, ætlaði at sleppa frá, men eingin annr vildi taka yvir, og hon átók sær so at halda fram tað næsta tvey ára skeiðið. Ronnie í Lon og Laila Zachariassen vórðu bæði afturvald sum nevndarlimir. Hinir nevndarlimimir eru Ragnhild Rasmussen og Marita Andreassen. Tiltakslimir eru nú Leif Petersen og Jórun Johannesen. SÆK hevur 480 skrá- settar limir. Limatalið er lítið minkað av arbeiðs- loysinum. Nakrir limir eru tó fluttir av land- inum, og nøkur heilt fá arbeiðsleys standa nú sum hvílandi limir. randi Lítil undirtøka Lítið veiggj má sigast at vera í andstøduni móti ES. Månakvøldid hevði Fylkingin móti EF, sum felagsskapurin eitur, að- alfund Har møtu bara sjey limir umframt nevnd- ina. Felagsskapurin hevur annars umleið 200 Onkur nevndarlimur ætlaði at sleppa frá, men ikki bar til at finna nýggjan nevndarlim á fundinum. Nevndin er tí tann sama: Luitjen Apol, formaður, Bergur Dam, Maiken Mortensen, Jákup Thomsen og Brúsi Johansen. Maiken Mortensen fer av landinum í apríl, og tá tekur tiltakslimurin Hans Pauli Thomsen við. Hin tiltakslimurin er Flóðin Eidesgaard. randi