Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 42 — 2. MARS 1994 Óli Jacobsen hóttir statsministaran: Minstalønin ikki nertast — Vit rokna tað sum såttmålabrot, verður minstalønin nortin , avleiðingarnar av hesum verða, at flotin verður langdur. Minstalønin er eitt reint innanhysis føroyskt mál, sigur Oli Jacobsen, formaður í fiskimannafelagnum Formaðurin í Føroya Fiski- mannafelag, Óli Jacobsen, mundi dottið upp úr stól- inum, tá hann hoyrdi um brævið frá Statsministaran- um til Maritu Petersen, løg- mann seinnapartin mána- dagin og hann setti seg beinanvegin niður at skriva bræv til Poul Nyrup Ras- mussen. Brævið varð end- urgivið í donsku fjølmið- lunum í gjár. Tað sum fekk Óla Jacobsen at oma um oyruni var at danska stjórin kravdi at minstalønin varð broytt. Poul Nyrup Rasmussen, skrivar millum annað til Maritu Petersen, løgmann: — Ligeledes har det siden februar 1993 været aftalt, at der skulle ske en revision af intægstsikringen for fisker- ne, sá den ydes ud fra den samlede indtjening. Land- styret fremsatte i eftetåret 1993 lovforslag, so reger- ingen finder snarest bør Måtsøgn Oli Jacobsen skrivar i brævinum til statsministar- an, Poul Nyrup Rasmussen, at tað er beinleiðis mótsøgn í tí hann skrivar til løgmann og í brævi, hann skrivar til Fiskimannafelagið 15. mars 1993. Statsministarin vísir enntá til hetta bræv í einum øðrum brævi til fiski- mannafelagið, dagfest 9 desember 1993. —8. mars í fjór skrivaði eg til statsministaran og vísti á at eg undraðist á at inn- tøkutrygdin hjá fiskimonn- um varð tikin við í sam- ráðingunum millum land- stýrið og stjórnina í februar í fjør, sigur Óli Jacobsen. — Statsministarin svarar: »Det var ikki noget specielt ønske fra regeringen om at afskaffe denne ordning, (minstalønin, bløm.), men den indgik i den alminde- lige drøftelse om udgifts- posterne på den færøske finanslov med henblik på at vurdere mulighederne forat skaffe balance på lands- kassens budget. For re- geringen er det alene afgør- ende, at en sådan balance opnås. Hvilke midler, der tages i brug for at opnå balance, er imidlertid landstyrets og lagtingets ansvar.« — Her stendur greitt og týðuliga, at danska stjórnin á ongan hátt leggur seg í inntøkutrygdina hjá fiski- monnum, sigur Oli Jacob- sen. Hvassorðað bræv Brævið hjá Ola Jacobsen til statsministaran er hvass- orðað. Hann sigur millum annað. --Skuldi uppskotið frá landstýrinum um inn- tøkutrygdina, ella eitthvørt uppskot, sum vil gera inn- tøkutrygdina hjå fiskimon- nunum verri, verid samtykt i løgtinginum, vil tad fåa ta avleiding, at vit rokna sáttmálan við Reiðarafel- agið at verða fallnan burtur. Hetta merkir at vil leggja flotan og vit loysa ikki aftur fyrr enn verandi inntøku- trygd, við minstulønini, verður aftur sett í gildi, sigur Óli Jacobsen. Óli Jacobsen skrivar víðari: — Tú kann biðja Peder Andersen greiða frá hvgnn týdning tað fær fyri at byggja føroyska búskapin uppaftur, at flotin liggur.— Fiskimadurin danskur gisli Óli Jacobsen mótmælir harðliga, at danska stjórnin hevur tikið føroyska fiski- mannin og fiskivinnuna sum heild sum gísla, fyri at endurfíggja føroysku utt- anlandsskuldina: Og tað nærkast markinum til tað sømiliga, tá stjórnin tekur fiskimannin sum gísla í málinum um umbøn land- stýrisins, at veita trygd fyri Tíðindablaðið (577) einum láni ul arbeiðsloysis- skipanina. — Fiskimaðurin hevur enn somikið eftir av síni sjálvs- virðing, at hann fer ikki lata semjur millum stjórnina og landstýrið avgera síni livi- kor, sigur Óli Jacobsen í brævinum til statsminist- aran. Eyðmýkjandi --Mannagongdin hjá donsku stjórnini minnir nógv tey boykott Danmark fremir móti eitt nú Iraq og Serbia. Teir vilja fíggjarliga banka okkum uppá pláss, sigur Óli Jacobsen. — Tað er eyðmýkjandi og ein grov nidurvurdering av donsku stjórnini at nerta við minstulønina. Vit eru ikki í iva um hvat vit gera, hendir hetta. Allur flotin verður langdur og eg skilji at fiskimannafelagið | hevur ikki einsamalt hesa stóðu, segði Óli Jacobsen við Tíðindablaðið Sosialin. jústinus