Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tidindabladid (a, Nr. 42 — 2. MARS 1994 Síða 7 Atli Dam, tingmaður Løgtingid kann ikki Skúgvast til viks! -Tað er mín sannføring, at forsætisráð- harrin hevur mistulkað avtaluna og stóð- una annars. Eg kann ikki hugsa mær, at tað er veruliga ætlanin at skúgva løg- tingið til viks, tí tað ber ikki til sambært verandi lóg sigur Atli Dam, løgtings- maður og fólkatingsmaður, sum í løtuni roynir at sannføra danir um, at uppskot- ið um vinnuligan fiskiskap er í tráð við andan í seinastu avtaluni. Atli Dam hevði í gjár fund við Bjørn West, fiski- málaráðharra og embæt- ismenn hansara um kvota- uppskotið, sum danir ikki vilja góðtaka. Har royndi hann at greiða teimum frá, at tað er ein misskiljing, at uppskotið hjá meiriluta- num í løgtinginum ikki heilt og fult livir upp til tað, sum liggur í avtaluni. Hann vísir á, at er talan um ójavnar, so er tað bara ein spurningur um smá- lutir. Har er annars ásett TAC, har eru kvotur og har er ein ávís umsetilig- heit og at tað ikki 100% fylgir TAC hjá bygnaðar- nevndini ella so vittgang- andi handli við kvotum sum bygnaðarnevndin legði upp til, kann so ikki vera tað, sum ger, at ein ikki heldur fram við samstarvinum um endur- fígging av føroysku skuldini. -Eg meini, sigur Atli Dam víðari, at tað er komið ógvuliga skeivt fyri, at forsætismálaráð- harrin hevur úttalað seg soleiðis sum hann hevur gjørt, um at vit hava brotið avtaluna, og serliga er tað jú ein fullkomiliga vónleys stóða, um tað skuldi havt við sær, at valdið hjá løgtinginum verður skúgvað til viks í hesum málinum. Atli Dam heldur tó ikki, at brævið frá for- sætisráðharranum eigur at kunna skiljast solei'is. Hetta eru tí viðurskifti, sum Atli Dam er sannf- ørdur um kunnu greiðast í samrødum. Eru misskilj- ingar, so kunnu tær fáa av vegnum. Fult lóggávuvald -f spurninginum um fiski- vinnu hava føroyingar fult lóggávuvald, tí tað er eitt yviurtikið mál. Í slíkum málum plagar ein at siga, at eingin er yvir og eingin við síðuna av løgtinginum, og tað er eisini mín stóða í hesum málinum. Vit spurdu Atla Dam, um føroyingar hava dugað ov illa at upplýsa danir um nýggja uppskotið! -Tað dugi eg íkki at siga. Eg havi mett, at tann leypandi informatiónin úr Føroyum til Danmarkar um hvat fer fram i Før- oyum, hon liggur fyrst og fremst hjå Rikisumbodn- um. Tad er eingin loyna, at tað hevur verið tjakast dúgliga í føroysku fjøl- miðlunum um, hvat fyri- gongur og hvat hevur ligið í kortunum , so sjålvt um uppskotið ikki kom fram fyrr enn síðsta týsdag, so hava verið møguleikar fyri at orientera upp á forhond so mikið, at tað kundi verið sloppið undar. mis- skiljingum. Atli Dam er sannførdur um, at tað ber til at tosa um hesi vidurskiftini. Tad er ikki høvudsspurning- urin, um tað skulu gerast smærri justering. Høvuds- spurningurin er, at løg- tingid ikki kann lata sin vilja skúgva til viks. -Hvønn umbodar tú, tá tú er á fólkatingi? -Føroyar. Og nú er tað soleiðis at eg eisini kann umboða løgtingid, tí eg havi verið uppi í hesum arbeiði, og tí eg eri partur av eini samgongu. Atli Dam vísir annars á, at danski og føroyski javnaðarflokkurin hava higartil kunnað tosað seg til rættis, men sjálvsagt líkist hetta cini grefligari mistulking frá forsætisráðharranum, og tað kann ein so vónandi avskriva upp á, at hetta er so nýtt fyri hann, nevniliga allur pro- blemtikkurin um tey við- breknu viðurskiftini mill- um tvær tjóðir, har onnur er nógv stórri og hin nógv minni og sum kortini skulu vera í felagsskapi. Eg kann ikki hugsa mær, at tað er tann veruliga ætlanin at skúgva tingið til viks. -Men hetta er jú valár. Verður tað tí ikki ein sera torfør avgerð hjá Nyrup at taka, skal hann hála í land aftur? -Samráðingar enda vanliga við, at ein ger semjur, sum báðir partar kunnu liva við. Eg leggi ikki í at skýra slíkt at bakka ella toga í land aftur, heldur kann ein frødast um, at sum vant bera samráðingar á leið, um partarnir eru hugaðir fyri, at tað skal vera úrslitið. -Uppskotið um inn- tøkutrygd fiskimanna er eisini knútur í hesum máli! -Tað liggur í Fiski- vinnunevndini, og tað er greitt, at tað einaferð má koma aftur úr nevndini. Nakað skal so gerast á tí økinum, ti tað er ein partur av semjuni, og tad meti eg ikki, at ein kann loypa frå. Har må so koma eitt ella annað úrslit. Atli Dam metir annars, at vit hava hildið tær av- talur við hava gjørt við danir og at vit hava borið okkum rætt at. Loysing -Tað eru tey, sum nú tosa um loysing! -Tað er ikki nakað, sum ein kann taka stóðu til her og nú, ti eingin tekur loysing frá Danmark frá einum degi til tann næsta. Skulu viðurskiftini broytast so er neyðugt við samráðingum. Mín hugsan hevur altíð verið, at samráðingar skulu bera í sær stérri sjálvs- avgerðarrætt, dagføringar av heimasýrinum og heimastýrisskipanini og eg havi ikki hugsað mær, at tað lá nøkur loysing í ti. Men tað er heilt greitt, at verður heimastýrisskip- anin neydtikin, og tað ikki ber til at liva so sum ætlað og avtalað, so má ein endurskoða sína hugsan. Atli Dam vísir á, at hann er vanur við at samráðingar geva úrslit. Nú roynir hann so at greiða umboðum fyri stjórnina frá støduni. Onnur sterri álvarsmál Upp á fyrispurning um hetta málið er størsta ál- varsmálið tey árini hann hevur tíkist við politikk sigur Atli Dam, at tað er tað ikki. Hann vísir á mong onnur mál, sum hava havt stóran týdning fyri Føroyar so sum fiski- vinnusamskifti ol. -f hesum måli hava vit so í síðsta enda lóggávu- valdið, nakað, sum tú oftani ikki hevur, tá tú skal samráðast við aðrar. Atli Dam viðgongur, at okkara virkisfrælsi sjálv- andi er avmarkað av, at vit eru tann stóri lántakarin, men Nyrup er lánveitarin. Tí er einki legið í tí, at Poul Nyrup Rasmussen roynir at tryggja seg best. -Tað er annars eingin loyna, at nógv av tí, sum valt er, hava føroyingar ikki verið fegnir um. Te. m.a. móðurfelag, saman- legging av bankum og mátin, sum bankarnir skuldu bjargast upp á, har Føroya fólk stendur sum lántakari, heldur enn at ein lat bankaheimin, tvs. fíggjarheimin, sum sjálvur hevur ført seg út í hetta og statskassan, verið eitt sindur sterkari inni í myndini. jan Bent Klinte, ríkisumboðsmaður: Partarnir mugu tosa seg til rættis -Tað skal undra meg, um ikki báðir partarnir megna at loysa upp fyri hesum knútinum og finna eina ella aðra loysn. Hetta sigur Bent Klinte, Ríkisumboðsmaður, sum má sigast at hava eina torføra uppgávu at røkja í hesum døgum. Bent Klinte viðgong- ur, at stødan er spent, men hann heldur hana ikki vera álvarsliga ella hættisliga sum so. Her er talan um eina sokallaða klassiska stóðu, sum krevur, at tú tosar út um viðurskiftini. Og tað hevur ríkisumboðsmaðurin eisini fatan av, at tað verður gjørt í løtuni. Upp á fyrispurning um danski forsætisráðharrin ikki hevur verið nóg væl kunnaður um uppskotið, sum nú liggur til viðgerar í løgtinginum sigur Bent Klinte, at forsætismála- ráðið er væl kunnað um uppskotið. Tað 80 síðu drúgva uppskotið varð umsett og sent til Danmarkar longu dagin eftir, at tað varð sett fram. Uppskotið og aðrir upplýsingar í málinum er vidgjørt av embætisfólk- unum í forsætismálaráðn- um. Og her eru tað so serliga Lars Thybjerg og Gunnar Martens, sum hava við føroysk viður- skifti at gera Bent Klinte metir tí, at danski forsætisráðharrin er væl kunnaður um upp- skotið og innihaldið í ti. Annars er tað ein av uppgávunum hjá ríkisum- boðsskrivstovuni at um- seta og senda donsku myndugleikunum alt tað tilfar, sum hevur teirra áhuga. Harumframt fáa ríkismyndugleikarnir ei- sini væl av tilfari bein- leiðis úr Tinganesi. Vit spurdu Bent Klinte, sum hevur havt møguleika at fylgja øllum málinum í tinginum og annars við- gerðini í Tinganesi, um hann hevur eina aðra fatan enn forsætismálaráðharrin - og um hann tekur undir við føroyingum, tá teir siga, at uppskotið er innan fyri karmarnar á avtaluni! -Eg arbeiði fyri for- sætismálaráðið og má tí hava somu meting av støduni sum forsætismåla- ráðharrin. Bent Klinte heldur, at uppskotið, sum nú liggur í tinginum, er munandi ødr- vísi enn tað uppskotið, sum landsstýrið legði fram. Hann vísir á, at tað hevur stóran týdning fyri donsku stjórnina at fáa framt ta avtalu, sum hon gjørdi við føroyingar í fjør. M.a. tí at tað er danska fólkatingið, ið stendur aftan fyri av- taluna, og tí bindur hon eisini donsku stjórnina mótvegis fólkatinginum. Ríkisumboðsmaðurin vónar ikki, at hesar sein- astu hendingarnar fara at gera viðurskiftini millum Føroya og Danmark verri. Hann vísir annars á, at talan er um rættiliga mun- andi upphæddir, sum av- talan fevnir um. -Tað er stórt spell, at henda stødan skal vera í- komin, men eg rokni av- gjørt við, at partarnir megna at tosa seg til rættis í hesum annars stóra máli og tydningarmikla máli jan