Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 42 — 2. MARS 1994 Sida9 > umrådandi fyri felagid at skapa áhuga fyri øllum tí bretska oljugkinum, tá hugsað verður um kappingarførid í sambandi við at gera fløgur í oljuvinnuni. Tað finnast nógv áhugaverd gki kring heimin at gera íløgur í, og fyri at varðveita áhugan fyri at gera fløgur í bretskum gki roynir BP at skunda undir kanningarnar og eina komandi framleiðslu í nýggja oljugkinum vestan fyri Hetland. Enn er hetta nýggja “oljuævintýrið" sera nýtt, eitt nú finst als eingin infrastrukturur tvs. oljuleiðingar ol. í økinum. Men fara úrslitini at vera eins positiv sum higartil kann roknast við, at Het- landsrennan kann fáa eins stóran tydning ella stórri sum Norðsjógvurin. Gingið væl Tað hevur annars gingið sera væl í hond í hesum nýggja økinum. Ætlanin var at gera seismiskar kanningar í ár eisini, men hetta er ikki neyðugt, tí årslitini frå seismisku kanningunum í fjør vóru so framúr góð. BP metir seg at hava so góðar upp- lýsingar at ganga eftir longu nú, at tað hevur sett í gongd víðari boring av teimum báðum kendu keldunum. Haraftrat fara teir eisini at bora nøkur heilt nýggj hol. Hvar tað verður fáa vit ikki upplýst. Oljupallurin, sum nú borar í Foinaven oljukeld- uni í blokki 204, skal royna at finna fram til, hvussu oljukeldan sær út og á hvønn hátt teir skulu taka oljuna upp. Tilsamans 80 mans eru á pallinum. jan Stórur áhugi fyri oljufelag Í farnu viku varð felagið Føroya Oljuídnaður stovnað í Havn. Felagið hevur fingið sera stóra undirtøku. Umframt einstaklingar, virki og ymisk arbeiðspláss eru eisini fleiri av vinnu- og fakfeløgunum í landinum við, frá verkamannafeløgunum til arbeiðsgevarar. Endamálið við nýggja felagnum er at samskipa og menna eina komandi oljuvinnu. Her verður ser- stakliga hugsað um eina slíka vinnu her á landi men eisini um møguleik- arnar at vera við í olju- vinnuni í okkara granna- londum, eitt nú Bretlandi, Noregi og Danmark. Felagið vónar, at tað fer at verða tikið við upp á ráð av landsstýrinum, tá ein oljupolitikkur skal stingast út í kortið. Felagið sigur seg vilja stuðla landsstýrinum í royndunum at skaffa nýggj arbeiðspláss og annars vera við til at fáa meiri gongd á vinnuhjólini í landinum. Afturfyri vónar felagið so eisini, at Tríggir av neyndarlimunum, Gunnar Mohr, Johan Mortensen og Magni Arge. Mynd kalmar Nógv føl ! ð mett til stovnan av Føroya Oljuídnaði. Mynd kalmar landsstýrið og aðrir almennir myndugleikar fara at vísa felagnum ans í framtíðini. Nýggir Inntøku- meguleikar Sosialurin hevur skilt, at tann stóri áhugin fyri felagnum, stavar frá vón- unum hjá bæði vinnu- lívinum og teimum ymsu feløgunum til eina kom- andi oljuvinnu. Her verður bæði hugsað um at skaffa samfelagnum nýggjar inn- tøkumøguleikar, men so sanniliga eisini at kunna vísa teimum ungu, sum í dag skulu til at útbúgva seg á teir stóru framtíðar møguleikarnar, sum eru í hesi vinnu. Millum mongu limirnar í nýggja felagnum eru allar skipasmiðjurnar í landinum, sum síggja ein stóran møguleika at fáa arbeiði, verður ein olju- vinna veruleiki. Here er bæði talan um nýbygging og umvælingar. Tíðindini um at bretar ætla sær at fara undir oljuframleiðslu um kanska eini 2-3 ár bert fáar kilometrar frå før- oyska markinum eru sjálv- andi við til at geva eitt nú skipasmiðjunum nýggjar vónir. Á fundinum í Føroya Oljuíðnaður varð nevnd vald. Í hana komu: Johan Mortensen, Magni Arge, Páll Konoy, Alvi Nielsen., Gunnar Mohr, Arni Joen- sen og Eli Davidsen. Eykamenn eru Pauli Einarson, Johanna Hansen og Graham Steward. jan