Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 42 —2. MARS 1994 Tíðindablaðið [ sestalurin } Formaðurin afturvaldur Eingin bjóðaði Jákupi av Tað var longu greitt undan aðalfundinum hjá Starvs- mannafelagnum leygar- dagin, at sami formaður fór at halda fram. Uppskot um formansevni skulu vera innkomin undan fundinum, og tá freistin var úti, var bert hitt eina uppskotið: Jákup Danielsen. Bjarta Eskildsen varð aftrurvald í nevndina, men hin nevndarlimurin, Bogi Godtfred, sum hesaferð stóð fyri vali, stillaði ikki uppaftur . Í hansara stað var Gunnleivur Dalsgarð vald- ur. Umframt tey trý eru Ingrid Jensen og Erland Jacobsen í nevndini. Sum tiltakslimir vóru valdir Hilmar Augustinussen og Jógvan Glerfoss. tór.- >. ikki lat seg stilla uppaftur. Mynd: Kalmar Starvsmannafelagid um ALS: Sama útgjald og tíðarskeið -Skal nøkur meining vera við arbeids- loysistryggingini skal hvorki útgjald ella Jákup Danielsen, afturvaldur formaður í Starvsmanna- felagnum. Mynd: Jens Kr. Vang tíðarskeið minka. Frá vinstru: Jákup Danielsen, formaður, Bjarta Eskildsen og Ingrid Jensen, nevndarlimir og Bogi Godifred, sum Tað almenna skal bjarga skipanini. Annaðhvort beinleiðis Arbeiðsloysisskipanin átti ein fittan part av frágreið- ingini hjá formanninum í Starvsmannafelagnum tá felagið hevði aðalfund leygardagin. Jákup Danielsen segði, at Starvsmannafelagið tekur ikki undir við meirilutanum í stýrinum fyri arbeiðs- loysisskipanina sum mælti til at stytta tíðina, fólk kunnu vera í skipanini, úr 24 og niður í 15 mánaðir. -Skal nøkur meining vera við skipanini skal hvørki útgjald ella tíðarskeiðið minkast, segði formaðurin sum helt, at einasta loysn á trupulleikunum hjá ALS tykist vera, at tað almenna bjargar skipanini. Annað- hvort beinleiðis yvir fíggj- arlógina ella við láni úr peningastovnunum, sum landsstýrið veðheldur fyri. Jákup Danielsen segði, at sjálvandi var best, um øll tey 5.000 arbeiðsleysu komu í vinnu aftur, men fyri tað kann henda, skal eitthvørt slóðbrótandi til. Vánalig sethúsaloysn Jákup Danielsen nam í frágreiðing síni eisini við sokallaðu sethúsaloysnina, sum hann ikki helt vera nakra loysn yvirhgvur. Hann helt, at rentan má munandi longri niður á øllum sethúsalánum, og hartil var tað ikki av leið, at tað almenna hækkaði rentufrádráttin nakað. Eftirlgnargjaldið kann Ikki verða útgoldið Um viðurskiftini á arbeiðs- marknaðinum segði Jákup Danielsen, at hevði løg- tingið longt sáttmálarnar fram til 1. mars næsta ár, sum ætlanin var, hevði tað óivað verið størsta skams- gerð ímóti fakfelagsrørsl- uni nakrartíð. Tað eru tey, sum hava vent sær til Starvsmanna- felagið og biðið um at fáa eftirlónargjaldið útgoldið, men tað letur seg ikki gera. Formaðurin segði seg vóna, at felagid einaferð í framtíð- ini kann fáa eina líknandi eftirlønarskipan at virka aftur, og sum nú er um at vera nidurløgd. -Skeiva aldursbýtið, sum er við at taka seg upp í Føroyum ger, at sjålvkravd- ar eftirlønarskipanir verða at kalla eitt krav í komandi tíðum, tí almennu pensións- skipaninar fara neyvan at røkka, segði starvmanna- felagsformaðurin. yvir fíggjarlógina ella við låntøku Meira upplýsing Arbeiðsbyrðan á skrivstov- uni hjá Starvsmannafelag- num er nú vorðin so stór, at neyðugt verður at seta eitt fólk aftat. Hetta fólki skal taka sær av upplýsandi ar- beiðinum, standa fyri tiltøk- um, sum felagið skipar fyri og somuleiðis standa fyri samskiftinum við limirnar, kundi formaðurin upplýsa á fundinum. Jákup Danielsen segði, at ein partur av samskiftinum við limirnar er álitisfólka- skipanin. Hann segði, at ynskiligt er, at øll álitisfólk fingu møguleika at koma á skeið, so tey kunnu mennast í sínum arbeiði, og sum eisini hevði styrkt felagið. Starvsmannafelagið hevur í dag 1223 limir. tór.- Sama lima- gjald -og eitt hampuligt avlop Limirnir í Starvs- mannafelagnum skulu enn sum áður gjalda eitt prosent av lønini í limagjaldi. Tað sam- tykti aðalfundurin. Fundurin samtykti eisini, at arbeiðsleys skulu gjalda 50 krónur um mánaðan. Sam- bært adalfundarsam- tyktina í fjør skulu kortini tey arbeiðs- leysu, sum eru við í samlagstryggingini, einki limagjald gjalda. Bæði inntøkur og útreiðslur minkaðu í fjør, men felagið hevði stívliga hálvt millión í avlopi. Nevndin skal gera av, hvar felagið skal hava sínar pengar standandi. Aðalfundurin sam- tykti, at seta ein út- búgvingargrunn á stovn. 500.000 krónur av avlopinum í ár verða settar í grunnin. tór.-