Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AR UR A — Landsstýrið fær herðaklapp Fyrisitingin skerd minst -Høvdu borgarligu flokk- arnir rått var fyrisitingin skordin nidur i litid og einki, heldur formaðurin í Starvsmannafelagnum -Máttloysið millum polit- ikararnar er stórt, og illa gongst hjá teimum at semjast. Undir vanligum umstødum hevði nýval verið útskrivað fyri lang- ari tíð síðani, men kreppuavtalumar = við danir eru límið sum ger, at samgongan kortini hong- ur saman. Tað segði formaðurin í Starvsmannafelagnum millum annað í frágreið- ing síni til aðalfundin. Men landsstýrið fekk tó ikki bert koyrilin frá formanninum. Jákup Danielsen segði seg íkki rokna við, at eitt borgar- ligt stýri fór at vera ment at broyta støduna stór- vegis. Kanska hinvegin. -Skulu vit lurta eftir teimum borgarligu, so er nógv sum bendir á, at koma teir til valdið, so verður almenna fyrisit- ingin skorin niður í lítið og einki, segði Jákup Danielsen sum gav lands- stýrinum eina tøkk fyri, at tað í sambandi við fíggj- arlógina fyri í ár tók av- gerð um at skerja sum minst. tór.- Samhaldsføst eftirlønarskipan Try nyggj mål hevur Starvsmannafelagið sett sær í virkisskránni. Nevndin fer at royna at ávirka politisku myndug- leikarnar soleiðis, at teir arbeiða fyri eini sam- haldsfastari eftirlønar- skipan fyri allar borgarar landsins. Somuleiðis vil felagið royna at ávirka politikar- amar soleiðis, at eldri arbeiðs- og starvsfólk yvir 60 ár fáa møguleika at fara úr starvi við eftir- løn, um tey sjálvi ynskja tað. Umframt hetta skal nevndin eisini virka fyri at menna álitisfólkaskip- anina soleiðis, at álitis- fólkini veruliga kenna, at tey hava ábyrgd av sínum starvsfeløgum. tór.- Nr. 42 — 2. MARS 1994 Síða 15 Lysingin var i Sosialinum leygardag Svar ur Spania månamorgun BAADER-maskinan skuldi nytast um- borð á týskum báti, sum áður hevur fingið góða tekniska hjálp í Fóroyum Leygardagin 19. februar hevði Árni Dam eina lýsing á baksíðuna á Sosialinum. Hann lýsti eftir eini BAADER 424 avhøvding- armaskinu. At hann skuldi fåa svar longu månamorgun,- úr Spaniu - hevði hann ikki rokna við. Árni Dam sigur, at iva- leyst hevur spanska felagið, sum hevði eina BAADER maskinu til sølu, fingið boð frá einum donskum sølu- felag úr GrenA, teir sam- starva við. Og væl kom eitt so skjótt svar við, tí Árni skuldi útvega eina tílíka maskinu fyri eitt týskt skip, og tað hevði skund. Týska skipið eitur Eri- danus, og hví. hetta skip vendi sær til júst Árna Dam á Skipafelagnum, er ein heilt serlig orsøk, sum Árni greiðir soleiðis frá: Oljutrýstið gekk fyri Fyri nøkrum árum síðani vóru seks bátar bygðir í Rostock, sum fingu danskt trolspæl. Teir skuldu undir Føroyar at fiska svartkjaft, men trupulleikin var, at teir BESES þ TU RUT PY = Lítillætna lýsingin í Sosialinum ein leygardag. Longu mánamorgun kom svar úr Spania fingu ikki spølini at rigga. Galið var við oljutrýstinum. Fýra av bátunum komu á Havnina, og boð vóru send Árni Dam umboðar mong útlendsk skip, og leggur stóran dent á at geva teimum alla ta tænastu í Føroyum, sum til ber. Mynd: Kalmar eftir týskarum at umvæla skaðan. Teir komu higar, men fingu kortini ikki spølini at rigga, sigur Árni Dam. Árni beyð sær til at senda boð eftir Rasmussi Nicla- sen, verkførara hjá J. K. Joensen í Miðvági, sum ikki hevði meira enn sæð tekningina tá hann var greiður yvir, hvat galið var. Rørini vóru ov kløn, og Rasmus bey sær til at skifta tey út. Arni sigur, at týsku skip- ararnir ivaðust í um tað nú var so, men lótu smiðju- menn úr Miðvági gera sítt arbeiði liðugt. Teir fóru síðani út at royna trolini, og vælbar til. Soleiðis vóru teir fýra týsku bátarnir um væld- ir í Føroyum. Seinri fór Rasmus til Keypmanna- havnar at umvæla hinar Ami Dam sigur, at tyska reidariid var sera fegid um at fáa álvarsliga brekið umvælt í Føroyum eftir at fleiri aðrir høvdu givið upp, og tað er so orsøkin til, at týska reiðaríið ongantíð hevur slept sambandinum við Føroyar, og at teir nú koma aftur tór.- Starvsfólkini á tyrliudeildini hjá SL: Vit kunnu reka tyrluna biligari Fekk tyrlu- deildin egna viðlíkahalds- deild kann SL reka tyrlutæn- astuna munandi bíligari enn Atlantic Starvsfólkini á tyrlu- deildini hjá Strand- ferðsluni siga seg ikki vera samd við teir politikarar, sum vilja vera við, at Atlantic kann reka tyrludeild- ina bíligaii enn Strandferðslan kann tað. Starvsfólkini siga, at tað hevur ljóðað, at Atlantic kann reka tyrluflúgvingina eina millión bíligari enn Strandferðslan, men hetta er ikki so, siga tey. Atlantic sigur seg kunna reka tyrluna fyri fýra milliónir, men umframt tað hevur At- lantic fleiri fyrivarni fyri eykarokningum til stórri viðlíkahald og eykaflúgving, siga starvsfólkini og leggja aftrat, at Strand- ferðslan kann reka tyrluna fyri 395 milliónir. Starvsfólkini hjá SL síga, at fekk tyrlu- deildin egna viðlíka- haldsdeild, so minkar útreiðslan við í minsta lagi 700.000 krónum til 3,25 milliónir og hevði tí kostað mun- andi minni enn tilboð- ið hjá Atlantic. tór.- Strandferðslan sigur seg vera bíligari