hósdagur 3. mars 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
BRETAR VITA MEIRA
ENN TEIR LATAST
Í morgin verður eitt nýtt samráðing-
arumfar millum føroyingar og bretar
um undirgrundarmarkið: Bretar skulu
vera hjartaliga vælkomnir, men teir eiga
at gera sær greitt, at føroyingar ætla sær
ikki at víkja í hesum stóra álvarsmáli.
Nú er einki líkið út um, hvussu nógv
bretar krevja av føroyska landgrunn-
inum, men eru orðini hjá fyrrverandi
danska uttanríkisráðharranum røtt, so er
hetta kravið einki minni enn markleysur
frekleiki móti eini grannatjóð.
FØROYINGAR og bretar hava altid
staðið væl um sátt og hava bæði londini
nógv at takka hvørjum ødrum fyri.
Bretar vardu oyggjar okkara móti týsk-
inum og vit góvu bretum fisk, tá tað
mest umráddi hjá teimum.
HÓAST bretar ella rættari hetlendingar
og skotar eru næstu grannar okkara, so
eru Føroyar partur av Norðurlondum og
tískil hava ikki verið so tøtt sambond
millum okkum og Stórabretland eins og
Noreg og Danmark. Tað er tó greitt, at
einki stendur í stað, og soleiðis sum
framtíðin sær út í hesum partinum av
heiminum við eini oljuvinnu beint uttan
fyri okkara dyr, so hava vit brúk fyri at
samstarva við bæði hetlendingar, skotar
og bretar. Føroyingar mugu nokk síggja
í eyguni, at vit í nógv stórri mun enn
higartil fáa brúk fyri einum gktum sam-
arbeiði henda vegin. Her er bæði talan
um fiskin, her er talan um at fáa fleiri
ferðafólk úr Bretlandi at vitja henda
vegin og tá tunnilin verður tikin í brúk
millum Bretland og Frakland er tað
eisini nátúrligt at ímynda sær, at før-
oyingar fara at koma nærri Europa og
tað verður so aftur gjøgnum Bretland.
Aftrat gllum hesum kemur so tað
samarbeiði, sum so spakuliga er við at
taka seg upp á oljugkinum. Enn hava
bert følarar verið úti , men tað er givið,
at bæði londini hava brúk fyri hvørjum
ødrum. Stóra bretska vitjanin herfyri
við einum ov oddamonnunum í brestku
oljuvinnuni bendir eisini á, at bretar
leggja stóran dent á eitt framtíðar sam-
arbeiði.
KEMUR oljuvinna í gongd okkara
megin Hetlandsrennuna, so er greitt, at
vit her kunnu fáa brúk fyri samarbeiði
við bretar, sum skjótt fara at byggja upp
ein infrastruktur í gkinum nærhendis.
Hesin kann fáa alstóran týdning fyri
eina føroyska oljuvinnu eisini. Hetta er
tó nakað, sum liggur nakað longur
frammi í tíðini, tó at tað kortini longu
nú eigur at verða fyrireikað og umrøtt.
Tað springandi punktið í løtuni er, at
londini eru ósamd um markið. Og hetta
er ikki gott fyri hvørki Føroyar ella
Bretland. Hetta forðar nevniliga
oljuídnaðinum at gera langtíðarætlanir
fyri hetta nýggja og møguligar stóra
oljugkið.
VIT halda, at føroyska samráðingar-
nevndin hevur borið seg rætt at í sam-
ráðingunum við at tvíhalda um mið-
linjuna sum undirgrundarmark. Tað
nógva og gkta virksemið í bretska
økinum, har teir nú eru við at bora
aftur, kundi bent á, at bretar hava fingið
blóð upp á tonnina og innsíggja, at hetta
verður framtíðar oljugki teirra. Hetta
váttaði eisini ein BP-talsmaður fyri
Sosialinum í vikuni. Tvs. at tørvurin hjá
bretum at fáa eina skjóta avgerð møgu-
liga er nógv meira akuttur enn okkara.
Vansin við okkara samrådingarstødu er
tann, at vit vita lítið og einki um undir-
grundina okkara megin miðlinjuna.
Harafturímóti hava bretar eina sera
stóra vitan um gkið eystan fyri
miðlinjuna, nú teir hava brúkt nógvar
milliónir til seismiskar kanningar. Við
ødrum orðum vita teir helst eisini eina
rúgva um okkara gki, hóast teir ikki
hava gjørt kanningar her. Men tá teirra
Viðmerking til Eirik Lindenskov
Svarið tú fær, veldst um
hvønn tú spyr!
kanningar eru gjørdar heilt upp at
okkara gki, so kann ein ímynda sær, at
teirra serfrødingar hava verið førir fyri
at føra linjurnar víðari vestureftir tvs. at
teir við at brúka úrslitini teirra megin
Hetlandsrennuna kunnu gita um, hvussu
sær út okkaru megin. Við gðrum
orðum: teir hava eina fatan av, hvussu
løgini síggja út og um olja finst.
SIGA vit so, at hesar seismisku fram-
rokningarnar vísa, at tann nógva oljan
finst har suðuri, tvs. í sama gkinum, har
teir longu hava funnið olju, so kann
hugsast, at bretar fara at visa føroy-
ingum tann “gestus" í samráðingunum í
morgin, at teir vilja “taka seg nakað
aftur" tvs. at krgvini verða avmarkað til
eitt munandi minni øki, men samtundis
til tað gkið, sum hevur størsta áhuga
teirra. At teir tí hava sett sítt krav til
markið so langt inni á føroyska land-
grunninum kann so vera ein liður í eini
snildum og professionellum samráð-
ingartaktikki, har tú við vilja krevur
sum mest fyri at enda við at fáa júst
tað, sum tú í veruleikanum ynskti at fáa
- og hetta kann vera alt økid rundan um
blokk 204, har bretar hava funnið tvær
risastérar oljukeldur. Tað kann hugsast,
at hesar bara eru tærnar ella sjálvur
halin á einum sokallaðum "oljuelefanti”
te. ein risastór oljukelda makan til tær,
sum finanst í Miðeystri.
SJÁLVANDI eru hesi orð okkara git-
ingar. Men munnu tær raka so langt við
sí av! Tað vera so okkara samráð-
ingarmenn at meta um í morgin. Teir
hava í hvussu er okkara fulla stuðul, tá
teir halda fast um miðlinjuna sum mark.
Tað má annars sigast at vera stórt spell,
tá oddamenn fyri størsta andstøduflokk-
in royna at seta kílar í føroyska olju-
politikkin. Formaður sambandsfloksins
- og hann er ikki heilt eingin, tá hugsað
verður um veljarakanningarnar - ber seg
eftir okkara tykki skeivt at, tá hann
roynir at sáa iva um tað skilagóða í at
fara undir seismiskar kanningar. Harra
Edmund Joensen. Brúka heldur tín
sunna logikk. Bretar hava alla ta vitan
teir hava brúk fyri longu, vit hava onga.
Tí hevur tað skund at vit fáa meira av
vita um okkara øki, ja nettup tað gkið,
sum bretar helst eisini hava vitan og
eina meining um. Henda stóða ger, at
teir eru nógv betur fyri í samráðing-
unum. Hví heldur tú, at bretar so brád-
liga í 1990 komu við sínum merk-
verdiga kravi! Júst tí at teir longu tá
høvdu vitan - nógva vitan - um alt hetta
økid. Og í fjør summar hava teir brúkt
fleiri av heimsins mest framkomnu
vísindaskipum at kanna gkið, heilt tætt
uppat okkara marki. Og nú vita teir
helst so nógv, at teir vita heilt neyvt,
hvørji ski okkara megin hava mest
týdning og tí fer endaliga krav teirra at
snúgva seg um júst tey gkini.
RØKKA vit ongum úrsliti á hesum
sinni heldur, tá eiga okkara samráð-
ingarfólk at seta álit sítt á komandi
seismiskar kanningar á føroyskum øki.
Urslitini frå teimum skulu vera vid til at
sannføra bretar um, at vit sum tjóð hava
rættin til møgulig rikidømi her. Slík
virði fara vit ikki uttan víðari at geva
frá okkum. Tess meira vit tí vita, um
rikidømi finnast her, tess fastari fara vit
at halda um kravið úl miðlinjumarkið.
Lat okkum endurtaka, at føroyingar og
bretar hava ikki ráð til at "kriggjast” í
mong ár aftrat um markið, tí tað kann
minka um altjóða áhugan fyri at gera
fløgur her. Tað kann so eisini seta kílar
í tað samarbeiðið, sum er so neyðugt.
Vit ynskja bretum vælkomnum enn
einaferð, men vita skulu tit, at okkum
sleppa tit ikki at lumpa. Takið hatta
órímuliga kravið aftur og biðið heldur
um eitt samstarv við føroyingar um alt
hetta stóra økid.
SOSIALURIN
VALUTAKURSIR
At Eiríkur Lindenskov, sum
ungur politikaraaspirantur
hjá einum av gomlu flokkun-
um, ikki metir tað gera stór-
vegis mun hver stýrir í
Tinganesi, og at hann ikki
megnar at hevja seg upp um
vanabundna politikara kegl-
ið við misteinkiliggeran og
manipulatión, er sera álvar-
samt, og vísir bert uppaftur
meira týdningin av, at Før-
oya følk til komandi val ger
eina tilbotnsgangandi upp-
rudding og velur njggj um-
boð á Ting. Tey av sjónar-
miðunum í grein hansara
eru tó verd at umréða nærri.
Hondina á hjartað, so hevði
stødan neyvan verið betri, um
aðrir stýrdu í Tinganesi —
kunnger Eirikur.
Hugsa tær at vit sendu hesa
meting hansara til ummælis
hjá vanliga føroyinginum og
bédu um meting hansara og
hennara av hesum spurningi.
Ongin ivi er um, at nøkur
vildu verið samd við Eiriki,
men eg ivist ikki eina løtu í, at
nógv tann størsti parturin av
landsmonnum okkara blankt
afturvísir meting hansara, tí...
Svarið veldst so sanniliga um
hvønn tú spyr!
Spyr tå mannin i glæstri-
borgini, hann, sum ongantid
hevur kent neyðina á kroppi
sínum, sum ríkaði seg upp
seinastu $-10-15 árini (undir
ørvitisleidslu javnaðarmanna),
og sum oman á alt í dag sum
gávu hevur fingið flutt alla
privatu skuld sína yvir á tað al-
menna, t.v.s. vanliga skatta-
borgaran, so er svar hansara
uttan iva samsvarandi meting
Eiriks, at hann kundi ikki hugs-
að sær betri umboð á Tingi ella
í Landsstýri, hverki tá hann
ríkaði seg upp, enn minni í dag,
nú gildið skal gjaldast.
Spyr tú ríkmannagranna
hansara, sum tann 6. oktober
1992 slapp við skrekkinum og
fekk skotbrá at flyta allar milli-
ónir sínar í tryggar útlendskar
bankar, so er hann púra samd-
Ultimo
02.03.94 — sibstamån.
USA Dollari 667,55 671, 70
Bretland Pund 996,32 997, 94
Tyskland Markur 392,79
Svøriki Króna 83, 19
Noreg Króna 90,35
ur, og sendir allar hugsandi Frakland = Frankur 115,30
tøkk til teir (javnaðarfólka- Belgía Frankur — 19,070
0 Sveits Frankur 466,79
tryggjaðu = millióningatilveru Holland Gyllin — 349,92
hansara. Italia Liri 0,3959
Og tú kundi hildið á og spurt Finnland Markur 120,15
teir allar — serútvaldu reiðar ar - Ísland Króna 9.20
nar, almennu stjórarnar, figgj-
arspekulantarnar— fedbebe. Skillingur 55,848
dráttar og bidilønar/eftirlønar- Pesetas 4,774
Escudos
Dollari
Yen
Pund
Gríkkaland Drakmur
3,818
494,37
6,4554
957,67
2,709
tryggjaðu politikararnar (allir
við fleiri enn tveimum bein-
um) ella fyrrverandi og núver-
andi bankastjórar, og allir
vildu ærliga svarað, at: betri
umboð kundu vit ikki hugsað
okkum á Løgtingi ella í
Landsstýri. Og at Richard
Framhald á síðu 19
Kelda: Føroya Sparikassi