hósdagur 3. mars 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 43 — 3. MARS 1994 Síða3
Tíðindablaðið [ søsialurin | == FN "
Hendrik Old, skipari og løgtingsmadur:
Danir spæla hazard
| Við minstulønini
— Tað má loysa seg at fara burtur, um fiskimadurin skal hava
somu inntøkutrygd sum fólk á landi, so fer ongin burtur. So
stuttligt er tað heldur ikki at vera burtur ein stóran part av
Áðrenn triðju viðgerð:
árinum, sigur hann
Rættulig øsing hevur staðist
av danska kravinum um at
minstalgnin hjá føroysku
fiskumonnunum skal inn-
tøkuregulerast. Ein ávís
øvund er å landi um, at ein
fiskimadur kann vinna eina
stóra årsinntøku eina stutta
tíð. Fær skipið einki restina
av árinum so er hann tryggj-
aður 18.000 krónur um
mánaðin, meðan skipið er í
sjónum.
Hendrik Old, skipari og
løgtingsmadur er ein av
teimum, sum ikki er í iva
um, at minstalønin skal ikki
nertast. Hann heldur avgjørt
ikki, at mannamunur verður
gjørdur millum fiskimann-
in og tey sum arbeida å
landi, tvørturim6ti.
— Trupuleikin er, at tey
sum vilja nerta vid minstu-
lønina skilja als ikki hvørj-
um umstødum fiskimað-
urin arbeiðir undir, sigur
Hendrik Old.
— Tað skal loysa seg at
vera ein stóran part av árin-
um heiman frá. Fiski-
maðurin skal ikki liggja í
lægra endanum av inn-
tøkunum í landinum. Um tú
ger umstødurnar hjá fiski-
monnunum so vánaligar, at
tað eins væl loysir seg at
ganga heima, so fer ongin til
skips. So stuttligt er tað
heldur ikki at vera burtur,
sigur Hendrik Old.
-Vit kunnu taka sum
dømi rækjubåtamir í Eyst-
urgrønlandi. Teir liggja har
í ísi, kolamyrkri og 6dnår-
veðri, sum ongin kennir til
undir Føroyum. Gera teir
ein góðan túr í Eystur-
grønlandi, skulu teir so
revsast við ongari løn, um
teir næsta túrin fara eftir
posarækjum við Svalbard
ella á Flemmish Cap? spyr
Hendrik Old.
- Taka við sum dómi
yvirmennimar á skipunum,
so verða teir fyri tað fyrsta
undirdíktir í skatti, teir
rinda millum 55-57 prosent
av síni inntøku beinleiðis til
landskassan. Hava teir ikki
uppborið minstuløn, tá
einki er at fáa, ella skulu teir
sigla uttan løn ein part av
årinum, sigur Hendrik Old.
-So kundi ein spurt,
kundu vit ikki so fáa nýggj
fólk umborð ta sløku tíðina.
Men hetta er ikki so einfalt,
- 26 Jú %
Hendrik Old er ikki sinnaður at nerta við minstulønina hjá fiskimonnum
tí tað krevst dugnaskapur at
reka professionelt fiskari.
Tú kann ikki skifta eina
heila manning út. Hver
maður er serfrødingur á
sínum øki umborð, sigur
Hendrik Old.
— Tað er eitt sum vit ikki
mugu gloyma, føroyski
fiskimaðurin og føroysku
yvirmenninir eru knallandi
dugnaligir. Teir kunnu flyt-
ast, teir sleppa umborð á
skip í gllum okkara granna-
londum. Pilka landsins
myndugleikar við teirra
inntøkutrygd, so loysir tað
seg ikki longur hjá teimum
at sigla vid føroyskum skip-
um og vit missa teir, sigur
Hendrik Old.
— Starvsfólkið á landið,
og serliga skrivstovufólki,
er neyvan so stórur grav-
gangur efir í okkara
grannalondum sum eftir
okkara dugnaligu fiski-
monnum. Tað er hóast alt
fiskimaðurin sum er álitið í
innigkum landsins, sigur
Hendrik Old.
Bvundsjúka
— Tað er einki annað enn
øvundsjiika, at nú verður
roynt at pilka við inntøku-
trygd fiskimanna. At inn-
tókuregulerað minstulgn-
ina ber illa til umborð. Hetta
kemur at føra við sær, at
fiskimenn koma at vinna
ymiskt á sama túri og tílíkt
verður ikki dámt, heldur
ikki á landi, sigur Hendrik
Old.
— Minstalønin er 18.000
krónur um mánaðin. Um vit
taka sum dómi cin av teim
stóru verksmidjutrolarun-
um í Barentshavinum.
Hann ger góðar túrar fyrra
partin av árinum. Mann-
ingin hevur vunnið eina
årsinntøku og væl tað. I
spetember er kvolan upp-
fiskað í Barentshavinum.
Teir hava nú møguleikan at
liggja stillir, ella fara ein túr
á Flemmish Cap, har teir
eina svartkalvakvptu. Allir
kunnu ikki fara í land
hendan túrin. Nakrir fara
við aftur, men helvtin av
manningini er nýggj. Teir
royna ul fram móti jólum.
Bíðað eftir einum fiskarok-
ið, men tað kemur íkki.
Báturin fiskar so mikið lítið,
at teir klára als ikki minstu-
lønina. Helvtin av mann-
ingini, tann nýggi parturin
fær minstuløn, 18.000 krón-
ur um mánaðin. Meðan hin
helvtin, sum hevði verið við
alt árið, fær næstan einki.
Teir kundu eins væl sitið
heima og hugnað sær, sigur
Hendrik Old jústínus
r Ver
Toska-
kvotan
Our
minkad
Frå 1. august i år kann hægst
loyvda veidan ikki longur setast
av politikarum
Seinnapartin í gjár var sam-
band millum landsstýrið og
donsku stjórnina. Poul Ny-
rup Rasmussen, forsætis-
ráðharri fekk eitt bræv frá
Maritu Petersen, løgmanni,
har greitt verður frá, hvat
landsstýrið leggur í orðing-
ina av kvotuuppskotinum.
Meiriluti er á tingi at gera
nakað við hægst loyvdu
veiðuna, TAC 1ð. Meiriluti
er fyri at gera broytingar
áðrenn uppskotið um
vinnuligan fiskiskap fertil
triðju og endaliga viðgerð
| klokkna 10:00 í morgun.
Millum annað skal eitt
nýtt lægri TAC setast til 31.
august í ár fyri tosk og hýsu.
Síðan verður TAC sett fyri
tíðarskeiðið 1. spetember í
ár til 31. august komandi ár.
Hetta TAC fyri tosk og hýsu
verður ikki sett politistk,
men av fiskifrødingum eftir
tilmæli, frá ICES.
Ein stórur trupuleiki er
upsakvotan hjá trolarun-
um. Í uppskotinum, sum
liggur á tingi nú verður
skotið upp, at hjá veiðan av
toski og hýsu ikki fer upp-
um 20 prosent. Trolara-
menninir siga, at tað ber
ikki til at fiska kvotuna
uppá 35.000 tons av upsa,
um hjáveiðuprosentið er so
lágt. Tað finnast ongi øki,
har tú bara fært upsa í trolið.
Tíðindablaðið Sosialurin
frættir frá álítandi keldum,
atsamgongan er við at finna
eina loysn av hjáveiðu-
trupuleikunum hjá trola-
runum.
— Fyri at sleppa undan, at
toskur og hýsa verður tveitt
útaftur, so skal verða loyvt
trolarunum at føra hesa
hjáveiðu ul lands, sigur
keldan.
— Toskurin og hysan hjå
trolarunum skal seljast å
uppbodssølu, men trolarin
skal ikki fåa meira fyri
hendan fisk, enn midal-
prisurin á upsa á uppboðs-
sølu, minus fimm prosent.
Tað avlop sum verður av
søluni av toski og hýsu er
ætlanin at lata til eitt nú
arbeiðsloysisskipanina og
grunnin fyri 6arbeidsførar
fiskimenn. Eisini verður
skotið upp, at ein partur av
hesum peningi verður settur
í ein grunn sum skal rinda
pensión til fiskimenn, iðeru
fyltir 60 ár.
— Hesir menn eru ofta
likamliga útslitnir tá teir
fylla 60 og so skulu teir
ganga og bíða í sjey ár, til
teir einaferð detta um eina
fólkapensión, sigur keldan
við Tíðindablaðið Sosialin.
Poul Nyrup Rasmussen
tosaði í gjár við teir stóru
andstøduflokkamar = um
støduna. Ein loysn kann
finnast å trætuni millum
Føroyar og Dannark i dag.
jåstinus