hósdagur 3. mars 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Hóast fólk vallaeiga nógvar
krónur ov nógv millum
hendur í hesum døgum, er
eitt nýtt tiltak farið í gongd,
hvers endamál er at útvega
nakað av peningi til lands-
liðsarbeiðið hjá Fótbólts-
sambandinum.
Tað er Stuðulsbólkurin
Altjóða Fótbóltur — mann-
aður av Sakaris Zacharia-
sen, Mortan Rasmussen og
Hilmar Jan Hansen — ið
hevur tíkið stig til hetta
nýggja tiltakið, ið endaliga
fer av bakkastokki síðst í
hesi vikuni, tá nøkur heilt
serlig girokort verða borin
út í hvort húsarhald í land-
inum.
Serligt við hesum giro-
kortum er, at tey samstundis
eru lutaseðlar. Á baksíðuni
á hverjum korti er møgu-
leiki fyri at krossa millum
eitt og fimm nummør av, og
á tann hátt vera við í luta-
kasti um tíggju vinningar,
umframt at vera við í ngkr-
um vikuvinningum, ið
verða drignir hvørja viku
millum teir innkomnu sedl-
arnar, so leingi sum tiltakið
varar.
80.000 girokort
Hver faldari hevur tvey
girokort, so fólk beinanveg-
in kunnu taka stóran til og
kanska gjalda fyri tíggju
nummør á kortunum. Prent-
aðir eru tilsamans 40.000
sovorðnir faldarar, so giro-
kortini eru í roynd og veru
80.000 í tali!
Fyrsta nummarið á hvgrj-
um girokorti kostar 15
krónur, og fyri hvort av
teimum fylgjandi fýra
nummørunum, rindar tann
stuðlandi 10 krónur, so ein
seðil við gllum fimm
nummørunum avkrossað-
um, kostar 55 krónur.
Tíverri er ein lítil prent-
villa komin á girokortini, so
har er komið at standa, at
»frimerking verður at
gjalda kontant<. Hetta siga
fyrireikararnir ikki fer at
hava ávirkan, tí allar út-
reiðslur av slíkum slagi eru
innroknaðar í tær fimm
krónurnar, ið fyrsta numm-
arið á hvørjum seðli kostar
»ov nÓgv<.
Samstundis er starvsfólk-
ið hjá postverkinum kunnað
um hesa lítlu villuna, so tey
halda skil á, at fólk ikki eis-
ini gjalda fyri frímerking-
ina, tátey vilja spæla við og
vera við til at stuðla lands-
liðnum.
Soleiðis byrjaði
tiltakið í smáum
— Eg hevði í longri tíð
gingið og hugsað um hesar
sponsortrupulleikarnar, ið
Fótbóltssambandið tóktist
hava, og tað var hetta, ið
førdi til, at eg fór at hugsa
um eitt tiltak sum hetta,
gg Sakaris Zachariasen
Hann sat og hugdi at
»Degi og viku« eitt kvøld
tíðliga í januar mánaði, tá
hann fekk hugskotið at
Nr. 43 — 3. MARS 1994
Stuðulsbólkurin Altjóða Fótbóltur:
Føroyingar stuðla
landsliðsarbeiði
við nýggjum um-
fatandi tiltaki
Tíðindablaðið CSE)
— Endamálið við hesum tiltakinum er at fáa nakað av
peningi til vega, so vit øll somul kunnu koma at uppliva
góðar, gamlar EM-dagar aftur, sum tá landsliðið vann
á Eysturríki í Landskrona, stríddist móti Danmark í
Itréttarparkini og spældi jaunt móti Norðurírlandi á
utivølli í Belfast, siga Sakaris Zachariasen, Mortan
Rasmussen og Hilmar Jan Hansen, ið manna Stuðuls-
bólkin Altjóða Fótbólt, ið tekur stig til serliga lutasedla-
sólu beinleiðis til frama fyri føroyskan landsliðsfótbólt
royna at gera nakað fyri at
útvega Fótbóltssambandin-
um pening.
— Beinanvegin ringdi eg
til Hilmar Jan, og hann vísti
seg at hava hug at gera okk-
urt eisini. Síðani setti eg
meg í samband við Mortan
Rasmussen á Postverkin-
um, og har var eisini beinan-
vegin hugur at vera við, sig-
ur Sakaris.
— Endin gjørdist so tann,
at vit hildu nakrar fundir, og
nú er tiltakið komið so mik-
ið langt, at tað kann fara í
gongd. So er bert at vóna, at
alt Føroya fólk tekur undir
við tí.
Stórir vinningar
Vinningarnir, ið fólk hava
møguleika at vinna, tá tey .
stuðla tiltakinum, eru rætti-
liga stórir. Ferðir til allar
EM-itidystimar hjá før-
oyska landsliðnum vid ferð
og uppihaldi goldnum, eru
fimm teir ovastu vinning-
arnir. Umframt eru so olja
frá Shell, uttanlandsferðir
við Atlantsflog, Smyril
Line og Strandferðsluni og
atgongumerki fyri eitt heilt
húski til allar EM-heima-
dystirnar hjá landsliðnum.
— Vit hava so eisini fingið
til vega nakrar eykavinn-
Frá vinstru Hilmar Jan
Hansen, Sakaris Zacha-
riassen og Mortan Ras-
mussen. Teir manna stuð-
ulsbólkin Altjóða Fótbólt,
sum skal stuðla føroysk-
um landsliðsfótbólti.
Mynd: Kalmar
ingar, ið verða drignir
hverja viku, so áhugi alla
tíðina skal verða fyri til-
takinum, sigur Hilmar Jan
Hansen.
— Hesir verða so drignir
hvørja viku, samstundis
sum almannakunngjørt
verður, hvussu nógvur pen-
ingur er komin inn til tiltak-
ið. Ætlanin er ikki at halda
nakað loyniligt, samstundis
sum sera stórur dentur er
lagdur á, at alt gongur so
trygt og lógliga fyri seg, at
eingin skal kunna seta fing-
urin á nakað.
Postverkið
garantur
Just tí er Postverk Føroya
ein týðandi partur av hesum
tiltakinum. Gjaldtænastan
tekur sær av øllum tí umsit-
ingarliga arbeiðinum, ið
verður gjørt í sambandi við
'tiltaki, og allur peningurin
verður settur á eina post-
girokonto, ið bert kann
brúkast til landsliðið.
— Postverkid hevur jú eina
stóra orku, ið væl kann fáast
meira burturúr, so tí eru vit
altíð hugaðir at taka undir
við sovorðnum landsum-
fatandi tiltøkum sum hes-
um. Hetta er júst ein upp-
gáva, Postverk Føroya kann
taka sær av, sigur Mortan
Rasmussen.
— Vit røkka eisini út til
hvort einasta húsarhald í
landinum, so útbreiðslan av
hesum fær ikki verið stórri
enn tað sama. Umframt at
girokortini verða send út í
øll hús í Føroyum, koma tey
eisini at liggja frammi á
posthúsunum, so fólk til
eina og hvgrja tíð kunnu fáa
sær eitt av hesum kortun-
um, um tey hava einihvørji
grindi á posthúsinum.
Teir triggir, ið manna
Stuðulsbólkin Altjóða Fót-
bólt, kunnu ikki beinleiðis
seta nakað tal á, hvat mál
teirra er at fáa inn til lands-
liðsarbeiði gjøgnum hetta
tiltak:
— Vit hava sjálvandi nakr-
ar útreiðslur, ið skulu dekk-
ast, men tær eru ikki so ggi-
liga stórar, at tað ikki rætti-
liga skjótt skuldi borið til at
sloppið fram við teimum,
síga teir tríggir.
— Um nakrar hundraðtús-
und krónur ella ein hálv
millión koma inn á hendan
hátt, eru vit ótrúliga glaðir,
og skuldi tað heilt ótrúliga
hent, at tiltakið rundaði eina
millión, hevði tað bara ver-
ið heilt fantastiskt!