Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Nr. 43 — 3. MARS 1994 Síða 9 Atli Dam, lógtingsmaður: Rætt og náttúrligt at brúka danska ráðgeving í undir- grundarmálinum -Avtalan við danir um undirgrundina var ein rein avtala. Tað er einki annað enn rímuligt at brúka danska ráðgeving í undir- grundarspurninginum. Tað er rætt at gera seismiskar kanningar nú, og fóroyingar eiga at standa rimmarfast í marknatrætuni við bretar og halda seg til miðlinjumark. M.a. hetta sigur Atli Dam, løgtingsamadur og limur í marknadarnevndini. Nú trupulleikar hava tikið seg upp við donsku stjórn- ina um tær avtalur, sum eru gjørdar millum Før- oyar og Danmark, spøkir eitt mál aftur, og tað er spurningurin um mag ráevni í undirgrundini. samrødu við útvarpið nú um dagarnar helt for- maðurin í fiskivinnu- nevndini fyri, at seinasta brævið frá Poul Nyrup Rasmussen er bert ein partur av eini danskari ætlan, og í hesi ætlan er helst eisini at lata dønum aftur ognarrættin til undirgrundina so ella so. Rein avtala Vit hava spurt Atla Dam, sum er limur í Markn- adarnevndini og var løg- maður, tå føroyingar yvirt- óku undirgrundina, um hann hevur illgruna um, at tað finst nøkur loynilig ætlan, har danir hava tryggjað sær ráevnini í undirgrundini! Atli Dam sigur seg einki kenna til nakra slíka ætlan. -Eg gjørdi eina avtalu við Schluter, og tað var ein rein avtala, har allur avgerðarrætturin viðvíkjandi undirgrundini varð latin føroyingum. Um Rikisfelagsskapurin, útlendsk feløg ella annar fer at fáa nakað burtur úr kann bert tíðin vísa. DGU Vit spurdu Atla Dam, hvat hann hevur at síga til, at ein danskur stovnur sum DGU situr sum okkara ráðgevi, nú vit skulu til at samráðast um bæði for- kanningar oa.! -Tað haldi eg als íkki er nakað legið í. Tvørtur- ímóti er tað er so rímuligt, at tað ríkið, sum vit hava Tá Atli Dam og Poul Schlutter skrivaðu undir undirgrundaravtaluna Hetta var ein rein avtala sigur fyrrverandi løg- maður Nógv hevur verið gitt um, at danir hava eina ávísa ætlan við Føroyum og at komandi olju- rikidømi eisini er við í ætlanini, nevniliga at A.P. Møller oa. skulu fáa framíhjárætt, tá borast skal. Hetta kennir Atli Dam, tingmaður og fólkatingsmaður einki til. verið saman við í fleiri hundrað ár, er beinasamt og veitir okkum ta tæn- astu, sum tað ræður yvir. Danir hava so eisini verið í teirri hepnu stóðu, at teir hava vunnið sær drúgvar royndir á oljugkinum, og tað vildi verið heilt burt- urvið ikki at tikið ímóti tí. Ókeypis ráðgeving -Men nú vita vit, at tað sita donsk umboð í bæði oljuráðleggingarneynd og marknasamráðingarneynd „Er hetta í lagi? -Tað er ikki nakað, sum danir hava biðið okkum um. Tað eru vit sjålvir, sum hava biðið danir læna okkum tey umboðini, og vit hava fingið tey ókeypis. Tað eri m.a. eg sjálvur, sum havi biðið danir um at læna okkum fólk úr orkumálaráðnum til at vera við at leggja arbeiðið til rættis. Rætt at gera seis- miskar kanningar nú Atli Dam er annars ikki samdur við sjónarmið- unum hjá formanninum í sambandsflokkinum, sum í seinastuni hevur átalað landsstýrinum fyri at lorka undirgrundini burtur við at fara undir forkanningar í føroyskum øki. Hesar eiga ikki at verda gjørdar fyrr enn marknatrætan vid bretar er loyst heldur hann. -Hatta var eitt sjón- armið eg hevði fyri nøkr- um árum síðani, men stødan er broytt nógv, tí nú vita menn so nógv um viðurskiftini, at tað at til veit eitt sindur meira kanska heldur fremur eina semju. Fyri nøkrum árum síðani, tá tú einki visti, var tað kanska best einki at vita. Men tú sleppur ikki undan tí vitan, sum er fingið til vega. Atli Dam heldur tað tí Framhald á síðu 10 | OPIÐER: | månad.-mikudag kl. 19-24 friggja- og leygardag kl. 17-22 sunnudag kl. 17-24 Allar dagar Buffar fyri SERPRIS EINANS 39,- MATSKRÅ Entrecote v/ Kryddsmøri Piparbuffur v/ Madagaskarsós Steak v/ Bearnaise sós Afturvid: Salat og bakað epli | UT AV HUSINUM | CLUB 20 Nightclub OPID ER: Friggjakvøld kl. 22-04 Leygarkvøld kl. 22—04 Friggjakv. 4/3 PETUR SLYNE Leygarkv. 5/3 TRYGVI RESTORFF Friggjakv. 11/3 KÅRI BRANCKLEY Leygarkv. 12/3 PETUR SLYNE CLUB 20 1.5628 SKRIVST. 1.7646 FAX1.8401