fríggjadagur 4. mars 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 44 —4. MARS 1994
Skatturin
Eitt sindur
meira enn
í síðsta
mánað
Í februar komu tilsam-
ans 106,3 milliónir inn
í lands- og kommunu-
skatti.
50,3 milliónir fullu í
kommununar lut, og
56 í landsins. Hetta er
eitt sindur meira enn í
januar, tá kommunur-
nar fingu 47,9 milli-
ónir og landið fekk
48,9
Hinvegin kemur
minni inn í skatti í ár
enn í somu mánaðum í
fjør. Í mun til tær stiv-
liga 106 milliónirnar,
sum komu inn í feb-
ruar í ár, fingu lands-
kassin og kommunu-
kassarnir slakar 113
milliónir í februar í
fjør.
tór.-
Í februar:
70
Ur
Havn
-og sjey fólk
fluttu heim-
aftur
Enn flyta fólk av land-
inum. Í februar fluttu
70 fólk úr Havn. Og
hendan sama mánað-
an fluttu sjey fólk
heimaftur.
tór.-
Frá
Gøtu
Ætladi fakfelagsflokkurin
Kann hotta
gomlu
-tí illviljin móti verandi flokkum nú er
stórri enn flokstrúgvin kann bera, heldur
Jógvan Mørkøre, samfelagsfróðingur
-Gera fakfelagsfólkini ál-
vara av at stilla upp, og fáa
tey eina skilagóða stevnu-
skrá við góðum kreftum á
listunum, er uppstillingin
hjá fakfelagsfólkunum i
minsta lagi ein stór avbjóð-
ing til verandi flokkar. Ikki
minst Javnaðarflokkin,
haðani ngkur av oddafólk-
unum innan fakfelggini
koma og hava verið virkin.
Tað sigur Jógvan Mørk-
øre, samfelagsfrødingur í
eini viðmerking til ætlanina
hjá fakfelagsfólki at stilla
upp til næsta løgtingsval.
Jógvan Mørkøre sigur, at
illviljin millum fólk mót-
vegis verandi politisku
flokkum er sera stórur.
-Fólk ynskja nýggjar
kustar, og tað tykjast ver-
andi politisku flokkarnir
ikki at hava fatað. So leingi
ikki onkur av verandi
flokkum hevur tikið hesa
sannroynd til eftirtektar ger
heldur eingin annar tað.
Men legði av teirra fyri, er
einki at ivast í, at flest allir
Javnaðarfelag
Aðalfundur
8 1. uppstillingarfundur
til logtingsvalið
verður
mikudagin 23. mars
Skrá samb. lógini. Tíð og stað verður
lýst seinni.
Nevndin
Lýsið i Sosialinum
flokkarnir høvdu fingið sær
eitt nýggjari andlit, sigur
Jógvan Mørkøre.
Taka seg ikki aftur
Jogvan Mørkøre sigur, at
hendi tað aðrastaðni, sum
hendi í Føroyum seinastu
tíðina, høvdu fleiri politik-
arar tikið seg aftur. Men tað
gera føroyskir politikarar
-Hetta kemur millum
annað av tí, at lítið og einki
trýstkemur innanífrá. Polit-
ikarar meta á politiskum
fundum hjá sínum feløgum
og tosa um dagsins trupul-
leikar, og kanska ikki minst
um tað, sum farið er. Ein "í
gjår-politikk" kunnu vit
kalla tað, heldur enn at líta
framyvir,- helst inn í næstu
øld.
Kunnu koma í neyð
Samfelagsfrødingurin
heldur, at eydnast tad hjå
fakfelagsfólkunum at stilla
upp, og aðrar fortreytir eru í
lagi, kunnu verandi polit-
isku flokkarnir uttan iva
Tíðindablaðið
koma í neyð, og hann sigur
seg ikki verða bilsnan, um
fleiri av verandi politikar-
unum ikki vera við í einum
nýggjum løgtingi.
-Fólk eru sera flokstrúgv,
men ikki longur enn at
flokkurin eisini er trúgvur
móti teimum, heldur
Jógvan Mørkøre, sum legg-
ur aftrat, at til komandi val
hava flokssjónarmiðini
helst minni at siga enn
taktiskt spæl upp undir
valið. Millum annað tann
parturin av valstríðnum,
sum fer fram í sjónvarp-
-Fólk ynskja nýggjar
kustar, men tað tykist
verandi politisku
flokkarnir ikki at hava
fatað
Mynd: Kalmar
inum.
At verandi politikarar
hava alla orsøk at kenna seg
étryggar kann Jógvan
Mørkøre eisini byggja á tær
kanningar, sum gjørdar eru
í seinastuni.
tór.-
— ————
Logtingslóg um vinnuligan fiskiskap
I FE %
Aftan á at fiskivinnunevndin
nú í longri tíð hevur havt til við-
gerdarløgtingsmål nr. 51/1993
um vinnuligan fiskiskap, hevði
ein fingið ta fatan, at tað skuldi
ikki verða handilskvotur, men
umsetiligar kvotur, ið nú komu
at galda.
Undirritaði dugir út frá tí, ið
er komið fram um hetta mál,
ikki at síggja, at so er, men at
tað tvørturim6ti verða handils-
kvotur og ikki bert umsetiligar
kvotur.
Vísandi til paragr. 14, har
m.a. verður sagt: >Landsstýr-
inum er heimilað at áseta av-
gjald fyri kvotarættindi fyri
hvert fiskiár sær«, skal hervið
verða sagt frá, at Føroya Skip-
ara- og Navigatørfelag (FSN)
kann undir ongum umstøbum
góðtaka, at ásett verður gjald
fyri fiskiloyvi. Verður gjald
sett á tað, ið fiskað verður, so
verður minni eftir til skip, skip-
ara og manning. Sum er, er ov
lítið í part, ja, í nógv flestu før-
um ber tað seg als ikki fíggjar-
liga. Tey nógvu trotabúgvini
eru nóg góð prógv fyri fíggjar-
støduni.
Koma handilskvoturnar at
skerja inntøkuna hjå fiski-
monnum, so verda samstundis
sett munandi størri krøv til inn-
tøkutrygd fiskimanna, ið hevur
trupulleikar sum er. Hvat hev-
ur Landsstýrið tá vunnið annað
enn at leggja inntøku og inn-
tøkutrygdina hjá fiskimonnum
í oyði!
Tí — einaferð enn: FSN kann
undir ongum umstødum taka
undir við keypi og sølu av kvot-
um — hvørki tí gjaldi, ið skal
gjaldast til landskassan, ella at
skip, ið hava fingið eina kvotu,
kunnu leiga ella selja ødrum
kvotuna, hvørki í eitt ár ella
meir ella minni enn eitt ár.
Um Føroya Løgting sam-
tykkir skipanina, hóast FSN
eins væl og øll onnur sjóvinnu-
feløg hevur mótmælt slíkari
skipan, so má FSN bara taka
stóðu út frá tí. Vónandi verður
FSN ikki noytt at taka eina
stóðu, sum felagið inniliga
vildi sloppið undan at tikið.
Mælt verður eisini til, at
iðja viðgerð av málinum
verður útsett, so vinnan fær
møguleikar at viðgera málið
nærri.
Vegna Føroya Skipara-
og Navigatørfelag
Ellintur M. Abrahamsen