fríggjadagur 4. mars 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 44 — 4. MARS 1994 Síða 11
Kærleikin hjá
eini nunnu
-1:6
Ensk raðsending í 6 pørtum um Annu, sum
hevur verið nunna í 16 ár. Anna — ella systir
Gabriel — fær boð um, at beiggi hennara
brádliga er deyður. Hon fær frí frá kleystr-
inum at hjálpa teimum avvarðandi og varn-
ast skjótt, at lívið uttan fyri múrarnar er
nógv meira ræðandi, enn hon hevði ímynd-
að sær, og trupulleikarnir í familjuni eru
stórir.
Eríggladagin kl. 21.25;
Spymaker
Kirstin Scott Thomas og Jason Connery
— Enskur spenningsfilmur frå 90. Rithøv-
undurin lan Fleming gjørdist heimskendur,
tá hann skrivaði bøkurnar um njósaran
James Bond. Í hesum filminum spælir
Jason Connery — sonur tann fyrsta James
Bond í filmunum, Sean Connery — lan
Fleming, tá hann sum ungur var loyniligur
agentur í tíðini um seinna heimsbardaga.
Friggiadagin kl. 23.00;
Taggart: Kjøt og
blóð - 1:3
Tann ráðaríki og treiski skotski detektiv-
urin Jim Taggart og hjålparmadur hansara,
tann ungi Michael Jar, koma sær upp f eitt
ævintýrspæl, sum vísir seg at hava óhugna-
ligt samband við veruleikan.
Taggart verður boðin í brúdleyp hjá Janie
Ross og Charlie Forbes, sum situr í geglin-
um dæmdur fyri rán.
Martin Duffy er íri og búsettur í Glas-
gow. Saman við vininum Tom McAllister
loypur hann á ein vøruvogn, sum er á veg til
Írlands, og vøruvognurin er ikki fullur av
videoupptøkut6lum, sum teir høvdu vænt-
að, men spreingievnum.
Nýgifta Janie Ross spælir ævintyrspøl,
og eitt kvøldid, hon hevur spælt saman við
nøkrum vinum, verður hon álopin á veg til
hús.
Annar og tridi partur koma leygarkvøldi&
og sunnukveldið.
Leygardagin kl. 20.40;
Á ævintýrferð
Í heimshøvunum
John Harrison og Peter Strub ÞÁ
Saman við kavarunum Michael DeGruy og
Marthu Holmes skulu vit uppliva havið úti
fyri kalifornisku strondina. Taraskógurin er
sum regnskógur á havbotninum og eigur
lívið í nógvum djérasløgum. Har eru ymisk
sløg av hávum, td. blåhåvar og leopard-
hávar og størsta súgdjórið har er havoturin.
Leygardagin kl. 23.45;
Aretha Franklin
syngur duettir
Tann heimsgitna souldrotningin Aretha
Franklin syngur duett saman við nøkrum av
heimsins kendastu sangarum, m.a. Rod
Stewart, Elton John, George Michael,
Gloria Estafan, Smokey Robinson og
Bonnie Raitt. Konsertin varð tikin upp á
hollendska leikhúsinum í New York, og
millum duettirnar fara vit m.a. at hoyra
Respect, Chain of Fools og Natural
Woman.
Sunnudagin kl. 14.40:
Robin Hood
Enskur filmur frá 52. Tann harðrendi Prins
John dømir aðalsmannin Robin Hood frið-
Richard Todd, Anthony Forwood og
James Robertson
leysan. Hann leitar sær skjól í tí velduga
Sherwood skóginum saman við gørum frið-
leysum, og haðani fara teir í hernað móti
sínum fíggindum, serliga fútanum í Nott-
ingham. Teir taka frá teimum ríku og geva
teimum fátgku.
Richard Todd og Joan Rice hava høvuds-
leiklutimar.
Sunnudagin kl. 17.15:
Michael Schoenwandt
Ein musikalsk mynd av tí danska dirigent-
inum, sum hevur stjórnað ti fyrrverandi
eysturtýska orkestrinum Berliner Sinfonie
Orkester síðani 92. Vit síggja m.a. venj-
ingar og framførslu av >Uppreisnarsym-
foniini< hjá Mahler í Berlin. Michael
Schonwandt er eisini 1. gestadirigentur hjá
Radiosymfoniorkestrinum í Keypmanna-
havn.
Sunnudagin kl. 18.00:
Tannlæknin
Stuttur am. skemtifilmur frá 32 við W.C.
Fields í høvudsleiklutinum. Golf er eitt
sissandi spæl hjá einum tannlækna, sum
hevur bíðirúmið fult av fólki og eigur eina
villa dóttur.
Vit fingu tvíburðar
Hvussu man tað vera at fáa tvíburðar? Vit
hitta triggjar mammur, sum hava fingið tví-
burðar.
Sunnudagin kl. 20.55;
Mítt lív sum hundur
Svenskur filmur frá 85. Tann 12 ára gamli
Benny er sannur listamaður, tá tað ræður um
ikki at gevast á hondum, tá vanlukkur raka
hann — sjálvt ikki tá mamma hansara verður
álvarsliga sjúk, og hann verður sendur út á
bygd at vera. >Tað kundi verið verri<, er
hansara motto. Vit eru í árinum 1959.
Søgan um Martin
Martin er 16 ár og føddur við cystiskari fi-
brosu. Ein sjúka, ið spakuliga brýtur lung-
uni niður og ger, at hann illa fær andað. Í
sendingini fortelur Martin um sjúkuna og
sigur frá síni áskoðan á lív og deyða, og
foreldrini siga frá, hví tey fingu sær eitt barn
afturat, tá tey vistu, hvussu stórur vandin
var. Tvær systrar hansara høvdu somu
sjúku.
Tysdagin kl. 21.40:
Orðið
Birgitte Federspiel og Emil Hass
Christensen og Preben Lerdorff Rye
Danskur filmur frá 54. Kendi danski films-
leikstjórin Carl Th. Dreyer gjørði filmin, ið
byggir á sjónleikin eftir Kaj Munk um
familjuna Borgen í Vesturjútlandi, har kær-
leiki og kristindómur upptekur fólk. Film-
urin varð sendur í danska sjónvarpinum 4.
januar. Tá vóru 50 ár liðin, síðan nazistarnir
drupu Kaj Munk.
Handrit og leikstjórn: Carl Th. Dreyer.
Mikudagin kl. 22.25:
Vandamikil
kærleiki
Am. sjónvarpsfilmur frá 89. Joyce, ein
heldur naiv, ung kvinna, er við í einum
kirkjuligum tiltaki at vitja fangar í stats-
fongslinum í Lousiana. Har hittir hon Jesse,
sum situr inni fyri vápnað rán. Jesse ætlar at
flýggja og yvirtalar Joyce atleigaeina tyrlu.
Hósdagin kl. 22.40;
Stolin gegn
Í heimspressuni ganga javnan søgur um
tjóvari og sølu av gøgnum. Vit hava hoyrt
søgur um børn, sum eru burturflutt og verða
funnin aftur við operatiónsarrum á kropp-
inum og við ongum eygum. Men ongantíð
eru prógv funnin fyri hesum handli. Henda
franska dokumentarsendingin hevur sett
sær fyri at kanna søgurnar.