fríggjadagur 4. mars 1994síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
Kunnu vit vænta kriggj móti Israel?
- Fridartingingarnar enda við kriggi, eitt sera óhugnaligt og ógvusligt kriggj vid stórari oyðing. Ég veit ikki nær, men eg
vænti ikki at tað gongur so long tíð, sigur Eliyahu Ben-Haim, messianskur jødi, búsitandi í Jerusalem
Eliyahu Ben-Haim pyntar ikki um
orð síni tá ið hann svarar spurningum
um gongdina í friðarsamráðingun-
um.
— Friðaravtalan er ein vanlukka.
Ísrael hevur givið og givið uttan at
fáa nakað afturfyri. Ein humanisti-
skur andi er yvir stjórnini tá ið hon
tosar um frið eftir fíggindans korum.
— Eliyahu Ben-Haim er messian-
skur jødi, t.v.s. Jesustrúgvandi jødi.
Hann er uppvaksin f USA og kom til
Ísrael fyri umleið tíggju árum síðani.
Nú er hann leiðari í fyribiðjarargrsl-
uni í Jerusalem og Ísrael.
Rabin vandamikil
— Tá ið tað snýr seg um friðaravtal-
una og neyðsemjuna við heimin er
hendan stjórnin ein vandi fyri landið.
Ein av grundunum til, at Gud gav
hesari stjórnini loyvi til at koma
framat, er at opinbera fyri Ísraelska
fólkinum, at tað ikki ber til at gera
neyðsemjur við tann Íslamiska and-
an, sigur Eliyahu Ben-Haim.
Harðskapurin hevur trongt seg inn
í Ísrael frá t.v.s. Vestara áarbakka og
Gaza, til tað innara Ísrael, tann partin
av landinum, sum liggur innanfyri
1967 ára markini. Í mars 93 vórðu 15
ísraelsmenn dripnir inni í Ísrael og
Rabin gjørdi av at stongja markini til
Vestara áarbakka og Gaza. Síðani tå
hava hesi markini verið stongd og
sambært ein stjórnarlim verður tað
ikki broytt.
Ísrael er sostatt hart kroyst, bæði
av harðskapi palestinaranna og úr
P-talið
grannalondumm, men kanska allar-
mest av almannahugsanini.
— Stjórnin er farin inn í eina langa
rgð av neyðsemjum fyri at fáa tað pa-
lestinsku samráðingarnevndina aftur
til samráðingarborðið í Washington,
sigur Eliyahu Ben-Haim.
— Feisal Husseini hevur fingið
loyvi til at vera við í tí palestinsku
samrådingarnevndini hóast hann býr
í Jerusalem. Fyri arabararnar merkir
hetta, at Ísrael er gingið við til, at enn-
tá Jerusalem er mál fyri samráðing-
unum.
— Rabin hevur haraftrat givið 30
langtíðarburturfluttum loyvi atkoma
aftur. Nakrir av teimum eru leiðandi
terroristar. Avgerðin kann sýnast
góð og human, men opnar fyri gllum
spurninginum um rættin til at venda
aftur. Tað eru nógvir arabarar sum
vilja koma aftur, men ikki til Hebron
ella Gaza, men til Jerusalem og
Haifa.
Fridartingingarnar
— Í øllum vanligum samráðingum
verður nakað kravt fyri at lata nakað
afturfyri, men tað ger ikki hendan
stjórnin. Palestinararnir vilja ikki so
mikið sum loyva at steðga harðskap-
inum — sannleikin er, at teir ikki
kunnu. Vit samráðast við menniskj-
ur, sum hava ógvuliga lítlan mynd-
ugleika í landinum. Helmingurin av
fólkunum har eru Hamas, muslimsk-
ir fundamentalistar, sum als ikki
góðtaka friðartingingarnar, sigur
Ben-Haim.
Harafturat er PLO í tvíningum.
Arafat óttast fyri síni egnu stóðu,
sum er hótt um palestinararnir
veruliga skuldu fingið sjálvstýri.
— Hamas hevur eitt lýsingartiltak
og tað er: Fyrst leygardagsfólkið, so
sunnudagsfólkið. Fyrst jødar, síðani
tey kristnu. Tey kristnu mugu skilja,
at jødarnir standa fremst í stríðnum
ímóti tí andamaktini, sum at enda
eisini ætlar at gera av við samkom-
una, ikki bara við jødarnar.
Tað verður kriggjl
Hvat fer at henda í nærmastu fram-
tíð? Hvat verður úrslitið um stjórnin í
Ísrael veruliga letur Golanheyggj-
arnar frá sær og gevur palestinum
sjálvstýri við teirra egnu politistyrki?
— Persónliga eri eg sannførdur um,
at áðrenn Ísrael letur Golanheyggj-
arnar og fjøllini í Judea og Samaria
frå sær, verdur kriggj. Gud fer ikki at
loyva slíkum.
Attað verður eitt nýtt kríggj er Eli-
yahu Ben-Haim sannførdur um.
— Tað endar vid kriggi, einum sera
hørbum og ógvusligum kriggi við
stérari oyding. Eg veit ikki nær, men
eg trågvi ikki, at tad gongur so long
tíð.
—Eg trúgvi, at samkoman má biðja
um, at Ísrael vinnur ein veruligan
sigur hesa ferð. Í øllum hinum fyrru
kríggjunum, 1956, 1973 0.s.fr. trýsti
umheimurin Ísrael til ikki at fullføra
sigurin. Einasta undantakið var seks-
dagakríggið í 1967.
Oyðingin av Damaskus
Eliyahu Ben-Haim peikar á, at pro-
fetorðið í Es. 17,1 um at Damaskus
fullkomuliga skal verða lagt í oyði
ongantíð er gingið åt. »Spåd6mur
um Damaskus. Damaskus skal ikki
longur vera býur, tað skal verða grót-
rågva.«
— Eg eri ikki úti eftir at Damaskus
skal verda oydilagt, men tad stendur
skrivad f Bibliuni, og so fer tad at
henda.
--Í Gudshjarta er ein longsul eftir at
síggja muslimarnar frelstar. Men teir
verða ikki frelstir fgjøgnum ein
bleytan og blíðan kristindóm. Tann
andamaktin, sum stýrir islam er
ógvuliga sterk og hugmóðið. Hug-
móðið má brótast, og tað hendir
sjálvandi ikki tá ið ST loypir á Irak og
síðani bakkar út aftur, so at Saddam
Hussein framhaldandi kann sita á
trónu síni í Bagdad.
— Men um Ísrael vinnur ein veru-
ligan sigur, so fer spurnartekin at
verða sett við maktina hjá Allah.
Er Sýria høvudsfiggindi nr. 1 hjá
Ísrael?
— Ja, men Jordan, Irak og kanska
fleiri lond verða innblandaði um
kríggj verður.
Lyftið til Ísrael
Tað vanligasta argumentið fyri at
Ísrael skal varðveita Judea og Sama-
ria er, at umsjónin við gkinum er
neyðug fyri verjuna í Ísrael. Fyri Eli-
yahu Ben-Haim finst ein onnur orsøk
eisini, sum viðar nógv.
— Orsøkin til at Judea og Samaria
hava tydning er, at Ezekiel 36 peikar
á hesi økini og sigur, at á hesum fjøll-
um skal Ísrael taka ímóti Anda Guds.
— Harrin hevur lovað, at hann skal
opinbera seg sjálvan sum Messias á
fjøllum Ísraels. Tá ið jødar koma til
trúgv á Jesus í New York ella Tel Av-
iv so er tað av náði, men lyftið um
frelsu er fyri fjøllini í Judea og Sama-
ria. Geva vit tey frá okkum, so spotta
vit tað profetiska orðið. Tað er ikki
nóg mikið, attey kristnu biðja eftir, at
Ísrael skal hava trygg landamørk,
nei, tey mugu biðja sambært tí pro-
fetiska orðinum.
— Nógv av teimum, sum hava bú-
selt seg í Judea og Samaria, eru har, tí
at tey trúgva á tað profetiska orðið.
Tey eru íðin fyri trúgv sína og eru til
reiðar at brúka sínar maskinbyrsur, á
sama hátt sum Saulus var so íðin fyri
tí opinberingini, sum hann hevði, og
brúkti sverðið.
— Íbúgvararnir vænta ikki at finna
Jesus sum Messias, men tey vænta at
Messias skal finna tey har á fjøllun-
um sambært orðið. Tey eru har fyri at
framskunda endurreisn Ísraels, sjálvt
um tey enn ikki skilja vegir Guds.
— Tað finnast »Saulusar« í Judea
og Samaria, sum Gud er úti eftir. Tá
ið teir meta sínum Messias og verða
umbroyttir til »Paulusar« fara teir at
rista Ísrael og allan heimin.
Hesa greinina, ið hevur staðið í
blaðnum »Rhema«, hevur ein lesari
ynskt at fáa prentaða her í blaðnnm
Føroya Fuglafrødi-
felag 10 år
Nú um dagarnar hevur Føroya
fólk gjøgnum bankamar fingið
eina sera óhugnaliga heilsan
frá Føroya Landsstýri.
Sagt verður frá, atum vit ikki
áðrenn 1/3-1994 skriva undir
Uppá at vit geva bankunum P-
talið, verður bankkonti okkara
stongd. Við gðrum orðum
hóttir Landsstýrið Føroya fólk
og sigur: »Skriva tit ikki undir
uppá at taka hetta talið (les
merkið), sleppa tit hvorki at
ella selja.
ein sera snildisligan hátt
(líkasum fyri at vísa sítt
»demokratiska« andlit) gevur
Landsstýrið okkum borgarum
frælsi til at velja sjálvi, um vit
skriva undir ella ikki. Tey, sum
velja ikki at skriva undir,
fremja sostatt ikki nakað lóg-
arbrot, tí tað stóð teimum í
boði, men hóast tað, fáa tey
eina so harða og ómenniskja-
liga straff, sum hugsast kann.
Teysleppa hvørki atkeypa ella
selja. T.v.s. at tey verða hurigr-
að, stutt sagt, tey verða dripin.
Hetta er Føroya Landsstýri,
hvgrs flokkar rópa seg uppá
frælsi, og sum klæða seg við
demokratiskum nøvnum, men
sum kortini kemur við hesum
óhugnaligu og óndu upphugs-
aðu ráðunum.
Tað, sum er ófatuligt og sera
legið í hesum máli er, at land-
sins myndugleikar, sum fyri 11
árum síðani uttan at biðja um
loyvi, settu tal á hvgnn einasta
borgara, nú ikki biðja um, men
á ein ómenniskjaligan hátt við
grovum hóttanum tvinga hesar
somu borgarar at skriva undir
uppá, at talið kann verða brúkt.
— Hvat er hetta fyri nakað??
Hví er tað nú so umráðandi
hjá Landsstýrinum at fáa okk-
um at skriva undir uppá, at teir
kunnu brúka hetta talið, sum
teir sjálvir hava sett áokkum og
brúkt í 11 ár uttan okkara sam-
tykki?? Niðurstóðan av hesum
má væl vera, at Landsstýrið í
11 ár hevur brúkt P-talið í
heimildarloysi, ella hvat? Tað
hevur ikki verið vani hjá
Landsstýrinum at biðja um
undirskrift frá borgarunum tá
okkurt skal setast í verk, t.d. tá
skatturin skal hækkast ella tá
teir fara í bankabøkurnar at
ræna renturnar frá fólki.
Mítt boð uppá hví Lands-
stýrið í hesum føri krevur okk-
ara undirskrift er, at samvitsk-
an ikki er heilt í lagi, og tí vil
hava okkum at vera samsek í
hesi dáragerð, soleiðis at teir
aftan á tá P-talið kanska verður
brúkt til okkurt ræduligt,
kunnu siga: >Tit skrivaðu
sjålvi undir«. Undirskriftin
bindur.
Ni lj6dar hettakanskaræðu-
ligt, men óttin fyri hvat kann
henda í framtíðini er ikki 6-
grundaður, tá Landsstýrið
longu nú brúkar ein slíkan 6-
menniskjaligan og totaliteran
framferðarhátt móti Føroya
fólki.
At tað demokratiska soðið í
Javnaðar- og Tjóðveldisflokk-
inum er sera tunt, tað visti eg,
men eg trúði at tað var tjúkkar í
Sjálvstýrisflokkinum, og hvar
eru teir borgarligu flokkarnir í
hesum máli, teir, sum siga seg
verja tað persónliga frælsið?
Tað er ótrúligt, at landsins
myndugleikar ignorera 10.000
føroyingar, sum mótmæltu
hesum og lurta meira eftir
onkrum teknokrati á líkningar-
ráðnum.
Um Landsstýrið ikki biður
Føroya fólk um umbering fyri
hesa grovu hóttan, so må á-
sannast, at tað totalitera lyndið
er størri enn gott er.
Vónandi finst enn á Føroya
Løgtingi ein meiriluti við
fólkaræðiligum sinnalagi, sum
aftur kann seta hitt persónliga
frælsið í hásætið.
Grundgevingin fyri at fáa
eina neyvari álíking er snilda
undanførslan fyri at leggja
grovt trýst á okkum borgarar,
og tað er nógv fyri at hoyra á-
vísar persónar reypa og rópa
upp um, at teir hava einki at
krógva, samstundis sum teir
ákæra meg og mong onnur fyri
at vera Gærlig, tá vit fylgja
sannføringini og ikki vilja gera
tað, sum mest býður okkum í-
móti: at verða tvingað at skriva
undir uppá eitt TAL, sum
myndugleikarnir nú í fleiri ár
hava brúkt uttan okkara sam-
tykki.
Tað nýtist ikki stórt hugflog
at finna útav, at P-talið er
mangan »åhugaverdari« enn
tað verður gjørt til, tað er møsn
og uttanumtos at einfaldgera
hetta sum eitthvert annað tal, tí
tað er tað bara ikki, hetta vita
øll, sum vilja vita tað.
Tá persónstalið av fyrstum
varð innført í USA, hetta var
longu fyrst í 1930'árunum, tá
møtti ætlanin stórari mótstøðu
frá nógvum kirkjum og sam-
komum. Ímillum flestu trúgv-
andi var vanliga fatanin, at
hetta var byrjanin til hending-
amar, sum skuldi gera at Anti-
krist fekk valdið, á sama hátt
sum Opinb. kap. 13 sigur okk-
um. Tá varð henda skráin við
samleikamerkinum steðgað,
stóra mótstóðan syrgdi fyri
hesum, og øllum varð tryggjað
at persónstalið ongantíð aftur
skuldi brúkast til annað enn á-
líkning. Vit vita, at hetta lyftið
varð ongantíð hildið, tí í dag
kann eingin fáa arbeiði, koyri-
kort, checkhefti ella lán uttan
persónstalið. Uttan persóns-
talið er ein persónur deyður.
Á sama hátt her í Føroyum, í
byrjanini varð okkum lovað, at
P-talið bert skuldi brúkast til á-
líkning, og hóast stóru mót-
støduna móti víðkaðu ætlanini
av P-talinum, métstøduna, sum
alt Føroya fólk kennir, so hevur
tað nú til endans eydnast
Landsstýrinum at kroysta hetta
Harry á Lakjuni
6. apríl 1984, kl. hálv-
gum átta varð fyrstu ferð
boðað úl fundar um
stovnan av fuglafrødife-
lag. Innbjóðari var Aksel
Poulsen og heilir 11
mans møttu á fundinum.
Onkur kundi kanska
væntað stórri undirtøku,
men hvussu var og ikki,
so vóru teir fyrstu 11«
so mikið sterkir í trúnni,
at til bar hjá teimum at
fjølga skaran, fuglinum
og náttúruni at frama, so
mikið, at felagsskapin-
um hevur verið lív lagað
sum limafelag í skjótt 10
ár.
Í snøggu frágreiðing-
ini, sum júst er komin
um virksemi hjá fugla-
frødifelagnum, verður
litið aftur um bak. Í for-
orðinum verður havst at,
at so ovurnóv ikki er
komið burtur úr á øllum
økjum, trivið í eitthvert,
ið liggur á láni, men við
er eisini áhugavert og
fjølbroytt greinatilfar,
sum kunnar okkum um
virki felagsins og um
minniligar felagsúuerð-
ir og annað.
M.a. er frásøgn frá út-
ferð úl Skorðastovu í
vestmannahaganum í
93, frá ferð til St. Kilda
sama ár, úrslit av fugla-
kanningum við Tofta-
vatn frå 88-92, grein um
grágásastovnin, um rott-
una, ávísingar til gamalt
keldutilfar um fugl og
fuglaveiði, yvirlit yvir
ymiskt, sum skrivað er
um fuglin í Føroyum og
filmurin hjá Klaus
Kiesewetter >Naturen pá
Færgerne< verður eisini
umrøddur.
Sum hóskiligt skipar
felagið fyri — 10-åra
veitslu eftir Aðalfundin í
neystinum hjá Havnar
Róðrarfelag á grækaris-
messu.
Frálíki fuglapláss -
Si. Kilda. Serliga var
súlan nógv