leygardagur 5. mars 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Gevið landsstýri arbeiðsfrið
LANDSSTÝRIÐ verður í hesum døg-
um rakt av einum brotasjógvi fyri og
ødrum eftir. Ágangurin á landsstýrið frá
mest sum gllum síðum tykist at vera so
øgiligur, at tað kann ikki vera lætt at
sita í Tinganesi í hesum døgum.
Arbeiðsgevarar, fakfeløg, tingmenn fyri
bert at nevna nøkur langa út eftir lands-
styrinum, tá okkurt høvi býðst. Og
høvini eru mong, nú landið er í eini alt-
umfevnandi kreppu. Tað er ikki
lukkuligt at vera fiskimálaráðharri ella
almannamálaráðharri og enn minni at
vera løgmaður.
VIT meta tað vera sunt og gott við kri-
tikki. Eisini móti landsins stýri. Men
betur var við einum veruligum dialogi
millum teir ymsu partarnar, og tað er
a ———iiw—
2 . . +
r
Nervar ikki
fiskimannin
; ni Jan Miller
— Fyritaksstjóri Krisjan Dalí
— Ejésmynder:
Kalmar Lindenskov
hann, sum trýtur. Nógvir av trupulleik-
unum skyldast ikki minst tørvandi dia-
logi. Vit høvdu kunnað verið bæði mis-
skiljingar og óneyðugt stríð fyri uttan,
um meiri tíð varð brúkt til at tosa sam-
an, at hyggja hvgr annan inn í eyguni
og viðgera samfelagsins stóru spurning-
ar. Her hava helst allir partar medá-
byrgd.
MEN tað má vera eitt mark. Eftir okk-
ara tykki er tað púra burturvið at leggja
skyldina fyri allar trupulleikar og skeiv-
leikar at sitandi landsstýri. Tað er ov
bíligt. At fakfelagsumboð berjast fyri
sínum limum er nátúrligt, men at ting-
menn fara at reka einstakliga politikk í
hvørjum máli og harvið gera tað 6-
møguligt hjá landsins stýri at stýra er
undir allan kritikk. Vit eru øll greið
yvir, hvussu ring stødan er, og skulu vit
,.* . .
.
-kemur bert at fevna um yvirmenninar, sum fåa
fleiri partar sigur ein kelda i Tinganesi vid
Sosialin. Tað er órímuligt, at tað almenna yvir
fíggjarlógina skal gjalda ískoyti til yvirmenn-
inar, sum fáa fleiri partar verður sagt í lands-
stýrinum.
Formenninir í Fiskimannafelagnum og
Skipara- og Navigatørfelagnum siga hinvegin,
at atburður landsstýrisins er ólógligur.
Blaðfólk. Randi Jacobsen -
Joensen - Térfinn Sv
brúka alla okkara tíð og orku til at seta
fót fyri løgmanni og landsins stýri - tá
hesi eftir førimuni royna at fáa sum
frægast burtur úr fyri land og fólk í
samráðingum tess við danir - tá er lítið
vunnið fyri nakran av okkum.
VIT skulu finnast at, vit skulu rættleiða,
vit skulu koma við ráðum og vit skulu
sanniliga eisini vera 6samd við landsins
stýri, men tíðin í dag krevur, at í hvussu
er løgtingsmenn vísa ábyrgd og ikki
skulka sær undan henni, hvgrja ferð
okkurt gongur teirra áhugamálum ov
nær. Vit eru als ikki ósamd við ting-
menn í, at løgtingid er hægsti myndug-
leikin, men hvat nyttar tað, tå tingmenn
reka fyri våg og vind í hvørjum
smámáli og hvussu kunnu fólk í heila
tikið stýra hesum landi, um íkki allir
politikarar og íkki minst
samgongutingmenn stuðla og bakka
sínum egna landsstýri upp! Vit hava
brúk fyri einum opnum og livandi
dialogi, men vit hava so sanniliga eisini
brúk fyri einum stýri, sum kann taka av-
gerðir vegna land og fólk okkara.
'Gævið hendingarnar í seinastuni hava
sannført tingmenn og landsstýrisfólk
um, hvussu umráðandi og týðandi
dialogurin er, tann dialogurin, sum ikki
bert skal byggja brúgv millum løgting
og landsstýri men eisini millum lands-
stýri og donsku stjórnina.
GEVIÐ landsstýrinum arbeiðsfrið.
Samgongumenn, hoyra tit! Veljið upp-
byggjandi dialog framum niðurbrót-
andi øsing.
SOSIALURIN
sigur við Sosialin, at
nýggja skipanin kemur at
virka á tann hátt, at yvir-
menn, sum fáa fleiri part-
ar, missa dagstudningin.
Fiskimaðurin, sum bert
fær ein part, varðveitir
henda studning.
Vit kunnu taka eitt
dømi. Er talan um ein túr,
har vanligi manningar-
parturin eftir ein langan
túr er einar 50.000 kr., tá
fær hann td. 6000 kr.
sum ískoyti í dagstudningi
aftrat.
Taka vit so t.d. skip-
aran, tá fær hann triggjar
partar tvs. 150.000 kr. Í
dag fær hann eisini 6000
kr. í dagstudningi. Tað er
hetta, sum nú verður
broytt.
Tað er hetta, sum dans-
kir myndugleikar halda
vera órímuligt.
Kelda okkara í Tinga-
nesi sigur, at tað er órímu-
ligt, at yvirmenninir, sum
fáa fleiri partar, eisini
skulu fáa dagstudning tvs.
at tað almenna yvir fíggj-
arlógina skal geva teimum
ella í tinginum.
Munurin er so tann, at
vanligi fiskimaðurin, ið
bert fær ein part, verður
ikki nervaður av broyt-
ingini. Hon fer bert at raka
yvirmenninar, men talan
verður ikki um nakra stóra
niðurgongd í inntgkuni hjá
teimum.
Vit frætta víðari úr
landsstýrinum, at tað snýr
seg um eina sparing upp á
7 mill. kr. ella 3 mill. kr.
minni enn upprunaliga
ætlað. Spurningurin er av
principiellum týdningi.
Tað verður ikki mett rímu-
ligt at skula gjalda ískoyti
av fíggjarlógini til yvir-
menn, sum fáa fleiri part-
vera órímuliga
Hvat viðvíkur atfinning-
unum móti landsstýrinum
um, at tað er landsstýrið
sjálvt, sum hevur ynskt
broyting í inntøkutrygdini,
sigur kelda okkara í
landsstýrinum, at hetta er
ikki rætt.
Sum lánveitarar fylgja
danir væl við, hvat peng-
arnir á fíggjarlógini verða
brúktir til. Teir halda tað
vera sera órímuligt, at tað
almenna í Føroyum gevur
ískoyti til eina lønarinn-
tóku, sum liggur á einum
høgum stødi.
Tað vísir seg annars at
vera sera hørð mótstøða
móti ætlanini hjá lands-
ar, tvs. skiparar, stýrimenn = stýrinum at avgreiða
og maskinmenn. málið um inntøkutrygdina
Vit hava spurt keldu uttan um tingið.
okkara í Tinganesi, hvat
hendir, um måtstøda fer at
Bæði formaðurin í
Fiskimannafelagnum og
vera ímóti umrøddu broyt- formaðurin í Skipara- og
ing. Hon sigur, at tað tá — Navigatørfelagnum hava
verður ein tulkingarspurn- alment harðliga átalað
ingur, sum síðani má fáa
ta neyðugu viðgerðina.
framferðina hjá landsstýr-
inum og siga, at hon er
ólóglig. jan
Ikki sørt av rumbli hevur
tikið seg upp um ætlanina
at broyta skipanina við
inntøkutrygdini hjá mann-
ingini umborð á føroysk-
um fiskiskipum.
Í sambandi við tær av-
talur, sum landsstýrið hev-
ur gjørt við donsku stjórn-
ina, hevur ein av grein-
unum verið, at tað skulu
gerast broytingar í hesi
skipan, soleiðis at tað ikki
skal gjaldast studningur av
fíggjarlógini til lutvíst
høgar inntøkur hjá teim-
um, sum manna fiski
skipini.
Upprunaliga ætlanin
aftanfyri uppskotid um at
gera broytingar í inntøku-
trygdini var at bera so í
bandi, at tað almenna skal
ikki gjalda ískoyti á fíggj-
arlógini til fólk, sum for-
vinna nógvan pening yvir
eitt ávíst tíðarskeið. Tvs.
fekst tú sum fiskimaður
ella yvirmaður eina hálva
millión krónur fyrra hálv-
ár, so kundi tú ikki eisini
fáa dagstudning seinna
hálvár.
Uppskotið hevur verið
vidgjørt í Fiskivinnunevnd
løgtingsins, har tað hevur
fingið sera kalliga mót-
tóku. Eftir at danska
stjórnin nú um dagarnar í
brævi til løgmann gjørdi
greitt, at hon ikki vildi
endufíggja landskassalán
fyrr enn spurningurin um
inntøkutrygdina varð av-
greiddur, er tað so hent, at
formaðurin í fiskivinnu-
nevndini hevur gjørt
greitt, at tað verður ikki
nortið við inntøkutrygina.
Má fáa semju
við danir
Fyri fáa eina semju við
danir hevur landsstýrið tí
avgjørt at broyta upp-
runaliga uppskotið um
inntøkutrygd soleiðis, at
vanligir fiskimenn ikki
verða raktir av broytingini
men bert yvirmenninir tvs.
teir, sum fáa fleiri partar.
Ein slík broyting nýtist
sambært keldum í lands-
stýrinum ikki at verða
framd vid lóg í løgting-
inum. Hon kann sambært
embætismonnunum í
Tinganesi gerast á um-
sitingarligan hátt, tvs. at
landssstýrið nýtist ikki at
fara í tingið við málinum,
men kann sjálvt fremja
tær neyðugu broytingarnar
ella praksis. Hetta hevur
tað loyvi til sambært
keldum okkara í lands-
stýrinum.
Hetfa var eisini tað,
sum løgmaður førdi fram í
sjónvarpinum hóskvgldið.
Ein kelda í landsstýrinum
eitt ískoyti til høgu lønina.
Landsstýrið kann
broyta reglur
Vit spurdu keldu okkara í
Tinganesi, hvussu lands-
stýrið ætlar at seta hetta í
verk, nú fleiri fakfelags-
formenn hava sagt, at
landsstýrið hevur ikki
loyvi at gera hetta?
-Hatta málið hevur
verið nógv vidgjørt í
landsstýrinum, og har
verður mett, at tað ber til
at gera eina slíka broyting
uttan at skula fara í tingid
við málinum. Landsstýrið
hevur hesa heimild og
hevur tískil eisini gjørt
donsku stjórnini greitt, at
tað ynskir heldur at fremja
broytingina í skipanini við
inntøkutrygd á umsiting-
arligan hátt og verður
málið harvið ikki aktuelt
longur í fiskivinnunevnd
skeið.
Viðkomandi skal hava handverkaraút-
búgving, og verður roknað við hálv-
tíðarstarvi.
Umsóknir saman við avriti av prógvum
skal vera stýrinum í hendi í seinasta
lagi 20.03.1994.
HUSAVØRDUR
til
Sandoyar Røktar-
og Ellisheim
Søkt verdur eftir husavørdi til at hava
umsjón vid bygningum, lendi uttan um
og installatiónum í avmarkað tíðar-
Stýrið fyri Sandoyar Roktar- og Ellisheim
210 Sandi