leygardagur 5. mars 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Nr. 45 —5. MARS 1994 Sida 3
ALS fær lánið
Løgtingid skundaði á í gjár og fekk soleiðis endaliga sam-
tykt, at Arbeiðsloysiskipanin skal taka lán og fáa pengar
ein ársfjórðing aftrat frá Samhaldsfasta
Í næstu viku verður ein
stórur partur av fólkinum í
løgtinginum og landsstýri-
num ikki heima, tí Norður-
landaráðið hevur fund.
Hetta var ein orsøkin til,
at legtingsformaðurin í gjár
bað um at sleppa at gera
frávik frá tingskipanini fyri
at fáa avgreitt tvey mál í
gjár. Tað skulu annars
ganga tríggir dagar ímillum
hverja viðgerð av løgtings-
málum. Í gjár fingu tvey
mál bæði aðru og triðju við-
gerð.
Fyrrapartin í gjár vóru
soleiðis tríggir tingfundir.
Hálvur minuttur var millum
fyrsta og næsta fundin, og
fimm minuttir millum
næsta og triðja.
Tað var serliga málið um
at útvega Arbeiðsloysis-
skipanini, ið hevði slíkan
skund.
Landsstýrið átti uppskot-
ið um, at Arbeiðsloysis-
skipanin skal kunna læna
upp til 45 mió. krónur í
teimum trimum stóru pen-
ingastovnunum, og at Ar-
beiðsloyisskipanin harnæst
skal fáa pengar ein ársfjórð-
ing aftrat frá Samhalds-
fasta.
Eftir fyrstu viðgerð
mánadagin varð málið beint
í fíggjarneyndina, sum í
gjár legði fram álit.
Låntøka Ikki
varandi loysn
Meirlutin í nevndini åsann-
aði, at låntøka ikki kann
verða nøkur varðandi loysn,
men hinvegin var her talan
um ein fyribils gjaldføris-
Lørv.
Eisini helt meirlutin í
figgjamevndini, at stýrið
fyri Arbeidsloyisskipanina
og landsstýrið noyðast at
endurskoða lógir og reglu-
gerðir fyri skipanina. Eisini
við tí endamáli at fáa fleiri
arbeiðsleys aftur í arbeiði,
Ld. við at lata eitt ella tvey
flakavirki upp burturav at
framleiða burtur úr innflutt-
um fiski.
Løgtingid samtykti eisini
eitt uppskot til samtyktar frá
meirlutanum í fíggjar-
nevndini um at heita á stýrið
fyri Arbeidsloysisskipan-
ina um at áseta reglur, so-
leiðis at sjålvstødugt vinnu-
rekandi, ið higartil ikki
hava verið í skipanini,
koma undir hana sum skjót-
ast.
Utsetir pinuna
Andstødan í tinginum tók
ikki undir vid nøkrum upp-
skoti hjå samgonguni. Sam-
bandsflokkurin helt, at lån-
tøka bara er at útseta pinuna
og ælti heldur til at taka upp
samrådingar við 'ríkis-
stjórnina um eina upp á
longri sikt haldbara loysn,
har allir okkara landsum-
fatandi trupulleikar verða
tiknir við, og at Samhalds-
fasti skal verða verandi í
skipanini, til eiu samráð-
ingarúrslit fyriliggur.
Fólkaflokkurin í fíggjar-
nevndini umrøddi lántøku
sum óðamannaverk og fanst
at, tí eingin ætlan er um,
hvussu nógv útreiðslurnar
til forsorg verða øktar, nú so
nógv fara at detta úr skip-
Samráðingar
Uppskotið hjá fólkaflokk-
inum í figgjarnevndini var
at taka upp samráðingar við
arbeiðsmarknaðin, at
áleggja landsstýrinum at
taka neyðug stig til at fáa
samanhang millum ALS og
fíggjarlógina (forsorgar-
skipanina), og hamæst at
samráðast við ALS um lán-
tóku.
Uppskotið hjá Tordi
Niclasen var, at Samhalds-
fasti eitt ár aftrat skuldi lata
til Arbeiðsloyiskipanina og
at 17 mið. á seinastu fíggj-
arlóg skuldu veitast skipan-
ini.
Einki av uppskotunum hjá
andstøduni fekk undirtøku
frå nøkrum í samgonguni.
randi
Gera aftur
plastposar
i Vestmanna
Tveir mans hava leigad virk-
ið frå trotabúnum Tórplast
Gjáramorgunin fóru
maskinurnar á plast-
framleiðsluvirkinum í
Vestmanna, Tórplast, í
gongd aftur.
Tórplast fór av knór-
anum fyri sløkum mån-
aði síðan, men núhava
virkisleiðarin Siggert
Nielsen og maskin-
meistarin Jóan Magnus
Olsen leigað virkið frá
trotabúnum. Teir hava
eisini keypt goymsluna.
Sum skilst hava teir
gjørt hetta við keypi fyri
eyga.
Byrjað verður eitt
sindur spakuliga við 12
fólkum í arbeiði. Fyrr
vóru arbeiðsfólkini 15-
16 í tali. Tey, sum nú
hava fingið arbeiði, vóru
eisini á virkinum framm-
anundan.
Arbeiðsfólkini = eru
glað fyri, at arbeiðspláss
teirra er latið uppaftur.
Mánadagin byrjar
arbeiðið av álvara.
Hesar vikurnar, síðan
virkið steðgaði, hevur
búgvið selt burturav
goymsluni. Nakað er
enn á goymslu, og virkið
er tí ført fyri at lata teir
posar, sum umbidnir
verða.
randi
Skuldin má
eftirgevast
Danmark eigur at sanera før-
oysku skuldina eins og gjørt
verður mótvegis ødrum lond-
um, heldur danska blaðið Jyll-
ands Posten
Danska blaðið Jyllands
Posten hevði í gjár aftur
oddagrein um støðuna í
Føroyum.
Blaðið nemur við spurn-
ingin, hver hevur ábyrgdina
av fíggjarligu kreppuni,
sum er ein avleiðing av
privatari og almennari
ovurnýtslu.
Høvudsåbyrgdina | hevur
landsstýrið, sum átti at
faraið frá, og nýval verið
útskrivað, sigur blaðið.
Men tað skal ikki dyljast,
at stjórnin og fólkatingið
hava medábyrgd, tú ikki
varð lurtað eftir ráðgevandi
nevndini hjá forsætis-
málaráðnum viðvíkjandi
Føroyum, skrivar Jyllands
Posten, sum ikki væntar, at
føroyingar fara at gjalda
alla skuldina aftur, uttan so
at olja verdur funnin å før-
oyskum øki ella okkurt heilt
óvæntað hendir, ið gevur
inntøku.
Blaðið heldur tað einasta
rætta vera, at Danmark san-
erar føroysku skuldina.
Tað verður gjørt, tá
óskyldugar danskar fa-
miljur koma illa fyri, og
samu mannagongd nýtir
Danmark mótvegis lond-
um, sum ikki gjalda sína
skuld.
- Hví í verðini skal Dan-
mark, sum her hevur med-
skyld, fara verri við lands-
monnunum í einum ríkis-
part enn við fremmanund-
um í menningarlondum?
skrivar Jyllands Posten.
randi
Seinasta månadag ring-
di útróðrarbáturin
Svartbakur til Vaktar og
Bjargingartænastuna.
Hann hevði fingið okk-
urt um skrúvuna. Hann
var staddur beint sunn-
anfyri Oyri í Sundalag-
num og fekk ikki siglt.
Tjaldrið var statt á
Norðhavinum, har tað
ansar eftir teimum
mongu snellubátunum.
Tjaldrið er ov stórt at
fara undir brúnna við
Streymin. Teir sigldu
suður móti brúnni og
settu síðan ein bát út og
kavarar fóru at hjálpa
Svartbaki. Hann hevði
fingið ein trossa um
skrúvuna. Trossin stav-
aði frá einum alibrúki.
alibrúk
vanda-
mikil
Frá Kirkjubønesi og norður
til Eiðis eru 307 aliringar
ein stórur partur av hesum
eru ómerktir til stóran bága
fyri skip og bátar
VALUTAKURSIR
04.03.94 sidsta mån.
USA Dollari 669,70 671,70
Bretland Pund 998,12 997,94
Tyskland Markur 390,72 391,89
Sveríki Króna 83, 69 83, 78
Noreg Króna 90, 17 90, 37
Frakland Frankur 114,90 115, 30
Belgia Frankur — 18,972 — 19,045
Sveits Frankur 466,20 469, 88
Holland Gyllin 348,02 349, 01
Italia Liri 0,3973 0, 3971
Finnland Markur > 120,69 120, 86
island Króna 9,22 9, 26
Eysturriki Skillingur 55,549 55, 729
Spania Pesetas 4,776 4,812
Portugal Escudos 3,826 3, 851
Kanada Dollari 494,54 498, 11
Japan Yen 6,3599 6, 4327
Írland Pund 958,94 959, 12
Grikkaland Drakmur 2,690 2, 705
Kelda: Føroya Sparikassi
Trossin var fastur í eitt
søkk á botni, men fleyt
annars leysur í erva
undir sjóvarmálanum.
Av vaktar og bjarging-
artænastuni verður sagt,
at tey mongu alibrúkini
eru til stóran bága fyri
skipaferðsluna.
— Frá Kirkjunbønesi
og nordur til Eidis eru
307 aliringar. Fiskur er
bert í 67 av hesum. Ein
stórur partur av ring-
unum eru ikki sjónliga
merktir, soleiðis at teir
síggjast, antin við berum
eygum ella á radara og
hetta er ógvuliga óhepp-
ið, sigur vakthavandi á
Vaktar og Bjargingar-
tænastuni.
jústinus