leygardagur 5. mars 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 45 — 5. MARS 1994
Í Eysturskúlanum leygardagin kl. 15:
Bingo til frama
fyri Danmarkarferð
. A í Eysturskúlanum
á í fjør vitjan av einum
7. flokki úr Slagelse. Tey
vóru í Føroyum eina viku
og búðu hjá næmingunum í
7. A. Børnini gjørdust so
góðir vinir, at tey gjørdu
longu av í fjør, at teir før-
oysku næmingarnir skuldu
koma at vitja í Slagelse í
summar. Tí royna hesir
næmingar at skipa fyri ym-
iskum tiltøkum at fíggja
ferðina. M.a. seldu tey
heimagjørt jólaprýði í SMS
fyri jól, og nú skipa tey fyri
einum megnar bingo, sum
verður í Eysturskúlanum í
dag kl. 15. Vinningarnir eru
nógvir og góðir, Ld. skerpi-
kjøt, kalvar, olja, gåvukort,
kaffi, kjálkar, seingjarsett,
sodavatn og lagkøkur. Eis-
ini verða lutaseðlar seldir.
Næmingarnir vóna, at væl
verður tikið undir vid tiltak-
inum.
Næmingarnir í 7. Á við
nøkrum av teimum for-
kunnugu vinningunum
Mynd: Jana Poulsen
Tíðindablaðið (EST,
25 ár vid telefonina
Hósdagin hugnaðu tey sær
rættiliga á bilstødini Auto í
Havn við kaffi, morgun-
breyði og køkum.
Orgkin var, at henda dag-
in hevði Sonja Hansen ar-
beitt á stødini í 25 ár.
Sonja er úr Nólsoy. Hon
byrjaði í sínari tíð í Auto, tí
ein vinkona hennara ar-
beiddi har, og tá Sonja
frætti, at støðin skuldi hava
Eins og tær, sum sita við telefonina, hava verið leingi hjá Auto, eru eisini bilførarar, sum hava koyrt í áravís. Her er Sonja
Hansen saman við bilfórarunum Johan Simonsen og Magnusi Egholm (Mynd: Kalmar)
eitt fólk aftrat, fór hon eisini
til Havnar at arbeiða í Auto.
Hon letur væl at Auto sum
arbeiðsplássi. Har er gott at
vera, og øll sita væl um sátt.
Tær eru fýra, sum skiftast
um at sita við telefonina.
Seks tímar er vaktin. Yrka-
dagar eru tær til kl. eitt um
náttina, um vikuskiftini ar-
beiða tær upp á skift alt
samdøgrid.
Sonja er tann av teimum
fýra, sum hevur verið longst
í Auto. Men hinar hava
eisini verið í fleir år. Tað
má veratekin um, at Auto er
gott arbeiðspláss, heldur
Sonja.
Hon hevur upplivað eitt
sindur av hvørjum hesi 25
árini. Sum heild hava fólk
verið fitt, og nógv eru
fólkini, hon hevur tosað við.
Summi kenni eg á mál-
inum, tá tey ringja, sigur
Sonja.
Okkurtkeðiligt er í gllum.
Eingin hevur nakrantíð
beinleiðis gjørt seg inn á
hana, men tað er nokkso
keðiligt, tá bardagi onk-
untíð er uttanfyri.
- Tað ger mær tó ikki so
nógv, tíeg eri vorðin garvað
við tíðini, sigur hon.
Í Auto merkja tey sum
alla aðrastaðni, at minni er
at gera. Sonja vónar tó, at
hon sleppur at halda fram á
stødini, so leingi hon orkar
randi
Royndirnar hjá sørvingum
at stovna nýggja arbeiðs-
pláss og fáa gongd á
vinnulívið í bygdini
tykjast at bera åvøkstur.
Nú um dagarnar varð
felag stovnað til tess at
fara undir fiskarbeidi í
bygdini, og nú hevur
landsstýrið gjørt av at lata
sørvingum aliloyvi. Tað
eru Niclas Lauridsen og
fleiri, sum hava tíkið stig
til at fáa alingina í gongd
aftur á fjørðinum, nú øll
alibrúkini har eru farin.
Aliloyvið varð útskriv-
að í Tinganesi í gjár. Ein
av stigtakarunum til al-
ingina sigur, at tað er
gleðiligt, at loyvið kemur
nú, tí tað hevur skund
Útsetingin verður um ikki
so langa tíð, og nógv fyri-
reiking skal til. Hann
hevur annars eina tøkk at
bera til javnaðartingmann-
in í oynni, Jóhannes
Ellefsen fyri at hava brúkt
nógva tíð og orku til at fáa
landsstýrið at taka málið í
størsta álvara.
Alingin fer at gera eini
trý arbeiðspláss í fyrstu
atløgu.
jan
STYTSTI VEGUR HJÁ
HANDILSFÓLKI TIL EIN
GOÐAN HANDIL
LÆGRI HANDILSÚTREIÐSLUR?
— SO ER BERT AT
VENDA SÆR TIL
NÆSTU >MAKRO
-HEILSØLUNA«…
Vitjið okkum á
HOTEL HAFNIA
FREMSTA BRETSKA
LAGPRIS-SAMBANDIÐ
10. MARS!
INEIGSO