Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mars 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 45 — 5. MARS 1994 Amerikanska felagið Digicon: Bjóðar seg fram at gera forkanningar við Feroyar Umleið átta av heimsins frægastu seis- misku felógum hava bjóðað seg fram at gera forkanningar í fóroysku undir- grundini. Vit vita ikki, hvørji hesi feløg eru, men helst er eitt av teimum Digicon, sum eigur skipið “Arcadian Searcher", ið varð skuldsett fyri at gera kanningar ólógliga inni á fóroyskum øki, men sum seinni varð reinsað fyri somu skuldset- ingar. Tíðindablaðið Sosialurin hevur tosað við nakrar av stjórunum í felagn- um, nú áðrenn fóroyska oljufyritsitingin skal gera av, hvør skal gera hesar kann- ingar. Føroyska oljufyrisitingin hevur úr at gera í hesum døgum. Tað er so sanni- liga eisini um eina bæði spennandi og avgerandi tíð hjá teimum fólkum, sum arbeiða í fyrisitingini og teimum fólkum, sum hava tilknýti til hana. Her er bæði talan um olju- rådleggingarnevndina og føroysku nevndina, ið samráðist við bretar um markið. Tveir stórur spurningar verða vidgjørdir í løtuni. Tann eini er at kanna allar tær mongu umsóknirnar, sum eru til at gera for- kanningar í føroysku und- irgrundini og hin eru sam- ráðingarnar við bretar um ásetan av einum undir- grundarmarki millum Før- oyar og Bretland. Fyri góðari viku síðani varð freistin at lata um- sóknir til forkanningar ella seismiskar kanningar úti og Sosialurin hevur skilt, at innkomnar eru einar 8 umsóknir. Oljuráðlegging- arnevndin hevur havt fundir alla hesa vikuna, har umsóknirnar verða vidgjørdar. Støda skal síð- ani takast til, hvør ella hvgrjar umsóknir skulu góðtakast. Seismisku kanningarnar skulu longu í gongd í summar, so tað verður arbeitt miðvíst at finna rætta felagið/felggini at gera forkanningarnar. Hin parturin av spurn- Tíðindablaðið GSK Teir triggir umboðsmenninir fyri Digicon, tá teir vóru og greiddu oljurådleggingarnevndini frá felagnum í fjør, fv. Richard Price, Nick Bright og Godfrew Dodsworth inginum um undirgrundina eru samráðingarnar við bretar um markið. Enn eitt umfar í hesum samráðingum varð í Havn í gjár. Ógreitt er, hvat spyrst burtur úr teimum, men eftir seinasta fund, sum var í London í januar, vóru menn meira positivir enn teir hava verið. Tað er greitt, at báðir hesir spurningar um undir- grundarmark og seismisk- ar kannignar hava nógv við hvgnn annan at gera. Tí eru eisini mong eygu vend móti treimum fólk- um, sum í hesum døgum manna umrødda arbeiðs- bólk og samráðingar- nevnd. Nakað herfyri vóru fleiri útlendsk seismikk- feløg boðin til Føroya at greida frå, hvussu tey arbeida. Hesar samrødur skuldu so vera partur av grundarlagnum undir út- bjóðingartilfarinum, sum seinni varð sett í blød í útlandinum. Digicon bjóðar seg fram Eitt av feløgunum, sum var í Føroyum tá, var tað amerikanska felagið Digi- con. Trý umboð fyri fel- agið vóru í Føroyum og nýtti Sosialurin høvi til at tosa við tey. Blaðið hevur roynt at fingið at vita frá oljufyri- sitingini, um Digicon er millum umsøkjarnar, men hetta kunnu vit ikki fåa at vita. Vit skiltu tó á um- boðunum, sum vóru her í fjór, at Digicon fór at sýkja um loyvi at gera forkanningar. Men hver so Digicon og hví júst taka hetta fel- agið fram nú kundi verið spurt. Digicon er ameri- kanskt felag, sum burturav arbeiðir við seismiskum kanningar og viðgerð av Flaggskipið hjá Digicon, sum kemur í fóroyskan sjógv, verður felagið millum teirra, ið skulu gera seismiskar kanningar við Føroyar. seismiskum tilfari. Felagið hevur heimstað í Houston í Texas og hevur skriv- stovur í nógvum londum, eitt nú Bretlandi. Gamal “kenningur" Neyvan mundi nakað føroyingar hava hoyrt um hetta felag fyrr enn eitt av skipum tess “Arcadian Searcher" í fjør mundi verið orsgkin til eina diplomatiska gølu millum Føroyar og Bretland. Tað var danska sjóverjuskipið, sum kom fram á Arcadian Searcher inni á føroyskum gki. Skipið hevði seis- misku útgerðina úti í sjón- um og ovastin á Marinu- stødini metti málið vera so ålvarsligt, at hann gav skipinum boð um at fara út úr føroyskum sjógvi og lat síðani málið víðari til danskar myndugleikar. Sambært honum gjørdi skipið seismiskar kanning- ar ólógliga inni á før- oyskum gki. Málið kom bæði á landsstýrisborð og á borð- ið hjá danska uttanríkis- málaráðnum. Endin var tann, at føroyingar og bretar komu við einum felagssúttalilsi, har tað varð gjørt greitt, at skipið hevði ikki gjørt kanningar á føroyskum øki. Tað hevði verið inni á føroyskum øki fyri at venda. Hesi skipini skulu nevniliga brúka rættiliga stóra vídd til at venda í, tá tey hava fleiri kilometrar av leiðini úti í sjónum. Men sambært skrivinum hevði skipið ikki skotið seismikk í føroyskum øki. Einki ólógligt Vit spurðu tey trý umboðini fyri Digicon, tá tey vóru í Føroyum fyri jól, um tað var rætt, at skip teirra ikki gjørdi seis- miskar kanningar á før- oyskum gki. Nick Bright, sum er stjóri fyri Europa, Afrika og Miðeystur sigur, at teir gjørðu einki ólógligt. Hann váttar bert tað, sum verður sagt í frá- greiðingini frá landsstýr- inum og donskum mynd- ugleikum. Teir vóru inni at venda. Hann váttar annars, at teir gjørdu seismiskar kanningar nær føroyskum gki og at teir hava fingið sera nógvar áhugaverdar upplýsingar. Upp á fyri- spurning um hesi upp- lýsingar kunnu hava týdn- ing fyri komandi seis- miskar kanningar við Føroyar sigur Nick Bright, at tað er ikki óhugsandi. Hann vil tó ikki koma nærri inn á henda spurn- ingin. Men dylur ikki fyri, at Digicon við sínum kanningum á gkinum millum Føroyar og Hetland situr inni við rættiliga nógvari vitan um alt hetta gkið. Hann er annars keddur av hendingini við Arcad- ian Searcher og vónar ikki, at hon hevur skatt umdømid hjá Digicon. - Vit eru eitt professionelt felag, sum arbeiðir innan fyri tær reglur og lógir, sum eru galdandi. Vit arbeiða kring allan heimin, og tað ræður altíð um at arbeiða serigst og ærligt.. Hann vísir á, at Digicon hevur gjørt seismiskar kanningar í nærum øllum pørtum av heiminum, og nú oljukeldur eru funnar Framhald á síðu 13