leygardagur 5. mars 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (571;
Livandi hummari úr Fóroyum til Spania
ama dag I
Madrid sum
hann fer úr
Føroyum
Hummarin verdur pakkadur um morgun-
in, og liggur á døgurdabordinum í Madrid
um kvøldid. Hvønn dag fara millum eitt og
tvey tons av livandi hummara við flogfari
av landinum
Á Føroya Havsølu í Kald-
bak hava seks fólk úr at gera
at pakka livandi hummara
til spanska og franska mark
naðin.
At senda hummaran liv-
andi avstað byrjaðu teir við
í januar mánað, og hetta
hevur roynst sera væl.
Mortan Johannesen, stjóri
sigur, at livandi hummarin
gevur væl betri prís. Virkið
kann lata hummarafiskar-
unum 50 krónur fyri kilo.
Verður hummarin hinvegin
seldur frystur av landinum,
er avreiðingarprísurin mill-
um 10 og 20 krónur lægri.
Men skjótt skal berast at
Hummarafiískararnir = av-
reiða hummaran um dagin.
Hummarin verður latin í kør
við rennandi sjógvi til hann
verður pakkaður tíðliga um
morgunin. Sjey kilo av liv-
andi hummara í hvenn
pakka. Tey pakka millum
eitt og tvey tons um dagin,
sum síðani verður sendur
vestur á flogvøllin, haðani
Atlantic flytur hann til
Keypmannahavnar. Síðani
upp í annað flogfar, og bein-
leiðis á spanska og franska
marknaðin. Tað ræður um
at tíðin, frå tí hummarin er
pakkaður til spaniólar
kunnu borðreiða við hon-
um, verður stytst møgulig,
sigur Mortan. Tað ganga
umleið 18 tímar frå ti
hummarin svimur í Kald-
bak til hann liggur á døg-
urðaborðinum í Madrid.
Keyparin ræður
Mortan Johancsen sigur, at
tær royndir, at senda li vandi
hummara avstað, eru so
mikið væl eydnaðar, at
hann ber ikki ótta fyri kom-
andi hummaratíðini, sum er
frå september ul um hálvan
mars
Nú kenna vit marknadin,
og vit vita hvussu vit skulu
bera okkum at við pakking-
ini. Haraftrat er besti prísur-
in at selja hummara frá
september til eftir jóla.
-At vit fóru í holt við hetta
kemst av, at júst hetta var
ynski frá keyparunum, og
tað er jú hann sum ræður úl
eina og hverja tíð, sigur
Mortan og leggur aftrat, at
tað var gjøgnum spanióla,
hann kendi frammanundan,
hann fekk hugskotið og
kom í samband við mark-
naðin.
Annars hevur virkið í
Kaldbak fingist við at selja
hummara av landinum líka
síðani 1987, men tað hevur
alla tíðina verið talan um
frystan hummara. |
Pakkingin fer øll fram
tíðliga um mor gunin fyri
at fáa hummaran við
flogfarinum.
Mynd: Kalmar
Gott iskoyti
Arbeiði við hummara er tó
bert ein minni partur av
arbeiðinum hjá virkinum í
Kaldbak. Høvudsarbeidi er
laksaaling og kryvjing.
Virkið selur fyri millum 50
og 70 milliónir av laksi um
árið, og har arbeiða umleið
30 fólk. Men hóast humm-
arin ikki er tann stóri patur-
in av arbeiðinum heldur
Mortan Johannesen hetta
vera gott ískoyti. Tað darv-
ar ikki laksaarbeiðinum.
Millum annað ú øll pakk-
ingin fer fram um náttina.
tór.-
Ein væl nøgdur Mortan
Johannesen við góðum
føroyskum hummara til
kræsnar spanskar og
franskar gómar.
Mynd: Kalmar
18 tímar frá hesin smimur
í Kaldbak til hann liggur á
døgurdabordinum í
Madrid.
Mynd: Jana H. Poulsen
Nr. 45 — 5. MARS 1994 Sida9
'Kvinnurådstevnal
ALLAR kvinnur eru vælkomnar í Mettustovu í
sambandi við fyrireikingar til kvinnuráðstevnuna
FORUM 94 í Ábo 1.-6. august 1994. Opið er hvert
mikukvøld kl. 20—22. Telefon: 16938/12880 og og
faks: 12545.