Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mars 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 45 —5. MARS 1994 ve Tíðindablaðið GSK Tær hava arbeitt á Dr. Alexandrines Hospital í síni tíð, og seinni á Landssjúkrahúsinum, uttan Hanna Magnussen, sum gavst tá hon var liðug at læra. Nú eru tær komnar so væl til aldurs, at tær hava lagt frá sær. Vinstrumegin síggjast: Diddan Samuelsen, Hilda Frýdal, Hanna Magnussen, Dagmar Winther og Sigga Debess Sjúkrasystrar Á hátíðarhaldinum í sam- berklasjúkan, sum nógv HannaMagnussenavloystá vóru fyri, at næmingar fóru Um bistadarumstødur- íhesum rúminum. bandi við at 70 ára stovn- ingardagin hjá Landssjúk- rahúsinum, vóru nógv eldri kend andlit at síggja. Hetta vóru sjúkrasystrar, sum gjøgnum longri ella styttri tíð høvdu tilknýti til Dr. Alexandrines Hosvital í síni tíð, og seinni Lands- sjúkrahúsið. Ein teirra er 83 ára gamla Hanna Magnussen, sum fór undir sjúkrasystraútbúgv- ingina í 1930. Tá skuldu næmingar verða 20 ár fyri at sleppa í læru, men hon var bert 19 ár, og fekk tí arbeiði í barakkini á TB-deildini, har børnini - eini 20 í tali - vórðu innløgd. Á gentudelldini - Hetta árið vóru barnasjúk- urnar meslingar og kikhosti serliga ringar, umframt tu- fingu tá. Børnini vóru inn- løgd á TB-deildina, so tey kundu koma fyri seg eftir sjúku, sigur Hanna Magnussen. - Gentir og dreingir vóru á hvør síni deild, og eg ar- beiddi á gentudeildini. - Mín uppgáva var m.a. at halda skúla við børnunum. Hetta var gjørt annan hvønn dag. Ein dag fóru børnini til kolbogaljós, og hin dagin læs eg við teimum. - Eg veit ikki, um nakað stórvegis kom burturúr, men hetta varð helst gjørt, fyri at børnini skuldu hava okkurt at gera, sigur Hanna Magnussen. Børnini vóru innløgd ein- ar seks vikur, og tad kann i dag metast vid eitt slag av umlætting. I oktober 1930 vard TB-deildini og fór á Hospi- talið at arbeiða. Hetta kom av,athon ikki hevði tuberk- la-andevni í sær. Á vári sama ár fekk hon herviliga umfarssjúku, sum hevði við sær at hon legðist við smittufepri. - Ikki øll við smittufepri fingu sjúkuna, men eg var ikki so heppin, sigur Hanna Magnussen. - Eg fór tí niður á sana- torie at fáa heilsubót og var burtur í 15 mánaðir. Noyddist at ganga um aftur - Tá eg kom aftur, fór eg at tosa við søster Ingeborg sum var fyristødukvinna, um at sleppa til arbeiðis aft- ur. Hon segði mær, at eg noyddist at byrja av nýggj- um í læruni, tí ongar reglur burtur úr arbeiði í lærutíð- ini. 1. august 1932 fór eg aftur til arbeiðis. Um arbeiðstíð- ina sígur Hanna Magnus- sen: - Vit høvdu 14 dagar dagvakt og 14 dagar náttar- vakt, og vit arbeiddu til vit vóru lidnar. - Tað skuldi kallast 12 tímars arbeiðsdagur, men oftani vóru vaktirnar drúgv- ari enn tað, tí vit skuldu eis- ini gera reint, eftir arbeiðs- tíð. - Har var nógv at gera. Vit vóru bert ein sjúkrasystir og ein næmingur, umframt en genta á deildini, til 24 sjúk- lingar. Á sanatoriinum var eing- in náttarvakt, og um onkur ringur sjúklingur var har, so varð hann fluttur á Hospi- talið. nar sigur Hanna Magnus- sen, at fimm konufólk búðu í hvørjum rúmi á ovastu hædd á Hospitalinum. Ein sjúkrasystir og fýra næm- ingar, men har vóru bert fýra sengur. Skiftist um sengurnar - Tåegt.d. hevði náttarvakt, fór onnur í songina hjá mær at sova. Eitt rúm var til náttarvaktina, og har kundi tann, sum hevði nåttarvakt, leggja seg. - Alt, sum varð nytt av klæðum o.g. á hospitali- num, varð gjørt á staðnum, hóst trongligu hølisvidur- skiftini. - Eitt nú var fastur mín seymirska á Hospitalinum. Hon var einkja og hevði eitt rúm, har starvsfólkini búðu. Hon bæði búði og seymaði - Alt var ógvuliga fátæk- sligt, og Hospitalið hevði ikki so nógv seingjarklæði o.a. til at taka, at báðar deildirnar kundu skifta í senn. - Tí skiftust vit um at skifta seingjarklæði eina ferð um vikuna á hvgrjari deild. - Vanligar dagar vóru vit vaktar kl. seks á morgni, og kl. sjey skuldu vit verða til arbeiðis á gongini. Søster Ingeborg var ógvuliga strong, men um hon hevði okkurt at seta niður á okk- um, so gjørdi hon tað ikki, meðan onnur vóru til staðar. Í 1935 varð Hanna Mag- nussen sjúkrasystir, og sama ár hitti hon Vilhelm Magnussen, sála, seinni yvirlækna á Sanatoriinum, sum hetta árið var lækna av-