Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mars 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið loysari á Hospitalinum. Tey giftust í 1940. Giftust og góvust Tá í tíðini fóru sjúkrasystrar niður at "supplera", tá tær vóru lidnar við læruna í Før- oyum. Hanna Magnussen fór eisini niður at supplera innan barsilsrøkt á psykiat- riskari deild. Eftir hetta var hon hálvt ár á Blegdams Hospital, áðr- enn hon fór aftur til Føroya. Eins og vanligt var í tí tidini, so gavst Hanna Mag- nussen at arbeiða, tá hon giftist.. - Tað var Ogjørligt at hava arbeiði sum sjúkrasystir, og samstundis hava hús og heim. Tað var heldur ikki vanligt at giftar konur ar- beiddu úti, og tað riggaði als ikki at arbeiða sum sjúkra- systur, av tí at arbeiðstíðin ongantíð var minni enn 12 tímar. - Tá var sagt, at arbeiðið sum sjúkrasystir bert var hóskiligt til gamlar gentur, sigur Hanna Magnussen. Hilda Frýdal, 68 ár, var sjúkrasystir á psykiat- risku deild: Hilda Frýdal var 24 ára gomul, tá hon fór í læru á Ríkishospitalinum í Keyp- mannahavn. Hon veit ikki rættiliga, hví hon júst setti sær fyri at fara júst á Ríkis- hospitalið, men hon minn- ist, at hon setti sær fyri, at slapp hon ikki inn har, so kundi tað gera tað sama. - Eg starvaðist á Fiska- søluni í nøkur ár, áðrenn eg fór at læra til sjúkrasystir. Eg var fyrsta kvinna, sum fekk arbeiði á Fiskasøluni, og mær dámdi arbeiðið væl. - 1. januar 1955 fór eg undir útbúgvingina, og hetta árið var samstundis fyrstu ferð í danska kongaríkinum, at mannligar sjúkrasystrar fingu atgongd til hesa læru, sigur Hilda Frýdal. Til Scotlands at arbeiða Í 1955 fór Hilda Frýdal til Scotlands at arbeiða á sjúk- rahúsi í Edinburgh. Hetta var hjarta- og lungaskurð- deild. Hví Hilda Frýdal júst valdi at fara til Scotlands at arbeiða, sigur hon: - Tað var vanligt áður, at sjúkrasystrar fóru í onnur lond at arbeiða. Vit vóru nakrar sjúkrasystrar á Ríkis- hospitalinum, sum settu okkum fyri at fara út at arbeiða. Orsøkin til, at tað júst bleiv til Scotlands vit fóru, kom av, at ein okkara hevði verið í London. Hon tímdi ikki at fara í sama stað. - Sjúkrahúsið í Edinburgh var avoldað á mangan hátt, tó at serlæknaviðgerðin var væl framkomin. - Umstødumar líktust teimum, sum eg havi hoyrt onnur sagt frá Hospitalinum í gomlum døgum, sigur Hilda Frydal. - Eitt nú var tveyskiftis- vakt, t.v.s. at vitarbeiddu 12 tímar um dagin, tó við tveimum frítímum á mid- degi. Ikki bert arbeiðs- gongdin var løgin, men eis- ini, at sjúkrasystrar ikki høvdu atgongd til sjúkra- dagbókina hjá sjúklingu- num. - Tá eg spurdi um hetta, fekk eg at vita, at tað bert vóru læknar, sum høvdu atgongd til sjiikradagbøk- umar. - Meðan Hilda Frýdal var í Scotlandi, fekk hon bræv frá Paulu Olsen, sum tá var fyristóðukvinna á Hospi- talinum. - Hon skrivaði, at eitt sjúkrasystrastarv varð lýst leyst at sýkja, og um eg hevði hug at koma heim, so skuldi eg fáa starvið, sigur Hilda Frýdal. 1. desember 1955, fór Hilda Frýdal til arbeiðis á Hospitalinum, og har var hon til 1957, tá hon giftist við Virgar Frydal. Tey eiga tvey børn. - Eg arbeiddi tó av og á í nøkur ár eftir giftamålid, men gavst at kalla heilt, meðan børnini vóru smá. - Tá psykiatriska deild varð stovnað í 1969, varð eg biðin um at sýkja starv har. Viðgerðin nógv batnað Hóast psykiatri ikki var mítt fak - mær dámdi tað einki tá eg suppleraði, so havi eg verið fegin um at arbeiða á psykiatrisku deild. Umstødurnar eru nógv broyttar, frá árunum eg suppleraði og til í dag. Eitt núeru viðgerðarhættir nógv fjølbroyttari og góður heili- vágur fæst, so tað er huga- ligari at arbeiða sum sjúkra- systir í dag, í mun til, tá eg suppleraði, sigur Hilda Frýdal. - Eg fór frå vegnaaldur í 1. september í fjør, men av og á havi eg verið avloysari, tá deildin hevur havt brúk fyri mær, sigur Hilda Frýdal. Andrea Samuelsen, 77 ár, vanliga nevnd Diddan, var sjúkrasystir á skurð- deildini: - Eg fór til Danmarkar við jólaskipinum í 1945, tí eg skuldi byrja í læru á Bispe- bjerg 15. januar. Soleiðis vóru ferbamøguleikarnir tá, sigur Diddan Samuelsen. Um orsøkina til, at hon fór til Danmarkar at læra til sjúkrasystir, sigur Diddan Samuelsen: - Eg var 28 ára gomul, og longdist at sleppa burtur. Pápi mín, Andreas í Horni, hevði bakarí. Tá í tíðini høvdu vit ikki ráð at hava fremmanda arbeiðsmegi, og tí varð eg tilkomin, áðr- enn eg fór at útbúgva meg. - Eg kom heimaftur í 1950, og fekk beinanvegin leysar vaktir á Hospitali- num. Tá vóru ikki so nógv størv til sjúkrasystrar, men nøkur ár seinni varð eg sett sum sjúkrasystir á skurð- deildini, har eg eisini hevdi arbeitt frammanundan. Í 1960 varð farið undir út- byggingina av Landssjúk- rahúsinum, og tá fekk eg farloyvi í eitt ár. Tað var neyðugt at fara burtur og vita, hvussu tey arbeiddu aðrastaðni, nú hospitalið skuldi útbyggjast, helt eg. Diddan Samuelsen fór til Noregs, har hon var hálvt ár á lungaskurðdeild í Oslo. Síðani gekk leiðin til Dan- markar, á skurðdeild á Gen- tofte sjúkarhúsi, har hon starvaðist hin partin av farloyvistíðini, áðrenn hon kom heimaftur, og tók ar- beiðið upp aftur á skurð- deildini á Landssjúkrahúsi- num. Umráðandi at: - fara burtur eina tíð Diddan Samuelsen heldur, at tað er so umráðandi í yrkinum hjá sjúkrasystrum, at tær fylgja við tíðini - og eisini, at tær fara burtur at arbeiða. . - Eg haldi, at tú lærir alla- staðni. Bispebjerg Hospital varð mett at verða besta út- Nógv forvitnisligt var at síggja á framsýningini í sambandi við at 70 ára dagin hjá Landssjúkrahúsinum. Hóast tær hava lagtfrá sær sum sjúkrasystrar, so er áhugin fyri hesum arbeiði enn til staðar. Vinstrumegin Hilda Frýdal og SiggaDebess Nr. 45 — 5. MARS 1994 Síða 11 Reglur og skyldur fyri sjúkrasystranæmingar Hesar reglur eru úr bók, sum DSR gav út í 1930 Eleverne har en Fridag hver 9. Dag og en aarlig Ferie paa 1 Uge første Aar, hvis de har begyndt Uddannel- se inden Maj, og 2 Uger aarlig de to følgende Aar. Gangpigerne og Hospitalets øvrige Piger har I hel Fridag hver 4. Uge og 'A Fridag de mellemliggende 3 Uger samten Uges Ferie, hvis de har gjort Tjeneste i6 Maaneder Eleverne faar hvide Kjoler og Forklæder de 3 Aar Uddannelsen varer. Pigerne faar blaa Bomuldskjoler — 2 at skifte med. Personalet maa ikke paa Grund af Sygdom forlade Arbejdet og blive borte mere end een Dag uden at søge Læge. Lysene paa Værelserne skal være slukkede Kl. 23. Elever og Piger maa ikke være ude efter Kl. 22 uden Oversygeplejerskens og Økonomaens Tillad- else. Alle udvendige Døre lukkes kl. 22. Ingen uden Nattevagten maa opholde sig i The- køkkenet eller paa Afdelingerne efter endt Arbejds- tid. Overalt paa Hospitalet maa Personalet færdes stille og ikke forstyrre med højrøstet Tale eller Sang. Personalet skal i Arbejdstiden være villige til at udføre, hvad Arbejde der bliver paalagt dem af deres nærmeste Foresatte. Alt som bliver slaaet i Stykker, maa ufortøvet meldes til Oversygeplejersken — i Køkkenet til Økonomaen. Kun Køkkenpersonalet maa spise i Køkkenet. Det øvrige Personale maa ikke opholde sig i Køkkenet, kun — efter nærmere fastsat Tid — hente, hvad der skal bruges paa Afdelingerne. Intet Indkøb til Hospitalet maa foretages uden Re- kvisition, underskrevet af Overlægen, Madvarer i Køkkenet undtaget. búgvingarstað í Danmark, men eg lærdi eisini nógv, tá eg kom heimaftur á Lands- sjúkrahúsið at arbeiða. - Síðani er sjúkrasystraút- búgvingin ment herheima, og næmingar nýtast ikki longur at fara burtur. - Tað haldi eg er spell. Serliga síðani sjúkrasystrar fóru at arbeiða, eftir at tær vóru giftar - ja, mangan eiga tær børn, áðrenn tær fara í læru. - Vit sóu eisini, at tær sjúkrasystrar, sum fóru burtur í arbeidsørindum, búnaðust nógv av at arbeiða á ødrum sjúkrahúsum og undir øðrum umstødum. - Eisini tí tær tá fingu møguleikan til bert at hugsa um arbeiði, og ikki høvdu familju og børn at taka sær av, hesa tíðina, sigur Diddan Samuelsen. Diddan Samuelsen valdi ikki at giftast. Hon legði sær lívið soleiðis til rættis, at hon kundi ferðast so nógv sum tilbar. Tað var hennara áhugamál. - Eg bygdi mær hús, men valdi ikki at hava bil, tí so slapp eg ikki at ferðast, sig- ur Diddan Samuelsen. Ikki meira at geva - Arbeiðið sum sjúkrasystir er ógvuliga strævið arbeiði, og táeg var var 65 ára gomul í 1982, valdi eg at fara frá. - Eg helt ikki, at eg hevði meir at geva av, sigur Didd- an Samuelsen. -Tað er so umráðandi hjá sjúkraystrum at fylgja við í arbeiðinum. Næmingarnir í dag eru so væl skúlaðir. Tað kravdi nógv av teimum eldru, sum vóru sjúkrasyst- rar tá. - Jú, eg havi havt eitt gott liv, og eg var nøgd vid ar- beiðsplássið, men tað var eisini ein lætti at sleppa frå. - Vit hugsadu ofta, eftir langan og strævnan arbeiðs- dag, at vit ikki náddu alt tað, sum vit høvdu sett okkum fyri. - Í dag er stødan heilt ødr- vísi, tí nú hava sjúkrasystrar enn meira um at vera, enn vit høvdu. Eg havi mangan samkenslu við teimum. Tað er ein tung byrða, sum hvílir á sjúkrasystrunum í dag, sigur Diddan Samuelsen. Dagmar Winther, 82 ár, varsjúkrasystir á psykiat- risku deild: - Eg fór at læra til sjúkrasystir á Hospitali- num 1. april 1936. - Tå var forskiilin ikki komin, men vit skuldu hin- vegin hava verid eitt år i húsplássi ella á háskúla, um vit ætlaðu at útbúgva okk- um til sjúkrasystrar. Eg var á Høng Háskúla, áðrenn eg fór í læru. Ån