leygardagur 5. mars 1994síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 45 — 5. MARS 1994 Sida 21
E. A. Jacobsen
»Sum royk eg striki út tíni misbrot og sum
skyggj tínar syndir ; vend vid til mín, tí at eg eri
loysnari tin.
Jesaja 44,22
Her er talan um tad, sum Gud ger, og tad,
sum vit skulu gera. Men aftanfyri hesi orð
ligur eisini tað, sum vit hava gjørt, og tað,
sum Gud hevur gjørt.
Tað, sum vithava gjørt higar til dags, hevur
verið at syndað og syndað og aftur syndað. Og
vegna hesa synd okkara eru vit undir Guds
heilagu vreiði og undir dómi, tí at Gud hevur
sagt, at tann sum syndar skal vissuliga
doyggja.
Men tað, sum Gud hevur gjørt, er at keypa
okkum undan vreiðini og dóminum og undan
deyðans veldi. Hann hevur loyst okkum og
keypt okkum aftur til sín, við tað at hann gav
son sín upp til at verða revsaðan fyri syndir
okkara. Hann er loysnari okkara. Guds kær-
leiki hevur keypt okkum undan Guds vreiði.
Gerningur okkara frelsuni viðvíkjandi —
sum kortini als ikki er nakar gerningur — er
tann, at vit taka avleiðingarnar av hesum
orði. Taðgera vit tá ið vit taka orðið frá Guði
fyri at vera satt, bæði tá ið tað talar um synd
okkara og tá ið tað talar um syndafyrigeving
Guds. Og vit taka tað fyri at vera satt fyrst-
ani tá, ið vit gera nýtslu av tí, tá ið vit liva lív
okkara upp á tað — trúgva tí.
Eg eigi einans misbrot og syndir; men nú
kunnger Gud mær, at hann strikar út mini
misbrot og mínar syndir. Tað, sum eg skuldi
dømast og fordømast fyri, hevur Gud tikið
burtur. Tí verður eingin fordøming, men
einans fridøming.
Tað er hetta sum liggur aftanfyri og í orð-
unum frá Gudi, tá ið hann sigur við okkum:
»vend við til mín, tí at eg eri loysnari tin«.
„24. februar
Poul Jens Jacobsen, Skálavík, 63 ára gamal.
27. februar
Andreas Mikael Olsen, Diaba, Skopun, 77 ára
gamal.
Kristian Martin Rubeksen, Tórshavn, 37 ára
gamal.
2. mars
Hegnina Brockie, vanliga nevnd Nina, í Havn,
72 ára gomul.
Hanus Simonsen, Klaksvík, vanliga nevndur
Hanus á Gerðum, 77 ára gamal.
Egg verður ungi á rókum,
men bernini búnast av bókum.
Gudstænastur 3. s. Í festu
Havnar kirkja: I. P. Dam
Nólsoy: P. M. Rasmussen
Vesturkirkjan: K. Mørkøre kl. 11.00
Kirkjubøur: K. Mørkøre kl. 12.15
Hestur: S. Klein
Hósvík: M. R. Jacobsen kl. 12.00, altargongd, og barna-
gudstænasta kl. 15.00
Kollafjørdur: H. J. Joensen, bispur, kl. 12.00
Vestmanna: U. Næs kl. 12.00
Saksun: M. Bæk kl. 11.00
Kvivik: H. J. Joensen, bispur, kl. 17.00
Bøur: D. Johannesen kl. 12.00, altargongd
Funningur: E. Olsen kl. 12.00, altargongd
Gjógv: E. Olsen kl. 18.00, altargongd
Skålabotnur: J. Fridriksson kl. 11.00
Glyvrar: J. Bech kl. 11.00, altargongd
Leirvik: P. O. K. Olofson kl. 12.00, altargongd (skriftar-
mål kl. 11.40)
Funningsfjørdur: E. Olsen kl. 19.00
Elduvik: E. Olsen kl. 20.15
Klaksvik: N. P. Danielsen kl. 11.00, altargongd
Håsar: P. Paulsen kl. 12.00, altargongd
Skålavik: J. R. Hansen kl. 12.00, altargongd
Skopun: J. R. Hansen kl. 16.00
Tvøroyri: M. Kjærbo kl. 11.00, familjugudstænasta,
barnakór og konfirmantar luttaka
Sumba: H. Joensen kl. 12.00
KFUM og KFUK, Tórshavn
Mánadagin kl. 15.00 í KFUK: Samkoma teirra eldru v/
Marjun Bæk, presti. Bíbliutími.
Týsdagin kl. 16.00 í KFUK: Várgleði (smágentudeildin)
Samkoman Sion, Vágur
Sunnudag kl. 11.00: Morgunmøti.
Sunnukvøld kl. 18.00: Evangeliskur fundur.
Månakvøld kl. 20.00: Bønarfundur.
Mikukvøld kl. 20.00: Bønarfundur.
Bønartænastan svarar á tlf. 73941, frå kl. 20.00— 22.00.
Frá Sørvågs Róðrarfelag
Øll, ið hava hug at rógva í kappingarárinum 1994, verða
biðin at meta í neystinum í dag, 5. mars, kl. 16.00.
Sjálvhjálpar-bólkar
Kvinnuhúsið skipar regluliga fyri sjálvhjálparbólkum.
Evnini kunnu vera ymisk, men hugsanin er at savna kvinn-
ur við einsháttaðum trupulleikum, so tær fáa høvi til at
hjálpa og studla hvørji aðrari. Vilt tú vita meira, so ring átlf.
17200 seinnapart gerandisdagar millum klokkan hålvgum
trý og hålvgum fimm.
AA fundir, tórshavn
Hesir fundir verða í Uppistovu, C. Pløyensgøtu 17:
Í dag kl. 17.00 og kl. 22.30.
Sunnudagin kl. 11.00. Kl. 17.00 verður opin fundur. Av-
varðandi og onnur áhugað eru væl komin.
Mánadagin kl. 20.00.
Brúdleyp
12. mars, Grækarismessudag,
kl. 17.00, verða Elin Petersen
og Sjårdur Olsen vigd i Vest-
urkirkjuni í Havn.
Vælkomst verður i Havnar
Klubba kl. 19.00. Tey, ið ætla
at hátíðarhalda hendan dag
saman við okkum, verða vinar-
liga biðin um at siga okkum frá
átlf. 19110 í seinasta lagi í dag,
$. mars.
24. februar fingu Kristbjørg
og Petur Sigurd Petersen,
Fuglafirði, eina dóttur. Hon
var 53 cm long og vigadi
3750 gr.
25. februar fingu Annika
Nielsen og Torstein Ther-
kildsen, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 51 cm long
og vigaði 3025 gr.
26. februar fingu Beinta og
Dennis Hansen, Klaksvík,
ein son. Hann var 56 cm
langur og vigaði 4500 gr.
27. februar fingu Vibeka og
Asbjórn Knudsen, Saltang-
ará, eina dóttur. Hon var 54
cm long og vigaði 3750 gr.
27. februar fingu Anna
Anthoniussen og Gud-
mundur L. Joensen, eina
dóttur. Hon var 51 cm long
og vigaði 3250 gr.
28. februar fingu Eydna og
Henry Olsen, Tórshavn, ein
son. Hann var 52 cm langur
og vigadi 3775 gr.
28. februar fingu Axelina
og Christian Glyvradal,
Haldórsvík, eina dóttur.
Hon var 50 cm long og vig-
aði 3150 gr.
1. mars fingu Eyðdis og
Mortan Bjartalíð, Leirvík,
eina dóttur. Hon var 52 cm
long og vigaði 3800 gr.
1. mars fingu Anna Sten-
berg og Reynhold Madsen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon
var 53 cm long og vigaði
4100 gr.
Vælkomið
lítla barn
1. mars fingu Harriet og
John Anthoniussen, Húsa-
vík, eina dóttur. Hon var 57
cm long og vigaði 4900 gr.
2. mars fingu Beinta og Heri
Hansen, Toftum, ein son.
Hann var 54 cm langur og
vigaði 3600 gr.
2. mars fingu Jensa Hgj-
gaard Poulsen, Tórshavn,
og Sigmund Simonsen,
Norðradali, eina dóttur.
Hon var 50 cm long og vig-
aði 3000 gr.
2. mars fingu Mariann og
Sofus Poulsen, Vatnsoyr-
um, ein son. Hann var 54
cm langur og vigaði 3400
gr.
4. mars fingu Hildur Poul-
sen og Alfred Joensen,
Norðskála, eina dóttur. Hon
var 53 cm long og vigaði
3700 gr.
—tHHHH—
Prógv |
Poul Knud Hammer, Vág, hev-
ur fingið sveinabræv sum ma-
skinsmiður. Hann lærdi á
Polarfrost í Vági og á Tórs-
havnar Skipasmiðu. Læri-
meistarar vóru Jóan Petur
Kjærbo og Mouritz Mohr.
Heini Weihe, Tórshavn, hevur
fingið sveinabræv sum møbil-
snikkari. Hann lærdi á Snikk-
aravirkinum undir Varða og á
Snikkaravirkinum í Grønlandi
í Tórshavn. Lærimeistarar
vóru Bjarki Jacobsen og Poul
Danielsen.
Andras Samson, Klaksvík,
hevur fingið sveinabræv sum
bilmekanikari. Hann lærdi hjá
Toyota Klaksvík, lærimeistari
var Hans Berg Hammer.
Hjørleif Tóri Olsen, Leirvik,
hevur fingið sveinabræv sum
elektrikari. Hann lærdi hjá
Jákup Joensen í Havn og hjá
El-Service á Skála. Lærimeist-
arar vóru Jákup Joensen og
John Eli Olsen.
Læknavaktirnar
Tórshavn: Johan
Djurhuus, tlf. 14319,
leygardagin. Annika
Olsen, tlf. 17700,
sunnudagin.
Eysturoy: Magnus å
Stongum, tlf. 23006,
sunnudag. = Sigvald
Kristiansen, iif.41517,
leygardag.
Norðuroyggjar:
Ólavur Gaard,
tlf. 56900.
Vágar: TIf. 32413.
Suðuroy (norður):
Tlf. 71560.
Suðuroy (suður): Tlf.
73030.
Tannlæknavakt
Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst
leygardag, sunnudag
og halgidagar kl. 13.00
-14.00. Tlf. 14544.