týsdagur 8. mars 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Løgting og landsstýri
SPURNINGURIN um inntgkutrygdina
hjá fiskimonnum og viðgerðina av hes-
um máli í landsstýrinum hevur rættiliga
loypt ødi í, bæði í Føroyum og í Dan-
mark. Málið snýr seg um nógv um-
røddu broytingarnar í inntøkutrygdini
hjá fiskimonnum. Orsgkin til at hetta
málið hevur verið so nógv frammi er
tann, at tað verður nevnt í teimum av-
talum, sum eru gjørdar millum lands-
stýrið og donsku stjórnina. Danir halda
tað vera órímuligt, at ein ávísur sam-
felagstættur tvs. teir, sum manna fiski-
skipini, skal fáa ískoyti á fíggjarlógini
uttan mun til, hvussu høg samlaða års-
lønin annars er.
Í BRÆVINUM til Maritu Petersen, løg-
mann nevnir danski forsætisráðharrin
aftur inntøkutrygdina, sum eitt av
teimum málum, ið skal avgreiðast,
áðrenn danir vilja endurfíggja lán.
Málið um inntgkutrygdina hevur verið
til viðgerðar í tinginum og hevur ligið í
fiskivinnunevndini. Formaðurin i
nevndini segði við Sosialin herfyri, at
eingin slapp at nerta við umrøddu inn-
tøkutrygd. Við gðrum orðum er lands-
stýrið komið í eina tvistødu, tá tað (og
tingið) gðrumegin hevur gjørt eina
avtalu við danir um henda spurningin
og tað nú hinumegin hevur ein meiri-
luta í sama tingi ímóti sær í júst sama
máli. Tað, sum síðani hendir í
málinum, er, at landsstýrið sigur dónum
frá, at tað metir seg kunna gera
broytingar í sjálvari reglugerðini fyri
inntgkutrygdini, soleiðis at útgjaldingin
verður broytt , tå talan er um yvirmenn.
Hetta metir landsstýrið kann gerast
uttan at fara í tingið.
VIÐ eini slíkari avgerð og tulking av
øllum hesum málinum hevur landsstýr-
ið heilt greitt lagt upp til eitt stríð
millum tey fakfeløgini, hvors limir
broytingin í útgjaldingini rakar. Tvs.
Fiskimannafelagið og Skipara- og
Navigatørfelagid. Formenninir fyri hesi
bæði felggini hava eisini langað hart út
móti landsstýrinum og skýrt tað fyri at
fremja valdsmisnýtslu móti løgtings-
lógum. Víst verður á at landsstýrið
kann ikki bara fara og gera broytingar í
eini lóg, tí landsstýrið metir hetta vera
neyðugt. Víst verður eisini á, at hetta er
brot á allar demokratiska reglur, tí skal
nakað broytast, so má tað verða løg-
tingið, sum samtykkir hesar broytingar.
SOLEIÐIS sum blaðið hevur skilt
málið, so eru tað orðingar í einum
notati til donsku stjórnina, sum kunnu
tulkast soleiðis, at málið longu er
avgreitt og komið upp á pláss. Tað er
tað sambært nevnd og stjórn í Lønjavn-
ingargrunninum, ið umsitur studningin,
ikki. Her eru sostatt nakrir sokallaðir
leysir endar. Málið er fløkt og
innviklad, og meta okkum ikki før fyri
at taka dagar ímillum, um landsstýrið
hevur framt brot á vanligar demo-
kratiskar reglur og hevur sett løgtingid
til viks í hesum málinum. Í lesarabrævi
blaðnum í dag sigur formaðurin í
Føroya Fiskimannafelag, at so er.
Tinganes hevur roynt at fáa síni sjón-
armið fgjøgnum uttan um bæði løgting
og nevndir. Hetta er so nakað, sum
hægstu embætismenninir í Tinganesi og
teir politikarar, ið hava ábyrgd av
slíkum máli, mugu antin játta seg sekar
í ella vísa aftur. Ella má verða ásannað,
at her eru mistøk gjørd. Sosialurin
hevði eina samrødu við ónavngivna
keldu í Tinganesi leygardagin. Tann
samrødan snúði seg bert um innihaldið
í ætlaðu broytingini og ikki um manna-
gongdina í hesum málinum. Henda
partin av málinum fara vit so sanniliga
eisini at lýsa í komandi bløðum.
VIT eiga øll at halda eygad við, at
landsins lógir verða hildnar. Og ikki
minst at okkara fólkavaldu halda seg til
tær demokratisku reglur, sum nú eina-
ferð eru galdandi í okkara samfelag,
bæði tær skrivaðu og tær óskrivaðu. At
tað eru fólk - í hesum føri formaðurin í
einum av landsins størstu fakfelunum -
sum ger vart við hesar reglur - er gott.
Tí eigur hann okkara fulla stuðul í. Her
hava vit so eitt konkret mál, sum eftir
okkara metan ikki er nóg væl lýst til
tess at kunna gera eina niðurstøðu móti
ella fyri nøkrum. Tað må tí nú vera
uppgávan hjá fjølmidlunum og hari-
millum eisini Sosialinum at royna at
lýsa hetta málið frá gllum síðum,
soleiðis at tað ber til at fáa greitt al-
menninginum frá, hvat tað snýr seg
um. Tað fara vit eisini at halda fram
við.
ANNARS er stødan í samfelagnum er
so mikið álvarslig, at samfelagið hevur
ikki ráð til eitt lemjandi innanhýsis stríð
tað veri seg millum flokkar, vinnulív,
fakfeløg og landsins stýri. Tað er greitt,
at tær avgerðir, sum mugu takast so ella
so av einum landsstýri, vilja ikki hóva
øllum eins væl. Uppgávan hjá almenn-
inginum, hjá pressuni og eisini hjá
teimum ymsu åhugafeløgunum er alla
tíðina at halda pólitikarunum til og ikki
minst landsins stýri í eini roynd at fáa
tað til at taka tær réttu og tær neyðugu
avgerðirnar. Til tess er dialogurin alt-
avgerandi. Tíanverri kann tað tó sýnast
so, at ávísir partar til tíðir eru meira
hugaðir fyri at skapa øsing eitt nú móti
sitandi stýri heldur enn at birta upp
undir tann sakliga og uppbyggjandi
dialogin.
TAÐ leikar hart á í øllum
samfelagnum. Vit eiga at mótmæla, vit
eiga at finnast at og vit eiga at vísa
okkara ónggd. Men vit mugu ikki
gloyma, at júst tíðin í dag er kanska ein
tann ringasta hjá nøkrum landsstýri í
heila tíkið. Kreppan er so mikið
umfevnandi, at royna landsins stýri og
teir mongu partarnir í samfelagnum
annars ikki at draga eina línu í
mongum álvarsmálum, tá verður tað
stutt sagt kaos í landinum.
LØGTINGID er okkara mest týðandi
demokratiska forum. Her skulu lógir
samtykkjast og lógarbroytingar
fremjast. Hesa seinastu tíðini er komið
fram, at tað "haltar” við stevinum
millum løgting og landsstýri. Og
landsstýrið fær eina ábreiðsluna fyri og
aðra eftir fyri at taka løgtingid av ræðið
og ikki lurta eftir tinginum. Eftir okkara
tykki virkar dialogurin ikki nóg væl
millum løgtings og landsstýri. Helst ber
ikki til at leggja alla skyldina fyri henda
skeivleika á bara annan partin. Er tað
so, at landsstýrið í málinum um inn-
tøkutrygdina hevur sett tingið til viks,
tá er hetta átaluvert og eigur tað at
verða vidgjørt alment til tess at
fyribyrgja, at slíkt hendir aftur. Hava
embætismenninir í Tinganesi mett
skeivt, so mugu teir eisini til at
viðganga tað. Vit hava ikki ráð til at
hava eitt stríð gangandi, har eingin torir
at viðganga gjørd mistøk. Um talan so
er um veruliga og tilætlada
valdsmisnýtslu, soleiðis sum
fakfelagsformenn vilja vera við, er so
uppaftur ein annars og so mikið meria
álvarsligur spurningur. Men latið nú
menn sleppa at tala, áðrenn vit onnur
dóma teir.
EINGIN oman fyri og eingin við síðuna
av tinginum. Hetta er ein ófrávíkiligur
veruleiki. Men ein slík sannroynd eigur
so sanniliga ikki at fáa tingmenn at
gloyma sína ábyrgd. Teir hava eina 6-
metaliga stóra uppgávu, og ein av hes-
um uppgávum er at hava vilja og dirvi
til at taka avgerðir, tá ástendur - av-
gerðir, sum ikki eru bundnar av egin-
áhugamálum og valpolitiskum taktikki.
Av og á sýnist tað sum um tingið í
fleiri stórum álvarsmálum hevur hvørki
víst dirvi ella vilja til at vera við at
loysa upp fyri stórum samfelagsmálum.
Tað krnnist sum nógvir tingmenn - ikki
allir - oftani tora ikki at taka avgerðir,
sum júst teirra veljarar ikki eru so
glaðir fyri. Í øðrum fórum hevur tingið
ringt við at standa við tær avgerðir, tað
longu hevur tikið. Hetta hevur so aftur
við sær, at tað er ein émøgulig uppgáva
hjá einum landsstýri at stýra. Tí nettup
styringin skal byggja á avgerðir tiknar í
tinginum. Tað sýnist tíanverri sum um
at okkara høgtmetta ting oftani er í so
nógv merkt av avgerðarloysi. Og her er
eingin flokkur undantikin. Alt ov
oftani sleppa tingmenn sær undan at
taka landspolitiska stóðu í
álvarsmálum. Og at tað er valár ger ikki
stóðuna betri. Hetta kann eingin av
okkum liva við og serstakliga ikki
landsins styri.
MEN í farnu viku visti samgongan so
kortini, at tað ber til at fáa týðandi
avgerðir ígjøgnum. Tað skal tí vera
okkara vón, at teir mongu brota-
sjógvarnir í seinastuni kunnu vera við
til at fáa bæði manningina í Tinganesi
og manningina í tinginum til at lurta
meira eftir hvørjum ødrum og tosa
meira saman. Kvotamálið varð samtykt
í evstu stund, tá vit hugsa um
endurfígging av lánum og ein tóman
landskassa. Tað málið hevði uttan iva
kunnað verið avgreitt nógv skjótari, um
kommunikatiónin millum ting og
lansstýri hevði verið betri. Er tað hetta,
sum m.a. formaðurin í Fiskimanna-
felagnum eftirlýsir, tá eru vit púra
samdir.
VIT trúgva tó ikki, at alt hetta málið er
so einfalt, og at tað verður loyst við
bara at finna nakrar syndabukkar í
Tinganesi. Vit mugu øll til at taka í
egnan barm, og so sanniliga eisini for-
maðurin í Føroya Fiskimannafelag. Vit
mugu øll til at meta um júst okkara
egna leiklut f hesum samfelagnum. Vit
mugu til at meta, um øll tey vunnu
rættindini vit fingu í teimum góðu
tíðunum kunnu standa óskerd við í allar
ævir. Og út frá tí mugu vit til at tosa
um, hvussu vit tá skulu húsast saman.
Tað er einki skeivt í tí at vísa á, at tað
er fiskivinnan, sum heldur lív í
samfelagnum, soleiðis sum formaðurin
í Fískimannafelagnum gjørdi tað
herfyri í útvarpinum. Men tað er
fullkomiliga skeivt út frá hesum at
gera nøkur til nr. I menniskju og nøkur
onnur til nr. 2,3,4 osfr. menniskju í
lítla samfelag okkara. Tí líka so stóran
týdning tað hevur at koma við fiski til
lands, líka stóran týdning hevur tað fyri
fiskimannin, at tað eru fólk at vera um
børn hansara, tá tey skulu fáa
undirvísing, gerast sjúk osfr. Vit hava
so sanniliga stóra virðing fyri tí arbeiði
fiskimenn okkara gera, men tað koma
ikki koma hartil, at henda virðing er
einvegis. Hvør av ødrum liva má
verður sagt. Og tað er so sætt so sætt.
Nettup tí mugu vit øll til at finna felags
áralag skulu vit fáa ferð á
samfelagsskútuna.
SKULU vit hava eitt orðaskifti um alt
hetta málið, sum nomið er við her, og
tað skulu vit, so snýr tað seg eins nógv
um eitt måttleyst løgting, sum í alt ov
mongum málum liggur í avgerðarloysi.
Bara at leggja alla skyldina yvir á
landsstýrið loysir ikki upp fyri nøkrum.
Tú mást so sanniliga síggja alt hetta í
samanhang, og her eru løgting og
landsstýri tveir týðandi partar. Triði og
ikki minni týðandi parturin er almenn-
ingurin. Skal kikarin setast á Tinganes,
tá eiga vit so sanniliga at seta ljós-
kastaran á løgtingið. Tí júst tað er
nevniliga grundarlagið alt annað skal
byggja á.
Sosialurin
ET