týsdagur 8. mars 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
LIN
ære
pe EP
Tidindabladid
Arbeidsloysisskipanin fingid pening, men:
Fiskiflotin kann
koppa skipanini
-Verda skipini verda liggjandi vid bryggu i longri tid, kann tad
kosta arbeidsloysisskipanini nógvan pening, sigur Súsanna
Danielsen, stýrislimur í ALS
Tað tykist sum allir partar í
stríðnum at bjarga Arbeiðs-
loysisskipanini, hava tikið
sær stundir til eina hvíld,
hóast allir spurningar ikki
eru liðugt vidgjørdir enn.
Í skrivandi løtu veit eing-
in, um stýrið fyri ALS
virkar, av tí tað noktaði at
skriva lániumsókn til pen-
ingastovnarnir.
messudag
Fyri 10 árum síðan, 12.
mars 1984, varð Føroyskt
Felag á Vestursælandi
stovnað.
Í sambandi við stovn-
ingardagin hevur felagið
boðið limunum til veitslu-
hald, sum verður hildið á
kendu krónni í Sorg.
Ragnhild Sgrensen,
formaður í føroyska fel-
agnum, sigur vid Sosialin,
at tey fara at gera rættiliga
nógv burturúr, henda dag-
in
- Umleið 100 limir eru í
felagnum, men av ti at
bert eitt ella tvey fólk í
hvørjari familju eru limir,
so kunnu vit lættliga ger-
ast eini 150, tå slík veitsla
sum henda verður hildin.
Veitslan byrjar við
borðhaldi kl. 18 leygar-
dagin 12. mars.
Borðreitt verður við
"kgldum borði", men til
nátturða verður drýlur við
føroyskum viðskera at
fáa.
- Okkara veitslur plaga
at verða ógvuliga hugna-
ligar og skemtiligar, sigur
Ragnhild Sørensen.
- Hesaferd fara "Frænd-
ur" at spæla til dans, og
Einki frætt
Súsanna Danielsen, deild-
arstjóri í Tinganesi og limur
í stýrinum fyri ALS:
- Vit noktadi fyri låntøku-
ni, og vit hava einki hoyrt
frå Jóannesi Eidesgaard,
landsstýrismanni í arbeiðs-
marknaðarmálum.
Í løtuni eru flestu lands-
stýrisfólk á norðurlanda-
10 ára hald á
Vestursælandi
Føroyskt Felag á Vestursælandi hevur 10 ára
stovningarveitslu á Sorg Storkro grækaris-
vónandi verður føroyski
dansurin, sum eisini er á
skránni, góður. Í ár hava
vit gjørt av at halda veitsl-
una úti, t.v.s. at nevndin,
sum annars plagar at skipa
fyri øllum, skal fáa ein frí-
dag. Tí kostar tað 250
krónur at luttaka, men vit
vóna at limirnir góðtaka,
at tað kostar eitt sindur
meira enn vanligt.
Fyribils hava 80 fólk
teknað seg, sigur Ragn-
hild Sørensen.
Felagið á Vestursæ-
landi er virkið felag. Tey
hava fleiri veitslur árliga,
umframt at felagið skipar
fyri skúla. Steintór Ras-
musssen undirvísir í før-
oyskum.
Annars er eisini nógv
ungfólk í felagnum, og
Ragnhild Sørensen held-
ur, at fleiri ungfólk fara á
skúla í Danmark í hesum
døgum, enn áður.
Ungdómsdeildin hevur
eisini fingist við kappróð-
ur. Felagið eigur kapp-
róðrarbát, eitt seksmanna-
far, sum eitur Vesturfarið.
- I september í fjør, skip-
aðu vit fyri kappróðri á
Sorg vatninum, har einir
fundi í Svøriki. Høgni Joen-
sen, formaður í stýrinum,
og Óli Jacobsen stýrislimur
í ALS, eru eisini burtur-
staddir hesa vikuna.
- Vit vita, at skipanin fær
einar 160 mió. krónur í inn-
gjaldi í ár, men at útgjaldið
verður umleið 210 mió.
krónur, sigur Súsanna Dan-
ielsen.
átta bátar luttóku.
- Luttakarnir vóru fólk í
øllum aldursbólkum. Tað
var ógvuliga stuttligt at
fáa vitjan av føroyingum
frá hinum feløgunum, sig-
ur Ragnhild Sørensen.
Seinastu årini hava dan-
ir og aðrir nordurlending-
ar vist kappróðrinum ser-
ligan ans. Eitt nú, tá kapp-
róður var í Ishøj seinast,
luttóku norrmenn og sviar
í kappingini, sigur Ragn-
hild Sørensen í telefon-
práti við Sosialin.
Dagny
Ragnhild Sørensen,
formaður i Føroyskt
Felag å Vestursælandi
og býráðslimur i Sorø
- Er nóg mikið vid 50 mið.
króna låntøkuni í ár?
- Tað skuldi ikki verið
heilt av leið, um einki annað
óvæntað hendir. Eitt nú eru
skipini komin inn í dag, og
Óvist er, nær tey fara út
aftur.
- Verða skipini liggjandi,
kann tað hava meinitreidsl-
ur við sær fyri Arbeiðsloys-
isskipanina, eitt nú um
eingin skulu flakafólk um
ALS skulu hava stórri út-
gjald enn væntað, sigur
Súsanna Danielsen.
Ingeborg Vinther, limur í
stýrinum fyri ALS, hevur
heldur einki hoyrt um stød-
una hjá stýrinum júst nú.
Landsstýrið
hevur ábyrgdina
- Tað var tó eitt samt stýrið,
sum noktadi fyri låntøkuni.
Vit meta ikki, at skipanin
tolir slíka meirútreiðslu.
Hon er nóg vánalig sum er,
og við rullandi útgjaldinum
kunnu vit ikki bera í bøtu-
flaka fyri låntøkuni, sigur
Ingeborg Vinther.
Ingeborg Vinther veit
ikki, hvat meira skal til, áðr-
enn stýrið verður broytt.
Hon veit um eitt lógar-
uppskot sum er borið niðan
í tingið, sum sigur, (at um
landsstýrið einki skikkað
uppskot fær til styrislim,
velur landsstýrið stýrislim-
in, tó so at løntakarar og ar-
beiðsgevarar verða umboð-
aðir best møguligt. skal seta
skikkað fólk. bikv.)
- Heldur tú at arbeiðs-
marknaðarpartarnir
kunnu bera ALS í slíkum
tíðum sum hesum?
- Nei, tað er Ogjørligt. Vit
orka ikki at bera útreiðsl-
urnar, og tí noyðast vit at fáa
Arbeiðsloysisskipanina á
fíggjarlógina. Tað nyttar
einki at taka lán omaná lán.
- Tað er júst tað, sum
hevur koyrt landið á húsa-
gang.
- Stýrið noktaði at taka
lán til ALS, men hevur
stýrið ikki ábyrgdina av, at
arbeiðsleys fáa stuðul?
- Arbeidsloysisskipanin
hevur tikið lán, sum lands-
stýrið veðheldur fyri. Stýrið
átekur sær ikki ábyrgdina
fyri láninum, sigur Inge-
Framhald á síðu 9
Nr. 46 — 8. MARS 1994 Síða 7
vikan
Dagny Joensen
skrivar:
I famu viku var tað málið um at bjarga Arbeiðsloys-
isskipanini, lógin um handilskvotur, og ein setningur í
skrivi frá landsstýrinum til donsku stjórnina, sum
skaptu ruðuleika og gsing.
Viteru so von við atokkurt kreppumál stingur seg upp
um dagarnar, at tað nærum tykist 6vanligt, um ein frið-
arlig vika er av og á.
Av hesum torføru málum skilst, hvussu ørkymlandi
tað er fyri vanlig fólk at fylgja við. Eitt nú, tá ið tingfólk
høvdu orðaskifti um handilskvotumar. Ongin vildi eiga
tær, men samtyktar vóru tær kortini. Hálvan tíma seinni
tosaðu fiskimenn longu um at avtaka lógina.
Viðvíkjandi Arbeiðsloysisskipanini játtaði tingið
landsstýrinum heimild at loyva ALS at lána upp til 50
mió. krónur, móti landskassaveðhaldi, eftir at danska
stjórnin hevði givið sítt viðmæli. Trupulleikin er bert, at
stýrið fyri ALS, sum eftir lógini átti at senda lánium-
sóknina, noktaði at gera tað. Meðan hetta fer fram,
standa eini 5000 fólk á berum og vitað sær ongan møgu-
leika til arbeiðið ella stuðul, um kassin í ALS verður enn
tómari enn hann er frammanundan.
Einferd fór eg til Grønlands við flogfari. Saman við
mær var ein eldri kona úr Norðurjútlandi, sum ongantíð
áður hevði ferðast við flogfari. Onki mark var fyri henn-
ara bangilsi, at fara longu loftleiðina til Grønlands.
Sum vanligter, tá ferðin byrjar, greiddu flogternurnar
fólki frá, hvat tey skulu gera, um okkurt óvanligt hendi á
leiðini.
Konan í Jútlandi tók tað ógvuliga illa upp, at flogtern-
urnar smílandi greiddi frá hesum. Hon helt fyri: - Hatta
kunnu tær ikki vera bekentar!
Tað hugsi eg ofta um í hesum døgum, tá vit fáa so
nógvar og mótsigandi upplýsingar og sjónarmið um
støðuna í Føroyum í dag. Og kortini er tað neyðugt at
tosa um hesi mál, venda og snara sjónarmiðunum, sum
ikki altíð tykjast at verða júst tað, sum vit hava bestan
hugin at takast við.
Sendingin "Anno 2002" var sera áhugaverð, hóast
ikki lættisoppur á nakran hátt. Tað er torført at stinga út í
kortið, hvussu verður her á klettunum um nøkur ár, við
grundarlag í tí, sum er farið fram seinastu tvey árini.
Mínir tankar spelaðu baklens til konuna í flogfari-
num, og eg helt við hvørt, at hatta kundi Tróndur Djur-
huus og allir hinir serkønu, ikki verða bekentir. Ikki tí,
eg ivist onga løtu í, at forsøgnin var vælmeint, men hin-
vegin, so vóru so nógv hagtøl og framrokningar nýttar,
at tad bert kann verða ein meting um framtíðina, og ikki
ein 100 pst. sonn forsøgn. Eitt nú, um nú fiskurin kemur
aftur, kann ikki takast við í eini forsøgn, men hon kann
t.d. nýtast til at meta um, hvussu nógvir føroyingar fara
at verða føddir í hesum landi frameftir. Har er framtíðin
eitt sindur vónleys í løtuni.
So er tað oljuvinnan sum møguliga kann geva okkurt
av sær í framtíðini, og so er tað ferðavinnan sum ger ein
verr, men tað er bert ikki nóg mikið at liva av.
Hvussu menniskjuni skulu lívbjarga sær, sum ikki
fara av landinum, er ein onnur søga. I Føroyum eins og
um allan knøttin er arbeiðsloysi, og tíverri eru forsøgn-
irnar allastaðni í Europa - ið hvussu so er - at arbeiðs-
loysið ikki kann basast. Spurningurin er bert, hvussu
samfelagið skal breyðfgða tey, sum ikki eru so heppin at
fáa innivist á arbeiðsmarknaðinum. Søgan um ALS
prógvar, at tað ikki ber til at lata teimum arbeiðsleysu av
yvirskotinum hjá arbeidsmarknadarpørtunum, men at
tað verður neyðugt at skaffa skipanini pening umvegis.
Tað hava teir eisini mett er neyðugt í gðrum londum,
har serkgnir arbeiða við ymsum vælferðarskipanum.
Eitt sjónarmið er, atum fólk eru ov fátæk, kunnu tey ikki
menna sínar náttúrligu gávur. Ti kann fåtækradømi
forða fólki í at nýta teir møguleikar, sum livið annars
hevur at bjóða tí einstaka. Tað er ein vanlukka fyri land
og fólk.
Tað verður tí ein spumingur um at yvirliva, men
hvussu?
Eitt uppskot til ferðavinnuna er, at teir skipa fyri so-
neyndum yvirlivilsisskeiðum, sum fólk aðrastaðni lata
nógvan pening fyri at sleppa at royna, hvar markið fyri
teirra avbjóðingum er. Ríkfólk kunnu bara koma til
Føroya at royna seg. Her fara vit ikki á yvirlivilsisskeið
- hvør dagur hjá nógvum er ein spurninur at yvirliva,
men sjálvandi - tey hava eisini goldið ein sámuligan
prís!