týsdagur 8. mars 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða6 Nr 46 —8. MARS 1994
Arbeiðsloysisskipanin
sekir eftir tveimum starvsfólkum:
| Fíggjarleiðara |
Talan er um nýtt starv á ALS, og fíggjarleiðarin kemur at
referera beinleiðis til sjóran.
Arbeiðsoki.
Viðkomandi kemur at hava ábyrgdina av fyriskipan av bók-
haldi, fíggjarligari stýring umframt eftirlit við inn- og utgjøld-
um. Harumframt kemur figgjarleidarin at hava åbyrgdina av
at gera hóskandi, neyva og skjóta fíggjarliga rapportering.
Fíggjarleiðarin má vera sinnaður
at gera annað arbeiði uttanfyri roknskapargkið, tá hetta er
neyðugt. Talan er um stóra arbeiðsbyrðu, og fíggjarleiðarin
må vera sinnaður til at leggja stóra orku í arbeiðið. Tad koma
at vera arbeiðsuppgávur, sum skulu gerast til ávísar tíðar-
freistir, og tí má viðkomandi kunna arbeiða útyvir vanliga
arbeiðstíð.
Útbúgving og starvsroyndir.
Tann, ið settur verður, skal hava holla åstødiliga útbúgving,
sum í minsta lagi svarar til HD í roknskapi. Harumframt skal
viðkomandi hava starvsroyndir innan fíggjarliga stýring.
Lon
verður eftir avtalu.
Bókhaldari
Hesin kemur at referera beinleiðis til figgjarleidaran.
Arbeidsøki.
Viðkomandi kemur at hava ábyrgdina av kontering, bókhaldi
og avstemman. Eisini kemur viðkomandi at gera aðrar upp-
gávur innan roknskaparøkid eftir ávísing frå fíggjarleiðaran-
um.
Bókahaldarin má vera sinnaður
at gera annað arbeiði uttanfyri roknskaparøkid, tá hetta er
neyðugt. Talan er um stóra arbeiðsbyrðu, og bókhaldarin má
vera sinnaður til at leggja stóra orku í arbeiðið. Tað koma at
vera arbeiðsuppgávur, sum skulu gerast til ávísartíð-“ st-
ir, og tí má viðkomandi kunna arbeiða útyvir vanliga arbeiðs-
tíð.
Starvsroyndir.
Tann, id settur verður, skal hava starvsroyndir innan bókhald
av sterri virkjum, og roknskapararbeiði annars.
Lon
verður eftir avtalu.
Bæði størvini skulu setast sum skjótast og umsóknarfreistin
er úti tann 1. apríl 1994.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Arbeiðsloysisskipanina,
Tórgerð Nielsen, tlf. 1 9550.
Umsóknir verða at senda til
Arbeiðsloysisskipanina,
Postsmoga 22,
110 Tórshavn,
Att.:Tórgerð Nielsen.
Allar umsóknir verða vidgjørdar í trúnaði.
Tíðindablaðið GSM
Altjóða kvinnudagshald
í Norðurlandahúsinum
Í kvold hittast kvinnur at tosa um kvinnumál.
Tað verður gjórt á kvøldsetu við upplestri,
leiki og sangi. Aftaná verður orðaskifti um
hvussu kvinnur kunnu ávirka samfelags-
gongdina júst nú
Í dag er altjóða kvinnudag-
ur. Hann verður eisini hild-
in í Føroyum, eins og und-
anfarnu ár.
Seinastu árini er nógv
umskift í Føroyum. Fyri
bert fáum árum síðan, var
bert hendinga kvinna í
bygdaráðum, á tingi og í
Í dag eru fleiri kvinnur í
bý- og bygdaráðmum kring
landið, eins og vit sum
kunnugt hava kvinnu til
løgmann og býráðsfor-
mann í Havn.
Kvøldsetan i Nordur-
landahúsinum hevur heitið:
"Hvussu ávirka vit kvinnur
samfelagsgongdina nú?".
Kveldið byrjar við upp-
lestri, leiki og sangi. Har
verður brot úr sjónleiki
framførdur, sum júst er
skrivaður.
Tað er leikurin "Tað
hendir ikki meg", eftir Erna
Hákunnardóttir. Hann er
um rúsdrekkamisnýtslu, og
er upprunaliga skrivaður at
framføra á kvinnuráðstevn-
uni í Ábo í summar.
Tað er Kristina Hansen.
sjónleikari, sum setur leikin
upp. Leikarnir eru: Astrid
Dahl Olsen, Eyrith Leyni,
Hjørdis Johansen, Hjørdis
Trénd, Sigga Vang og
Valborg Rasmussen.
Umframt brot år leiki,
lesur Hjørdis Trónd íslend-
Tá tað snýr seg um
PRENTLUTIR
loysir tað seg
at tosa við
ele
Tlf.1 4465
ALTJODA
KVINNUDAGUR
ska yrking "Bíða eftir
pápa", eftir Gunnhild Sig-
urjónsdóttir, sum Høgni
Djurhuus hevur umsett.
Nakrar gentur í studenta-
flokki í Hoydølum hava
stovnað rockbólk. Tær fara
at eisini at framføra í Norð-
urlandahúsinum, eins og
Juli Hansen fer at lesa tvær
stuttsøgur.
Tá hesin parturin av
kvøldsetuni er av, verður
farið til onnur áhugaverð og
álvarslig mál, ið verður
skipað sum pallborðsfund-
ur, og orðaskifti við áhoyr-
arnar í salinum.
M.a. fara at sita við pall-
borðið: Jane Hoydal, Elin
Lindenskov, Kristianna
Rein, Elsa Birgitta Egholm,
og Súsanna Dam.
Fyrireikarnir siga, at tær
hava valt attaka ymisk evni
fram, eitt nú, hvussu kvinn-
ur styrkja seg sjálvar, og at
kvinnur skulu sjálvar fara til
verka. Kvinnur skulu siga
sína hugsan, og eisini,
hvussu umráðandi tað er, at
kvinnur gera sína ávirkan
galdandi.
- Tað er ikki ætlanin, at
orðaskiftið og kvøldsetanin
skulu vara ov leingi.
Stundir skulu eisini verða
at fáa ein kaffimunn, práta
og hugna sær við sangi og
spæli, áðrenn farið verður
til hús, siga fyrireikarnir.
Kvgldsetan í Norður-
landahúsinum byrjar kl.
19.30 í kvøld. Ókeypis at-
gongd.
Dagny
BIL
SKAÐAR
8 MEK.
UMVÆLINGAR
eins og
TRYGGINGAR-
SKAÐAR
verður gjørt
SKJØTT - VÆL |
— 8BÍUGA í
Slættanesgota 9
(v/ Velbastaðvegin)
Box 3013
110 Tórshavn Tlf. 18383
|
OSS: UNNS DE