Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mars 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Nr. 46 — 8. MARS 1994 Kvotauppskotið samtykt í løgtinginum: Ein neyðloysn | Uppskotið varð samtykt við 17 atkvødum fyri, átta ímóti og fimm blonkum. Hetta hendi seint seinnapartin fríggjadagin Friggjadagurin var av mongum roknaður sum ein lagnudagur í løgtinginum. Størsta, og mest kollvelt- andi lóg nakrantíð fyri fiski- vinnuna, varð samtykt við triðju viðgerð. Føroyski fiskiflotin hev- ur fingið kvotur og hver einasti trolari og størri línu- bátur hevur nú fingið til- lutað kvotu fram til 31. august í år. Snellubátarnir og útróðrarflotin skal fiska av eini felagskvotu. Kvotauppskotið er ein neyðloysn og hetta kom týðuliga fram á løgtinginum fríggjadagin. Hóast upp- skotið varð samtykt, so var ikki ein av løgtingslimun- um, sum tók orðið, ið rósti uppskotinum. Tað var týðu- ligt, at her arbeiddi løg- tingið undir hørðum trýsti frá donsku stjórnini. Meðan samgongan skuldi syrgja fyri, at kvotu- uppskotið varð samtykt, hevði andstæðan munandi leysari teymar og kenslu- bornar rødur vórðu bornar fram av andstødupolitikk- arunum. Formaðurin í fiskivinnu- nevndini, Heine O. Heine- sen læs broytingaruppskot- ið upp. Høvudsbroytingin frá í uppskotinum er, at kvoturnar á toski og hýsu eru minkaðar. Tað ørkymladi løgtings- limirnar, at ICES skuldi hava eitt avgerandi orð at siga fyri framtíðarkvotur- nar. Eitt nú tilmæli& hjá ICES fyri toskaveiðu á føroyska landgrunninum í ár. ICES mælir til at ongin toskur verður fiskaður undir Føroyum í ár. Hendrik Old var sera iva- samur um tað var rætt, at lata ICES hava eitt orð at siga um heildarveiðuna undir Føroyum. Hann vísti tíðuliga á, at hann als ikki hevði álit á fiskifrødingum. Olaf Olsen úr Fólkaflokk- inum kallaði fríggjadagin fyri ein lagnudag, sum fór at forkoma øllum møguleik- um hjå føroyingum at fiska frítt í framtíðini. Hann metti ikki at flotin fór at hava ein livandi kjans í framtíðini. So skjótt sum uppskotið var samtykt, gjørdu trol- ararnir vart við seg. Felagið Trolskip boðaði limum sín- um frá, at nú skuldu teir hála og koma inn. Ein og ein trolari kom inn fríggjadagin og leygardagin og í gjár lá allur trolaraflotin í heima- sjógvi. jústinus Trolaraflotin liggur Felagið Trolskip heuði fund í gjár tHaenarklubba Klokkan tvey seinnapartin í gjár helt felagið Trolskip fund í Havnarklubba. Hver einasti ein trolari, sum fiskar í føroyskum sjógvi, liggur fløtuni sum mótmæli móti at løgtingid fríggja- dagin samtykti at seta kvot- ur í verk. Á middegi í gjár hevði formaðurin felagnum Trolskip, Emil Nolsæ úr nki boð uppá hvat trolaraflotin fór at gera Fundurin í klubbanum var ikki lokin, tá blaðið fór til prentingar og tí kunnu vit ikki síga frá úrslitinum Tíðindablaðið Sosialurin frættir, at allir trolararnir hava tíkið undir við mót- mælinum. Ikki ein einasti var til fiskiskap mánadagin. Fundurin mánadagin skuldi taka støðu til um nak- að kundi gerast fyri at betra um støðuna hjá trolarunum innanfyri karmarnar av nýsamtyktu lógini. Vit fara í blaðnum í morgin at frætta 2, € nærri frá fundinum hjá trolarunum. grunninum er í dag friðaður fær tað at mala runt, sigur fyri trolarum. Vit royna hann. trolara, so fekk tú einki, nú er ørvisi, sigur hann. Tað verður sagt um trolaraflotan, At hann hug- sar um løtuvinning? — Hetta er heilt burtur við, vit hava ongan áhuga í at tøma fiskastovnamar, vit skulu eisini liva um tíggju Legudagar góð loysa — Skipanina við legudøg- um dámdi mær sera væl. Hendan skipan er tíverri av- skipini lógu um jóltíðir og á páskum. Tú kundi vera heima við góðari sam- vitsku. Tað er somikið dýrt at reka eitt skip í dag, at neyðugt er við so effektiv- um fiskiskapi sum møgu- ligt, tå skipið er á feltinum. Síðan kann tað liggja, sigur hann. -Ein stórur partur av næstan ikki longur norð- anfyri og vestanfyri. Hóas nógvu friðingina, so fáa vit fisk. Eg haldi at friðing saman við legudøgum er ein góð skipan, sigur hann. — Skulu vit endiliga hava kvotur, so mugu tað vera so mikið rímuliga høgar, at tað loysir seg at loysa. Kvot- urnar í dag eru so smáar, at vit kvinnur samfelags- gongdina nú? Altjóða kvinnudagurin verður hildin í Norðurlandahúsinum í kveld kl. 19.30 við hesi skrá: Kunning um fyrireikin kvinnuráðstevnuna í landi í august í ár Kvøldseta við upplestri, leiki, rock- tónleiki og felagssangi. Orðaskifti um hesi 4 evnini: 1. Vit mugu styrkja okkum sjálvar. 2. Vit mugu sjálvar til verka. 3. Vit siga okkara hugsan. 4. Vit gera okkar ávirkan galdandi. Aftan á er hevi at keypa sær ein drekkamunn, at halda fram við orða- skiftinum í minni bólkum ella bara at seta seg at syngja eina løtu úr grønu sangbókini. Sum vant hevur Amnesty eina fram- sýning og savnar undirskriftir. Atgongugjaldið er 20 kr. arnar til bo í Finn- 8. mars bólkurin Frá Fuglafjarðar Javnaðarfelag 2. og møguliga 3. uppstillingarfundur til løgtingsvalid verdur i ÍTRÓTTARHÚSINUM mikukveldið 9. mars, kl. 21 Fuglafjarðar Javnaðarfelag Vakstrarhús- konstruktión av Sandi til solu Tif. 14434 Sida 5