týsdagur 8. mars 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 46 —8. MARS 1994 Tíðindablaðið [ sostalurin |
Stødan anno 1994
Ein møguleiki, id føroyingar eiga at ganga, er at taka
upp tætt samstarv við bæði íslendingar og grønlending-
ar, ið verða håttir av somu kreppu, ið hevur rakt føroy-
ingar so dygt. Saman kundu londini í Utnorði staðið
nógv sterkari, enn um vit bert — sum nú — royna at stríð-
ast hvør í sínum lagi
Tey, ið fylgja við samfe-
lagsgongdini í dag,
leggja skjótt til merkis, at
alt samfelagstos snýr seg
um ta vána stóðu, okkara
kæra land er í, og ser-
frødingar av ymiskum
slagi gera seg til tals-
menn fyri hvussu vit eru
komnir í hesa stóðu.
Allir hesir høgu harrar
hvussu tað kundi lata seg
gera at søkka so djúpt,
sum vit eru sokkin, men
felags fyri allar er, at ein
heimur ikki er til uttan
fyri Danmark. Hetta er
bæði skemtiligt — og ikki
at gloyma ræðandi!
Garparnir lata seg úr
inn á skinnið, hann ella
hon, ið lesur millum regl-
urnar, sær skjótt hvussu
lítið samband teir hava
við ta veruligu ólukkuna,
sum hevur rakt okkum
føroyingar so meint. Alt
okkara besta fólk veit
sær eingi onnur ráð enn
at koyra húsalykilin í
brævsprekkuna í onkrum
banka, sum enn er til,
fyri síðani at taka ein-
vegis ferðaseðil av land-
inum. Hetta er ein ógvu-
liga ræðandi veruleiki.
Tað óhugnaliga er, at
meðan alt bara gongur so
skjótt niður á bakka, at
sjálvt skíhoppararnir á
vetrarleikunum í Noregi
høvdu verið imponeradir
av ferdini, sita løgtings-
limir og vidgera, um Fa-
vør-bladid skal hava
loyvi at hava eina vin-
fløsku vid f lysingini ella
ikki. Hetta upptók í
hvussu er Jákup Linden-
skov so mikið, at hann
helt tað hoyra heima á
tingi.
Kreppa av kleyvarskapi
Kreppan i Føroyum er
stutt sagt ein kleyvar-
skaps-kreppa. Her hava
ódugnakroppar rátt fyri
borgum, øll dansaðu vit
við um gullkálvin og tey,
ið ikki vildu upp í ringin,
vórðu tvingað uppí.
Nú kvæðið er komið at
enda, siga teir skipararnir
í dansinum, at tað eru vit,
ið jú vórðu tvingað upp í
dansin, sum hava skuld-
ina av, at stevið fór av
lagi og alt endaði í ragna-
roki.
Hetta góðtaka vit ikki!
Hasir ódugnakropparnir
skulu sleppa at standa til
svars fyri teirra gerðir.
Vit góðtaka ikki longur at
verða viðfarin sum annað
burturkast, og bert verða
brúkt til ein ross fjórða
hvort ár.
Til síðsta val var tað
javnaðarflokkurin, ið
bryggjaði >gandadrykk-
in<. Tað minnast gll. Til
val, ið nú stendur fyri
framman, er tað sam-
bandsflokkurin, ið slepp-
ur at mala okkum runt í
Hetta má ikki henda,
og veljast má eftir gjørd-
um gerðum og ikki eftir
luftkastellum. Eingin po-
litiskur flokkur á tingi
hevur víst dirvi til at vísa
okkum burtur úr tí van-
lagnu og stóru skomm,
vit eru komnir í. Allir
politikarar eru fastlæstir í
tí snavurskygni, at eingin
heimur er til uttan fyri
Danmark.
Samband okkara
við Danmark
Danmark er eitt lítið land
í altjóða høpi, men í okk-
ara eygum er Danmark
ein risi. Danmark við sín-
um fimm milliónum í-
búgvum, og vit við
einans 45.000 túsund —
tað er í prinsippinum ein
himmalvíður munur.
Tað eru ikki nógv ár
síðani, at vanligi danin
ikki visti um Føroyar og
fáir vistu, at Føroyar eru
ein partur av danska rik-
inum. f dag finnur tå
valla nakran dana, sum
ikki veit, at vit eru i rikis-
felagsskapi við Danmar.
Og vit eru ikki kendir
fyri nakað gott. Slagorð
sum >Spar skat, skyd en
færing< eru javnan at
síggja í bakrútinum á
donskum bilum.
Er tað hetta, ið danska
ríkisstjórnin vil verja
okkum ímóti, ella er hetta
bara ein professionellur
máti at seta okkum út av
spælinum uppá? Tríggjar,
fýra ella fimm milliardir
eru bara smápengar oman
á samlaðu donsku uttan-
landsskuldina, men nóg
mikið til, at vit føroying-
ar verða trælabundnir um
allar ævir.
Geografiskt liggur
Danmark kollveltandi
langt frá Føroyum,
danskararnir hava eitt
heilt annað eksistens-
grundarlag. Vinnulívið
hjá dønum er grundað á
heilt aðrar fortreytir. enn
hjá okkum. Mentunarliga
eru teir eisini ógvuliga
fjart frá okkum.
Hvat er tað so, sum ger
Føroyar so áhugaverðar í
donskum eygum í dag?
Er tað kanska umsorgan
fyri sjúka barninum ella
er tað okkurt heilt annað?
Undirgrundin
Hvussu við undirgrund-
ini? Er tað kanska har
tann stóra umsorganin
liggur? Fáa danir fatur í
einki verið til hindurs fyri
at gjórt Danmark til eitt
av heimsins førandi lond-
um innan oljuvinnuna.
Vit hava við lagnudeg-
num 6. oktober 1992
bundið okkum til treytir,
sum bera á tað borðið, at
danir skulu hava allan av-
gerdarrætt í Føroyum.
Eitt er púra vist:
Danska imperialisman
stingur hógvarnar longur
fram í hesum døgum, enn
gott er.
So kann ein spyrja, um
loysnir finnast á búskap-
arkreppuni.
Er svarið nei, so er bara
eitt at gera, og tað er at
velja somu politikararnar
aftur, og so lata teir fram-
haldandi ganga biddara-
gongd niður á Christians-
borg, hvørja ferð okkum
tørvar nakrar milliardir.
Og tað, ið vit skulu
gjalda við, er okkara
egna sjálvsvirðing. Virð-
ingin fyri einum fólki, ið
einaferð kallaði seg før-
oyingar.
Er svarið ja til oman-
fyri nevnda spurning, so
má byrjast frá botni av.
Tað finnast ongar patent-
loysnir á teimum ógvus-
ligu trupulleikunum fyri
framman, men samanhald
má vera okkara komandi
so strika vit flaggið, og
tað ynskir eingin, neyvan
heldur tann ídnasti sam-
bandsmaðurin.
Tað fyrsta, ið eigur at
verða gjørt, er at blaka
allar núverandi politikarar
út til komandi val, og í
staðin seta nakrar nýggj-
ar, reinar politikarar, sum
eru førir fyri at samla
fólkið saman aftur. Við
ødrum orðum: At fáa all-
ar føroyingar aftur at
draga somu linu.
Onnur eisini
å håsagang
Hyggja vit rundan um
okkum, síggja vit Ísland
og Grønland. Hetta eru
lond, ið hava sama bú-
skaparliga eksistens-
grundarlag sum vit.
Hesi lond hava — eins
og vit — fiskivinnu til
høvudsvinnu, og so iron-
iskt tað ljóðar, eru vit
kanska komnir longst, tá
tað ræður um at laga seg
til tær kollveltandi broyt-
ingar, sum fram eru farn-
ar hesi seinastu árini.
Sambært somu serfrød-
ingum, ið spáddu Føroyar
at fara á húsagang, so fara
bæði Ísland og Grønland
sama veg innan tíggju ár.
Tað, sum ongin trúði, er
nú veruleiki.
Samstarv við Ísland
og Grønland
Føroyar, Ísland og Grøn-
land væl fyri. Her er bara
hav millum londini — hav,
sum fyri einans tjúgu ár-
um síðani hevði minimal-
an týdning, men sum í
dag verður hugt eftir við
alheims eygum. Tað er
helst øllum kunnugt í
dag, at sambært serfrød-
ingum er so nógv olja í
»okkara« undirgrund, at
tad f besta føri kann gera
Føroyar til eitt av heim-
sins størstu oljulondum.
Ísland hevur so stóra „
vatnorku, at íslendingar
kunnu nøkta tørvin á all-
ari ravmagnsnýtslu í
norðurlondum. Tað er
bara ein spurningur um
kapital, so var hetta
veruleiki.
Grønland er eitt sera
ótali av mineralum, at
keyparar um allan heim
standa í bíðirgð fyri at
keypa. Tað seinasta úr
allari rúgvuni er gullið,
teir hava funnið í Grøn-
landi.
Hesir møguleikar eru
bara eini tjúgu ella
kanska tredivu ár frammi
í tíðini — møguleikar,
sum kunnu gera hesi trý
londini sjálvbjargin á øll-
um økjum, um bara rætt
verður atborið.
Uppetin við húð og hár
Gera hesi londini ikki
nakað við ta stóru hóttan,
ið liggur fyri framman,
verða tað bara nøkur ár,
so hevur ES etið okkum
upp við húð og hár.
Einasta veruliga sam-
starv, hesi trý londini
hava til felags, er útnorð-
ur-felagsskapurin. Ein fe-
lagsskapur, ein setti stór-
ar vónir til, men sum í
staðin er endaður sum ein
kaffiklubbur fyri nakrar
ódugnaligar politikarar.
Formaðurin har er í løt-
uni Helena Dam á
Neystabø.
Framtidar politikarar
eiga at taka samrådingar
upp vid fsland og Grøn-
land beinanvegin, ongan-
tíð ov skjótt!
Vit eru kanska ikki
nakað gott kort at hava á
hondini í løtuni, og tí er
tað av størsta týdningi, at
tað verða nýggir, óspiltir
politikarar, ið taka hetta
stig. Politikarar við trú-
virði í vidførinum, sum
kunnu greiða íslending-
um og grønlendingum
frå, hvat tad f veruleikan-
um merkir at fara á húsa-
gang. Eftirhondini skuldu
vit havt allar neyðugar
royndir at greitt frá.
Felags samráðingar
Tað er av størsta týdn-
ingi, at londini taka fe-
lags samráðingar upp við
ES. Tá hava vit nógv
betri møguleikar at fáa
avtalur í lag, sum tæna
øllum trimum løndunum
sum heild, og ikki sum
nú, har vit samráðast
hver í sínum lagi.
* Skulu vit fáa meira fyri
fiskin, er góðsking ein-
asta leið at ganga, tí er
tað ógvuliga nærliggj-
andi, at londini gera hetta
í felag. Øll hava vit fiski-
vinnu sum høvudsvinnu,
og øll eru vit råvøru-
leverandørar, og tað er
akkurát hetta, vit vilja
koma burturúr.
Tað er ógvuliga trupult
at leggja um frá råvøru-
leverandøri til lidna veru.
Einsamalt land sum Før-
oyar hevur — fyri at siga
tað akkurát sum tað er —
ongan kjans til eina so
stóra umlegging. Vit
doyggja stutt sagt í
hungri, um vit ikki eta
allan fiskin sjálvir.
Stóðu Ísland, Grønland
og Føroyar saman um
hesa stóru uppgávu, er
einki at ivast í, at tað ikki
hevði tikið nógv ár, áðr-
enn nógvar konserves-
verksmiðjur inni á meg-
inlandinum vildu staðið
vildi verið sega hjá Før-
oyum, Íslandi og Grøn-
landi.
Sakaris
Zachariasen
STATENS PRÆMIEOBLIGATIONSLÅN
1977/02
Orange obligationer med serienumre
8001-9000 og løbenumre 6001-7000 incl.
4. AFDELING 33. trækning marts 1994
Følgende præmier er udtrukket
Sene ben. — Sene" dem — Sene — løde Ar
1.000.000 kr. 8148 661
8490 6235 8252
500.000 kr.
8534 6551
250.000 kr.
8892 6190
100.000 kr.
8053 6230
8055 6499
8219 6263
50.000 kr.
8047 6597
8327 6980
8509 6855
8560 6826
25.000 kr.
8143 6009
8153 6992
8412 6618
8541 6053
8568 6495
8723 6506
8740 6508
8834 6827
8891 6980
8904 6516
10.000 kr.
8111 6267
8780 6770
8854 6629
8880 6123
8882 6573
8898 6579
8917 6627
8984 6194
1.000 kr.
8008 6204
Sene — iøde mr
Sene — øde nr
8628 6319
8630 6074
8630 6677
8666 6875
8741 6274
8743 6101
8750 6396
8751 6356
8765 6128
8774 6579
8778 6408
8788 6824
8792 6776
8793 6442
8801 6610
8808 6805
8811 6428
8812 6360
8812 6903
8827 6856
8829 6086
8831 6089
8866 6578
8878 6018
8878 6225
8885 6490
8901 6556
8909 6271
8913 6044
8916 6784
8961 6270
8992 6735
8993 6373
8009 6122
8015 6547
8024 6324
8025 6310
8031 6209
8038 6451
8040 6779
8888
o
-
æ
pri
E
gESESEE0El
SERTRBESEBEREERERE0EN
- 328 - …
29888880
SEFFEHLETE
8
=>
æ
bei
w
8838
2358
500 kr. Alle obligationer med iebenr. 6441 eller iebenr. 6484 uanset senenr
Numrene på ikke indieste præm.er tra de seneste fem trækninger vil ligesom sam!-
lige ovenstående numre, blive optørt í den officielle træk
tor 3,50 kr. í bladudsalgene
Trækningslisten
Præmieudbetalingen finder sted í Danmarks
den 9. marts 1994. Tr
vil igge i eflersyn på she posthuse
Nationalbank
kan leveres på Øat
medier ved henvendelse til DATA- SATS informatik A/S ty 42 52 21 008
; Kongeriget Danmarks Hypotekbank
/ og Finansforvaltning
RS — Landgreven 4, 1301 København K. Telefon 33 92 80 00