mikudagur 9. mars 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Nr. 47 — 9. MARS 1994 Sida7
Túsundtals fólk hava skrivað undir: |
Oljuavgjaldið
skal takast av
— Enn hava fólk høvi at skriva undir mótmælið til løgtingid ímóti
oljuavgjaldinum, sigur Landsfelagið fyri Sethúsaeigarar
Olja er ein neyðsynjarvgra.
Tí er tað burturvið, at næst-
an 50% verður lagt oman á
hvønn litur av olju til húsar-
haldini í avgjaldi til lands-
kassan.
Hetta var orsøkin til, at
Landsfelagið fyri sethúsa-
eigarar og ein arbeiðsbólkur
í Vági fóru at savna inn und-
irskriftir til eina áheitan á
løgting og landsstyri um at
taka av oljuavgjaldið.
Herferðin fær sera góða
undirtøku.
Seinastu dagarnar eru
listar lagðir út í handlar, ki-
oskir og á stovnar ymsa-
staðni í landinum, har fólk
kunnu skriva undir áheitan-
ina og upplýst verður kring
landið, at higartil hava tús-
undtals fólk skrivað undir.
Listarnir verða liggjandi
til fyrst í næstu viku, tá
verða teir savnaðir inn.
Seinni í vikuni er ætlanin at
handa løgtingsformannin-
um allar undirskriftirnar.
600 milliónir
í oljuavgjaldi
Síðani hetta eyka oljuav-
gjaldið varð sett í verk í
1986, hava føroysku húsar-
haldini goldið 600 milliónir
í landskassan í oljuavgjaldi.
Øll tey fyrstu árini varð
peningurin settur í ein ser-
ligan oljugrunn. Men í 1991
varð oljugrunnurin tikin av,
og síðani er oljuavgjaldið
farið í landskassan til van-
ligan rakstur.
Peningurin, sum stóð í
oljugrunninum, varð brúkt-
ur til ymisk endamál. M.a.
tóku stovnar og feløg lån úr
oljugrunninum.
Húsalánsgrunnurin hevur
lænt 70 mi6., idnadargrunn-
urin 20 mi6., menningar-
grunnurin 20 mið. og hita-
felagið 35 mió. Harafturat
fekk ráfiskagrunnurin 20
mió. í innskot, einaferð
hann kom illa fyri. Ongar av
hesum 165 milliónunum
verða nakrantíð goldnar
landskassanum aftur.
Sostatt kann staðfestast
við vanligum viti og skili, at
stórur partur av oljuavgjald-
inum er blakaður burtur til
ørvitisætlanir av ymsum
slagi.
Tyngir húsarhaldið nógv
Tað hevði eyðsæð verið
stórur lætti hjá fólki, hevði
oljuavgjaldið verið tikid av.
Av hvørjum 1.000 litrum av
olju, fylt verður á tangamar,
skulu 953 krónur leggjast í
landskassan í oljuavgjaldi.
Siga vit, at eitt húski brúkar
4.000 litrar av olju um árið,
skal tað sostatt rinda 3.812
krónur í oljuavgjaldi.
Summi brúka minni, men
onnur brúka eisini nógv
meira. Ikki er óvanligt, at
eitt húski brúkar 5.000 litrar
av olju um árið. Tey rinda
sostatt 4.765 kr. í oljuav-
gjaldi.
Helvtin fer í
landskassan
Hverja ferð tú fyllir olju-
tangan, fer næsta helvtin av
tí tað kostar í landskassan.
Hjá húsarhaldinum kost-
ar ein litur av olju 281
krónur.
Men av tí eru 95 oyru
oljuavgjald og 37 oyru
mvg. Sostatt kostar sjálv
oljan einans i,49 kr. og
restin, 1,32 krónur, eru
avgjøld til landskassan.
Ti hevdi tad lætt munandi
um hjá hvørjum húsarhaldi,
um oljuavgjaldið varð tikid
av, ti landsstyrid fær fram-
vegis ríkiligt i mvg av olj-
uni.
Tunga endan niðureftir
Olja er ein neydsynjarvøra
og ti er tað heilt burturvið, at
landskassin skal leggja so
stórt avgjald á oljuna.
Tað hevur ikki verið hild-
ið at vera rímiligt at leggja
stór avgjald á neyðsynjar-
vørur, tí slík avgjald venda
altíð tunga endan niðureftir,
t.v.s. at fólk við lågari løn
noyðast at rinda lutfalsliga
stóran part av inntøkuni í
avgjaldi, men fólk við høg-
ari inntøku rinda lutfalsliga
lítlan part av inntøkuni í
avgjaldi.
Vanligi føroyingurin er so
sperdur í dag, at alt annað
enn at strika oljuavgjaldið —
og gjøld á øðrum neyðsynj-
arvørum, er burturvið.
Tað er eisini tann vansin
við slíkum avgjøldum, at
politikarar altíð freistast til
at hækka tey, hverja ferð
pengakassin er tómur. So-
leiðis var oljuavgjaldið 70
oyru í fyrstuni, í 1992 fór tað
upp í 85 oyru og nú er tað 95
oyru liturin.
Fryktandi er fyri, at áðr-
enn langt um líður, er tað
farið upp um krónuna.
Spyrjast kann eisini, hví
gjaldið varð ásett uppruna-
liga. Var tað ikki fyri at
royna at tálma forbrúkið og
at leggja nakað í landskass-
an í teimum góðu tíðunum.
Nú er stødan tann beint
øvugta. Nú er forbrúkið í
samfelagnum alt ov lítið,
sambært fleiri serfrøding-
um. Tí er endamálið við
oljuavgjaldinum eisini dott-
ið burtur, og tí er tað eisini
burturvið at varðveita tað,
verður sagt í skrivi frá
Landsfelagnum fyri Set-
húsaeigarar.
Bridge $
riv frá Før amban
Fossbankacup
Leygardagin 5. mars var semifinalan og finalan i
Fossbankacup spæld i Bridgehúsinum í Havn. Vit hava fleiri GÓÐAR
BRÚKTAR BILAR av
92-65 ymiskum merkjum til
127-80 sølu.
SERA BÍLIGA
& LAGALIGA
Ynskja tygum at
syna/royndarkoyra
teir, kann hetta av-
talast å tlf. 18903.
Semifinalan:
Bogi Simonsen-Allan Dahl Christiansen
Dánjal Pauli Mohr-Fridålvur Petersen
Finalan:
Dánjal Pauli Mohr-Bogi Simonsen
STATOIL-kappingin
Statoil kappingin (semifinalan fyri por) verður leyg-
ardagin 19. mars kl. 10.00, á Handilsskúlanum i
Havn. Spælt verður bert leygardagin og væntandi er
kappingin liðug uml. kl. 23. 20 tey bestu pørini fara til
finaluna leygardagin 9. apríl.
EPSON-kappingin
Epson kappingin er flutt og verður 10. juni á Kambs-
dali. =
149—101
v/ Atla Klein Olsen
nn Postboks 205
110 Tórshavn
Fax 18703
Tlf. 18903 - 88903
Sinnisbati .
Fritidarhølid í Krossgetu 15 er opið månakvøld kl.
18-22.
Altjóða kvinnudagur
& H-VINDEYGU
Hvat hava
altjóða
kvinnudagurin
& H-vindeygu
at gera
við hvert
annað?
BOÐ A VEL
BYROKER Ikk
1 ARDISESE,
Jú! — H-vindeygað
gjørdist kent
sum
>Husmorvinduet<
tí tað er
so vinarligt
hjá húsmeðrum
at handfara.
UTSIÐIN
BEMJIRES
FRÁ Bossves
— TÍ GEVA VIT —
ant „2“, KVINNUR
HESA VIKUNA
Sør: ar
Tad T.
FØROYA GEC)
Tlf. 32411 - Fax GIST
P/F VATNSOYRA SNIKKARAVIRKI =
Tlf. 32177 - Fax 33166 ps