mikudagur 9. mars 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða6 Nr. 47—9. MA
A ————————
Rúsdrekka- og Narkotikaráðið:
Vit eru kunnnaðir um
heimabrenningina
Í lótuni savnar ráðið inn tøl og tílíkt, sum kann geva eina
mynd av, hvussu nógu verður gjørt við heimabrenning í Før-
oyum, sigur August Wang, formaður í Rúsdrkka- og Narkotika-
ráðnum
Tað er einki loyndarmál, at
føroyingar eru farnir undir
heimabrenning, serliga síð-
ani avgjøldini á rúsdrekka
hækkaðu munandi.
Tað vakti ans á tíðinda-
fundinum hjá Rúsdrekka-
og Narkotikaráðnum í farnu
viku, at Pál Weihe, ser-
lækni í arbeiðsmeidsin, ikki
visti um hetta. Hann hevur,
saman við August G. Wang,
yvirlækna á psykiatrisku
deild, staðið fyri kanningini
um rúsdrekka í Føroyum,
sammett við hini Norður-
londini.
Pál Weihe er burturstadd-
ur hesa vikuna, og tí spurðu
vit AugustG. Wang, hvussu
tað kundi bera til, at kann-
ingin ikki vísti tekin um, at
heimabrenning fer fram í
Føroyum?
Fyribrigdið heima-
brenning er ikki við í kann-
ingini, og tað var bert hesa,
sum Pál Weihe tosaði um á
tíðindafundinum
- Vithava- eins og onnur -
hoyrt um heimabrenning
Rúsdrekka- og Narkotika-
ráðið hevur kannað málið
fyri seg, og tað hevur einki
við júst lidnu kanningina at
gera.
Kanna innflutningin
av geri og mjøli
- Eitt nå hava vit hava spurt
fólk um hetta, tosað við teir
sum innflyta tilfar 0.s.fr.
Tað ber eisini til at kanna
t.d., hvussu nógv ger verður
keypt. Økist nøgdin munan-
di meir enn talið av td.
mjøli, kann hugsast at ger
verður nýtt úl annað
endamál, eitt nú heima-
brenning. Hetta er annað
slag av kanning enn tann
vísundaliga, sum er grund-
arlag fyri norðurlendsku
kanningini, sigur August G.
Wang
Umleid 64 pst. svaradu
teimum 3Ú spurningunum,
sum er grundarlagið fyri
kanningini hjá Rúsdrekka-
og Narkotikaráðnum. Til-
farið, sum kanningin byggir
á, er 12 ára gamalt oggjørt
til vísundaliga kanning í
Svøriki, Noregi, Finlandi
og Islandi.
- Hvussu kann 12 åra
gamalt tilfar nýtast til sam-
anberingar við nútíðar rús-
drekkamynstur i Føroy-
um?
- Orsøkin til at vit hava
nytt hetta er, at talan er um
altjóða góðkent kanningar-
tilfar, og at hetta er einasta
itøkiliga av sínum slag, sum
er tøkt.
- Vit hava eisini nýggjari is-
lendskt tilfar at sammetta
vid, men tad er ikki vid i
hesi kanningini.
- Kortini visa islendsku
tølini, at henda kanningin
hjå okkum, ikki er heilt av
leið, hóast úlfarið er 12 ára
gamalt. Vit eru tó varugir
við, at kanningin hevur eitt
veikt punkt, av tí at tilfarið í
henni ikki er nýtt. Tað er tó
neyðugt at brúka hetta
kanningartilfar, um vit
skulu samanbera okkum við
hini grannalondini.
Feroyingar drekka
ikki gørvísi enn onnur
- Broytast drykkjuvanar-
nir ikki skjótari enn so?
- Jú, drykkjuvanar broyt-
ast, men tað sæst mest í
søguligum samanhangi, eitt
nú um prísirnir hækka ella
lækka ógvuliga nógv.
- Er nakað óvæntað kom-
ið fram í kanningini, sum tit
ikki høvdu væntað?
- Vanliga siga fólk, at før-
oyingar drekka ødrvisi enn
onnur félkasløg. Við hesi
kanningini hava vit aftur-
vist, at tað er so. Føroyingar
drekka ikki meir ella gðrvísi
enn Ld. íslendingar. Annað
er, at vit ikki høvdu væntað
at ungir menn drukku so
nógv, og at eldri kvinnur
drukku so lítið.
- Hvussu kunnu til vita,
um tað er samsvar í tí sum
fólk siga tykkum, og tí, sum
tey veruliga drekka?
- Tá tú gert slíka kanning
eru tølini ikki eru altíð í
samsvari við veruleikan.
Eitt nú at fólk siga seg
drekka minni enn tey veru-
liga gera, ella at tey reypa
og siga seg drekka meir enn
tey gera.
Ikki allur sannleikin
- Ein partur í kanningini er
at kanna t.d. innflutningin
og søluna av rúsdrekka, víni
og øli, og samanbera tey við
tað, sum fólk hava svarað.
Eftir hesum sæst, at kann-
ingartølini sita til 40 pst. av
innflutninginum.
- Tað samsvarar eisini við
niðurstøðuna, sum vit hava
gjørt okkum, sigur August
G. Wang.
- Vit tað siga, at fólk
lúgva umleið helvtina av tí,
sum tey upplýsa?
- Tølini eru bert åbend-
ingar um rúsdrekkamynstr-
ið í Føroyum, sammett við
hini Norðurlondini. Tað,
sum er meira áhugavert og
spennandi, verður at fara
undir nýggju kanningina til
heystar.
- Tá fara vit at gera eina
kanning um drykkjuvanar í
Føroyum, grundað á føroy-
skt tilfar. Tá kunnu vit sam-
anbera við okkum sjálvi, og
= Tíðindablaðið CE
August G. Wang,
yvirlækni: - Vanliga siga
fólk, at fóroyingar drekka
ødrvisi enn onnur fólka-
slóg. Við hesi kanningini
hava vit afturvíst, at tað
er so
tá vænta vit at finna røttu
myndina, sigur August G.
Wang
Í 1995 skal rúsdrekkalóg-
in endurskoðast, og m.a.
henda og komandi kanning-
in av drykkjuvanunum í
Føroyum, kann verða hent
amboð at hava til at taka, um
lógin skal broytast.
Verður als einki arbeiði á flakavirkjunum, fer tað at kosta
Arbeiðsloysisskipanini einar trýggjar mió. krónur 14.
hvønn dag. Enn er einki sum bendir á, at trolararnir fara út
aftur á fiskuleið (savnsmynd)
Eykaútreiðsla hjá ALS at trolaraflotin er lagdur:
214 túsund um dagin
Ein útrokning á Arbeiðsloysis-skipanini vísir, at tað fer at kosta
skipanini umleið tríggjar mió. krónur 14. hvønn dag, um als
einki virksemi verður á flakavirkjunum
Einir 35 trolarar eru lagdir
við bryggju, og stødan hjá
teimum er ógreið.
Eingin veit at siga, hvussu
leingi teir fara at liggja við
bryggju, ella hvat skal til
fyri at teir skulu fara út aftur
á fiskileið. Trolararnir fiska
undir Føroyum og avreiða
til fóroysku flakavirkini.
Verður stødan óbroytt í
longri tíð, fer tað at kosta
ALS pening. Flakavirkis-
fólkini skulu hava stuðul úr
skipanini, og tað er eyka-
útreiðsla, sum skipanin ikki
hevur tíkið við í framtíðar-
útlitinum.
Á Arbeiðsloysisskipanini
hava tey roknað seg fram til,
hvussu nógv tað fer at kosta
skipanini, um virkini ikki
fáa rådvøru, og einki ar-
beiði verður á virkjunum.
Tórgerð Nielsen, leiðari á
Arbeiðsloysisskipanini
sigur, at tey hava gjørt út-
rokningar út frá, um øll
virkini liggja still, fyri at
meta um, hvussu nógvar
eyka útgjaldingar skipanin
so skal bera.
- Tað er óhugsandi, at als
eingin fiskur verður at til-
virka, men um so var, so fer
tað at kosta skipanini um-
leið trýggjar mió. krónur
14. hvønn dag, sigur
Tórgerð Nielsen..
- Utrokningin er gjørt við
at rokna miðaltalið fyri
hvort virkið sær, sigur Tór-
gerð Nielsen.
Iløtuni eru 22 virkir í Før-
oyum, sambært skráseting-
ini á Arbeiðsloysisskipa-
nini.
Dagny
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn
hósdag frá kl. 19.00-21.00, inngongd hjá KFUM,
: Oman Pisuvarda 2, ella á tif. 17200. — :
: Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl.
14.30—16.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag
frá kl. 14.30-7.00 á morgni. -